týsdagur 10. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Nr. 129 • týsdagur • 10. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Oyggjaleikir: Bæði í
fótbólti og flogbólti
hefti einki fyri før-
oysku liðunum. Í
renning stóðu Heini
Hátún og Magni
Mouritsen seg væl
sunnudagin, meðan
marginalirnir ikki
vóru við í fleiri
øðrum ítróttar-
greinum
Føroyingar eru knáir í fót-
bólti og flogbólti. Tað varð
enn eina ferð staðfest á
fyrsta degnum á oyggja-
leikunum suðuri á Man.
Eingin mótstøða hefti fyri
kvinnulandsliðnum í flog-
bólti, sum vann 3–0 á Cay-
man Island, og menninir
vunnu 3–1 á Cayman
Island og 3–0 á Orkney-
oyggjunum.
Í
fótbóltinum
gjørdi
kvinnurnar so nógv um seg,
at tað mest av øllum var
átókt avrikinum hjá mans-
landsliðnum í fótbólti, tá
oyggjaleikirnir
vóru
í
Føroyum fyri tólv árum
síðani.
Føroyar vunnu 11–0 á
vertstjóðini, og høvdu tær
tímað framvegis at spílað
seg út í 2. hálvleiki, so var
sigurin vorðin uppaftur
størri. Edward prinsur og
konan vóru á stadion eina
løtu.
Undan
dystinum
heilsaðu tey uppá allar
spælararnar.
Føroysku
kvinnurnar høvdu undan
fráferðini úr Føroyum vant
seg í at níga soleiðis, sum
tað sigst, at tað eigur at
verða gjørt, tá hondin skal
rættast kongaligum, og tað
gekk væl betri hjá føroysku
kvinnunum, enn tað gjørdi,
tá Mr. Bean á sinni heilsaði
upp á drotningina!
Prinsaparið var á stadion
í eitt korter. Tá tey fóru av
vøllinum
var
tað
við
vissuni um, at teirra undir-
sáttar fóru at tapa ímóti
Føroyum, sum longu tá
vóru frammanfyri við trim-
um málum.
Stóri málslúkurin sunnu-
dagin var Rannvá Andrea-
sen. Hon hevur framúr
dygdir sum álopsspælari.
Sum allir hinir liðfelagarnir
hevur hon góðan bóltfør-
leika og gott taktiskt skil,
hon er skjót og sterk, og
hon sparkar sum ein hestur.
Hesa ferð eydnaðist henni
at skora fimm mál. Tað er
næstan føroyskt met í
einum
oyggjaleikadysti.
Metið eigur Bergur Magn-
ussen, sum í 7–1 sigrinum
ímóti Álandi í 1989 skoraði
seks mál.
Vøllurin, sum føroyska
kvinnulandsliðið spældi á
sunnudagin, var einki at
reypa av. Men tær roknaðu
við, at talan fór at vera um
betri vallir í komandi
dystunum. Í gjárkvøldið
skuldi føroyska liðið spæla
ímóti Ynis Mon. Tær vórðu
mettar at vera á umleið
sama støði sum Isle of
Man.
Upprunaliga
var
Cayman Island fjórða liði í
bólkinum, sum Føroyar eru
í, men stutt undan leik-
unum góvu tær avboð.
Í hinum bólkinum vann
Jersey sunnudagin 4–0 á
Isle of Wight, og Áland
vann 9–1 á Guernsey. Hálv-
finalurnar verða spældar
hósdagin.
Í flogbólti hjá monnunum
verður roknað við, at
avgerandi
dysturin
um
fyrsta plássið í bólkinum
verður í morgin, tá Føroyar
skulu spæla ímóti Sarema.
Marginalirnir fleiri
ferðir ímóti
Í liðkappingini í borðtennis
gekst ikki væl sunnudagin.
Í badminton gekk heldur
ikki væl. Føroyingar vunnu
ein dyst og taptu ein. Tey
høvdu
roknað
við,
at
úrslitið fór at verða nóg
mikið at koma víðari í
kappingini við, men so-
leiðis gekst tað kortini ikki.
Í trialton vísti tað seg, at
føroyingarnir, sum luttóku
fyri fyrstu ferð, als ikki
vóru á sama støði sum
bestu tjóðirnar. Í hálvum
maraton fyri lið vóru
bronsumerkini í eygsjón,
men
Hallur
Holm
og
Guttormur Sørensen vóru
akkurát ov stuttir og endaðu
á fjórða plássinum.
Ingibjørg Poulsen megn-
aði ikki at verja bronsu-
merkið í kúluvarpi frá
seinastu leikunum. Besta
kastið hjá henni var umleið
eins gott og tað var ta
ferðina, men kappingar-
neytarnir høvdu ment seg
so mikið, at Ingibjørg
endaði á fjórða plássi
Heini Hátún megnaði at
renna seg í semifinaluna á
tvey
hundrað
metrum.
Semifinalan skuldi vera
tíðliga í gjárkvøldið. Tíðin
hjá Heina í innleiðandi
umfarinum var so mikið
góð, at tað varð mett, at
finaluplássið var í eygsjón.
Magni Mouritsen rann seg
sunnudagin í finaluna á 800
metrum. Hon skuldi eisini
vera í gjárkvøldið.
Fyrsta
kappingardagin
vóru ongar kappingar í
bogaskjóting og svimjing.
Hetta eru ítróttargreinar,
har føroyingar á undan-
farnu leikunum hava vunn-
ið nógv heiðursmerkir.
Okkara menn á Isle of
Man, Álvur Haraldsen og
Jákup Mørk, hava ikki ligið
á løtu síðuni. Tað, sum teir
fingu
burturúr
fyrsta
kappingardegnum, ber til at
lesa á síðunum 18–25, og
harafturat er frásøgn frá 10.
umfarinum í landskapp-
ingini í 1. deild í fótbólti,
har GÍ vann fyri 10. ferð.
Superveteranar í B71 fóru
við øllum stigunum av
Mølini á Eiði, har pallurin
var so náttúruvakur, sum
tað neyvan sæst nakra aðra
staðni í heiminum, har tað
verður kappast í fremstu
røð í FIFA høpi.
jh
Føroyski bólturin
blásti alt undan sær
Ellivu ferðir fagnaðu føroysku fótbóltskvinnurnar hvørjari aðrari á Isle of Man, og rómurin var eins stórur hvørja ferð
Í mikudagsblaðnum
verður stór frásøgn frá
kappróðrinum á
Sundalagsstevnuni
13
12
Nr. 129 - 10. juli 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Semjan, sum ætlanin
var at gera ímillum
Føroya Arbeiðara-
felag og Havnar
Arbeiðsmannafelag
um viðurskiftini hjá
arbeiðsmonnunum í
Kollafirði, er dottin á
gólv fyribils
FAKFELAGSSTRÍð
Áki Bertholdsen
Royndirnar at finna semju
ímillum Havnar Arbeiðs-
mannafelag og Føroya Ar-
beiðarafelag um viðurskift-
ini hjá arbeiðsmonnunum í
Kollafirði, hava verið fyri
bakkastið.
Og nú er óvist, nær, ella
um nøkur semja verður
yvirhøvur.
Stríð hevur tikiðs eg upp
um limirnir í Kollafjarðar
Arbeiðarafelag, tí eftir at
Kollafjørður kom upp í
Havnina, eru fleiri arbeið-
arafeløg í somu kommunu
við hvør sínum sáttmála og
tað varð mett at kunna elva
til ruðulleika, ikki mist tí at
Kollafjaðrar Arbeiðarafelag
er uppi í Føroya Arbeiðara-
felag, men feløgini í Havn-
ini eru uttanfyri.
Síðani hevur verið telvað
aftur og fram um viður-
skiftini hjá kollfirðingum.
Nakað síðani varð semja
gjørd ímillum Føroya Ar-
beiðarafelag og Kollafjarð-
ar Arbeiðarafelag øðru-
megin og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag hinumegin um
arbeiðskvinnurnar
í
Kolalfirði.
Og í farnu viku tóktist
tað eisini sum um at ein
semja um mannfólkið var
undir landi.
Tað, sum setti ferð á sem-
ingsroyndirnar, var, at ein
maður úr Havnar Arbeiðs-
mannafelag, sum arbeiddi í
Hundsarabotni, var fluttur í
annað arbeiði, tí hann var
ikki limur í Kollafjarðar
Arbeiðarafelag.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag hótti við tiltøkum, um
viðurskiftini ikki komu í
rættlag og tað setti ferð á
arbeiðið at finna eina
semju.
Hendan semjan segði, at
arbeiðsmenn í Kollafirði
skuldu hava frítt at arbeiða í
Tórshavn, uttan at vera
noyddir at melda seg inn í
Havnar
Arbeiðsmanna-
felag. Afturfyri skuldu lim-
ir í Havnar Arbeiðsmanna-
felag hava frítt at arbeiða í
økinum hjá Kollafjarðar
Arbeiðarafelag, uttan at
melda seg inn í tað.
Tað skiltist sum um
semjan var klár at skriva
undir.
Men enn er ongin semja
fingin um viðurskiftini.
Ingeborg Vinther, for-
maður í Føroya Arbeiðara-
felag, ásannar, at okkurt er
komið upp ímillum, sum
hevur forðað fyri, at semja
kann gerast.
Men hon vil ikki út-
greina, hvat tað er, sum
hevur stungið seg upp.
Karl Johansen. formaður
í Havnar Arbeiðsmanna-
felag, sigur í stuttari við-
merking, at semjan er dott-
in á gólv, tí at Føroya Ar-
beiðarafelag krevur, at hon
skal vera galdandi fyri allar
limir í Føroya Arbeiðara-
felag, so at teir hava frítt at
fara inni á -kin um hjá
Havnar Arbeiðsmannafelag
Heri Hjelm í Vági og
norsku samstarvs-
felagir hansara, ætla
at byggja alingina í
Suðuroynni út
VINNULÍV
Áki Bertholdsen
Gongur sum ætlað verða
skjótt eisini aliringar at
síggja í Hvalbiarfirði.
Felagið hjá Heri Hjelm í
Vági og Pan Fish Í Noregi,
hava í langa tíð havt ætlanir
um at byggja alivivinnuna í
Suðuroynni út.
Og í tí sambandinum
hava teir eisini ætlað at fara
undir aling á Hvalbiarfirði.
Men nær hetta verður, er
ilt at siga.
Sjálvur
heldur
Heri
Hjelm, at tað longu hevur
tikið ríkiligt av tíð at fáa øll
loyvini til vega.
–Tað eru nú trý ár síðani
at vit søktu um aliloyvi í
Hvalba, men enn hava vit
ikki fingið loyvini til vega,
sigur hann.
Samstundis hava teir søkt
um loyvi til at byggja
smoltsøðina í Lopra út.
Hann sigur, at bæði
Hvalbiarð
og
Sumbiar
kommuna hava viðmælt
umsóknini, men at tað er
hjá landsmyndugleikunum,
at viðgerðin strandar.
Sum tað skilst, er tað
spurningurin um rættindini
til tað reina vatnið, sum
rennur úr Sumbiarberghol-
inum, sum forðar fyri eini
avgerð.
Enn er tað ikki greitt,
hvør eigur vatnið, sum
rennur úr bergholinum.
Málið er nú á veg í rættin, tí
hagin hevur stevnt Lands-
stýrinum. Løgtingið hevur
samtykt, at tað er landið,
sum eigur vatnið. Men
hetta heldur hagin er ólóg-
lig ognartøka. Hagin held-
ur, at tað er hann, sum eigur
vatnið og tí kann Løgtingið
ikki uttan víðari lóggeva
tað inn undir landið.
Tað skilt á landsstýrin-
um, at tað hevur ikki viljað
tikið nakra avgerð um vatn-
ið, fyrrenn málið er avgreitt
í rættinum.
Annars eru fleiri um-
sóknir um at fáa loyvi til at
gagnnýta vatnið til ymisk
endamál.
Heri Hjelm ásannar, at
tað er stórur áhugi fyri hes-
um vatninum.
– Men tað skerst ikki
burtur, at vit verða útihýstir
frá smoltaling á vøtnunum.
Tí halda vit, at vit hava
framíhjá rætt at fáa annað
vatn ístaðin fyri tað, sum
verður tikið frá okkum.
Ein góður fjørður
Heri Hjelm sigur, at Hvalb-
iarfjørður er ein góður
fjørður at ala á.
Men hann er opin, so
hann vigur eisini, at tað
kann fara at standa nógv á,
tá ið illveður er.
Heri Hjelm hevur eisini
aling uttaliga í øðrum firð-
um og tað gongur væl.
– Royndirnar vísa, at
ringarnir taka ikki so nógv-
an sjógv á seg. Kunsturin er
at hava teir nógv stórar, so
at fiskurin hevur gott pláss.
Verður fiskurin ikki trok-
aður saman, eru ikki stór-
vegis trupulleikar at ala,
hóast tað ikki endilgia er so
kyrt.
Ætla at ala laks
í Hvalba
Laksavirkið, sum
letur upp í Vági um
tríggjar vikur, er so
framkomið, at tað
hevur vakt ans uttan-
fyri landoddarnar
UMHVØRVISVERND
Áki Bertholdsen
Tá ið laksavirkið, sum letur
upp í virkisbygninginum
hjá gamla Polarfrost í Vági,
letur upp um tríggjar vikur,
verður tað samstundis eitt
virki, sum hevur vakt ans
uttanfyri landoddarnar.
Seliga er tað skipanin,
sum virkið brúkar fyri at
sleppa undan dálkingini,
sum hevur hugtikið bæði
fólk í vinnuni, og gransk-
arar.
Talan er um virkið, sum
felagið hjá Hera Hjelm í
Vági og norska felagnum,
Pan Fish, letur upp í Vági
um tríggjar vikur. Talan er
um eina íløgu uppá 60-70
milliónir krónur og ikki 50-
60 milliónir, sum vit søgdu
í leygardagsblaðnum. Eini
100 fólk fara at arbeiða á
virkinum.
– Suðuroyggin er bilvin
eitt stórt aliøkið og roynd-
irnar higartil vísa, at dálk-
ingin er lítil og ongin frá
alingini, sigur Heri Hjelm.
Hann heldur eisini, at
treytað av, at tamarhaldið á
dálkingini verður varðveitt,
er tað ein fyrimunur, at
Suðuroyggin
liggur
so
langt frá aðrari aling í Før-
oyum, tí so er tað sjálvsagt
ikki so lætt at fáa smittandi
sjúkur, sum tað hevði verið,
um alingin lá tættari uppat
aðrari aling í Føroyum.
Og hann sigur, at nú nýtt
laksavirkið skal gerast í
Vági, er tað ætlanin at gera
tað, sum gerast kann fyri at
sleppa undan dálking.
Heri Hjelm sigur, at tað
fer ikki ein dropi at fara á
sjógv í Vágsfirði frá virkin-
um, hvørki framleiðsluvatn
ella annað frárensluvatn, td.
blóðvatn.
Hann sigur, at ætlanin er
at gagnnýta innvølir og
slógv við at vinna lýsi
burturúr tí. Tey turrevni,
sum so verða eftir, verða
fryst og seld sum djórafóð-
ur.
Framleiðsluvatnið t.d.
blóðvatn, verður veitt í
skiftitangar, har bakteriu-
drepandi evni verða sett til.
Tá ið bakteriurnar eru
dripnar,
verður
vatnið
pumpa í Vesturhavið við
kloakskipanini hjá komm-
ununi. Har er brimpláss og
streymasjógvur og tað ligg-
ur langt frá allari aðrari al-
ing í Føroyum.
– Við at pumpa vatnið út
á opið hav, er sera lítið
sannlíki fyri at tær bakter-
iur, sum skuldi verið eftir,
fara at vera nakar sum heldt
vandi fyri alingina, sigur
Heri Hjelm.
–Hetta verður at kalla
sama skipan, sum vit høvdu
á Vatnsnesi, tí tað er einasta
smoltstøð, har onki rennur
út í nakað aliøki.
Hann sigur, at hendan
loysnin at avmarka dálking-
ina hevur vakt ans uttan-
lands.
– Eini ráðstevnu, sum
varð her í summar, sóu út-
lendskir granskarar tekn-
ingar av ætlanini og teir
hildu hetta verða eina so
góða skipan, at teir fóru at
kalla hetta fyri »Vágsloysn-
ina«.
Ongin semja
um kollfirðingar
Tað fer ikki ein
dropi á Vágsfjørð
Hvalbiarfjørður er opin, men kortini vælegnaður til aling, heldur Heri Hjelm. Fyri trimum
árum síðani søkti hann um aliloyvi á Hvalbiarfjørði, men enn hevur hann ikki fingið svar
Ingeborg Vinther sigur, at
okkurt hevur stungið seg upp,
sum hevur forðað fyri eini
semju
Laksavirkið, sum nú verður gjørt í gamla Polarfrost í Vági, er ógvuliga framkomið og tað fer
ikki ein dropi, hvørki av blóðvatnið ella framleiðsluvatni á Vágsfjørð
C
M
Y
K
12