Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 84 - 5. mai 2008 viðmerkingar Nú landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur úttalað seg um ætlanina at flyta fakmørk og at gagnnýta fakligu kompetensuna hjá sjúkra- røktarfrøðingum, grundað á uppstiging til bachelorar, hava vit í Sjúkrarøktar- etiska ráðnum skyldu til at viðgera spurningin og at geva okkara fakliga ískoyti til kjakið. Aktuellu útsagnirnar hjá landsstýrismanninum benda á, at hann tekur støði í álitinum um fram- tíðar sjúkrahúsverk í Føroy- um, tá ið hann úttalar seg um flyting av fakmørkum. Álitið er útgivið í apríl 2007 og ein av niðurstøð- unum í álitinum er, at vegna trot á læknum og sjúkrarøktarfrøðingum skulu ”kvalifiseraðir sjúkrarøktarfrøðingar yvirtaka nakrar funktiónir frá læknunum, og heilsu- røktarar taka sær av nøkr- um funktiónum, sum sjúkrarøktarfrøðingar vanliga taka sær av” (álit, s. 20, 89 og 117). Orsøkin til at flyta fak- mørk er samansett av mongum faktorum. Ofta er orsøkin øktur eftirspurn- ingur á læknum og sjúkra- røktarfrøðingum, sum millum annað skyldast økt fólkatal, longda livitíð og øktir viðgerðar- og røktar- møguleikar. Henda flyting av fak- mørkum er vælkend í altjóða høpi, men er ofta framd óheft av, at sjúkra- røktarfrøðingar hava bachelorútbúgving. Fyri at kunna virka sum viðgerða- rsjúkrarøktarfrøðingur, sum internationala heitið er, krevst haraftur ímóti, at sjúkrarøktarfrøðingurin hevur serútbúgving og drúgvar royndir frá t.d. intensivari deild ella skaðastovu og sostatt er at rokna sum ekspertur. Royndirnar eru ikki eintýðugt positivar. Um vit nú royna at læra av roynd- unum hjá øðrum, ístaðin fyri bara at gera sum hini, so eigur eitt viðkomandi orðaskifti at fara fram, áðrenn vit fremja flyting av fakmørkum í verki. Lýsing av økinum hjá viðgerðarsjúkrarøktar­ frøðinginum í Danmark og Stóra Bretlandi Ífylgi Willeman, Vested, Tang (2003) skal motivið til at lata sjúkrarøktarfrøð- ingar yvirtaka lækna- arbeiði, samstundis sum tørvurin á fleiri sjúkra- røktarfrøðingum er eyð- sýndur, síggjast út frá motto’inum, at tann best kvalifiseraði røkir tær mest kompleksu og spesiellu uppgávurnar. Soleiðis vera stundir hjá læknanum at røkja tær kompliseraðu læknaligu avbjóðingarnar, meðan sjúkrarøktarfrøðingurin kann taka sær av teimum minni kompliseraðu. Hin- vegin so kann heilsurøkt- arin taka sær av nøkrum uppgávum, sum sjúkra- røktarfrøðingurin annars plagdi at røkja. Rapportin ”Den behandl- ende sygeplejerske” (Wille- man 2003), sum snýr seg um eftirmeting av framdari flyting av fakmørkum, lýsir økið hjá hesum sjúkra- røktarfrøðingum í Dan- mark og í Stóra Bretlandi, og kjakast verður um fyrimunir og vansar av flytingini. Í høvuðsheitum verður fokuserað á 3 hættir at skipa arbeiði: Á skaðastovum, har sjúkrarøktarfrøðingurin er fataður sum integreraður partur av skaðastovuni ella í sjálvstøðugari klinik í samband við læknamann- aða skaðastovu Skaðaklinik, sum er plaserað á sjúkrahúsi uttan skaðastovu t.v.s. uttan læknamanning, men mann- að við sjúkrarøktarf- røðingum. Heilsumiðstøð, sum er plaserað í lokaløkjum, men mannað við sjúkrarøktar- frøðingum. Afturat smærri skaðum og sjúkum røkir heilsumiðstøðin eisini fyribyrging. Heilsumið- støðirnar kunnu eisini umfata aðrar fakbólkar, t.d. terapeutar, dietistar og roykiavvenjarar. Sostatt eru omanfyri- nevndu deildir at rokna sum serdeildir, har støðan hjá sjúklinginum er kom- pleks og ofta krevur skjóta handling. Tí krevur hetta eisini sjúkrarøktarfrøðingar við hægstu kompetensu. Royndir við flyting av fakmørkum millum lækna­ og sjúkrarøktar­ frøðiøki Omanfyrinevnda rapport staðfestir, at ensku og fyri so vítt eisini donsku royndirnar við heilsumið- støðum og skaðaklinikkum mannaðar við sjúkrarøktar- frøðingum eru positivar. Serliga hvat viðvíkur sjúklinganøgdsemi og kliniskum kvaliteti. Tá tað snýr seg um fígging, so eru viðurskifti sum benda á, at hetta kann vera ein dýrari loysn. Fyri at fáa skaðaklinikk / heilsumiðstøð at virka, er tað eitt krav, at etableringin er lagað til tørvin á stað- num, at kompetensuøkið verður klárt definerað og at sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa neyva eftirútbúgving. Tað er serliga eftirútbúgv- ingin av sjúkrarøktarfrøð- ingunum, sum ofta vísir seg at koma sum ein óvæntað útreiðsla. Harafturat vísir tað seg, at skaðaklinikkirnar / heilsu- miðstøðirnar verða sera væl vitjaðar. Orsøkin sigst vera, at viðgerðarsjúkrarøktar- frøðingurin gevur sær góðar stundir til hvønn einstakan sjúkling umframt tað, at sjúklinginum hvørki nýtist ávísingarseðil ella tíðar- bílegging. Hesin hátturin at skipa arbeiði gerst tískil eitt eyka tilboð í samfelagnum, har sjúklingarnir eisini venda sær við ørindum, sum teir annars ikki søktu viðtalu fyri. Í rapportini verður eisini víst á, at læknarnir ikki eru nøgdir við, at fakmørkini verða flutt og eru ikki samdir í, at kvaliteturin í viðgerðunum er nóg góður. Royndir við flyting av fakmørkum millum sjúkrarøktarfrøði­ og heilsurøktaraøki Við í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk er ætlanin, at heilsurøktarar yvirtaka uppgávur hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Ein ørgrynna av kanningum úr Amerika og Stóra Bret- landi vísa, at yvirlivilsis- ratan hjá sjúklingum økist, at innleggingartíðin styttist og komplikatiónirnar eru færri, tá ið deildin er mann- að við høgt útbúnum starvs- fólki. (Aiken 2002, 2003), (Stanton & Rutherford 2004). Uppritið frá Joint Commission “Health Care at the Crossroads – Strate- gies for Addressing the Evolving Nursing Crisis” undirbyggir eisini oman- fyristandandi og hevur eina røð av hugskotum / ráðum, sum kunnu bøta um avleiðingarnar av ov fáum sjúkrarøktarfrøðingum. Tann fyrsti setningurin er at økja upptøkuna av les- andi á sjúkrarøktarfrøði- skúlunum heldur enn at seta størvini við fólki við lægri útbúgving. Samstund- is eigur ískoytisútbúgving at verða sett í verk, soleið- is, at talið av sjúkrarøktar- frøðingum á bachelorstigi verður økt. Harafturat skulu leiðslurnar syrgja fyri, at karmarnir eru til at virka undir, tí sum er, flýggja sjúkrarøktarfrøð- ingar, eisini viðgerðar- sjúkrarøktarfrøðingar, úr røktini vegna stress og útbrentheit. Samanumtikið kann sigast at: Uppstiging av sjúkrarøktar- frøðingum til bachelorar er ætlað at menna hægstu kompetensu innan sjálva sjúkrarøktina og sostatt tryggja sjúklingunum hægsta kvalitet Flyting av fakmørkum ikki er eintýðugur fyri- munur, hvørki fakliga ella fíggjarliga sæð Flyting av fakmørkum verður ikki aðra staðni gjørd á vanligum deildum, men bert á lýstu serdeild- unum, sum ikki eru skip- aðar eftir sama leisti í Føroyum (vit hava bert skaðastovur har sjúkra- røktarfrøðingar eru inte- greraður partur av starvs- fólkamanningini saman við læknunum) Rátt verður til at økja talið av útbúnum sjúkra- røktarfrøðingum á bache- lorstigi Rátt verður til at karm- arnir at virka undir fyri- byrgja stress hjá starvs- fólkunum. Keldur Aiken Linda et al (2002), Hospital Nurse Staffing and Patient Mortality, Nurse Bur- nout, and Job Dissatisfaction, JAMA. 2002; 288:1987-1993 www.nurseallianceca.org/ resources/AikenEtAl- Ratios2002.pdf" www. nurseallianceca.org/resources/ AikenEtAlRatios2002.pdf , leitidagur: 1. mai 08 Aiken Linda et al (2003), Educational Levels of Hospi- tal Nurses and Surgical Patient Mortality, JAMA. 2003; 290:1617-1623 http:// jama.ama-assn.org/cgi/ reprint/290/12/1617" http:// jama.ama-assn.org/cgi/ reprint/290/12/1617 , leitidagur: 1. mai 08 Almanna- og heilsu- málaráðið (2007), Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum HYPERLINK "http://www.ahs.fo/Data/ Register/7CE6EDAC-7226- 47B4-9FF0-CA56D62761C4/ D73280D5-2AC0-43CF- 941C-EB538B175B92/ 70F74435-F174-40BD-981D- 5387A541DBD8.pdf" www. ahs.fo/Data/Register/ 7CE6EDAC-7226-47B4- 9FF0-CA56D62761C4/ D73280D5-2AC0-43CF- 941C-EB538B175B92/ 70F74435-F174-40BD-981D- 5387A541DBD8.pdf , leitidagur: 1. mai 08 Joint Commission on Accreditation of Healthcare Organizations (2003), Health Care at the Crossroads – Strategies for Addressing the Evolving Nursing Crisis, www.jointcommission.org/ NR/rdonlyres/5C138711- ED76-4D6F-909F- B06E0309F36D/0/health_ care_at_the_crossroads.pdf" www.jointcommission.org/ NR/rdonlyres/5C138711- ED76-4D6F-909F- B06E0309F36D/0/health_ care_at_the_crossroads.pdf , leitidagur: 1. mai o8 Joint Commission on Accreditation of Healthcare Organizations (2003), Health Care at the Crossroads – Strategies for Addressing the Evolving Nursing Crisis, Donsk umseting: Krøll Vibeke (2003) www.dsr.dk/dsr/ upload/3/0/813/Health_care_ at_the_crossroad_-_dansk.pdf" http://www.dsr.dk/dsr/ upload/3/0/813/Health_care_ at_the_crossroad_-_dansk.pdf , leitidagur: 1. mai 08 Stanton, MW, Rutherford MK (2004), Hospital Nurse Staffing and Quality of Care, Rockville (MD): Agency for Healthcare Reserarch and Quality, Research in Action, Issue 14. AHRQ Pub. No. 04- 0029 www.ahrq.gov/research/ nursestaffing/nursestaff.pdf" www.ahrq.gov/research/ nursestaffing/nursestaff.pdf , leitidagur: 1. mai 08 Willeman Marlene, Vested Stine Hovgaard, Tang Katrine (2003), Den behandlende sygeplejerske DSI Institut for Sundhedsvæsen, København Sjúkrarøktaretiska ráðið 02.05.08 At flyta fakmørk Vegna Sjúkra­ røktaretiska ráðið Sigrun Wardum Til tess at økja el-fram- leiðsluna frá verandi orku- keldum úr 45% til 55% hevur SEV sett sær fyri at útbyggja vatnorkuna í Dølum og við Víkavatn á Streymoynni og allari eystursíðuni á Vágoynni. Orsøkin sigst vera at minka um CO2 útlátið. Samstundis sigur nýggi SEV stjórin í Dimmu nr. 70 frá 11/4-2008 (Punkt- um.fo) at vit – Føroyar – eru á einum 5. plássi í Europa, hvat viðvíkur el- framleiðslu av varandi orkukeldum. Hetta prógvar, at okkara el-framleiðsla er ógvuliga ”grøn” og at einki er at finnast at henni hesum viðvíkjandi. Vit skulu minka um CO2 útlátið, men ikki við at útbyggja vantorkuna og seta fleiri av okkara fáu dølum undir vatn ella turrleggja okkara fáu eftirverandi vatnfátæku áir. Fíggjarliga er tað eisini vitleyst at útbyggja vatnorkuna Okkara CO2 útlát skal minka og tað fer at minka av sær sjálvum komandi 2 árini, tá heimaflotin verður noyddur at tillaga veiðu- orkuna til tilfeingið. CO2 útlátið fer eisini at minka munandi næstu árini við teimum frambrotum ið henda innan sólkyknur, húsarhaldsmyllum v.m. og vilja minka uppaftur meira um løgtingið frítekur alla slíka útgerð fyri mvg. Harumframt vilja spar- ingar í olju/el-nýtslu eisini í stóran mun minka CO2 útlátið. Lat okkum veruliga seta Føroyar á heimskortið – ikki við at hava fyrrverandi USA forsetar og varafor- setar 1 dag í Føroyum (einki galið í tí) – men við at minka CO2 útlátið á tann hátt, at vit banna allari privatkoyring sunnudag. Mær kunnugt hava onnur ikki gjørt tað, so hví ikki vera tey fyrstu at gera hetta og í verki veruliga vísa okkara virðing fyri náttúr- uni í staðin fyri at byrgja fáu livandi áir og dalar okkara aftanfyri betong og asfalt. Vit megnaðu tað í olju- kreppuni 1973 og megna tað aftur um viljin er til tess. Tað verður heldur ikki verri fyri fólkaheilsuna at fólk ganga og ikki koyar sunnudagar. Steðgið ætlaðu vatnorkuútbyggingum Poul HanSen Lívið Kvinnan er sum ein frukt Hør og beisk á tíðarinna morgni formar seg til nón. Vøkur og tekkelig á kvøldi saftig og leskilig tá búnað hon er Ishøj 2008-04-28 h.j.k.Mouritsen