Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 6. juli 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Íðkararnir í fræslum ítrótti hava støðugt betrað um úrslit síni, tey árini tey hava tik- ið lut á Oyggjaleikum FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Jákup Mørk Fræslur ítróttur hevur ikki vanliga verið tann ítróttin, sum hevur havt harðastu fastatøkur á føroyingum. Kanska í ávísan mun ávirk- að av baldruta veðurlagi okkara, men størsta orsøkin ivaleyst, at umstøðurnaar at íðka frælsan ítrótt ikki hava verið nóg góðar. Ein lítil bati var tað tó, tá ítróttaøkið við Svangaskarð varð gjørt undan Oyggja- leikunum í 1989, og har- umframt hava íðkarar í Havn nú eisini fingið eitt øki við Eysturskúlan, har til ber at venja nakrar av kapp- ingargreinunum, sum eru á skránni. Ikki eins gott, sum tað hevði verið við renni- breyt kring Tórsvøll, men tó frægari enn slettis einki. Støðug framgongd Hóast talan sum nevnt ikki hevur verið um størstu ítróttagreinina her heima, so hava undanfarnu luttøk- urnar prógvað, at eisini hjá frælsu ítróttafólkum okkara hevur luttøkan á Oyggja- leikum sýnt seg sum eitt sera hóskiligt forum. Fyrstu heiðursmerkini komu so líðandi, og so hvørt, sum árini hava liðið, eru hesi vorðin alsamt fleiri í tali. Ikki minst hevur tað hevur verið Heri Ziska, sum hevur roynst væl, men eisini rennararnir hava støðugt tikið seg fram, og fyri tey, sum fylgdu við fyri tveimum árum síðani stendur myndin av eini deyðamóðari Sunnuvá Bjarnastein helst púra klárt í minninum. Hvussu nógv heiðurs- merki talan verður um hesaferð, skal als ikki spá- ast um á hesum síðum. Vit kunnu tó staðfesta, at so at siga øll tey, sum vunnu heiðursmerki á Gotlandi, eru við aftur hesaferð, og harumframt eru eisini onn- ur, sum hava tikið seg fram seinastu tíðina, so alt í alt er líkt til, at støðuga menning- in av frælsu ítróttini heldur fram. Eisini hóast umstøð- urnar í Føroyum als ikki kunnu metast sum nøkt- andi. Heiðursmerki í frælsum ítrótti á Gotlandi ’99 Gull: Heri Ziska Diskoskast Silvur: Ási Mikkelsen Longdarlop Sunnuvá Bjarnastein 10.000 m Rigmor N. Joensen 1/2 marathon liðkapping 1/2 marathon Bronsa: Heri Ziska Klingruvarp Ingibjørg Poulsen Kúluvarp Sunnuvá Bjarnastein 5.000 m Tey frælsu taka seg fram Hallur Holm Heini Hátún Heri Ziska Ingibjørg Poulsen Guttorm Sørensen Ási Mikkelsen Randi Kúrberg Magni Mouritsen Sunnuva Bjarnastein 17 16 Nr. 127 - 6. juli 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Eftir at eingin fim- leikur var á seinastu Oyggjaleikum, er hetta nú aftur á skránni, og vónirnar til føroyska liðið eru góðar FIMLEIKUR Jákup Mørk Ein av ítróttagreinunum, sum Føroyar ofta hava fingið sera góð úrslit í, er fimleikur. Tá Oyggjaleik- irnir vórðu hildnir á Got- landi, var fimleikurin tó ikki á skránni, og sum vera man, var hetta nakað, sum harmaði føroysku luttakar- arnir nógv. Vinarlagið sigraði Heilt uttan avbjóðingar var fimleikafólkið tó ikki. Før- oyingar vóru nevnliga ikki tey einastu, sum harmaðust um, at fimleikurin varð tik- in av skránni. Heldur enn at sita hendur í favn, varð tí gjørt av, at ein serstøk kapping skuldi skipast millum tey lond, sum høvdu áhuga í at taka lut í hesum. Friendly Games varð hendan kappingin kallað, og beint undan ólavsøkuni fór føroyska ferðalagið av stað til Ynos Mon, sum hevði átikið sær vertsleiklutin. Úrslitini, sum føroysku fimleikararnir fingu, vóru eisini framúr. Trý gull-, átta silvur- og eitt bronsumerki var úrtøkan hjá teimum vaksnu, tá alt varð talt sam- an, og harumframt høvdu juniorarnir eisini vunnið trý heiðursmerki. Ikki minst skaraði Helgi W. Olsen framúr, og stóð hann einsa- mallur fyri teimum trimum gullmerkjunum, umframt at hann eftir kappingina fekk handað steyp sum besti íðk- arin hjá monnum. Eisini stóðu Høgni Øster og Marina Moraitis seg rætti- liga væl. Rokna við Helga Júst Helgi er helst eisini størsta vónin hjá føroy- ingum. Ikki bert grundað á góðu úrslitini frá Ynos Mon, men eisini tí hann síðani hetta hevur gjørt rættiliga nógv við venjingina. Seinastu fýra árini hevur Helgi nevnliga lisið í Danmark undir sonevndu Team-Danmark skipanini, har útbúgvingin verður løgd soleiðis til rættis, at stundirnar at venja eru rættiliga góðar. Sum skilst hevur Helgi vant einar 20 til 25 um vikuna, og vónandi sæst hetta eisini aftur í avrikunum, tá kappast skal. Varin venjari Venjari hjá føroyska liðn- um er danin, Henrik B. Bertelsen, sum eisini er í starvi innan menningina av ungum fimleikarum í Dan- mark. Hann hevur verið í Før- oyum nakrar ferðir, har hann hevur havt venjingar við landsliðnum, og eisini hevur hann verið uttan fyri landoddarnar á venjingar- legu. Fyri góðum mánaði síðani hittu vit Henrik á máli, og hóast hann ásannaði, at úrslitini hava verið góð áður, so mælti hann tó til varsemi, tá metast skuldi um møgu- leikan fyri heiðursmerkjum. - Eg krevji bara, at fim- leikararnir gera sítt besta. Meira kann eg ikki krevja, vóru boðini frá venjaranum, sum samstundis legði dent á, at hann einki visti um, hvussu hini londini hava ment seg, síðani kappast varð seinast. Hvussu er og ikki, so munnu tey fægstu ivast í, at ein hin størsta vónin um føroysk heiðursmerki er hjá fimleikinum, men um tey verða eins nógv í tali, sum tey vóru á Ynos Mon, er kanska meira ivasamt. Fimleikur aftur á skránni Heiðursmerki í Fimleiki á Ynos Mon ‘99 (Fimleikur var ikki á Oyggjaleikun- um hetta árið, men skipað varð kortini fyri sonevndum Friendly Games í fimleiki millum Jersey, Isle of Man, Ynos Mon, Gibraltar, Áland og Føroyar) Gull: Helgi W. Ol bundin kapping, gólv Helgi W. Olsen bundin kapping, lop Helgi W. Olsen frí kapping, gólv Silvur: Marina Moraitis bundin kapping, gólv Liðkapping, kvinnur gólv Liðkapping, menn gólv Liðkapping, menn lop Høgni Øster frí kapping, gólv Helgi W. Olsen frí kapping, ringar Helgi W. Olsen frí kapping, lop Høgni Øster frí kapping, rekk Bronsa: Liðkapping, kvinnur lop Høgni Øster bundin kapping, lop Anita Knudsen Durita Knudsen Mar it Magnussen Mia Káradóttir Susan P. Olsen Marjun Persson Marina Maraites Helgi Winther Olsen Høgni Øster Tórarin Holm Petersen Pól Esper Hanusson Høgni Andersen Magni Jacobsen Henrik B. Bertelsen hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, har hann hevur díkt á fimleikararnar, sum nú fara at royna seg á Oyggjaleikunum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16