Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult15 cyan15 magenta15 svart15 Nr. 121 • hósdagur • 28. juni 2001 • 75. árg. Eins og í fjør verður minningardagur teirra deyðu í ferðsl- uni hildin fyrsta sunnudag í juli. Í ár verður tað 1.juli. BILAR Magnus Gunnarsson Um somu tíð sum nýggja ferðslulógin kom í gildi, tann 1.juli í fjør, var eisini fyrstu ferð at minningar- dagur teirra deyðu í ferðsl- uni varð hildin. Dagurin verður hildin, við at blómur verða lagdar út á støð, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannlív, hava verið. Samskiparin av tiltakinum, Ingi Gunnarsson í Havn, ið fær hollan stuðul frá RFF, arbeiðir við at finna fram til øll støðini har vanlukk- urnar hava verið. Hann hevur sent út soljóðandi tíðindaskriv: Tíðindaskrivið Fyrsti sunnudagur í juli 2000 varð hildin sum »minningardagur teirra deyðu í ferðsluni«, ætlanin er at endurtaka tiltakið aftur í ár. Fyrsti Sunnudag- ur í ár er 1. Juli. Í fjør vórðu løgd blómu- tyssi við vanlukkustøð í Eysturoy og Streymoy, tó var tiltakið avmarkað til tíðarskeiðið 1980 til 2000, av tí at peningur ikki var til meira. Í ár er so ætlanin at røkka alt landið, tó eru vit ikki kunnug við øll vanlukku- støðini. Til tess at røkka málinum, verður tørvur á meiri peningi og hjálp, til at leggja út blómutyssi. Vit vilja við hesum tiltaki vísa á, at ferðslan krevur alt ov mong mannalív, og royna at ávirka bilførarar ferðsluni til bata, og á ein stillføran hátt minnast tey sum farin eru. Tiltakið fekk góða undirtøku í fjør og varð heitt á okkum um at halda fram. Møguleiki er at stuðla tiltakinum við peningagávu á konto 9181-1313500 í Føroya Sparikassa. Ella við at leggja blómur har tey hava mist ein av sínum. Tað er eisini tørvur á hjálp til at leggja blómurnar út, og til seinast so vantar okkum staðkent fólk til at vísa okkum á hvar vanlukkarnar eru hendar, hetta er tó mest galdandi fyri vanlukkur ið eru hendar fyri mongum árum síðani. Tøgn á Tórsvølli Ein av orsøkunum, til at Ingi Gunnarsson ger hetta arbeiðið, er, at hann í apríl 1977 kom út fyri einari álvarsligari ferðsluvanlukk- u. Hann var einsamallur í bilinum, sum við nógvari ferð fór niðan av Oyggjar- vegnum, stutt omanfyri Havnina. Bilurin fór í knús, og Ingi fekk stóran skaða, men hann kom tíbetur frá vanlukkuni við lívinum. Til alla lukku brúkti hann trygdarbeltið. Í fjør var fyrsti sunnu- dagurin í juli tann 4. juli. Umframt at blómur vórðu lagdar út á vanlukkustøð- ini, var eisini hildin tøgn í 1 minutt áðrenn steypa- finaluna millum HB og GÍ á Tórsvølli. Tað má vera heilt greitt, at endamálið við hesum tiltaki er at fáa okkum øll at ansa okkum betur í ferðsluni. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni Ingi Gunnarsson fekk stóran skaða í apríl 1977, tá hann í hesum Toyota Carina bilinum koyrdi útav á Oyggjarvegnum, stutt omanfyri Havnina Sum tað sæst á hesi myndini er bilurin sera illa farin. Til alla lukku brúkti Ingi trygdarbeltið Harði stoyturin varð inn á vinstru síðu, har bilførarin sat. 15 14 Nr. 121 - 28. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Gólvsølan 67 bátar seldu 35 tons um gólvsøluna hjá Fiskamarknað- inum týsdagin. Niðanfyri framgongur, hvussu nógv einstøku bátarnir seldu. Gevið gætur, at sølan um telefonuppboðssøluna ikki er íroknað Syslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 176 Helen lína 1.340 FD 205 Greta lína 3.427 FD 250 Halgerð lína 590 FD 256 Aðnasker snella 65 FD 258 Tinna lína 349 FD 316 Annfríð lína 319 FD 33 Krabbin lína 130 FD 380 Amanda snella 188 FD 386 Slættiklettur lína 469 FD 424 Morning star snella 25 FD 492 Klettur lína 38 FD 580 Thomas Nygaard lína 960 FD 67 Huldusteinur lína 829 FD 780 Bakkafossur snella 302 FD 783 Glúpur lína 2.539 FD 855 Lómur m/b lína 302 FD 860 Sjóguttin lína 1.141 FD1148 Hellisberg lína 258 KG 125 Bjarnaberg lína 629 KG 127 Skurðaklettur lína 2.862 KG 334 Norðan lína 982 KG 423 Jaspissteinur lína 626 KG 561 Fagriklettur lína 848 KG 63 Pollur lína 741 KG 703 Henny lína 453 KG 706 Skýlisklettur lína 512 KG 744 Osla lína 2.299 KG 812 Sylvia lína 688 TG 10 Evi snella 54 TG 147 Havrenningur snella 89 TG 159 Vesturbúgvin snella 149 TG 283 Herdis snella 401 TG 303 Rich. í Smiðjuni snella 102 TG 310 Sjóriddarin snella 114 TG 397 Kvikk snella 286 TG 40 Kambur snella 47 TG 435 Jórun snella 102 TG 514 Keldafossur snella 250 TG 523 Sóley snella 604 TG 562 Todnes snella 132 TG 592 Jenny b snella 28 TG 609 Ráaklettur snella 149 TG 622 Varðin snella 143 TG 631 Skarstein snella 503 TG 95 Fløtunes snella 286 TN 63 Liljan snella 95 TN 157 Solo snella 122 TN 390 Trý systkin lína 726 TN 753 Tóra lína 1.345 TN 892 Nøvan snella 113 TN 897 Maj-n snella 55 TN1090 Annika lína 934 VA 109 Ella lína 451 VA 132 Lív snella 51 VA 221 Carina lína 407 VA 242 Suðurfarið snella 40 VA 275 Áardánjal snella 32 VA 294 Nestangi lína 491 VA 34 Dunga Hans m/b lína 1.090 VA 366 West Freezer lína 111 VA 60 Dáva Dánjal lína 251 VA 82 Raðnes snella 753 VN 156 Hanus á Bø snella 65 VN 20 Emanuel snella 102 VN 267 Jenny m/b snella 109 VN 286 Skálabáturin snella 182 VN 513 Klettur snella 139 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Vørunavn kilo Brosma 0 72 Brosma 3&4 48 Hýsa 0 6 Hýsa 1 3.646 Hýsa 2 3.857 Hýsa 3 3.569 Hýsa 4 1.171 Havtaska 0 113 Hvítingur 0 13.848 Kalvi 2 64 Kalvi 3 14 Kalvi 4 104 Kongafiskur 0 1 Liri 146 Longa 0 28 Longa 2 62 Longa 4&5 3 Reyðsprøka 0 15 Skøta 14 Skrubba 34 Steinbítur 9 Toskur 1 119 Toskur 2 1.027 Toskur 3 2.683 Toskur 4 2.256 Toskur 5 837 Upsi 0 543 Upsi 1 62 Upsi 2 14 Upsi 2&3 596 Upsi 3 2 Upsi 4 51 Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølumet, bæði fyri bøkur til vaksin og børn BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út næstu bókina um Harry Potter. Hendan eitur Harry Potter og kamarið við loynidóm- inum – og hon kom í bóka- búðirnar í síðstu viku Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølu- met, bæði fyri bøkur til vaksin og børn: Síðan tann fyrsta, Harry Potter og vitramannasteinurin, kom út í 1997, eru seldar fleiri enn 100 milliónir eintøk um allan heimin. Tann fyrsta bókin er týdd til 42 ymisk tungumál, frá alb- anskum til zulu, og bøkurn- ar hava at kalla uttan støðg ligið ovast á sølulistunum í Evropa, Norður- og Suður- amerika – og í Kina, har tað er staðfest, at fleiri eintøk eru seld av Harry Potter bókum enn »Lítlu reyðu« hjá sjálvum Mao, for- manni! Eisini í Føroyum hevur móttøkan verið góð: Harry Potter og vitra- mannasteinurin er seld í knøppum 1300 eintøkum, og hetta er nógv heima hjá okkum. Bøkurnar hava vunnið ein hóp av virðislønum, og beint nú leggja tey hjá Warner Bros. síðstu hond á fyrsta biograffilmin, sum væntandi verður frumsýnd- ur til jóla í ár. Higartil hevur J. K. Rowling skrivað fýra bøkur av ætlandi sjey, eina fyri hvørt árið, Harry er í Hog- warts. Tann triðja á før- oyskum kemur fyri jól í ár. Harry Potter og kamarið við loynidómum byrjar eins og fyrsta heima hjá fostur- foreldrum Harrys. Hann er í summarfrítíð og upplivir har m.a. ringasta føðingar- dagin nakrantíð. Og tað sigur ikki so lítið, tí Harry hevur aldrin havt tað gott hjá Dursley fólkunum. Har hendir ymiskt løgið – og stuttligt. Onkur er, sum roynir at forða Harry at fara aftur í Hogwarts. Tað er tað allarringasta, ið kann henda, tí ikki fyrr enn Harry frætti frá gandaskúl- anum og fekk at vita um sín egna uppruna, hevur hann varnast, at hann er nakað – og at tað eru fólk, ið halda nógv um hann og eru góð við hann. Men samstundis ásannaði hann eisini, at hann eigur ræðandi óvinir, ið liggja honum eftir lívin- um. Afturkomin í Hogwarts á sera minnisverdan hátt verða Harry, Ron og Her- mione skjótt blandað upp í sera spennandi hendingar, tí tað gongur sum rótasúp- an, at kamarið við loyni- dómum er latið upp, og óndar maktir leggja eftir næmingum av muglara- ætt… Harry Potter og kamarið við loynidómum er – um gjørligt – enn meira spenn- andi enn fyrsta bókin. Vit hitta nýggjar persónar, og støðugt tekur søgan óvænt- aða vend, tá ið tú fært meir at vita um teir, ið vit hitta aftur… Gunnar Hoydal hevur týtt bókina úr enskum. Hon 286 blaðsíður, innbundin í stíva permu og kostar kr. 198 í bókabúðunum. Spf Hest- prent hevur umbrotið og prentað bókina. 1.300 føroyingar eiga Harry Potter – og nú kemur aftur ein Tann fyrsta bókin um Harry Potter er týdd til 42 ymisk tungumál, frá albanskum til zulu – og í Kina er staðfest, at fleiri eintøk eru seld av Harry Potter bókum enn »Lítlu reyðu« hjá sjálvum Mao, formanni! Eisini í Føroyum hevur móttøkan verið góð: Harry Potter og vitramannasteinurin er seld í knøppum 1300 eintøkum, og hetta er nógv heima hjá okkum C M Y K 14 summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200 marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200 marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200 marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200 marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 4 fólk í bili 4 fólk í bili Ferðist bíliga, ella hinvegin Tórshavn- Hanstholm Tórshavn- Hanstholm Danmark Danmark Noreg Hetland Ísland Skotland Skotland Ferðist bíliga, ella hinvegin Tórshavn- Bergen Tórshavn- Bergen Ferðist bíliga, ella hinvegin Tórshavn- Lerwick Tórshavn- Lerwick Ferðist bíliga, ella hinvegin Tórshavn- Seyðisfjørður Tórshavn- Seyðisfjørður w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o e-mail: booking@smyril-line.fo Bilpakkar Bilpakkar 480,- úr fyri hvønn úr 385,- fyri hvønn úr 728,- fyri hvønn úr 1.373,- fyri hvønn Ferðist bíliga, ella hinvegin Tórshavn- Hetland- Skotland Tórshavn- Hetland- Skotland úr 775,- fyri hvønn summarið 2001 Fráf. 31/8 7/9 Tórsh. Fráf. 8/8 15/8 22/8 29/8 Tórsh. Fráf. 18/8 25/8 1/9 Hansth. Fráf. 21/6 23/8 30/8 6/9 Seyðisfj.