leygardagur 7. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 7. juli 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
15
14
Nr. 128 - 7. juli 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Teir leita framvegis
eftir nýggjum mál-
verja, og einki bendir
á, at teir hava áhuga í
at knýta Jákup
Mikkelsen at felag-
num
Felagið hjá Toda Jónsson
liggur ikki á løtu síðuni.
Teir skulu í august undir
royndina at koma ígjøgnum
tronga portrið til europe-
isku meistarakappingina.
Ta uppgávuna styrkja teir
um liðið til, og tá størstu
kappingarneytarnir sam-
stundis hava selt nakrar av
vandamiklastu spælarun-
um, so verður FCK mett at
vera størri favorittur at
vinna DM komandi ár, enn
teir vóru síðsta kappingar-
ár.
Í fyrradagin høvdu teir
pressufund. Tað varð rokn-
að við, at felagið fór at al-
mannakunngera, hvør skal
verja málið hjá teimum
komandi ár, men tað var
ikki hetta, sum pressufund-
urin snúði seg um. Í staðin
varð boðað frá, at FCK
hevur keypt Morten Bis-
gaard úr italska felagnum
Udinese Calcio. Tað er júst
til hetta felagið, at meist-
aravenjarin hjá FCK, Roy
Hodgson, fór fyri tveimum
vikum síðani.
Einki er upplýst um
keypsprísin fyri nýggja
spælaran hjá FCK, men
danskir fjølmiðlar gita, at
italska felagið kanska hev-
ur verið eitt sindur lagaligt
at samráðast við, tí teir
vóru so ófólkaligir at stinga
av við FCK venjaranum.
Morten Bisgaard er 27
ára gamal. Hann hevur
spælt átta a landsdystir fyri
Danmark, og áðrenn hann í
1998 varð seldur til Italia,
spældi hann í OB. Hann er
miðvallari, og nú hevur
FCK keypt tríggjar nýggjar
miðvallarar, síðani teir
vunnu DM. Hinir báðir eru
Thomas Røll, sum er
komin úr Silkeborg, og
Carsten Fredgaard, sum er
keyptur heim úr Bretlandi.
Í donsku fjølmiðlunum
verður mett um, hvørjir
spælarar nú fara at kenna
tað uppaftur truplari at
koma á liðið. Millum hesar
verða nevndir Christian
Lønstrup, Thomas Thorn-
inger og Donatas. Sátt-
málaskeiðið hjá Piotr Har-
en var úti fyrr í summar. Nú
er hann arbeiðsleysur fót-
bóltsspælari.
Málverjin
Donsku
fjølmiðlarnir
høvdu roknað við, at tíð-
indafundurin hjá FCK hós-
dagin fór at snúgva seg um,
hvør skal vera málverji hjá
teimum.
Leiðslan
í
felagnum
hevði einki nýtt um mál-
verjuspurningin uttan, at
teir arbeiða við spurning-
inum, og at teir vóna, at ein
nýggjur málverji verður
tøkur fyrsta dagin. Tað
hevur skund at fáa eina
loysn. Thomas Myhrre er
farin úr felagnum, ungi
Rune Pedersen hevur verið
skaddur og er júst farin at
venja aftur, og tað ljóðar, at
Michael Stensgaard er um
rerppið enn eina ferð at
gerast fótbóltsinvalid. Í síni
tíð noyddist at hann at
gevast í Liverpool, tí aksla-
skaði plágaði. Eftir hvíld í
tvey ár fór hann so smátt
undir aftur venjingarnar í
FCK, men nú hava trupul-
leikar við rygginum hildið
26 ára gamla málverjanum
burturi frá fótbólti síðani í
september í fjør. Møguliga
skal hann leggjast undir
skurð, og tað verður hildið
at vera stórt sannlíki fyri, at
Stensgaard ongantíð aftur
verður førur fyri at spæla
fótbólt á høgum støði.
Tíðindini, sum onkur
fjølmiðil fyrr í vikuni bar
um, at FCK umhugsaði at
keypa pólverska málverjan
hjá Viborg fyri 14 milliónir
krónur verða ikki mett at
hava við veruleikan at gera.
Víst verður á, at FCK ikki
vildi brúka tólv milliónir
upp á Thomas Myhre. So er
rættuliga lítið sannlíkt, at
teir vilja brúka fjúrtan
milliónir upp á ein pól-
verja, sum neyvan er betri
málverji enn norðmaðurin.
Jákup bíðar
Í fyrradagin ljóðaði, at
Jákup Mikkelsen var farin
til Onglands og Skotlands
at royndarvenja. Einki var í
hesum tíðindunum. Jákup
Mikkelsen er framvegis í
Haslev.
Tá vit tosaðu við Jákup
Mikkelsen, var eingin av-
gerð tikin um, hvar hann fer
at spæla í komandi kapp-
ingarári, men nú verður tað
ivaleyst heilt skjótt, at ein
avgerð verður tikin. Dansk-
ir fjølmiðlar tóku í fyrra-
dagin uppaftur, at Jákup
hevur verið roknaður fyri at
vera annar av møguligu
málverjunum í FCK – pól-
verski Viborg málverjin
varð sagdur at vera hin –
men tað man vera lítið, sum
bendir á, at nýggi FCK
málverjin er hugaður at
knýta Jákup afturat felag-
num. Annars hevði hann
longu havt latið felagið
gera tað, tí síðani 1. juli
hevur Jákup ikki verið
bundin at nøkrum felagi.
VB venjarin er so
mikið skaddur, at
hann verður ikki
førur fyri at spæla í
Europa Cup dystinum
mikukvøldið
GÍ og B36 eru nú so mikið
langt frammanfyri, at tað er
veruleikafjart at rokna við
møguleikanum at røkka
teimum. Tí stendur stríðið
um at vinna bronsuplássið.
Tað heldur VB venjarin,
Krzysztof Popczynski, sum
bæði ásannar, at tað verður
trupult hjá hansara monn-
um í Miðvági í dag, og at
einki annað nyttar hjá VB
enn at vinna øll stigini.
Allir VB spælararnir,
sum vóru í Gundadali
síðsta sunnudag, eru tøkir –
uttan spælandi venjarin.
Hann er so mikið illa plág-
aður av vøddaskaða, at tað
er ikki hugsningur um hjá
honum at spæla í dag.
Dysturin í Miðvági er
framskundaður,
tí
VB
mikudagin í komandi viku
skal royna seg í undandysti
til Europa Cup fyri meist-
arar.
– Eg havi altíð droymt
um at sleppa at royna meg í
hesari kappingini. Eg havi
spælt í UEFA Cup fyri
Krakow í Póllandi, men eg
havi ongantíð roynt meg í
meistarakappingini.
Tað
vildi eg fegin, men eg eri so
mikið skaddur, at tað,
tíverri,
ikki
er
nakar
møguleiki fyri tí, staðfestir
ein sera harmur VB venjari,
sum harvið hevur sett seg
sjálvan á beinkin í bæði
landskappingardystuinum í
Miðvági seinnapartin í dag
og í Europa Cup dystinum
mikukvøldið.
Nógv aftanfyri
Í Vágum er hugurin at
venja ikki so galin, men
uppgávan er ógvuliga stór.
Venjingarstøðan hevur ikki
verið góð, men tað hevði
kenst sera hugaligt, um eitt
stig fekst burturúr ímóti
VB. Tað hevði ivaleyst
skumpað undir fyrireiking-
arnar til tey síðstu átta um-
førini, halda teir í Vágum.
Tað er sera ivasamt um
miðvallarin Jón Nielsen
verður førur fyri at spæla.
Hann hevur trupulleikar við
fótliðnum. Tað er eisini
ivasamt, hvussu tað verður
við verjuspælaranum Jack
Johansen.
Hann
hevur
trupulleikar við knænum.
Dysturin í Miðvági verð-
ur í dag klokkan 15.
Dreymurin hjá Popczynski gerst ikki veruleiki
FCK spennir bogan høgt
Enn er ikki greitt hvar Jákup
Mikkelsen skal spæla næsta
kappingarár
C
M
Y
K
14
Toppskjúttin hjá
Silkeborg er seldur til
Bolton, har lønin
verður fýra milliónir
um árið í fýra ár, men
tað er lítið afturímóti
lønini hjá Sol
Campbell
Aftur og aftur hoyrist, at
fótbóltsspælarar í skandi-
navisku londunum droyma
um og vóna, at teir fara at
verða seldir til Onglands, tí
har eru tær stóru pen-
ingaupphæddirnar at vinna.
Mikudagin varð hetta
enn eina ferð staðfest.
Silkeborg
álopsmaðurin
Henrik Petersen – hann
verður
altíð
nevndur
Tømreren – varð seldur til
Bolton, sum er eitt av
nýggju feløgunum í bestu
deildini
í
Onglandi.
Donsku fjølmiðlarnir vita
at siga, at nú er Henrik
verdens gladeste tømrer
(hann hevur ongantíð ar-
beitt sum timburmaður!),
sum teir taka til.
Orsøkin til gleðina er, at
sáttmálin veitir trygd fyri
einari inntøku upp á fýra
milliónir um árið næstu
fýra árini. Tað er ikki so
galið, tá havt verður í huga,
at skattatrýstið í Onglandi
liggur um 25 prosent. 27
ára gamli Henrik Petersen
kom fyrstu ferð á danska
landsliðið, tá Morten Olsen
og hansara menn fyri ein-
um lítlum ári síðani vunnu
2–0 á Tórsvølli.
Frammanundan eru tveir
danskir
spælarar
í
felagnum – Bo Hansen,
sum áður hevur spælt í
Brøndby, og Per Frandsen,
sum áður hevur spælt í
FCK.
Tað hevur eisini ljóðað,
at Bolton er áhugað at
keypa Thomas Myhre, sum
inntil fyri stuttum var
útleigaður frá Everton og til
FCK, har hann var mál-
verji, tá teir vunnu DM. Tað
sigst, at Bolton vil tosa um
at keypa málverjan fyri tær
fjúrtan milliónirnar, sum
FCK ikki hevur viljað
rindað fyri ein málverja.
Sjálvur sigur málverjin við
norska blaðið VG, at hann
bíðar í spenningi, og at tað
er næstan líka mikið, hvat
felag talan er um. Einki er
so forargiligt sum at sita
uttanfyri og ikki vita, um
ella nær møguleiki verður
at sleppa aftur á vøllin,
sigur Thomas Myhre.
Óhugnaligar
upphæddir
Suðuri í Europa eru feløg-
ini farin undir fyrireiking-
arnar til eitt nýtt kapping-
arár. Nógvir spælarar skifta
felag, og viðhvørt eru upp-
hæddirnar, sum fara av
einari konto og á eina aðra,
heilt óhugnaligar – ikki
minst í Italia og Spania.
Men í Onglandi duga teir
eisini at brúka pengar upp á
fótbóltsspælarar.
Í vikuni gjørdist tað
greitt, at tað verður í Arse-
nal, at 27 ára gamli verju-
spælarin Sol Campbell skal
spæla. Arsenal vann kapp-
bjóðingina um landsliðs-
mannin. Hini feløgini, sum
vístu stóran áhuga, søgdust
at vera Barcelona og Bay-
ern München. Sol Camp-
bell segði sjálvur, at hann
kundi havt fingið størri
upphæddir frá hesum f-
eløgunum, enn hann fekk
bjóða í Arsenal, men hann
valdi Arsenal, tí so verður
bústaðurin
framvegis
London. Og so hevur tað
eisini týdning, at lands-
liðsvenjarin, Sven–Göran
Eriksson, ivaleyst fer at
síggja fleiri dystir og
harvið spælarar í Onglandi,
enn hann fer at hyggja at
aðra staðni í Europa.
Sol Campbell fær 1,5
milliónir krónur frá Arsenal
– um vikuna! Og tað er ikki
nóg mikið við tí. Fótbólts-
spælarar hava vanliga um-
boðsmenn, tá teir eru í sátt-
málasamráðingum.
Um-
boðsmaðurin hjá Campbell
er ein vinmaður hjá honum,
sum er mest kendur fyri at
duga at spæla borðtennis.
Hann fær ein sjatt frá
Arsenal fyri at hava syrgt
fyri sáttmálanum. Ómaks-
lønin er 35 milliónir krón-
ur!
Higartil hevur Sol Camp-
bell spælt við Totthenham.
Tað er óhoyrt, at spælarar
skifta ímillum hesi bæði
feløgini, Tottenham og
Arsenal, sum eru erkafígg-
indar í London. Men har
var einki at gera, tí Tott-
enham segði seg ikki vilja
rinda
meiri
enn
eina
millión krónur um vikuna!
EB/Streymur er
manningarliga væl
fyri, meðan gestirnir
av Sandi hava fleiri
veteranar, sum ikki
eru í venjing, við
norður til Eiðis
Ein tann mest spennandi
dysturin í 10. umfarinum er
tann á Mølini á Eiði. EB/
Streymur, sum av álvara
hevur bitið frá sær í fleiri av
síðstu dystunum, fær vitjan
av B71.
Um EB/Streymur vinnr,
so leggja teir rættuliga
sjógv ímillum seg og B71.
Spurningurin er so, hvussu
tað fer at gangast hjá EB/
Streymi, nú tað verða teir,
sum skulu mynda spælið.
Støðan líkist ikki einki
henni hjá føroyska lands-
liðnum, sum ofta stendur
seg væl, tá trýstið er stórt
og møguleiki er fyri at
royna snarálop, meðan tað
ikki altíð gongst so væl, tá
mótstøðuliðið á pappíri-
num ikki er so sterkt.
Í EB/Streymi eru teir væl
fyri. Allir spælararnir eru
tøkir, og viljin tykist ikki
skorta at geva lagnum á
stevnuni, sum er í Hvalvík,
eitt kvink rætta vegin.
Nógvir burturi
Sandoyingar hava bara
vunnið eina ferð í ár. Tað
var, tá EB/Streymur í fyrsta
umfarinum var á Sandi.
Úrslitið var 1–0.
Fyritreytirnar hjá B71
eru vánaligar hesa ferð.
Stórtapið ímóti GÍ kostaði
nógv. Jón Brekku og Bjørn
Thorsteinsson sóu reyða
kortið og eru tískil leik-
bannaðir. Jógvan Jón Peter-
sen sá gult og er leikbann-
aður, Peter Ritter fær ikki
spælt orsaka av persón-
ligum
umstøðum,
og
Svenning W. Hansen fær
ikki spælt, tí hann er
plágaður av vøddaskaða.
Julian Floresco kom ikki
á vøllin eftir steðgin, tá GÍ
vitjaði. Hann er skaddur í
fótliðnum, og tað er sera
ivasamt, um hann verður
førur fyri at spæla. Kári
Nielsen
gongur
við
brákaðum beini í fótinum,
og hann fær ikki spælt. Eli
Hentse var uttanfyri sein-
ast, tí hann hevur trupul-
leikar við fótliðnum. Á
Sandi vóna teir, at hann
verður førur fyri at spæla í
kvøld.
Á Sandi eru teir vísir í, at
teir fáa mannað lið í kvøld,
men teir fara at hava onkrar
spælarar við til Eiðis, sum
ikki
hava
vant
nakað
serligt. Veteranar sum Páll
á Reynatúgvu og Ib Mohr
Olsen kunnu koma upp á
tal.
Stórt mannfall á Sandi
Tað er ivasamt, um Eli Hentze verður klárur at spæla
leygardagin
Ovurfegin timburmaður
Bátarnir koma at liggja í hesi nummarrøð
til kappróðurin á Sundalagsstevnu í
Hvalvík leygardagin 7. juli
Kappróður
á Sundalagsstevnu
5-mannafør, dreingir
1
Drekin
2
Havfrúgvin
3
Frúgvin
4
Tjaldrið
5
Sílið
6
Fípan Fagra
7
Blikur
8
Erla Kongsdóttir
9
Beinta
6-mannafør, kvinnur
1 Snopprikkur
2 Hvessingur
3 Fortuna
4 Leirvíkingur
5 Jarnbardur
6 Páll Fangi
7 Sølmundur
8 Víkingur
9 Gongurólvur
10 Lómur
5-mannafør, gentur
1 Báran
2 Dúgvan
3 Frúgvin
4 Havfrúgvin
5 Ørnin
6 Tjaldrið
7 Sílið
8 Fípan Fagra
9 Blikur
10 Drekin
11 Hvassi
12 Firvaldur
13 Beinta
14 Snípan
6-mannafør, menn
1 Lómur
2 Kollfirðingur
3 Snopprikkur
4 Gongurólvur
5 Hvessingur
6 Sølmundur
7 Strálan
8 Riddarin
9 Fortuna
10 Páll Fangi
11 Fuglfirðingur
12 Hósvíkingur
13 Víkingur
8-mannafør
1
Ørvur
2
Knørrur
3
Nevið Reyða
4
Kvívíkingur
5
Argjabáturin
6
Heiðabáturin
10-mannafør
1
Suðuroyingur
2
Vestmenningur
3
Eysturoyingur
4
Havnarbáturin
5
Nólsoyingurin
6
Skálabáturin
Dystir um vikuskiftið
6. juli GÍ–KÍ
Páll Augustinussen
7. juli B36–NSÍ
Suni Johansen
7. juli EB/S–B71
Lassin Isaksen
8. juli B68–HB
Birgir Sondum
8. juli FSV–VB
Oddmar Andreasen