Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti Tað endaði við at næstan øll, bæði leiðarir og luttakarar lupu í ánna. Seint um kvøldið og út á náttina var tað seinasta legubálið hildið við nógvum góðum undirhaldi og heitum kakao. Vinnarin varð funnin Mánamorgunin var ikki nógv eftir. Tað var ein seinasta lítil kapping og so upprudding. Inntil kl. 14, tá vinnarin av LPK’ini skuldi kunngerast gingu øll bara og hugnaðu sær og bíðaðu spent. Kl. 14 savnaðust øll við bálið. Røða var hildin av høvuðsleiðaranum á leguni, og síðani var komið til tað spennandi úrslitið. Tað gjørdist patrúljan Kjógvin úr Skótaliði Sigmundar Brestisonar, ið vann við einum sera góðum úrsliti. Tað er eingin ivi um, at tað var ein sera góð LPK. Hóast legan var góð, vóru skótarnar ivaleyst glaðir, tá bussurin kom eftir teimum, tí tað er nú ikki so galið at sleppa heim til mammu og fáa góðan mat, eitt heitt bað og eina ordiliga song at sova í eftir eina slíka legu. i og runu