fríggjadagur 6. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 6. juli 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Eftir fleiri ár við
framúr góðum úrslit-
um á svimjiøkinum,
tykjast útlitini til
komandi Oyggjaleikir
ikki eins góð, sum tey
onkun tíð hava verið
SVIMJING
Jákup Mørk
Tey árini, sum Føroyar hava
tikið lut á Oyggjaleikum,
hava føroysku svimjararnir
altíð talst millum teirra,
sum hava gjørt mest vart
við seg.
Heiðursmerkini hesi árini
hava verið nógv í tali, men
nú er kanska líkt til, at ein
minking av heiðursmerkja-
talinum er ávegis.
Breiddin ov lítil
Ikki tí. Millum luttakararnir
á komandi oyggjaleikunum
eru fleiri, sum áður hava
vunnið nógv, og sum vón-
andi eisini fara at gera tað
hesaferð, men hinvegin
skerst ikki burtur, at breidd-
in í føroyskari svimjing er
minkað munandi seinnu
árini.
Hetta er eisini nakað,
sum nýggi landsliðsvenjar-
in, Petur Heðin á Fløtti,
segði, tá hann fyri stuttum
varð settur sum venjari, og
útsøgnin
verður
eisini
undirstrikað av, at hópurin
hesa ferð er hin minsti, sum
Svimjisambandið
hevur
sent til oyggjaleikir.
Formligir trupulleikar
Loysunarorðið til trupul-
leikan við breiddini er fyrst
og fremst langtíðar til-
rættisleggjan, og tað er so
ikki nakað, sum íðkararnir
fáa nýtt til serliga nógv á
Isle of Man komandi vik-
una.
Her ræður um at fremja
góð avrik alt fyri eitt, men
eisini á hesum økinum hava
Føroyar rent seg í ein
trupulleika, sum tó er av
meira formligum slag.
Tað var nevnliga soleiðis,
at freistin fyri tilmeldan til
Oyggjaleikirnar var úti 1.
mei, og fyri svimjingina var
støðan soleiðis, at FM-
kappingin
ikki
var
á
skránni fyrr enn eina viku
eftir hetta.
Tískil var tilmeldanin í
stóran mun bygd á gitingar
um, hvussu svimjararnir
fóru at standa seg, og hóast
Svimjisambandið royndi at
leingja freistina, so lat hetta
seg ikki gera. Tó fingu tey
borið so í bandi, at onkrar
kappingargreinar
kundu
skiftast millum svimjarar,
sum longu vóru tilmeld-
aðir, men longri enn hetta
slapst ikki.
Fyri úrslitini á Oyggja-
leikunum og eisini fyri
framtíðar
áhugan
fyri
svimjing má vónin tí verða,
at hetta ikki kemur at á-
virka avrikini hjá føroysku
svimjarunum skeivan veg-
in. Verða avrikini eins góð,
og tey vóru seinast, kann
hugsast, at áhugin økist og
framtíðin harvið aftur gerst
bjartari.
Heiðursmerki í Svimjing á Gotlandi ‘99
Gull:
Eivind Eysturoy
50 m firvald
Dia Jacobsen
50 m firvald
Liðkapping
4X50 m frí
Silvur: Heini Rasmussen
50 m frí
Kristian Martin Joensen
200 m bringu
Kristian Martin Joensen
200 m blandað
Kristian Martin Joensen
400 m blandað
Liðkapping
4X100 m frí
Bronsa:Asbjørn Hansen
50 m bringa
Dia Jacobsen
50 m rygg
Bogi Lenvig
1.500 m frí
Liðkapping
4X100 m frí
Eivind Eysturoy
Asbjørn Hansen
Karin Gaardlykke
Bára Joensen
Shaila Millum Garðarnar
Kristian Martin Joensen
Dia Jacobsen
Svimjingin á einum vegamóti
15
14
Nr. 127 - 6. juli 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Borðtennis er ikki
greinin, sum Føroyar
hava staðið seg best í
gjøgnum árini, men
onkun tíð hevur ein
vørrur tó verið
gjørdur
BORÐTENNIS
Jákup Mørk
Hóast Føroyar longu fleiri
ferðir hava tikið lut í borð-
tenniskappingini í Oyggja-
leikahøpi, so er hetta ikki
ítróttargreinin, har flestu
heiðursmerkini eru vunnin.
Ein lítil vend tóktist tó at
vera íkomin, tá Føroyar í
1997 fóru til Jersey at
kappast. Við á liðnum ta
ferðina var útisetin, Kjartan
Eli Hentze, og tað skuldi
skjótt vísa seg, at hann var
ein veruligur styrkur hjá
liðnum.
Kjartan Eli spældi seg
heilt fram til finaludystin,
har hann tó mátti lúta fyri tí
sera sterka Charles Prean
av Isle of Wight. Prean tel-
ist millum sterkastu leik-
ararnar í heiminum, og van-
liga umboðar hann Bret-
land, tá kappingar eru á
skránni, men eins og hjá
Kjartan Eli gera ættar-
bondini, at hann kann taka
lut á Oyggjaleikunum.
Á Gotlandi í 1999 gekst
ikki eins væl í einmansleik-
inum hjá Kjartani Eli, men
hinvegin komu Føroyar tá
fram til hálvfinaluna í
tvímansleiki hjá monnum,
har Kjartan Eli og Hans
Hammer tó máttu lúta fyri
seinnu vinnarunum av Got-
landi.
Akkurát hvussu úrtøkan
fer at vera hesaferð, er eitt
sindur ilt at meta um. Ikki
minst, tí tað avhongur rætti-
liga nógv av, hvat fólk hini
londini hava tókt til dyst-
irnar.
Úrslitini tær báðar sein-
astu ferðirnar hava tó víst,
at borðtennisavrikini hjá
Føroyum eru í framgongd.
Ikki bert orsakað av til-
gongdini av Kjartani Eli,
men eisini tí miðvís venjing
tykist hava lyft støðið á
heimligu leikarunum.
Hvørt hetta verður nóg
mikið til enn einaferð at
tryggja okkum heiðurs-
merki, er óvist, men iva-
leyst verður talan um enn
eina spennandi kapping
fyri føroysku borðtennis-
ítróttina.
Síðani bogaskjútt-
arnir fóru at umboða
Føroyar á Oyggja-
leikunum, hava
heiðursmerkini verið
fleiri í tali
BOGASKJÓTIN
Jákup Mørk
Bogaskjótin telist millum
tær greinar, sum eru komn-
ar upp í føroysku oyggja-
leikasøguna, eftir at fyrstu
partarnir av hesari vórðu
skrivaðir.
Fyrstu ferð at Føroyar
tóku lut í bogaskjóting var á
Álandi í 1991, og úrslitið ta
ferðina varð eitt bronsu-
merki í recurve, sum Jan
Rubeksen hevði við sær
heimaftur.
Compound munaði
Á Isle of Wight gekk ikki
eins væl, men á Gibraltar í
1995 kom broyting í.
Skjótast kundi nú eisini í
compund, og tað tóktist
skjótt greitt, at hetta hóvaði
føroyingum munandi betri.
Síðani hetta varð gjørt,
hevur talan á hvørjum ári
verið um fleiri heiðurs-
merki. Ringt er at taka
nakran framum, men tað
skerst tó ikki burtur, at
hjúnini, Sigrid og Schan-
dorff Vang, hava gingið
aftur á hvørjum ári.
Tey bæði eru eisini við á
liðnum í ár, men sjálv heldur
Sigrid, at tað mest er av neyð
hjá henni. Seinastu tíðina
hevur hon nýtt nógva orku til
skúlan, og tískil hevur hon
ikki fingið gjørt eins nógv
við venjingina. Hinvegin
skal eitt konufólk vera við,
um talan skal gerast um
liðkapping í compound, og tá
menninir aftur tykjast sera
sterkir, helt Sigrid tað vera
spell, um teir ikki sluppu at
luttaka í hesari.
Í recurve hevur talan ikki
verið um somu sigursgongd
sum í compound, men før-
oyingar eru tó eisini við í
hesum partinum. Spenn-
andi verður at vita, hvørt
hetta eisini kann gerast eitt
øki, har føroyingar fara at
seta seg á trúnuna komandi
Oyggjaleikaárini.
Lítið er at ivast í, at boga-
skjúttar okkara aftur í ár
fara eftir metalli, og helst
skal tað vera úr gulli. Eitt
annað er so, um hetta eisini
verður úrslitið tá avtornar,
men hagtølini fyri boga-
skjóting eru í øllum førum
hugnaligur lesnaður.
Skjúttarnir eru sterkir
Vónir til útisetan
Heiðursmerki í borðtennis
á Gotlandi ’99
Bronsa:
Hans Hammer/
Kjartan Eli Hentze tvímansleikur
Scandorff Vang
Sigrid K. Vang
Albert E. Dam
Per Holm Andersen
Úrslit í bogaskjóting
á Gotlandi ’99
Gull:
Schandorff Vang
Compound
Liðkapping
Compound
Silvur: Per Holm Andersen
Compound
Sigrid Vang
Compound
Elinborg Nygaard
Maria Petersen
Rókur Nielsen
Kjartan Eli Hentze
Bergur Jacobsen
Petur Niclasen
Finnbjørn Zachariasen
Poul Martin Joensen
Hans Petur Højgaard
Annlott Rasmussen
Bjarne Rasmussen
C
M
Y
K
14