leygardagur 7. juli 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 128 - 7. juli 2001
Nr. 128 - 7. juli 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
VIÐMERKINGAR
Lagkøkan verður javnari býtt uttan blokk-
stuðul - skommin liggur í heimastýrinum
Høgni Hoydal
Hans Pauli Strøm hevur í
tveimum greinum roynt at
fjala tann veruleika, sum
undirritaði vísti á í grein
herfyri. Nevniliga, at með-
an vit gera okkum leys av
blokkstuðli, raðfesta vit
júst almannamál, heilsu-
mál, mentan, útbúgving og
gransking nógv hægri í
okkara landshúsarhaldi.
Undir
heimastýrinum,
har vit nýttu allan blokkin
og læntu okkum út á sjógv,
varð almanna-, heilsuverk-
ið og skúlaverkið ikki rað-
fest og at enda niðurpínt.
Tað fer at taka nógv ár at
rudda eftir skommina í
heimastýrinum.
Lagkøkan
verður
nú
javnari býtt, sum hjáløgdu
talvur vísa. Hans Pauli
kann ikki afturvísa hesum,
og tí roynir hann at koma
við sínum royksløri av heilt
øðrum tølum.
Tað er sera betonkiligt
fyri ein mann, sum veit
betur, tí hann starvast við
tølum dagliga. Hans Pauli
kundi skjótt og greitt havt
sett upp tøl, sum júst
prógva tað, ið undirritaði
hevur víst á.
Niðurpíningin undir
heimastýrinum
Onki er skorið niður á hes-
um økjum, men hinvegin
økt undir hesum landsstýri.
Vit brúka nú 2/3 av hvørjari
krónu til hesi endamál,
meðan vit í heimastýris-
búskapinum bert brúktu
helvtina av hvørji krónu.
Og undir hesi samgongu
eru hesi økini hækkað nógv
meiri enn øll árini frá 1990-
1998. At Hans Pauli fer at
tosa um prístalsreguler-
ingar og hvat átti at verðið
gjørt frá 1990-1998, er heilt
annað mál, og har má hann
leita aðrastaðni fyri at finna
fívlar.
Ongin hevur sagt, at vit á
nakran hátt hava loyst teir
stóru trupulleikarnar á eitt
nú røktarheimsøkinum ella
bústaðarviðurskiftini hjá
brekaðum. Tað, sum hevur
verið forsømt í meira enn
20 ár, verður ikki loyst eftir
einum
samgonguskeiði.
Tað fer at taka fleiri ár at
fáa rímilig viðurskifti á
mongum økjum.
Men raðfestingarnar eru
greiðar og byggja á eitt
veruligt
búskaparligt
grundarlag. Við politikkin-
um, sum Hans Pauli mælir
til, fara Føroyar aftur á
húsagang eftir fáum árum –
og hvør rindar tá gildið?
Vís alla myndina, Hans
Pauli.
Men hetta vil Hans Pauli
Strøm ikki tosa um. Hann
hevur ístaðin tosað um tað,
ið fór fram undir kreppuni
og hevur lastað sitandi
landsstýrið fyri tað. Hans
Pauli hevur ístaðin tosað
um teir lønarniðurskurðir
og niðurskurðir á øllum
økjum, sum fóru fram
fyrrapartin av hálvfemsun-
um – og brúkar tað til at
lasta sitandi landsstýrið.
Tað er ikki reelt. Um
Hans Pauli var reellur, so
hevði hann víst, hvussu
raðfestingarnar frá 1990 –
1998
samsvaraðu
við
hansara
prístalsútrokn-
ingar. Hvussu nógv hækk-
aði reallønin áðrenn full-
veldisætlanin kom á dags-
skránna í mun til prístalið?
Hvussu nógv varð sett av til
íløgur í sjúkrahús, eldraøkt,
skúlar, serforsorg o.s.fr.?
Og um Hans Pauli var
reellur, so hevði hann eisini
tikið við, hvussu nógv
kommunurnar brúka uppá
tildømis eldrarøkt, barna-
ansing og heilsumál í dag í
mun til í 1998.
Tá hevði myndin víst júst
tað, sum Hans Pauli nú
roynir at afturvísa.
Johan Mortensen
Tá eg var smádrongur í
Brekkugøtu var eg altíð
sera hugtikin av okkara
postboð, Eiler Rubek-
sen.
Hesin altíð fryntiligi
og blíði maðurin í sínum
vakra reyða postjakka
var ein føst og góð mynd
í mínum barnahuga, ein
stabilitetur har hann í
øllum veðri kom niðan
Sjúrðagøtu við fullari
skjáttu av posti.
Eg havi síðan ofta
hugsað um, hvussu stór-
an leiklut postboðið
hevði í mínum upp-
vøkstri og haldi eg, tey
allarflestu hava havt
somu góðu upppliving.
Sum tíðir líða eri eg
komin til at hava eina
enn størri virðing fyri
postmanninum og post-
verkinum. Hesi fólk sum
í øllum veðri tíma at
bera mær og mínum
okkara dagbløð, okkara
brøv og allar tær mongu,
líkasælu
lýsingarnar.
Somu fólk sum fara upp
árla á morgni at skilja
post so eg kann taka
hann í postboksini á veg
til arbeiðis og somu fólk
sum skilja post til kl
20.30 á kvøldi skuldi eg
tørva at fingið fatur á
brøvum um kvøldið. Og
ikki er teirra løn og sam-
sýning
nakar
harra-
garður heldur. Tøkkin
heldur ikki, vælsaktans.
Føroyska Postverkið
er vælvirkandi og er ein
ómetaliga
týdningar-
mikil partur av okkara
hvønndagi og av okkara
lívsvirðum
Tað er tí sera hugstoytt
at hoyra, hvussu illa
gongst
leiðsluni
hjá
Postverkinum og polit-
iska myndugleikanum at
fáa hesum stovni mann-
sømulig kor. Tað má
vera lítið motiverandi
hjá
starvssfólkunum
hvørt ár at hoyra, at nú
skal munandi tal av fólki
sigast upp, og ikki mugu
tey verða nógv, sum ídag
hugsa um at fáa sær
framtíðar yrki innan
Postverkið.
Sjálvandi skal Post-
verkið fylgja við tíðini,
men haldi eg, at tær
ábøtur, sum Postfelagið
hevur skotið upp eru
nøktandi. Tað er harmu-
ligt, at ringt politiskt
handalag hevur forðað
fyri hesum ábøtum, og
at nú – uppá mest primi-
tivan hátt – skal skerjast
í starvsfólkatali. Hetta er
ein ómegd sum hoyrir
fortíðar leiðsluháttum
til, ikki ídag, har allir
ábyrgdarfullir leiðarar
skilja, at starvsfólkið er
týdningarmesta aktivið
hjá einari fyritøku.
Sum limur í Tjóð-
veldisflokkinum heiti eg
á manning okkara á tingi
og landsstýri at fáa greitt
hetta mál, sum er óveru-
ligt og ein háðan móti
okkara postfólki. Hesin
stovnur verður at syndr-
ast, um ikki skjótt verð-
ur borið at. Kanska Páll
á Reynatúgvu skuldi
roynt sínar gávur sum
millumgongumaður
á
hesum øki.
Eisini liggur ein stór
ábyrgd á Postmeistar-
anum. Hann má sýna í
verki, at hann yvirhøvur
er førur fyri at røkja
hetta starv til lýtar og
vísa, at hann hevur tann
neyðuga
leiðslufør-
leikan, tað nyttar ikki
sum tænastumaður sum
frægast at skjóta seg inn
undir politiskar frasur og
vera servilur og undir-
brotligur hóast hetta er
tað lættasta. Postmeist-
arin má bróta nasar fyri
sínum starvsfólki.
Mín samhugi er so við
starvsfólkunum á Post-
verkinum.
Hvussi ofta ringir
postboðið?
Sovereign Explorer
kemur í føroyskan
sjógv í dag
OLJUVINNA
Eirikur Lindenskov
Í dag kemur boripallurin,
sum skal bora fyri Statoil,
Sovereign Explorer, í før-
oyskan sjógv. Í næstu viku
verður borurin væntandi
settur í føroysku undir-
grundina, og longu tá kann
roknast við, at eini 1.000 –
1.200 fólk arbeiða í olju-
vinnuni í Føroyum.
Í næstum kemur West-
navion, boriskipið, sum
skal
bora
fyri
BP,
í
føroyskan sjógv.Øll – sum
arbeiða í frálandavinnuni –
skulu gjalda 35% í skatti í
Føroyum frá fyrsta degi.
Í Havn sæst aktiviteturin
longu av oljuvinnuni. Bara
í fyrisitingunum hjá olju-
feløgunum starvast millum
50 og 100 fólk, men fer
framleiðslan í gongd kann
hetta talið faldast við 100.
Øll hesi fólk skulu eisini
ferðast um flogvøllin í
Vágum, so oljuævintýrið er
byrjað…
Verður olja funnin,
verður talan um
stóra umsiting,.
Men bara leitivirk-
semið fer at geva
skattaumsitingin
nógv at gera
OLJUSKATTUR
Eirikur Lindenskov
Seinastu tíðina hevur
gingið sum rótasúpan, at
deildin hjá Tolli og
Skatti, sum skal krevja
inn skattin úr oljuvinn-
uni, ikki skal liggja í
Havn, men í Klaksvík.
Karsten Hansen, fíggj-
armálaráðharri, segði við
Sosialin í gjár, at eingin
avgerð enn er tikin um,
hvar deildin skal liggja,
men at hann í tinginum
hevur
ført
fram,
at
deildin ikki skal liggja í
Havn.
Skattafyrisitingin
er
býtt upp í økisskrivstov-
ur, har tann størsta er
tann fyri Suðurstreym.
Keldur, sum Sosialurin
hevur tosað við siga, at
tað
sum
so
eingin
trupulleiki er at gera eina
serskilda deild at taka
sær av innkrevjingini frá
oljuvinnuni, og at tað
eisini ber til at leggja
hana aðrastaðni enn í
Havn.
Einasti trupulleikin er,
at oljufeløgnin hava sínar
høvuðsskrivstovur
í
Havn, og tað verða tey,
sum koma at samskifta
við oljuskattadeildina, og
tað verður kanska trupl-
ari, liggur hon langt
burtur frá Havnini.
Men greitt er, at verður
olja funnin, so verður tal-
an um eina stóra fyrisit-
ing, tí øll sum fara at
arbeiða í føroyskum sjó-
øki skulu rinda 35% í
skatti í Føroyum.
Ábyrgdina fyri, at øll
skattaviðurskiftini eru í
lagi, hevur loyvishavarin,
so tað verða oljufeløgini,
sum skulu tryggja, at øll
hesi viðurskiftini eru í
lagi.
Ævintýrið er byrjað…
Í dag kemur Sovereign
Explorer, boripallurin, sum
skal bora fyri Statoil, í
føroyskan sjógv
Loyvishavarin hevur
ábyrgdina
Statoil fekk endaligu
góðkenningina
seinnapartin í gjár
OLJUVINNA
Eirikur Lindenskov
Beint fyri evstamark hjá
Sosialinum í gjár komu
boðini frá Oljumálastýr-
inum
um,
at
Statoil
seinnapartin í gjár fór at fáa
góðkenningina at fara undir
fyrstu leitiboringina eftir
olju á føroyska landgrunn-
inum.
– Boripallurin Sovereign
Explorer, sum skal bora
brunnin hjá Statoil sam-
takinum, er á veg móti
Føroyum og verður vænt-
andi á boristaðnum í morg-
in, segði Oljumálastýrið
tíðindaskrivi.
Transocean, sum eigur
pallin, roknar við, at eini
fýra dagar ganga við at
leggja pallin fyri akker á
røttum stað, soleiðis at
boringin kann byrja um
miðu næstu viku.
Statoil
hevur
loyvi
nummar 003, sum fevnir
um eitt økið í ein land-
synning úr Føroyum tætt
við bretska markið. Brunn-
urin verður boraður á
Longan leitmiðinum á 5°
11’
03.38’’V
og
60°
30’50.09’’ N. Havdýpið á
staðnum er 941 metrar.
Boringini er mett at taka
2-3 mánaðar.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður í oljumálum, sigur,
at tað er ein spennandi tíð
við nógvum avbjóðingum,
sum liggur fyri framman:
– Vit mugu tó ikki
gloyma, at vit tosa um
leitiboringar, og at flestu
oljuframleiðandi
londini
rundan um okkum høvdu
long
leitiskeið,
áðrenn
framleiðsluverdar nøgdir
av kolvetni vórðu funnar.
Vit hava fingið ein stóran
møguleika, sum eg haldi,
vit skulu taka. Tað er ongin
grund at stúra fyri, at tað
ikki skal eydnast Føroyum
at skipa oljuvinnuna á ein
hátt, sum kemur samfelag-
num til góðar, samstundis
sum vit tryggja, at olju-
vinnan ikki fær ov stóra
ávirkan á samfelagið, mál
og mentan.
– Eg eri vísur í, at ein
møgulig
oljuframleiðsla
ber fleiri møguleikar enn
vansar við sær, sigur hann.
Fyrsta loyvisumfarið á
føroyska landgrunninum
varð latið upp 17. februar
2000, og móttók Oljumála-
stýrið 22 umsóknir frá 17
feløgum. 17. august sama
ár veitti landsstýrismaðurin
í oljumálum 7 leiti- og
framleiðsluloyvi
til
12
feløg, tey flestu skipað í
samtøk.
Umframt Statoil fara BP
og Amerada Hess samtakið
eftir ætlan eisini at bora í
summar.
Fyrsti brunnurin á føroyska land-
grunninum boraður í næstu viku
– Vit mugu tó ikki gloyma, at vit tosa um leitiboringar, og at
flestu oljuframleiðandi londini rundan um okkum høvdu long
leitiskeið, áðrenn framleiðsluverdar nøgdir av kolvetni vórðu
funnar, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum
C
M
Y
K
11
10