leygardagur 7. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Nr. 128 • leygardagur • 7. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Men tað verður sera
torført í Gundadali,
har B36 higartil í ár
hevur vunnið allar
landskappingardystir
nar
Í fyrsta umfarinum í lands-
kappingini í ár var B36 í
Runavík. Úrslitið var 0–0,
og spurningurin var, um
úrslitið skuldi takast sum
ábending um, at bæði hesi
liðini fóru at standa seg væl
í ár, ella um talan var um
eitt gott úrslit hjá heima-
liðnum ella hjá B36.
Síðani tá hevur gongdin
hjá NSÍ ikki verið góð.
Eftir tapið á Eiði síðsta
vikuskifti hevur talan verið
um fundarvirksemi, har
keðiliga støðan hevur verið
uppi og vent, og nú verður
roynt meiri ella minni at
byrja av nýggjum.
Ofta hevur NSÍ staðið
seg væl í Gundadali, og tað
tykist vera ein ávís vón um
brúkiligt úrslit hesa ferð.
Síðani málleysa javnleik-
in í fyrsta umfarinum hevur
tað gingið væl hjá B36.
Burtursæð frá dýra 3–1
svipsaranum í Gøtu í fjórða
umfarinum hevur árstals-
felagið vunnið hvørja ferð,
og teir eru harvið í løtuni
einasta veruliga hóttanin
ímóti suverenu gøtumonn-
unum, sum longu í gjár-
kvøldið gjørdu 10. dystin
burturav sær (KÍ skuldi
spæla í Gøtu klokkan
18.30).
Dysturin í Gundadali í
dag verður klokkan 16.
Onkrir av spælarunum ætla
sær í brúdleyp hjá Sámali
Joensen í GÍ, og onkrir fara
í brúdleyp hjá NSÍ spæl-
aranum Dániali Hansen.
Dánial Hansen hevur
fingið sær konu, og hevur
tískil ikki umstøður at vera
á NSÍ liðnum (seinast var
hann ikki ímillum teir
fyrstu ellivu). Sjúrður Ja-
cobsen var leikbannaður
seinast, men hann verður
ikki við hesa ferð. Í vikuni
hevur hann fingið ein
vøddaskaða. Kári Hansen
er framvegis skaddur.
Hjá B36 verður Jens
Kristian Hansen ikki við. Í
samanstoyti
við
VB
málverjan síðsta sunnudag
brákaði landsliðsmaðurin
eitt rivjabein. Klæmint
Matras er leikbannaður, og
tað er sera ivasamt, um Pól
Thorsteinsson verður við.
Síðsta sunnudag noyddist
hann at fara av vøllinum, tí
vøddaskaðin argar fram-
vegis sera meint.
Umframt teir, sum
vóru við í Miðvági, er
liðformaðurin hjá HB
tøkur, tá teir fara á
Svangaskarð
Hóast tað sambært skipan-
ina skuldu havt verið fimm
dystir á skránni í morgin, so
sigur veruleikin, at tað bara
verður 1. deildarfótbóltur á
Toftum. HB skal spæla á
Svangaskarði, og dysturin
hevur í fyrstu atløgu stóran
týdning í kappingini um
triðja plássið.
Um dreymurin hjá B68
av vinna heiðursmerkir ikki
skal vera veruleika fjarður
í summarsteðginum, so er
neyðugt hjá B68 at vinna
øll stigini. Og HB hevur
heldur ikki ráð at missa
nakað.
Fleiri burturi frá
Hjá B68 eru framvegis
fleiri spælarar burturi frá.
Hans Fróði Hansen var
leikbannaður seinast. Hann
er tøkur aftur, og tað kemur
væl við, tí sannførandi aft-
asti verjumaðurin tær sein-
astu ferðirnar, Jan Petersen,
er leikbannaður.
Jákup Eli Olsen er burt-
urstaddur, og tað er Jann
Ingi Petersen eisini. Jan C.
Dam er framvegis skaddur.
Hjá HB er Rúni Nolsøe
við aftur. Hann var leik-
bannaður í Miðvági. Tað
verður framvegis mettur
sum stórur smeitur í HB, at
Andrew av Fløtum og Hans
á Lag hava verið so leingi
burturi frá. Uni Arge hevur
ikki vant í hesi vikuni, og
hann verður ikki við.
Eingin av núverandi HB
spælarunum hava roynt seg
í B68, meðan fleiri av
B68arunum
áður
hava
spælt í HB: Jóannes Jakob-
sen, venjarin, Hans Fróði
Hansen, Súni Fríði Jo-
hannesen og John Heri
Dam og so Jákup Eli Olsen
og Jan C, Dam, sum kortini
ikki eru við hesa ferð.
B68 skal vinna fyri at kunna
gera seg galdandi millum teir
bestu
NSÍ roynir at byrja av nýggjum
Mannfallið er fram-
vegis stórt á Toftum
Í týsdagsblaðnum verður
stór frásøgn frá
Oyggjaleikunum
Tað hevur ikki gingið væl hjá
NSÍ í ár
13
12
Nr. 128 - 7. juli 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Kári Petersen
Óli Jacobsen umber í miku-
dagsbløðunum landsstýrið
(tað landsstýrið, ið sam-
tykti skattafrádráttin hjá
reiðarum) við, at landsstýr-
ið bert gjørdi skattalætta-
skipanir (t. e. reiðarastudn-
ingsskipanir), sum líkjast
teimum, ið eru í granna-
londum okkara. Um hetta
er heilt rætt, fari eg at lata
lesaran døma um.
Noreg er eingin fyrimynd
Noreg
hevur
ikki
fiskivinnu til høvuðsvinnu,
og kann sostatt loyva sær
nógv, sum vit og íslending-
ar ikki kunnu loyva okkum.
Teir hava loyvt sær at stuðla
fiskivinnuni
og
øðrum
vinnum við skattalættum
osfrv., so teirra vinnulív við
tíðini er vorðið minni og
minni effektivt, og minni
og minni kappingarført.
Samanumtikið hava norð-
menn dugað illa at stýrt bú-
skapi sínum. Tað er bein-
leiðis skelkandi at síggja,
hvussu lítið Noreg hevur
fingið burturúr oljuríki-
dømi sínum. Mált í BTÚ í
keypsorku er Noreg bert
4% ríkari enn Danmark.
Noreg er tí ikki nøkur
hóskandi fyrimynd at liva
upp til.
Noreg hevur ongan rentu-
stuðul ella rentufrádrátt
Annars eigur eisini at vera
havt í huga, at væl kann
vera, at norskir fiskimenn
fáa serligan frádrátt, men
hinvegin fáa norðmenn
(íroknað fiskimenn) ikki
rentufrádrátt ella rentustuð-
ul til sethúsabygging. Fyri
at føroyskir og norskir
fiskimenn skulu vera líka-
stillaðir, so skuldu føroysk-
ir fiskimenn ikki fingið
rentustuðul. Viðmerkjast
skal, at fyri eitt nýtt hús
uppá 1,2 mió. kr. er rentu-
frádrátturin 36.000 árliga
ella 3.000 í stuðli um mán-
aðin.
Ísland kann betur nýtast
sum fyrimynd
Tað er munandi rættari at
samanbera
okkum
við
Ísland, tí Ísland eins og vit
hevur fiskivinnuna sum
høvuðsútflutningsvinnu.
Frádrátturin í Føroyum
er upptil fimm ferðir
hægri enn í Íslandi
Men frádrátturin hjá fiski-
monnum í Íslandi er bert
ein brotpartur av tí hann er
í Føroyum. Í Íslandi verður
hann latin sum samdøgurs-
frádráttur, soleiðis at allir
fiskimenn (ella reiðarar)
fáa somu nyttu av honum.
Frádrátturin er 691 ÍSK um
dagin, t. e. um 60 FØK
(føroyskar krónur) um dag-
in. Við 150 fiskidøgum um
árið fær ein fiskimaður ein
frádrátt uppá 9.000 FØK.
Í Føroyum er frádrátturin
gjørdur so, at teir sum for-
vinna mest fáa størst frá-
drátt. Um t. d. ein maður
forvinnur
500.000,
so
hevði hann við ongum frá-
drátti goldið 252.000 í
skatti. Við frádráttinum í
skattinum uppá 15% verður
skattskylduga
inntøkan
425.000 og sostatt verður
skatturin
208.000
kr.
Skattalættin er 43.500 kr.
ella fimm ferðir hægri enn
tann, ið íslendskir fiski-
menn fáa. Tað kann somu-
leiðis vera torført at skilja,
hví menn, sum forvinna
eina hálva millión og meira
árliga skulu hava skatta-
lætta uppá 43.500 kr. ella
3.500 kr. um mánaðin. Um
grundgevingin fyri at veita
ein frádrátt er, at fiskimenn
skulu hava ein frádrátt, tí
teir eru nógv heimanífrá, so
er torført at skilja, hví
summir skulu hava fleri
ferðir hægri frádrátt enn
aðrir.
Í Íslandi verður minsta-
lønin goldin av reiðarun-
um
Í Føroyum verður minsta-
lønin goldin av skattgjald-
aranum, meðan hon í Ís-
landi verður goldin av reið-
arum.
Harumframt
er
minstalønin í Íslandi um-
leið 7.000 kr. um mánaðin,
meðan tann føroyska liggur
millum 15.000 og 20.000
kr. um mánaðin, alt eftir,
hvussu nógvar fiskidagar
ein roknar við.
Føroyska skipanin stuðl-
ar reiðarunum nógv meir
enn íslendska skipanin
Niðurstøðan er tí, at før-
oyska
skipanin
stuðlar
fiskimonnum og óbeinleið-
is reiðarum nógv meira enn
íslendska skipanin ger. Tað
er tí ikki rætt, at landsstýrið
hevur
gjørt
føroysku
skipanina soleiðis, at viður-
skiftini skulu vera eins og í
Íslandi. Heldur er tað so, at
føroyska skipanin í fyrsta
lagi
førir
til
sosialan
ójavna. Í øðrum lagi førir
skattalættin hjá fiskimonn-
um til, at reiðarar kunnu
geva fiskimonnum lægri
hýru enn annars og før-
oyska skipanin er tí ein
studningsskipan til reið-
arar. Ein tílík studnings-
skipan førir til yvirkapas-
itet og ineffektivitet í før-
oysku fiskivinnuni.
Skattur og frádráttur hjá fiskimonnum, samanbering millum Ísland og Føroyar.
Føroyska skipanin.
Inntøka og skattur
Inntøka og skattur
hjá persóni uttan
hjá persóni við
fiskimannafrádrátt
fiskimannafrádrátti
(kr.)
(kr.)
Skattskyldug
Spart í
Inntøka
Skattur
Inntøka
Frádráttur
Inntøka
Skattur
skatti
200.000
77.790
200.000
30.000
170.000
60.390 17.400
300.000
135.790
300.000
45.000
255.000
109.690 26.100
400.000
193.790
400.000
60.000
340.000
158.990 34.800
500.000
251.790
500.000
75.000
425.000
208.290 43.500
Spart í
Íslendska skipanin.
skatti
Frádrátturin er 60 kr. (føroyskar) um dagin. Við 150 fiskidøgum verður árligi frádrátturin:
9.000
Keldur:
Heimasíðan hjá Toll- og Skattstovuni
Heimasíðan hjá Altinginum
Føroyski reiðarastudningurin er tríggjar
til fimm ferðir hægri enn tann íslendski
VIÐMERKINGAR
Nú verður lættari
hjá føroyskum
lesandi uttanlands
at varðveita fulla
skattskyldu í
Føroyum
SKATTUR
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum hevur eftir
áheitan frá Meginfelag
Føroyskra
Studenta
endurskoðað kunngerð
nr. 15 frá 19. juli 1989
frá Líkningarráð Føroya
um lesandi og lærlingar
uttanlands. MFS vísti á,
at fleiri av ásetingunum í
kunngerðini hava av-
markað lestrarvirksemið
hjá teirra limum.
Fíggjarmálastýrið
hevur tí í samráði við
Toll- og Skattstovu Før-
oya gjørt eina nýggja
kunngerð, sum tekur av
flestu av hesum avmark-
ingum. Størstu broyting-
arnar í nýggju kunn-
gerðini eru:
• at tað nú verður gjør-
ligt hjá lesandi at
skifta útbúgving uttan
at missa rættin til før-
oysku skattskylduna
• at tað nú ber til at
nema sær eina útbúgv-
ing aftrat uttan at
missa føroysku skatt-
skylduna
• at tað nú er nóg mikið,
at lesandi við byrjan
av útbúgvingini skjal-
prógva, at tey byrja
upp á eina útbúgving.
Lesandi skulu tó altíð
kunna prógva, at tey
eru lestrarvirkin, um
T&S biðjur um hetta.
Lesandi skulu eisini
framvegis boða T&S
frá
um
møguligar
broytingar í útbúgv-
ingini
Størsti fyrimunurin hjá
føroyskum lesandi utt-
anlands av at varðveita
føroysku skattskylduna
er, at tá sleppur hin les-
andi undan at verða av-
markað skattskyldugur –
tvs. 42,5% í skatti av
bruttoinntøkuni – um ar-
beitt verður í Føroyum í
t.d.
summarfrítíðini.
Ístaðin fáa tey lesandi
sum fult skattskyldug
rætt til botnfrádrátt (19
tkr.) í inntøkuni. Frá-
drátturin verður har-
umframt trektur fult út
frá inntøkuni beinanveg-
in. Vanligt er annars at
býta frádráttin javnt út á
árið.
Nýggja
kunngerðin
verður lýst í Kunngerð-
arblaðnum í næstum,
sigur Fíggjarmálastýrið
í tíðindaskrivi.
Lesandi
skattskyldug
í Føroyum
SUMMARSTONGT
Nú hásummar er og fólk
flest hava summarfrí,
verður avgreiðslan á
Almannastovuni í Havn,
deildunum á Tvøroyri, í
Klaksvík, í Runavík og á
Hjálpitólamiðstøðini av-
markað til bert at umfata
bráfeingistænastu í vik-
unum 30 og 31, sum eru
dagarnir frá 24. juli til
og við 3. august.
Hetta sigur Almanna-
stovan í tíðindaskrivi.
Eingin viðtala verður í
Vágum í vikunum 29 til
og við 32. Tó fæst brá-
feingishjálp við at venda
sær til Almannastovuna í
Havn um telefonina.
Skipað verður soleiðis
fyri, at avgreiðslurnar
eru stongdar, men tele-
fonin verður opin hvønn
dag uttan mikudag í tíð-
arskeiðnum frá kl. 10.00
til 12.00.
A l m a n n a s t ov a n ,
deildirnar og Hjálpitóla-
miðstøðin hava vanligar
avgreiðslutíðir aftur frá
mánadegnum 6. august.
Skerd Almanna-
stova í summar
C
M
Y
K
12