Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 40 - 26. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 40 - 26. februar 2000 Brátt hendir okkurt spennandi í Føroyum Hann starvast hjá CMC Records og hann hevur júst verið í Føroyum í samband við konsertirnar hjá Creamy, sum eru undir veingjabreiði felagsins og sum hann „uppdagaði“. Jens Ove Friis var í Føroyum til Prix Føroyar í fjør og hann vitjar ofta, tí hann væntar, at brátt hendir okkurt spenn- andi innan tónleikin í Føroyum Herfyri skrivaðu vit, at fundur um Brandskúlan og ALV skúlan verður á ALV skúlanum 6. mars. Hetta er ikki heilt rætt, tí fundurin verður hildin á Brandskúla- num tann 6. mars klokkan 10. Tað er Jógvan Mørk- øre, bygdarráðsformað- ur í Hósvík, ið hevur kallað inn til fundar. Orsøkin er kjakið um ALV skúlan og Brands- kúlan, hvørt báðir skulu vera á sama stað við Áir og hvør skal víkja, um talan verður um tað. Málið tykist trupult og fløkt og tí hevur Jógvan Mørkøre kallað inn til fundin. Fundar- boð eru send Yvirfrið- ingarnevndini, Undir- vísingar- og Mentamál- astýrinum, Arbeiðseft- irlitinum, ALV skúla- num, Føroya Brand- skúla, Umhvørvis- nevndini í Sundalag- num, Almanna- og Heilsumálastýrinum og Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni. Øssur av Steinum á ALV skúlanum visti hósdagin at siga blað- num, at sera nógvur roykur framvegis merk- ist hjá teimum, tá Brandskúlin skipar fyri venjingum. Hann sigur, at Arbeiðseftirlitið hev- ur kannað málið, men at har hava tey avgjørt, at støða verður eingin tikin, fyrr enn eftir fundin tann 6. mars. - do - DAGFINN OLSEN Jens Ove Friis vitjar ofta í Føroyum og tað er ikki bert av teirri orsøk, at hann er giftur føroyskari konu. Hann hevur nevniliga stóran áhuga í føroyskum tónleiki, og hesin áhugi gjørdist ikki minni, tá hann í fjør var ein av útlendsku gestunum til Prix Føroyar finaluna. Eitt tiltak, sum bæði tónleika- liga, tøkniliga og sum heild, syntist honum ein framúr framleiðsla Creamy. Og Jens Ove Friis er ikki ein og hvør. Hann hevur júst vitjað aftur í Føroyum í samband við konsertirnar hjá Creamy. Tað var Jens Ove Friis, sum „uppdagaði“ tær báðar sanggenturnar. - Eg havi ongantíð tikið eina so skjóta avgerð, sigur Jens Ove Friis um Creamy, sum eru undir eini deild hjá CMC, sum nevnist Recart og leggur meira dent á tað listarliga og kreativa. Genturnar í Creamy komu sjálvar til CMC og Jens Ove gav teimum játt- andi svar longu dagin eftir, at hann hevði hoyrt tær. Hann leggur dent á, at Creamy er ikki ein gjørdur, íspunnin ella framaldur bólkur. - Tær duga veruliga at syngja, smílist Jens Ove Friis og sipar til, at tað ikki er óvanligt í tónleikaídnað- inum í dag, at bólkar verða skaptir, framaldir, og at fyrst verður spurt, hvussu per- sónarnir síggja út. Stjørnugóðs Tær báðar í Creamy finna sjálvar løg og hava áður sungið í kórinum KOPP, sum hevur vitjað í Føroyum. Jens Ove Friis er hugtikin av gentunum í Creamy og heldur tær hava rættuligt stjørnugóðs í sær. - Tá tær skuldu heiðrast við tribble platín plátum, komu tær ov seint, tí kavi var og trupulleikar stungu seg upp við at náa fram. Tær høvdu júst leikt tvær kon- sertir og sóu ikki ov væl út, men tá tær sóu myndatólini og stóru linsurnar, vóru tær púra frískar, minnist Jens Ove og leggur afturat, at tær eru snilda samansetingin av innaru og uttaru styrkini og øll fáa altíð okkurt heim við, tá creamy hevur verið á palli. Jens Ove dylir tó ikki, at góð fólk standa aftanfyri bólkin. Creamy á enskum Creamy hava selt yvir 200.000 fløgur og í Føroy- um sóu og hoyrdu eini 4000 fólk genturnar. Jens Ove er væl nøgdur við konsertirnar í Føroyum og var eisini bils- in av upphitingini, ið Kular Røtur úr Klaksvík tóku sær av. Í heyst kemur nýggj fløga við Creamy. Møguliga kemur ein ensk fløga eina- ferð, tí mett verður, at gent- urnar í Creamy eru úr al- tjóða stjørnutilfari. Men dentur verður lagdur á, at verður tað ikki til meira, enn at bólkurin hevur lagt Danmark og Føroyar undir seg, so er tað eisini í lagið. - Tað hevur týdning, at tær gera tað, ið teimum dámar. Tær eru 13 - 14 ár og fara ikki altíð at syngja barnasangir, men Creamy má ongantíð blíva eftirapan av t.d. Aqua, sigur Jens Ove Friis, sum eisini leggur dent á týdningin, sum tað hevur, at familjurnar hjá gentunum eru við á mangan hátt og stuðla sera væl. Brátt hendir okkurt spennandi At Jens Ove var við til Prix Føroyar í fjør var ein upp- living, ið gjørdi hann bilsn- an. Norðurlandahúsið hevur sett okkurt í gongd í honum og á ferðini í Føroyum nú, hevur hann hitt ymisk fólk innan tónleik í Føroyum. Og ivaleyst hevur hann okkurt kasettuband í jakka- lummanum á ferðini til Danmarkar aftur. Hann sigur, at hann vitjar í Føroyum av og á og roynir hann at hava eygu og oyru opin, tí hann væntar, at brátt hendir okkurt spennandi á føroyska tónleikapallinum. - Sum eisini hevur verið frammi her í blaðnum fyrr, so er tónleikaídnaðurin við at mettast av høvuðsstreym- inum innan tónleikin. Nú verða eygui vend aðrar veg- ir og fólk innan ídnaðin vænta, at okkurt brátt hendir í krókunum. Hesum er Jens Ove samdur í og hann vænt- ar brátt at hoyra okkurt ser- stakt og serføroyskt. Jens Ove Friis heldur, at Prix Føroyar hevur ómeta- ligan týdning fyri føroyskt tónleikalív. Var tað ikki, hevði hann sjálvur ongantíð fingið eina mynd av før- oyskum tónleiki, men nú kann hann royna at fylgja hesum. Hann metir, at áhugin úti í heimi er stórur fyri tilaki- num Prix Føroyar og at hetta kann verða lopfjølin, men ein eigur at leggja sær í geyma, at kanska er áhugin ikki fyri nummar eitt, men kanska nummar tvey ella onkrum øðrum. Leikurin „Eitt ross og ann- að“ vendir sær til smærri børn, men er líka nógv til barnsligar sálir. Gríma hevur leikt leikin fyri skúlum og barnagørð- um í Havn, men leygardag- in og sunnudagin klokkan 16 verða almennar sýningar í hølunum hjá Grímu á Mei- arínum í Tórsgøtu í Havn. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn ella við dyrnar. Gríma ætlar at ferðast í Føroyum at leika fyri skúl- um og barnagørðum. Eisini tey, sum ikki ganga í skúla ella dagrøkt, eru vælkomin at hyggja, tá leikurin verður spældur, har tey búgva. Tey skulu bara geva skúlunum Ross á pall Hot yrkir enn Svartur ælabogi nevnist nýggja yrkingasavnið hjá Johan Mortensen Síðani Johan Mortensen gav út djarvt yrkinga- savn í 1972, hevur verið tøgn, men nú hevur hann aftur latið savn úr hondum DAGFINN OLSEN Undir navninum Hot gav tá 28 ára gamli Johan Mort- ensen í 1972 út yrkinga- savnið Libido, sum hoyrir til tey djarvastu, sum komu út í sjeytiárunum, hvat sniði viðvíkir. Umframt orðini, hevði uppsetingin nógv at siga í savninum. Síðani hoyrdist einki aftur frá Hot, tó at Johan hevur verið frammi sum vinnu- lívsmaður. Men nú er aftur eitt yrk- ingasavn komið úr hondum hansara. Tað nevnist Svartur Ælabogi. Uttan at saman- bera, so er eisini hesaferð talan um serstakt snið. Líkt japanskum haiku yrkingum. Stuttar og reglurnar eru fáar. Ferðir og upplivingar utt- anlanda og í Sandoynni og á Dímum merkja nýggja savnið Fólk innan tónleikaídnaðin vænta, at okkurt brátt hendir í krókunum. Hesum er Jens Ove Friis samdur í. Mynd: Jens Kristian Vang boð ella ringja til Grímu í Havn á telefon 318617 - do - Fundurin verður á Brand- skúlanum Føroya Lærarafelag hevur boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar limir sínar, sum kunnu fara í arbeiðssteðg, tvs. allar sáttmálasettar lærarar í fólk- askúlanum. Harafturat hava vit boðað frá blokadu. Hetta er gjørt eftir reglu- num í Høvuðsavtaluni mill- um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Føroya Lærarafelag hev- ur hildið seg til reglurnar. Men Fíggjarmálastýrið hevur longu 14. februar giv- ið lønardeildini hjá Undir- vísingar- og mentamálastýr- inum boð um ikki at gjalda lønina fyri mars út til teir forútbetaltu sáttmálasettu lærararnar. Hóast Føroya Lærarafelag hevur mótmælt hesum, hava vit í dag fingið váttan fyri, at lønardeildin hjá UMMS ongi onnur boð hevur fingið. Tey eru í dag farin at fyrireika lønarút- gjaldingarnar til lærarar í fólkaskúlanum. Føroya Lærarafelag veit væl, at í Danmark verður lønin steðga upp undir ar- beiðssteðg hjá forútløntum, men tá er tað eftir greiðari avtalu millum partarnar. Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið hava onga avtalu um slíka mann- agongd. Í samband við samráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, sigur felagið m.a. í tíðindaskrivi, at Fíggjarmálastýrið hevur givið lønardeildini hjá Undirvísing- ar- og mentamálastýrinum boð um ikki at gjalda lønina fyri mars út til teir forútbetaltu sáttmálasettu lærararnar og at hetta er provokatión. Ikki til verka 1. mars uttan løn Tí er hetta ein grov prov- okatión og brot uppá sátt- málan fyri teir sáttmálasettu lærararnar í fólkaskúlanum. Í sáttmálanum millum Fíggjarmálastýrið og Før- oya Lærarafelag stendur í § 4, stk. 4: Lønin verður gold- in mánaðarliga …. og í sein- asta lagi síðsta dag í mán- aðnum, sum peningastovn- arnir hava opið. Hvat nú um semingsmað- urin útsetur arbeiðssteðgin eina viku? Skal tann parturin av teimum sáttmálasettu lær- arunum, sum eru forútlønt, arbeiða fyri onga løn? Nei, tað verður av ong- um!! Nevnd Føroya Lærarafel- ags hevur tí samtykt, at um teir forútløntu sáttmálasettu lærararnir ikki hava lønina í seinasta lagi kl.10 týsdagin 29. Februar, fara teir undir ongum umstøðum til ar- beiðis 1. mars. Arbeiðsgevararnir tosa so søtt um spælireglar í sam- band við Høvusðavtalur. Okkara roynd við Høv- uðsavtaluni er, at tað er fak- felagið, sum skal halda seg til reglurnar, men arbeiðs- gevarin/ Fíggjarmálastýrið kann gera, hvat tað vil. Fíggjarmálastýrið gongur ongatíð undir nakrar spæli- reglar. Teir tulka reglurnar, sum tað passar teimum best. Vit hava ikki plikt til at boða frá okkara uppskotum til semingsmenn fyrr enn týsdagin 29. februar. Føroya Lærarafelag rennur ikki á leistum fyri Fíggjar- málastýrinum, sum støðan er nú. Føroya Lærarafelag Elsa Birgitta P. Petersen Gjalda ikki fyri nakað vit ikki fáa Karsten Hansen sigur í viðmerking til tíðindaskriv frá Lærarafelagnum, at boða fólk frá, at tey fara ikki til ar- beiðis, so kunnu tey ikki vænta sær løn DAGFINN OLSEN Karsten Hansen skilir ikki, at Føroya Lærarafelag í tíð- indaskrivi tosar um brot á avtalu og at Fíggjarmála- stýrið ikki heldur spæliregl- ur. Hann vísir til, at ongar reglur, ongin avtala, er á júst hesum økinum. - Ein kann ikki bróta regl- ur, sum ikki eru til, sigur Karsten Hansen. Feløgini gjalda - Vit kunnu ikki gjalda fyri nakað, vit ikki fáa, tí hetta snýr seg um skattakrónur. Fólk sum boða frá, at tey ikki fara til arbeiðis, kunnu ikki fáa løn, heldur Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri. Hann metir ikki, at nakað løgið er í, at Fíggjarmála- stýrið longu 14. februar gevur lønardeildini í UMMS boð, tí lærarar boðaðu longu í summar frá ætlanum um arbeiðssteðg. Í samaband við tíðar- freistina fyri lønarútgjald- ing, sum Lærarafelagið setir til týsdagin 29. februar klokkan 10, sigur Karsten Hansen, at hetta er teirra val. - Men vanlig siðvenja er, at feløgini gjalda limum løn undir verkfalli, um tey hava pening til tess, men um tey gera tað, er ikki okkara borð, sigur Karsten Hansen. Fáa fyri eina viku Lærarafelagið spyr hvat hendir, um semingsmenn útseta arbeiðssteðgin eina viku. - Ja, vísir tað seg, at so er, so fáa fólk løn fyri ta vik- una, tey eru til arbeiðis, sig- ur Karsten Hansen. Men í samband við prátið um avtalur og reglur og brot á hesar, staðfestir Kar- sten Hansen, at honum vit- andi er eingin avtala við Lærarafelagið um hetta og at í Føroyum hava ongantíð verið reglur um, at fólk sum ikki fara til arbeiðis, fáa løn. Fólk sum boða frá, at tey ikki fara til arbeiðis, kunnu ikki fáa løn, heldur Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri