fríggjadagur 29. juni 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 122 - 29. juni 2001
Nr. 122 - 29. juni 2001
17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Um hálvgum tólv
tíðina hósdagin lendi
íslendski forsetin,
Ólafur Ragnar
Grímsson, við fylgi í
Vágum, har løgmaður
tók ímóti. Á middegi
vitjaði forsetin
borgarstjóran í Havn
og fór síðani til
almenna móttøku hjá
løgmanni í Tinganesi
FORSETAVITJAN
John Johannessen
Jens Kristian Vang (myndir)
Eftir tjúkkan mjørka í fleiri
dagar
vísti
føroyska
summarveðrið seg frá síni
frægu síðu, tá íslendski for-
setin við fylgi um hálvgum
tólv tíðina hósdagin lendi í
Vágum.
Sambært skránni, skuldi
forsetin lenda í Vágum við
íslendskum sjóverjuflogfari
klokkan trý korter til ellivu.
Men orsakað av nógvum
mjørka í Reykjavík slapp
forsetin ikki á flog til
tíðina, og bleiv tí eitt sindur
seinkaður.
Almenn vitjan
Íslendski forsetin er komin
til Føroya á almenna vitjan
í tríggjar dagar eftir inn-
bjóðan frá Anfinni Kalls-
berg, løgmanni.
Á flogvøllinum í Vágum
var stórt alment móttøkulið
fyri forsetanum. Anfinn
Kallsberg, løgmaður, tók
ímóti saman við Vibeke
Larsen, ríkisumboðsmanni,
Marjun Hanusardóttir, løg-
mansstjóra,
Flemming
Mørch, sendiharra Dan-
markar, Helga Águstssyni,
sendiharra Íslands, Majken
S. Poulsen, protokollful-
trúa, Jónhild Jørgensen,
formanni fyri felagskomm-
ununa í Vágum, Eivini
Jacobsen, borgarstjóra fyri
Sørvágs
kommunu
og
Finnboga Niclassen, flog-
vallarovasta.
Spákaðu í
høvuðsstaðnum
Eftir stuttu móttøkuna á
flogvøllinum í Vágum, fóru
løgmaður og forsetin við
fylgi til Havnar við tyrlu.
Síðani koyrdi fylgið frá
tyrlupallinum á Boðanesi
niðan í gamla Kommunu-
skúlagarðin,
har
Jan
Christiansen, borgarstjóri,
tók ímóti, og dóttir borgar-
stjórans, Minna Christian-
sen, handaði forsetafrúuni,
frú Mousaieff, blómutyssi.
Eftir at forsetin hevði
heilsað upp á allar býráðs-
limirnar og fingið gávu frá
Jan Christiansen, borgar-
stjóra, fór fylgið gongutúr
við Jan Christiansen og for-
setanum frá Vaglinum fram
við Bojsensgarði oman á
Bryggjubakka,
gjøgnum
Bringsnagøtu og Reyna-
gøtu í gamla býlinginum á
Reyni og út í Tinganes til
móttøku hjá løgmanni.
Eftir
móttøkuna
og
stuttan tíðindafund, tók
løgtingsformaðurin, Finn-
bogi Ísakson, við sum vert-
ur eina løtu. Løgtingsfor-
maðurin vísti forsetanum
Tinganes og fylgdi honum
síðani eftir Müllersbrúgv,
gjøgnum Gongina og niðan
á
Hafnia
til
búgvið
morgunmatarborð.
Heilsar upp á
íslendingar
Tá
Sosialurin
fór
til
prentingar
í
gjár,
var
forsetin enn ikki setstur við
morgunmatarborðið. Men
sambært skránni skuldi
hann eftir morgunmatar-
borðið á Hotel Føroyar at
hvíla seg eina løtu, og
síðani í Norðurlandahúsið,
har hann skuldi heilsa upp á
íslendingar í Føroyum.
Eftir móttøkuna á Hotel
Føroyum, skuldi Íslendski
forsetin til døgurða í Royk-
stovuni í Kirkjubø, har
løgmaður var vertur.
Fríggjadagin
skal
ís-
lendski forsetin vitja á
Skálafjørðinum, Í Gøtu og í
Norðoyggjum. Leygardag-
in gongur leiðin vestureftir,
til Mykinesar, og síðani til
mentanarkvøld í Miðvági,
har Óli Holm, landsstýris-
maður er vertur. Seinni
leygarkvøldið fer forsetin
avstað aftur til Íslands.
Íslendski forsetin er komin til Føroya
FORSETAVITJAN
Jan Müller
-Tað er so avgjørt uppá
tíðina, at vit taka ímóti
einum íslendskum forseta
sigur Anfinn Kallsberg,
løgmaður, sum er sera fegin
um, at íslendski forsetin
hevur givið sær stundir at
vitja Føroyar. –Vónandi
kann henda vitjanin vera
við til at styrkja bondini
millum londini, sum annars
eru sera sterk sum er.
Tað eru longu farin nógv
ár,
síðani
fyrrverandi
íslendski forsetin vitjaði
Føroyum, og tí er henda
vitjan sera kærkomin sigur
løgmaður. Hann vísir á, at
ein líkandi stór vitjan enn
stendur á skránni, og tað er
norski kongurin, sum er
boðin at vitja í Føroyum,
fyrst av Edmundi Joensen,
táverandi løgmanni og í
fjør av Anfinni Kallsberg,
løgmanni, tá hann var í
Norra á almennari vitjan.
Tað er so óvist, nær norski
kongurin vitjar.
Løgmaður vísir aftur
øllum spekulatiónum, nú
fleiri íslendskir lyklaper-
sónar vitja Føroyar, um at
hetta hevur nakað at gera
við royndirnar hjá føroy-
ingum at gerast fullveldi.
–Tað málið er millum
okkum og danir og ongan
annan. –Íslendskir ráðharr-
ar og forseti eru okkara
gestir og tað snýr seg um at
menna bondini millum
hesar báðar grannatjóðir
leggur løgmaður aftrat.
Løgmaður fegnast um vitjanina
Ólafur Ragnar
Grímsson er annar
forsetin í søguni, sum
vitjar Føroyar. Fyrsti
forsetin vitjaði í 1987,
og var eisini
íslendingur
FORSETAVITJAN
John Johannessen
Vitjan Ólafs Ragnar Gríms-
son, forseta íslands, er
onnur forsetavitjanin í Før-
oya søgu. Og harafturat er
tað aðru ferð, at íslendskur
forseti vitjar.
Fyrstu ferð, ein forseti
vitjaði í Føroyum, var í
september 1987. Forsetin tá
var Vígdis Finnbogadóttir,
sum sat sum forseti í
Íslandi í 16 ár. Og nú knøpp
14 ár seini vitjar Ólafur
Ragnar Grímsson, sum er
fimti forseti íslands og
hevur verið forseti í Íslandi
fimm ár.
Men onkur annar forseti
hevur
kortini
óalment
vitjað í Føroyum í síni
forsetatíð. Símun Eldjarn,
sum var forseti Íslands
áðrenn Vígdis Finnboga-
dóttir, var okkurt summarið
í summarfrí í Føroyum.
Men vitjan hansara varð
ikki roknað sum almenn
vitjan.
Ein forsetavitjan
hevur sama
tingarstig, sum tá
drotningin vitjar
Føroyar. Løgmaður
hevur ikki loyvi at
vera vertur til slíka
vitjan, uttan hann er
umboð í
drotningarnar stað
FORSETAVITJAN
John Johannessen
Løgmaður mátti biðja um
loyvi frá drotningini, áð-
renn hann kundi bjóða seg
fram sum vert fyri vitjan
forseta Íslands í Føroyum.
Vitjanin hjá Ólafi Ragnar
Grímsson, forseta, er á
hægsta tingnarstigi. Tað vil
siga, at hon er á sama
tignarstigi, sum ein konga
ella drotningavitjan.
Men løgmaður hevur ikki
so høga tign, og kann tí ikki
vera vertur, uttan hann er
vertur í drotningarnar stað.
Av tí, at Føroyar eru í
ríkisfelagsskapi við Dan-
mark, er tað Margreta drot-
ning, ið hevur hægstu tign í
landinum, meðan løgmaður
hevur somu tign, sum ein
forsætisráðharri í øðrum
londum.
Íslendski forsetin hevur
somu tign, sum drotningin.
Tí er tað drotningin, ið
formliga eigur at vera
vertur fyri almennari for-
setavitjan í Føroyum. Og tí
mátti løgmaður umvegis
Ríkisumboðið fáa loyvi frá
Margretu drotning til at
vera umboð í hennara stað,
nú íslendski forsetin kom á
vitjan.
FORSETAVITJAN
John Johannessen
Sambært Løgmansskriv-
stovuni, hevur íslendski
forsetin ynskt at vera
saman við vanliga fólk-
inum á vitjanini í Føroyum.
Tí hevur Løgmansskriv-
stovan lagt vitjanina so-
leiðis til rættis, at forsetin
sleppur kring oyggjarnar,
og at hann kemur í sam-
band við vanlig fólk, í stað-
in fyri bert politikarar og
embætismenn.
Hetta sæst millum annað
á skránni fyri vitjanina í
Klaksvík,
har
forsetin
hevur ynskt, at Brimil skal
leggja at við Kósabrúnna,
so hann kemur millum
fólkið, ið starvast á brúnni
og á Kósavirkinum.
Onnur forsetavitjanin í søguni
Vil hitta fólkið
Mátti fáa loyvi frá drotningini
Jan Christiansen, borgarstjóri í
Havn tekur móti íslendska
forsetanum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Nógv børn vóru komin at
hyggja eftir forsetanum,
hvørs vitjan er einki minni
enn ein kongavitjan.
Mynd: Jens Kr. Vang
Íslendski forsetin og frú.
Mynd Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
17
16