fríggjadagur 6. juli 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 6. juli 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Møguleiki tykist vera
til staðar fyri, at úr-
slitini hjá føroysku
badminton leik-
arunum fara at verða
betri í ár, hóast talan
er um munandi
minni luttøku á
kvinnusíðuni
BADMINTON
Jákup Mørk
Tá farið varð til Oyggja-
leikirnar á Gotlandi skriv-
aðu vit her í Sosialinum, at
talan var um mest óroynda
badminton landslið, sum
føroyingar
nakran
tíð
høvdu sent avstað. Hetta
var sjálvandi eisini nakað,
sum ávirkaði úrslitini, og
vit kunnu bert staðfesta, at
Føroyar eingi heiðursmerki
fingu í badminton á teim-
um leikunum.
Færri konufólk
Royndir eru tó nakað, sum
leikarar skulu arbeiða seg
fram ímóti, og tað er tí
hugaligt at staðfesta, at tað
í stóran mun eru somu leik-
arar – nú við tvey ára
drúgvari royndum – sum
hesa ferð fara at umboða
Føroyar á leikunum.
Vónirnar fyri heiðurs-
merkjum eru tí í nógv størri
mun til staðar hesaferð, og
talan tykist eisini vera um
vónir á bæði harra- og
kvinnusíðuni.
Fyri kvinnurnar var tað
stórur smeitur í 1999 at
Guðrun Jacobsen meiddi
sær fótin, og tískil ikki
kundi taka lut á leikunum.
Hesa ferð telist Guðrun tó
millum íðkararnar, og tískil
kundi ein hildið, at kvinnu-
síðan er heldur sterkari í ár.
Hinvegin eru Ingun Poul-
sen og Kristianna Thor-
kildshøj.ikki við á liðnum,
sum í ár bert telvir tvey
konufólk. Umframt Guðrun
Jacobsen er talan um Guri
Poulsen, og tær báðar vera
so einsamallar á kvinnu-
síðuni. Ætlanin var annars,
at Ingun skuldi vera við á
liðnum, men hon hevur so
givið avboð til ferðina.
Ætlandi skuldui seks
mannfólk vera við á lið-
num, men avmarkingin á
Oyggjaleikunum sigur í
mesta lagi fimm, og tí varð
seinasti luttakarin sáldaður
frá eftir úttøkuna.
Hvat kann Ragnar
gera
Á mannfólkasíðuni tykist
størsti spenningurin vera
um, hvussu stór fram-
gongdin hjá Ragnari Ras-
mussen hevur verið, nú
hann í eitt ár hevur gingið í
skúla og vant í Danmark.
Í einmansleikinum eru
vónirnar tó eisini hampu-
liga stórar til Erland Poul-
sen, so alt í alt tykist harra-
síðan í badminton at síggja
sera spennandi út, har talan
eisini kann gerast um eitt
gott úrslit í liðkappingini,
um smálutirnir laga seg
rætta vegin.
Tað er tó spell, at kvinnu-
síðan tykist so nógv vikn-
að, tí hóast tað er ein styrk-
ur, at Guðrun aftur er tøk,
so vigar hetta ikki rættiliga
upp ímóti, at tað í ár bert
eru tvær kvinnur við á
liðnum.
Fleiri ferðir hevur
verið nær við, men
enn hevur tað ikki
eydnast føroyskum
súkklarum at vinna
gull á Oyggjaleik-
unum
SÚKKLING
Jákup Mørk
Súkklingin í Føroyum tyk-
ist vera ein itrótt, sum hev-
ur verið í stórari menning
seinnul árini. Ikki minst
hevur tað skapt ans, at teir
báðir, Rógvi Johansen og
Bogi Kristiansen, hava
staðið seg stak væl í kapp-
ingum í Danmark, har
Rógvi fyri stuttum enntá
vann sær fyrstu stigini á
altjóða styrkislistanum.
Hóast hetta, so hevur tað
enn ikki eydnast føroy-
ingum at vinna nakað gull-
merki í súkkling á Oyggja-
leikum, men eins og við
flestu lutum, so hevur hetta
kortini eina góða frá-
greiðing.
Tað er nevnliga soleiðis,
at bæði Isle of Man og
Saaremaa hava havt hvør
sín sera sterka súkklara við
á Oyggjaleikunum, og í
øllum førum tær báðar
seinastu ferðirnar hava
hesir sett seg tungt á gull-
merkini.
Hetta merki tó á ongan
hátt, at Føroyar ongan
møguleika hava havt, tá
kappast hevur verið. Rógvi
Johansen, sum uttan iva er
sterkasti
súkklarin
hjá
okkum, vann silvurmerki á
oyggjaleikunum á Got-
landi, og áður hevur tað
eisini eydnast liðnum at
vinna
heiðursmerki
í
landavegskoyring.
Kenna ikki
mótstøðuna
Tá vit frættu seinast, vistu
føroysku súkklararnir enn
ikki, hvørjir mótstøðu-
menninir á Isle of Man
verða, og tískil er eisini ilt
at gita um, hvørjar vónirnar
til heiðursmerki eru.
Hava Isle of Man og
Saaremaa sínar sterkastu
súkklarar við, verður iva-
leyst soleiðis, at hinir
súkklararnir fara at kappast
um silvurmerkini, men
verða hesir ikki við, verður
tosið eitt heilt annað.
Tá fer tað ivaleyst fyrst
og fremst at snúgva seg um,
hvørt tað endiliga skal
eydnast
føroyingum
at
vinna sær gull fyri fyrstu
ferð. Sum sagt er størsta
vónin helst knýtt at einkult-
startinum hjá Rógva, har
hann hevur tikið seg nógv
fram síðani 1999, men
eisini í liðkoyringini, har
liðið er nærum hitt sama
sum seinast, tykjast før-
oyingar at hava góð kort á
hondini.
Fjøðurin verður kanska lættari
Bjartur Lamhauge
Ragnar Rasmussen
Guri Poulsen
Guðrun Jacobsen
Aksel Poulsen
Rani í Líð
Erland Poulsen
Enn restar gullið
Heiðursmerki í súkkling
á Gotlandi ’99
Súkkling
Silvur:
Rogvi Johansen
Landavegssúkkling
Sverri Mohr Edvinsson
Jóhann Brend
Bogi Kristiansen
Jákup Johansen
Rógvi Johansen
Gunnar Dahl Olsen
19
18
Nr. 127 - 6. juli 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Fyri flogbóltsfólkini
er ongan tíð nakar ivi,
tá farið verður á
Oyggjaleikir. Tey
dystast altíð fyri
gullinum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Føroyskur flogbóltur hevur
verið umboðaður, hvørja
ferð Oyggjaleikir hava ver-
ið hildnir, og aloftast hevur
hetta eisini verið við sera
góðum úrslitum. Fyrstu
heiðursmerkini
komu
longu á Isle of Man í 1985,
og síðani hevur við ein-
støkum undantøkum altíð
eydnast okkara kosnu at
føra heiðursmerki við sær
heimaftur.
Verja gullið
Í so máta eru oyggjaleik-
irnir í ár einki undantak..
Bæði hjá kvinnum og
monnum er talan um leik-
arahópir, sum á pappírinum
síggja ógvuliga spennandi
út, og í greinum í bløðunum
hava umboð fyri liðini eis-
ini klárt givið til kennar, at
farið verður eftir gullinum.
Um tað er rætt ella ikki at
tosa um favorittar, skal ikki
verða tikin støða til her,
men í hvussu so er kann
staðfestast, at tá kvinnurnar
fara á vøllin, er tað sam-
stundis fyri at verja gull-
merkini frá Gotlandi, og
hetta er so í øllum førum
nakað at liva upp til. Broyt-
ingarnar á kvinnuliðnum
hava heldur ikki verið tær
heilt nógvu í mun til ta
ferðina, tó at onkur náttúr-
lig útskifting sjálvsagt hev-
ur verið.
The grand old lady í før-
oyskum flogbóli, Marjun
Kalsø, er framvegis á lið-
num, og gongst eftir ætlan
kann hon taka eitt fitt petti
ávegis teimum 100 dyst-
unum, sum sigur seg ætla at
røkka.
Umframt Marjuna er
talan sjálvandi um fleiri
aðrar sterkar leikarar, og
ikki minst tykist hugaligt,
at fleiri av leikarunum
farnu árini hava spælt seg á
elitulið í donsku flogbólts-
røðini. Nakað sum avgjørt
átti at verið ein styrkur fyri
liðið.
At liðið eisini er sterkt,
framgekk millum annað av
úrslitunum á venjingar-
leguni í Danmark herfyri.
Tá eydnaðist kvinnunum at
vinna á einum donskum
elituliði, og megna tær
framhaldandi at halda sama
støði í spælinum, er lítið at
ivast í, at føroysku kvinn-
urnar fara at standa sera
frammarliga, tá avtornar.
Kæran losyti seg
Í samband við kvinnu-
landsliðið
kann
annars
nevnast, aein trupulleiki
tók seg upp, tá bólkarnir til
oyggjaleikirnir vórðu settir
saman.
Í hesum hevur verið van-
ligt, at vinnarin og nummar
fýra frá undanfarnu leikun-
um eru í einum bólki, með-
an tvey’arin og trý’arin
verða koyrd í sama bólk.
Soleiðis varð tó ikki gjørt
hesaferð, og úrslitið av hes-
um varð, at Føroyar komu í
bólk saman við Saaremaa,
sum vanliga er ein av harð-
astu kappingarneytum okk-
ara.
Flogbóltssambandið
gjørdi av at kæra bólka-
samansetingina, og fyri-
skipararnir ásannaðu eftir
hetta, at eitt mistak varð
framt í styrkismetanini, og
eftirfylgjandi vórðu bólk-
arnir broyttir, so Føroyar nú
eru í bólki við Guernsey,
meðan argastu kappingar-
neytarnir úr Álandi og
Saaremaa eru í hinum
bólkinum.
Spennandi lið
Menninir vunnu bronsu-
krónurnar á Gotlandi, so í
so máta er byrðan hjá
teimum ikki eins tung at
bera.Eitt annað, sum heldur
ikki talar fyri, at liðið skal
gera tær heilt stóru skreyt-
irnar, er, at útskiftingin
hevur verið hampuliga stór
síðani ta ferðina.
Hinvegin er einki duls-
mál, at núverandi landsliðs-
hópurin tykist sera spenn-
andi á at líta. Fleiri ungir og
evnaríkir leikarar eru við í
hópinum, og fyri aðrar er
eisini galdandi, at teir hóast
ein lutfalsliga ungan aldur
longu hava vunnið sær
drúgvar royndir í lands-
liðsflogbólti.
Eins og hjá kvinnunum
hava eisini flogbóltsleikarar
hjá monnunum vunnið sær
pláss á sterkum donskum
flogbóltsliðum farnu árini,
og alt annað líka styrkir
hetta um liðið.
Havandi unga miðalald-
urin í huga er tó eitt sindur
ilt at meta um styrkina hjá
liðnum, men eitt tykist tó
vist, og tað er at menninr
ikki ætla sær verri úrslit
enn bronsumerkið, sum
varð vunnið á leikunum á
Gotlandi.
Fara altíð eftir gullinum
Heiðursmerki í Flogbólti
á Gotlandi’99
Flogbóltur
Gull:
liðkapping
kvinnur
Bronsa:
liðkapping
menn
Landsliðshópurin, kvinnur
Guðrið Nolsøe
Alvilda Ólavsdóttir
Annika Joensen
Hjørdis Mortensen
Mariann Øster
Helen á Lakjuni Jacobsen
Gerda Nattestad
Tina Jacobsen
Helga Nordendal
Marjun Kalsø
Anna Müller Jacobsen
Margit Joensen
Landsliðshópurin, menn
Suni Juul Pedersen
Rúni Weihe
Andrass Jógvansson
Steinar Eirikstoft
Heiðrikkur Bergsson
Høgni Viderø
Sigmundur av Teigum
Bárður Bendix Mikkelsen
Ragnar Petersen
Suni Hansen
Odd Eliasen
Bartal Eliasen
Flogbóltskvinnurnar skulu hesa ferð verja gullmerkini, sum tær vunnu sær á Gotlandi
Menninir vunnu bronsu
seinast, og hóast talan í ár er
um ungt lið, so ætla teir sær
ikki verri úrslit hesaferð
C
M
Y
K
18