Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 128 - 7. juli 2001 Nr. 128 - 7. juli 2001 17 gult16 cyan16 magenta16 svart16 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Norðoya Kunningar- stova hevur fleiri áhugaverd tilboð at bjóða fólki, sum vitja oyggjarnar um summarið. Kunning- arstovan hevur eisini bæði handilsligar og kommunalar upp- gávur at røkja FERðAVINNA Edvard Joensen Klaksvík:Kunningarstovan í Klaksvík hevur nógvar uppgávur. Bæði kommunalar og vinnuligar. Men um summarið er tað avgjørt ferðavinnan, sum tekur mestu tíðina, sigur leiðarin, Christian Olsen. Tað er nokk at gera á Kunningarstovuni í Nóls- oyar Pállsgøtu í Klaksvík. Tvey fólk starvast har, nú summarið er upp á tað hægsta, og ferðafólkini flest. Við móttøkudiskin situr ein ung kvinna og tosar í telefon, meðan leiðarin situr longri inni við einum- hvørjum pappíri, sum hann kannar. Hann reisist, tá blaðmaðurin kemur inn og býður góðandag. Vit fara inn í annað rúm fyri at sita í frið og tosa. Men soleiðis verður ikki. Bara reiðiliga setstir, byrjar at ringja. Tað er onkur sum ikki fekk tað summarhúsið, tey høvdu ætlað sær. So var tað onkur annar, sum fegin vildi broyta ferðaætlanina og heldur vildi til Fugloyar í dag og so til Viðareiðis leygardagin. –Soleiðis er lívið. Alla tíðina onkur, sum skal hava seinastu smátingini upp á pláss ella broyta eitthvørt, vit hava avtalað framman- undan, sigur Christian Ol- sen. Gongutúrarnir Gongutúrarnir í náttúruni liggja frammalaga hjá før- oysku kunningarstovunum. Og í Norðoyggjum er einki undantak soleiðis. Christian Olsen greiðir frá, at teir tykjast rímiliga væl umtóktir eisini. Her fyri var ein túrur gjørdur til gamla tingstaðin á Køtlum. Einir stórthúndr- að luttakarar vóru, men bara ein ferðaleiðari. –Tað er í meira lagi við so nógvum fólki til ein leiðara. Tað ger bara tað, at ikki øll fáa tað optimala burtur úr einum slíkum túri, sigur Christian Olsen. Men tær royndirnar gera so, at øðrvísi verður skipað fyri eina aðra ferð. Í fyrsta lagi verður neyðugt at tekna seg á Kunningarstovuni, og í øðrum lagi verður ikki farið uttan við ávísum lutfalli millum luttakarar og ferðaleiðarar. Og næsti túrurin er rætti- liga nær. Komandi viku- skifti verður aftur farið gongutúr. Annaðhvørt leyg- ardagin 14. juli ella sunnu- dagin 15. juli. Alt eftir, hvussu tað viðrar. Farið verður eystur á fjøllini hjá Gerðamonnum. Gingið verður úr Gerðum um Kvígingaskarð í Kvíg- ingadal, har hvílt veðrur við húsið, og fólk kunnu fáa ein bita. Ferðaleiðarin verður staðkendur og góður frásøgumaður, sigur Christ- ian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Tað verður Andras Joensen, bóndi í Gerðum, sum verður ferðaleiðari. Hetta er ein túrur, sum væntandi fer at taka einar fimm-seks tímar. Neyðugt verður at boða frá luttøku á Kunningar- stovuni. Og væntandi verður talið avmarkað til eini 60 fólk, sigur Christian Olsen. So heldur gera fleiri túrar, um áhugi er fyri tí, sigur hann. Ein annar túrur, ætlanin er at skipa fyri, er túrur yvir á Blankskála, har staðkent fólk fer at siga frá søguni hjá avtoftaðu bygdini vest- antil á Kallsoynni. Gingið verður síðan upp um oynna aftur á Syðradal. Eisini har verður lutøkan avmarkað, sigur Christian Olsen, og luttakaratalið verður helst lægri enn til túrin á Kvígingadal. Enn er eingin dagur ásettur til túrin á Blankskála. Men tað eru eisini aðrir túrar, sum gerast kunnu. Eitt nú Niðan á Háls og oman aftur í Brøttulíð, har steðgað verður við Háskúlatoftirnar, áðrenn gingið verður runt Klakkin aftur til Klaksvíkar. Norðoya Kunningarstova skipar eisini fyri túrum upp á Enniberg. Teir túrarnir eru í samstarvi við ferðaleiðarar av Viðareiði. Men teir vera bara gjørdir, um líkindi eru til tess. Í summar hevur ligið illa fyri í so máta, sigur Christian Olsen. Kavi var í erva langt út á summarið, og síðan hevur høgættin ligið við mjørka, so illa hevur borið til. Men verður ikki farið á Enniberg, finna feðraleiðararnir, sum eru ungir viðingar, altíð upp á okkurt annað. Tað er altíð onkur fuglur at síggja. Eitt sindur av bakkanum norðan fyri bygdina. Eiðsvík og so framvegis. Bara hava hugflogið í lagi, so ber nógv til. Túrarnir upp á Enniberg verða gjørdir - um Guð vil, og veðrið loyvir tí - miku- morgun klokkan níggju frá Hotel Norð. Tað er bara at møta upp. Men eisini er onkur teknaður nakað fram í tíðina. Fólk standa á lista heilt út til 15. august, sigur Christian Olsen. Hann skoytir tó uppí, at tað avgjørt er ein treyt, at tann, sum ætlar sær á Enni- berg, er væl fyri kroppsliga. Tað nyttar einki at vera illa gongdur e.t., tí bratt og tungt er at ganga, hóast ó- farligt í aðrar mátar, tá kent fólk er við. Eisini onnur tilboð Aðrir túrar, Kunningarstov- an lýsir við, eru bátstúrarnir við Alfa Pilot, sum vanliga hava verið norður um oyggjarnar. Men í ár hevur verið slakt við tí, sigur Christian Olsen, tí høgættin hevur verið í so boysin. Og tað er einki stuttligt hjá fólki, sum ikki eru sjósterk at fara norður um, har tað kann gerast rættiliga gjálvut. Hann sigur, at túrarnir verða vanliga ikki gjørdir, Nógv tilboð í Norðoyggjum Tvey fólk arbeiða á Kunningarstovuni um summarið, tá mest er at gera. Um veturin er leiðarin einsamallur Mynd: Edvard Joensen Tey hava millum annað til arbeiðis á Kunningarstovuni at fáa fólki til vega summarhús í Svínoy og aðrastaðni í Norðoyggjum Mynd: Edvard Joensen Tað gongur hampiliga væl á Hotel Norð, letur eigarin at. Fleiri gistingar eru í ár enn undanfarin ár FERðAVINNA Edvard Joensen Viðareiði: Tey hava hampi- liga nógv at gera á Hotel Norð. Væl av gistingum eru, eins og fólk koma framvið at fáa sær ein bita. Jógvan »Egga« Heine- sen, sum saman við Mirjam Heinesen eigur Hotel Norð, sigur at tað í ár hava verið fleiri gistingar, enn tað hava verið árini frammanundan. Og tað eru fólk ymsastaðni frá, sum koma á hotellið, sigur hann. Eitt nú norð- menn, sviar og bretar. Men kortini er umleið helvtin av teimum gistandi føroyingar. Tað er tó ikki so, sigur Egga Heinesen, at hotellið er heilt fult kortini. Men umleið tveir triðingar av seingjarplássunum hava støðugt verið upptikin í summar. Og soleiðis sær tað út til einaferð út í august. Gestirnir búgva í meðal einar tvær-tríggjar nætur á hotellinum. –Tað plagar at vera so, at tá skúlarnir byrja aftur, gevast fólk at ferðast, sigur hann. Hotel Norð plagar at vera opið, til summarfrítíðin hjá skúlunum endar. Í ár verður tó opið allan august mánað, sigur Egga Heinesen. Tað verða nevniliga tvey størri skeið á hotellinum seinna- partin av august. Matstovan Tað er tó ikki bara teimum liggjandi gestunum, sum Hotel Norð nýtur gott av. Tað kemur eisini væl av fólki in á gólvið at fáa sær ein bita. Serliga um viku- skiftini, men eisini mitt í viku, letur Egga at. Líkt er til, at tað eru ávísir »specia litetir«, sum gera, at fólk støkka inn á gólvið. Lundarnir - steiktu lundabringurnar - sláa ikki falskar mentur. Tær gera lukku bæði hjá føroyingum og útlendingum. Kanska serliga útlendingarnir halda tað vera spennandi døgurða. Aðrir serrættir, tey eru stolt av á Hotel Norð, er tann heimagørdi ísurin, sum hevur gott orð á sær, og so ein rabarbudessert, sum nógv fólk, ið koma á hotellið, biða um. Men sjálvandi eru eisini meira vanligir rættir eisini at fáa á Hotel Norð, eins og til ber at biða um serliga matskrá, sum ikki stendur á kortinum, sum kokkurin so setir saman eftir ynski. Matstovan er opin hvønn dag um summarið. Frá mánadegi til hósdag er køk- urin opin til klokkan 20 á kvøldi, meðan tey um viku- skiftini hava opið til klokk- an 21.30. Egga Heinesen sigur, at tey av og á skipa fyri yms- um serligum tiltøkum á hotellinum, og at hesi verða væl vitjað. Í heyst er til dømis ætlanin at skipa fyri einum tiltaki, sum hevur við seyð at gera. Sýna fram ymiskt um og av seyði. Hvat fæst burtur úr ullini. Eitt nú selja tey troyggjur fyri Tøting. Til ber at síggja ymsar prýðislutir úr eitt nú horni o.s.fr. Og so sjálvandi ikki at gloyma matin, sum fæst úr seyðinum. Jólaborðhaldum plaga tey at skipa fyri, og ivaleyst verður okkurt aftur ár eisini. Eins og brúdleyp eru rættiliga vanlig á hotellinum. Tey fáa hildið brúdleyp fyri upp í móti 300 fólkum. Ábøtur Tað eru og verða gjørdar ymsar ábøtur og útbygging- ar á hotellinum seinnu tíð- ina. Og ætlanir eru eisini um fleiri ábøtur. Serliga rundan um hotlelið uttan- fyri. Ruddað og slættað verður rundan um bygningin. Egga Heinesen sigur, at tey fara at slætta eitt rímiliga stórt øki uttanfyri, har ætl- anin er at hava eitthvørt til undirhalds, sum vanligt er aðrastani, men ikki so kent í Føroyum. Heilt liðug er verkætlanin ikki enn, og hann avdúkar ikki endaliga, hvat tað verður. Men so mikið letur hann leka út, at vit loyva okkum at gita, at tað fer at hava okkurt við køllur og bóltar at gera. Inni á hotellinum er gamla fundarhølið gjørt til sjónvarpsstovu og barr, har til ber at støkka inn á gólvið eisini eftir, at hotellið annars hevur latið aftur fyri veturin. Tað verið seg til at síggja ein fótbóltsdyst í sjónvarpinum, ella bara til at hitta fólk og hugna sær. Hetta nýggja hølið nevna tey Mølina, og er tað eftir staðarnavni á Eiðsvík. Ein málningur, sum listamaður- in Arnold Vegghamar hevur málað, og sum myndar Mølina, hongur í hølinum, og haðani er hugskotið til navnið komið, sigur Egga Heinesen. Kioskin er eisini flutt, so- leiðis at hon nú liggur við síðuna av Mølini. Sostatt ber til hjá einum fólki at passa bæði støðini, tá opið er. Fundar- og skeiðrúmið er flutt aðrastaðni, og er tað væl betri egnað nú, enn tað var frammanundan, láta tey at. Og í gongini stendur billardborðið, sum ivaleyst eisini fer at verða dúgliga nýtt í vetur. Hóast hotellið vanliga er stongt um veturin, ber tó altíð til at ringja og biða um eina gisting ella tvær, um tað skal vera, sigur Jógvan »Egga« Heinesen. Annars sigur hann, at tey, sum arbeiða á hotellinum, eisini hava brúk fyri at sleppa upp at blása av og á, og tí hava tey gjørt av, at Hotel Norð verður stongt á Nokk at tríva í Nýggju, hugnaligu hølini á Hotel Norð nevna tey Mølina eftir staðarnavni á Eiðsvík Mynd: Edvard Joensen uttan minst 15 luttakarar eru. Tó ber til at leiga bátin fyri 1.000,- krónur um tíman. Klaksvíkar Dansifelag og Klaksvíkar Húsmøðrafelag hava eisini skipað fyri Føroyakvøldum í Klaksvík. Ávikavist í Skálanum og í hølunum hjá Húsmøðra- felagnum í Bøgøtu. Tað er eftir kenda leistinum við føroyskum mati og mentan. Christianskirkjan er dag- liga opin klokkan 10-11 fyrrapartin og klokkan 14- 15 seinnapartin, har fólk fáa eina rundvísing við kendum frásøgufólki. Eisini fornminnissavnið er opið dagliga frá klokkan 14 til 16. Hetta er eitt sera forvitnisligt savn, sigur Christian Olsen, tí tað er so fjølbroytt. Bæði bátar, klæði og amboð eru at síggja á svaninum. Og við síðuna av er handil í gomlum umhvørvi, sum selur nýggjar vørur so sum føroyska myndlist og tónleik. Og uppi á loftinum er apotekið. Tað gamla apo- tekið at kalla intakt. Og tað er avgjørt eina vitjan vert, leggur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu avgjørdur dent á. Umframt skipar Kunn- ingarstovan eisini fyri út- leigan av húsum, og hvat nú kann falla fyri. Tríbýtt kunningarstova Kunningarstovan í Klaks- vík hevur fingið nýggjan bygnað. Hon er býtt í trý og skal tæna føroysku ferða- vinnuni, handils- og vinnu- lívinum í Klaksvík og Klaksvíkar Kommunu. Um summarið, tá mest er at gera í ferðavinnuni, eru tey tvey fólk til arbeiðis, sum einamest fáast við ferðavinnuna burturav. Annars er leiðarin einsa- mallur á Kunningarstovuni. Og hann er ikki arbeiðs- leysur, hóast feðravinnan er eitt sindur slakari um vetur- in, sigur Christian Olsen. Hann skal hjálpa handils- og vinnulívinum í Klaksvík við tí, hann kann. Umframt skal hann standa fyri PR uppgávunum hjá Klaksvík- ar Kommunu, eins og hann skal skipa fyri øllum al- mennum vitjanum og avtal- um annars hjá kommununi, greiðir Christian Olsen, leiðari á Norðoyar Kunn- ingarstovu í Klaksvík, frá. Millum føstu túrarnar, Kunningarstovan skipar fyri, er gongutúrur av Viðareiði niðan á Enniberg Mynd: Edvard Joensen C M Y K 17 16