Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 128 - 7. juli 2001 Nr. 128 - 7. juli 2001 19 gult18 cyan18 magenta18 svart18 gult19 cyan19 magenta19 svart19 Á eini skrivstovu á risastóra University College í London situr ein eldri enskur professari, sum hevur granskað og skrivað um føroyska málið síðani í sekstiárun- um. Michael Barnes tosar føroyskt sum ein føroyingur og lærir bretar at benda føroyskt. Eisini hevur hann nøkur skifti verið lærari á Fróð- skaparsetrinum MÁL John Johannessen Jens Kristian Vang (myndir) – Góðan dagin, kom innar. Michael Barnes, profess- ari, tekur blídliga ímóti okkum báðum, mynda- manninum, tá vit eftir avtalu møta á deild hansara, Department of Scandinavian Studies, á University College í London. Hóast hann er breti, tosar hann beinan vegin føroyskt við okkum. – Vit kunnu fyrst fara ein túr upp á skrivstovu mína, og síðani kunnu vit fara og fáa okkum at eta, sigur hann á góðum føroyskum við einum eitt sindur norskum tónalag. – Tit mugu umbera meg. Tað eru tíggju ár síðani, at eg seinast var í Føroyum og tosaði føroyskt, so eg tosi tað ikki so væl nú, umber hann seg. Men vit halda, at Barnes tosar avbera væl føroyskt. Nógv betri, enn nógv av fremmandafólkunum, sum hava búð í Føroyum upp í fjøruti ár. Vit trýna innar í skuggan frá bakandi heitu sólini hendan fagra summardagin í juni. Deildin sær eitt sindur gomul og slitin út, men hugnaligt er kortini. Á hyllunum á skrivstovuni standa alskyns bøkur um norðurlendskt mál, harímillum fleiri føroyskar. Eisini fylla bøkur um rúnir rættiliga nógv av hillaplássinum. Barnes granskar nevniliga rættiliga nógv í gomlum rúnainn- skriftum, hevur skrivað fleiri bøkur um hetta og er vorðin professari í rúnum. Men ein hyll er eisini, ið rúmar nakað heilt annað, nevniliga eitt savn av tómum ølfløskum av alskyns slag. Millum teirra síggja vit Veðrin, Gullið og Portaran hjá Føroya Bjór og Víkingin, Skansan og Sluppina hjá Restorff. Lærir bretar føroyskt Vit tosa eina løtu leysliga um føroyskt mál og um skandinavisku deildina á universitetinum, sum Barnes er leiðari fyri. Og vit tosa sjálvsagt á før- oyskum. Barnes greiðir okkum frá, at hann ongar næmingar hevur havt í føroyskum í ár, orsakað av, at hann hevur verið eitt sindur burtur frá universit- etinum í sambandi við gransking sína av gomlum rúnainnskriftum. Men hann veit tó um fimm næmingar, sum hann komandi skúlaár skal hjálpa at nema sær kunnleika um føroyska málið. Barnes sigur tað vera vanligt, at einir fimm til seks næmingar hvørt ár velja at læra seg føroyskt. Á Department of Scandi- navian Studies á University College ber til at taka master degree í norðurlendskum máli. Master degree er nøku- lunda tað sama sum tað, sum á donskum lærustovnum verður kallað ein kandidatútbúgving, og sum tekur umleið seks ár. Sum partur av lestrinum í norðurlenskum máli, ber millum annað til at nema sær serligan kunnleika í føroyskum, íslendskum, norskum, rúnainnskriftum, Ipsen og málsøgu umframt mangt annað. – Og tað eru nakrir næm- ingar, sum velja føroyskt, greiðir Barnes frá. Hetta ljóðar ógvuliga undranarvert í okkara oyr- um, og spyrji eg tí enska professaran, hvat hann heldur vera orsøkina til, at bretar í milliónabýinum London velja at læra seg føroyskt. – Um ein studentur fyrst lærir seg norðurlendskt mál, so er kanska eisini møguleiki fyri, at hann ella hon lærir seg føroyskt. Tey, sum fyrst hava valt eitt lítið mál, kann man ofta eisini hugsa sær, fara at velja før- oyskt, um áhugin er til stað- ar, svarar Michael Barnes og smílist. Bretski professarin greið- ir frá, at hann ofta ræðir næmingunum til at lesa teknirøðina um Asterix fyri at skilja føroyska málið. Teknirøðin finst bæði á før- oyskum og enskum, og tí ber lættiliga til hjá teimum at hyggja í ensku umset- ingina, um okkurt er, tey Sosialurin hittir professara í London: Barnes er serkønur í Føroyskum – Tá eg ivist í onkrum einstakum orði, plagdi eg spyrja meg fyri hjá Eivindi Weihe. Tí hann sigur mær, hvussu fólk siga, meðan aðir málfrøðingar í Føroyum hava lyndi til at siga, hvussu teir kundu hugsað sær, at fólk søgdu. – Um ein studentur fyrst lærir seg norðurlendskt mál, so er kanska eisini møguleiki fyri, at hann ella hon lærir seg føroyskt. Tey, sum fyrst hava valt eitt lítið mál, kann man ofta eisini hugsa sær, fara at velja føroyskt, um áhugin er til staðar, svarar Michael Barnes og smílist ikki skilja á føroyskum. Eisini hevur Barnes styttri samrøður við næmingarnar, so tey læra at bera fram málið. Hann spyr teir um ymisk viðurskifti frá ger- andisdegnum, millum ann- að, hvussu tey hava tað í dag. Botnurin lagdur á Eiði Michael Barnes fór sum heilt ungur at lesa norður- lendskt á University Col- lege í London. Og tá hann var liðugur, fór hann at granska og bleiv beinan vegin lærari á universitetin- um. Tí hevði Barnes gjøgnum útbúgving sína fingið eina lítla kenslu av føroyskum, men hann dugdi kortini ikki málið. Men hvat var tað so, sum gjørdi, at ungi bretin bleiv serkønur í føroyskum? – Eg var á víkingafund- inum í 1965. Hetta var fyrstu ferð, eg var í Føroyum. Eg skuldi víðari til íslands, men tað bar ikki til at sleppa við flog- farinum, sum tá bert fleyg einaferð um vikuna millum Føroyar og Ísland. Tí mátti eg búgva eina viku í Før- oyum. Eg búði á Eiði, og royndi tá at læra meg eitt sindur av føroyskum. – So kom eg aftur tvey ár seinni – í 1967 – og búði tá í seks vikur hjá Jens Paula og Maud Heinesen, og vit tosaðu føroyskt alla tíðina. – Seinni havi eg verið fleiri ferðir á Fróðskapar- setrinum, har eg bæði havi undirvíst, lisið og tosað við fólk har, greiðir Michael Barnes frá. Hesin stóri áhugin hjá Barnes fyri føroyskum er bara vaksin við árunum. Hann hevur skrivað hópin av tilfari um føroyska málfrøði, og fyri stuttum leygði hann seinastu hondina á eina tjúkka bók við gomlum greinum, hann hevur skrivað um føroyska málið. Bókin eitur »Faroese Language Studies« og verður givin út í Noreg. Innihaldið í bókini er føroyskt málfrøði úr enda í annan. Vit spyrja Barnes, um hann hevði hættað sær undir at givið bókina út á føroyskum í Føroyum. – Tá má onkur annar um- seta. Tí eg dugi ikki. Tað tekur ov langa tíð. Tað besta er at skriva á sínum egna máli, tí so verður teksturin meira livandi, sigur Barnes smæðin. Men Sosialurin veit gjøgnum telduposta- samskifti, at Barnes skrivar føroyskt líka væl sum vanligir føroyingar. Samskiftir við føroyingar Síðani Barnes í 1965 á Eiði legði botnin fyri sínum kunnleika til føroyskt, hevur hann roynt at hildið málførleika sín við líka við at samskifta við føroyingar. – Eg havi á hvørjum ári skrivað jólakort til familj- una, sum eg búði hjá á Eiði. Eisini havi eg vitjað fólkið á Eiði, hvørja ferð eg havi verið í Føroyum. Men nú havi eg mist sambandið við tey. Eg haldi, at maðurin, Martin Kruse doyði fyri tveimum árum síðani, og konuna, Eskildu Kruse, havi eg eisini mist sambandið við, greiðir Michael Barnes frá. Og Sosialurin hevur seinni funnið út av, at Eskilda Kruse eisini er deyð. Saman við Jens Paula og Maud Heinesen, eru Martin og Eskilda Kruse nevnd í bókini »Faroese Language Studies« hjá Michael Bar- nes. Tað er farið um middag, og svongd er komin á pro- fessaran eins væl og før- oysku blaðmenninar. Barnes letur bók sína um føroyska málið aftur, sum hann eina løtu hevur blaðað í, og vit fara út av skrivstovuni oman trappurnar og inn í stak hugnaligu lærarakantinuna at fáa okkum ein bita. Vit finna okkum eitt hugnaligt glasborð mitt í kantinuni, keypa okkum eyðkendu bretsku langa- breyðini og eina kalda væl smakkandi enska øl afturvið. Barnes greiðir frá, at hann áður hevur samskift nógv við føroyskar málfrøðingar um føroyska málið, men at hann ikki ger so nógv av hesum longur. Hann arbeiðir nú meira í tí stilla fyri seg sjálvan. Men tá Barnes hevur brúk fyri ráðum um føroyska málið, veit hann, hvønn hann skal venda sær til. – Tá eg ivist í onkrum einstakum orði, plagdi eg spyrja meg fyri hjá Eivindi Weihe. Tí hann sigur mær, hvussu fólk siga, meðan aðir málfrøðingar í Føroyum hava lyndi til at siga, hvussu teir kundu hugsað sær, at fólk søgdu. – Sjálvandi er tað eisini gott at verja um málið, men eg haldi ikki, at málfrøð- ingar í Føroyum bert skulu heingja seg í einstak orð. Heldur skulu teir hyggja at heildini og setningssaman- setingini í føroyska málin- um, Men sjálvsagt skal tað vera ein blandingur av báð- um, sigur Barnes álvarsligur. Pionerur í føroyskum Tá Michael Barnes í 1965 fekk áhuga fyri føroyska málinum seinni gjørdist serfrøðingur í skandinav- iskum við serligum atliti til Føroyskt, vóru tað ógvuliga fáir føroyingar, ið vóru ser- kønir í Føroyska málinum. Í 1970 gjørdist Barnes lærari í føroyskum á høgt metta University College of London. Og eisini hevur hann fleiri skifti verið lær- ari á Fróðskaparsetri Før- oya. Seinast, Barnes var í Før- oyum var fyri tíggju árum síðani. Hann hevði tá eitt skeið í fýra vikur á Fróð- skaparsetrinum í føroyskari syntaks – ella føroyskari setningssamanseting. Vit spyrja Barnes, hvussu tað kendist at koma sum breti til Føroya at læra før- oyingar føroyskt. – Tað var tá eingin føroy- ingur, ið hevði førleika at undirvísa í hesum. Men nú er vorðið betri. Tey hava fingið fleiri ungar menn og kvinnur, sum eru farin at granska hetta – sum hava verið uttanlands og saman- borið føroyskt við onnur mál. – Eg legði tá til merkis, at øll í Føroyum vóru upptikin av orðum. Tey søgdu »man skal brúka føroyskt mál« og hugsaðu ikki um nakað annað. Men eg haldi, at tað mest áhugaverda er, hvussu tú setur orð saman til setningar. Tí tað vísir seg, at tað er stórur munur á íslendskum, føroyskum og donskum, greiðir bretski professarin í føroyskum frá. Barnes vísir okkum á eitt dømi við orðinum ikki: – Orðið ikki stendur framman fyri sagnorið í donskum eykasetningum. Sum dømi kann nevnast »om du ikke gør det«. Í íslendskum stendur tað aftan fyri. Og kendir mál- frøðingar hava hildið upp á, at í føroyskum má tað vera antin sum í donskum ella sum í íslendskum. Men at tað ber at siga bæði, vildu teir ikki viðganga. Men eg havi síðani víst á, at tað ber til. Prógv fyri hesum sæst í bókmentunum hjá Heðini Brú. Hann skrivar sum oftast »ikki« í endanum av eykasetningunum, greiðir Barnes frá. Jú, sanniliga. Barnes er serfrøðingur í føroyskum. Og hann tosar føroyskt sum ein annar føroyingur, hóast hann aldri hevur búð í Før- oyum og hóast tað eru tíggju ár síðani, at hann seinast var í Føroyum. Vit eta ein bita afturat, svala okkum við enn einari góðari bretskari bjór og tosa um føroyskt mál og um Føroyar. Barnes gleðir seg at koma til Føroya aftur í summar á víkingastevnu. Tað eru nú 36 ár síðani, at hann var í Føroyum á vík- ingastevnu og lærdi seg før- oyskt. Michael Barnes er serkønur í føroyskum og lærir bretar føroyskt á University College of London – Eg legði tá til merkis, at øll í Føroyum vóru upptikin av orðum. Tey søgdu »man skal brúka føroyskt mál« og hugsaðu ikki um nakað annað. Men eg haldi, at tað mest áhugaverda er, hvussu tú setur orð saman til setningar. Tí tað vísir seg, at tað er stórur munur á íslendskum, føroyskum og donskum, greiðir bretski professarin í føroyskum frá C M Y K 19 18