Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 129 - 10. juli 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Gøtumenn vóru leingi ikki sannfør- andi, men at enda eydnaðist teimum at taka luftina úr KÍ, sum síðsta korterið fór fullkomuliga í upploysn Tað er ikki av ongum, at GÍ heldur summarfrí við full- um stigatali. Tað varð aftur undirstrikað í Serpigerði í framúr góða summarveðr- inum fríggjakvøldið. Heimaliðið hevði trupul- leikar at seta seg á mót- støðumenninar. GÍ var á ongan hátt niðurspælt fyrsta tíman, men teir megnaðu heldur ikki at skapa sær yvirvágina, sum so ofta fyrr á árinum hevur verið sjónsk. Klaksvíkingar tóktust ikki vera komnir til Gøtu fyri at vera statistar, og tað vóru teir heldur ikki í meiri enn ein stóran tíma. Eftir- ansingarnar vóru tættar og avgjørdar, og tað tóktist skilagott av Tomislav Sivic, at hann hesa ferð royndi Allan Joensen í fremstu røð. Frammanundan hevði KÍ í fýra dystum bara megnað at skora tvey mál ímóti FS Vágum, og tí ráddi um at fáa tyngd í framrætt- aða partin, og tað eydnaðist við liðformanninum, sum sjálvur megnar so sera nógv við bóltinum. Longu í 12. minutti fingu klaksvíkingar møguleikan at seta hol á. Hjalgrím Elt- tør, sum hesa ferð var fram- rættaður miðvallari í høgru, legði høga sending í brots- teigin, har ein av tryggu miðverjunum fór skeivur av bóltinum og brúkti armin. Dómarin segði brotsspark, og Alexander Djordjevic (tað sást væl, at hann ikki hevur fingið vant nakað serligt í fleiri vikur) trillaði eitt so mikið ússaligt skot úr ellviu metrum, at tryggi Hallur Hansen í GÍ mál- inum ikki hevði trupul- leikar at tveita seg til høgru fyri seg sjálvan og taka bóltin niðri við stólpa- rótina. KÍ hevur fingið fýra brotsspørk í landskapping- ini í ár, og hetta var triðja ferðin, at teir misnýttu. Betri grundspæl Í málum, í mann ímóti manni og í málmøguleikum var leingi ikki stórur munur á liðunum. Gøtumenn ar- beiddu ikki so nógv fyri hvørjum øðrum, sum teir plaga at gera, og miðvall- ararnir vóru ov seinir fram at stuðla sera væl upplagda og nógv arbeiðandi Helga L. Petersen og Óla Hansen. Men hóast KÍ stríddist væl, og hóast annars trygga GÍ miðverjan onkra ferðina varð kroyst, so kendist tað sum um, at GÍ liðið var betri skipað. Tað var leingi lítið eksplosivt, men tað kendist sum um tað vóru størri møguleikar í heima- liðnum, har Henning Jarn- skor enn eina ferð var sera sannrførandi á vongverj- anum, og har Zdzislaw Janik var skilagóður í vinstru, sjálvt um hann ikki tóktist arbeiða so nógv sum onkrir aðrir. GÍ fekk hol á, tá seinna umfarið var trettan minuttir gamalt. Eftir horna og fleiri ferðir aftur og fram og út frá var KÍ verjuparturin óskipaður, tá innleggið kom úr høgru, og Helgi L. Petersen var púra leysur mitt fyri, tá hann heilflukt- aði. Tað restaði eitt korter, tá KÍ javnaði. Símun Joensen kroysti dygst uttanvert brotsteigin eitt fríspark burtur heimaliðnum. Og eftir eina so snilda frí- sparksdetalju, sum sjáldan sæst – hvørki á vølli í Før- oyum ella í sjónvarpinum – var Allan Joensen púrar blankur, tá hann í málteig- inum beindi bóltinum í kassan. Skrædlið So tóktist spenningur vera komin í aftur, men tað gekk bara ein evarska lítil løta, so hevði GÍ lagt seg fram- um aftur. Tað er einki at liggja omaná, og tølini siga tað eisini, at eftir seinna leiðslumálið til GÍ var bara eitt lið á vøllinum. Klaks- víkingar vóru luftleysir statistar, meðan teir á heimaliðnum rættuliga fingu flogið. Nú var einki óført hjá teimum, teir spældu KÍ sundur og sam- an, og í fleiri av støðunum, tá teir síðstu minuttirnar skoraðu, vóru fleiri spæl- arar leysir í brotsteiginum. Talan var rætt og slætt um sanna eyðmýking. Zdzislaw Janik legði við framúr skoti úr 22 metrum GÍ framum 2–1. Bólturin fór sum ein pílur upp í málhornið. Tað var í 77. minutti, og tveir minuttir seinni var 3–1, tá Magni Jarnskor setti innaru síðu á flatt innlegg úr høgru. Í 89. minutti megnaði Meinhard Joensen, ið sjálvandi er merktur av, at málini hava skolað ígjøgnum hjá hon- um, bara at hálvbjarga fløtum frísparki frá Magna Jarnskor. Óli Hansen spældi við hælinum, og toppskjúttin, Helgi L. Petersen, var púra blankur mitt fyri málinum, tá hann skoraði. Óli Hansen setti síðsta naglan í, og eyðmýkingin var fullkomin á allan hátt. Sum so ofta í 2. hálvleiki, so myndaðu gøtumenn álopið í høgru, og tríggir gulir og bláir vóru leysir í brotsteiginum, tá Óli varð spældur púra blankur. Millum nógvu klaksvík- ingarnar kring vøllin hoyrdust fleiri ætla sær til kappróður á Sundalags- stevnuni, og aðrir søgdu seg ivast í, um teir fóru á ólavsøku. Men nú fingu teir at síggja, hvussu tað fór at ganga, tá Kurt var komin! Óneyðugt er at siga, at lagið hinumegin vøllin var í toppi – akkurát sum GÍ er tað á støðutalvuni og so var lag á manni at fara í brúd- leyp hjá skadda liðfor- manninum, Sámali Joen- sen. GÍ: Hallur Hansen – Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen – Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Magni Jarnskor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor – Helgi L. Pet- ersen, Óli Hansen KÍ: Meinhard Joensen – Atli Danielsen, Símun Waag Høgnesen, Jan Andreasen – Hjalgrím Elt- tør, Jan Joensen, Ove Ny- sted, Fríðin Ziskason, Sím- un Joensen – Alexander Djordjevic, Allan Joensen KÍ helt í 75 minuttir áðrenn tað skrædnaði Claus Bech Jørgensen fer komandi tvey árini at spæla fyri enska 1. deildar- felagið Bradford FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Fótbóltsspælarin Claus Bech Jørgensen, sum hevur føroyska mammu, hevur gjørt tvey ára sáttmála við enska 1. deildarfelagið Bradford. Felagið spældi farna kappingarár í bestu ensku deildini, Premier League, men flutti niður í næstbestu deildina. Claus Bech Jørgensen hevur farnu tvey árini spælt fyri 2. deildarfelagið Bour- nemouth, og har hevur tað gingið honum so væl, at hann fleiri ferðir hevur verið upp á tal hjá feløgum, sum spæla í hægru ensku deildunum. Í summarsteðginum sendi umboðsmaður hans- ara skriv til fleiri feløg, har hann greiddi frá, at sátt- málin hjá Claus við Bournemouth gekk út í summar. Hetta fekk fleiri feløg at ressast, og eitt teirra var Bradford. - Av teimum feløgunum, sum hava víst mær áhuga seinastu tíðina, er Bradford avgjørt mest áhugaverda felagið, og eg eri fegin um at hava gjørt sáttmála við felagið, sigur Claus Bech Jørgensen við donsku internettænastuna, bold.dk. Nýggj avbjóðing Claus tók sjálvur stigið frá donskum fótbólti til enskan fótbólt fyri tveimum árum síðani. Hann førdi seg fram í Onglandi, og Bournemouth bjóðaði spælaranum, sum tá spældi fyri AC Horsens, til royndarvenjingar. Hetta gekk so mikið væl, at Bournemouth bjóðaði Claus ein eitt ára sáttmála. Hesin sáttmálin varð longd- ur við einum ári í fjør. Bournemouth hevur sein- astu vikurnar roynt at fingið Claus at halda fram í felagnum, men hann hevur havt hug at royna seg í einum størri felag. Hendan møguleikan hevur hann fingið í Brad- ford, sum skal royna at vinna sær plássið aftur í Premier League. Claus gjørt sáttmála við Bradford GÍ er nakað heilt fyri seg C M Y K 14 Nr. 129 - 10. juli 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 Landsliðsspælararnir hjá B68 settu HB upp á pláss Avrikið hjá HB boðaði frá, at teir ikki komu á botn, áðrenn landskappingin fór í summarfrí Sólin sá ikki, men summar- veðrið var heilt fínt á Svangaskarði sunnudagin. Um nógvu HB viðhalds- fólkini, sum nýttu høvið til sunnudagsútferð í Eyst- uroynna, ikki kendu seg styrkt og stimbrað av veðr- inum, soleiðis sum tað er í Føroyum ímillum søkurnar, so er tað ikki so nógv at siga til tað. Í myndatalu hekk eitt myrkt skýggj omanyvir teimum, tá teir komu til Toftir, og tá teir fóru avstað aftur mundi tað næstan kennast sum, at toran ætlaði sær at sláa niður. Tað man vera langt síð- ani, at HB hevur staðið fyri so ússaligum avriki á Toft- um, sum tí teir sýndu í 2. hálvleiki sunnudagin. Hug- burðurin var so jánkasligur, at tað tóktist sum um alt liðið sum tað var í steðg- inum hevði avrátt sinniliga at fara í summarfrí. Eftiransingarnar vóru vánaligar, og ferð eftir ferð fingu toftamenn loyvi at draga nógvar metrar við bóltinum. Tá HB hevði bóltin, fluttu spælararnir seg lítið fyri bólthaldar- anum, persónligu mistøkini vóru serliga mong, og um tað onkra ferðina eydnaðist at koma ígjøgnum í høgra borði, so vóru innleggini sera óneyv. Einar tvær ferðir tóktist tað sum um spenningur kanska skuldi spyrjast burturúr í B68 brotsteiginum, men í 2. hálvleiki hevði HB ongan rættuligan málmøguleika. Sammett við tíðliga á árinum var tað mest merki- svert, at Rúni Nolsøe var so lítið sentralur, og at dy- namisku renningarnar hjá Rógva Jacobsen vóru full- komuliga burtur. Hóast lítið sannførandi avrikið hjá mótstøðumonn- unum, so gekk tað long tíð, áðrenn B68 fekk mál, og dysturin harvið var av- gjørdur. Ion Geolgau royndi við trimum útskift- ingum at fáa sítt lið at taka uppgávuna í størri álvara, men heldur ikki Rói Árting, Bárður Mortansson og Pætur Dam Jacobsen meg- naðu at hótta B68. Lyklaspælarar B68 hevur ofta víst meiri sannførandi spæl, enn teir gjørdu hesa ferð. Men hjá teimum flestu teirra var hugburðurin væl betri, enn hann var hjá mótstøðu- monnunum. At sigurin var so tepur mundi komast av, at einir tveir spælarar longu undan dystarbyrjan tóktust vera fullkomuliga farnir í summarfrí. Mest eyðsýndu B68 menninir vóru teir tríggir landsliðsmenninir. Mið- verjan var stinn, og serliga Hans Fróði Hansen, sum hesa ferð var aftastur, var sannførandi. Ikki minst í 2. hálvleiki, tá HB sendi nógvar langar og høgar bóltar fram ímóti brotsteig- inum, stóð Hans Fróði sera sterkur í myndini. Hann vann allar luftbóltarnar, og hann var avgjørdur í tak- lingunum. Á miðvøllinum reikaði Øssur Hansen nógv, hann var illa ansaður, hann hevði ofta bóltin, og hann slapp sær oftast skilagott av við hann. Fróði Benjaminsen var mest avgerandi spæl- arin. Hann vann nógvar luftbóltar, hann megnaði at temja og spæla skilagott víðari, og hann hevði ongar trupulleikar at sneiða bæði tveir og tríggjar spælarar av, tá hann bjóðaði av ein ímóti einum. John Heri Dam kom ofta framvið í vinstra borði, meðan tað var meiri tamt í hinum borðinum, har Ar- nold Joensen tóktist hava fingið boð um at liggja aftarlaga á vøllinum, með- an Marlon Jorge skuldi royna at taka sær av fram- rættaða partinum. Mál og møguleikar B68 legði sera bragdliga fyri. Teir vóru ágangandi fyrstu løtuna, teir høvdu fleiri møguleikar, og teir komu á odda, tá bara fimm minuttir vóru farnir. Fróði Benjaminsen setti ferð á, og væl uttanfyri brotsteigin smekkaði hann til. HB verjan og málverjin tóktust ikki rokna við hesum, og bólturin streyk í málið. Sum fyrra umfarið leið, javnaðist spælið. HB hevði sína bestu løtu, og teir javnaðu miðskeiðis í um- farinum. Allan Mørkøre, sum hesa ferð mannaði álopið saman við Jón Róa Jacobsen, gjørdist púra leysur næstan á baklinjuni í høgru, og úr stuttari fjar- støðu smekkaði hann fram- við nærra stólpanum og í málið. Sigursmálið skoraði Fróði Benjaminsen í 58. minutti. Í besta B68 álop- inum í øllum dystinum ferðaðist bólturin frá aft- arlaga í høgra borði, fram og tvørturum til Øssur Hansen, sum úr vinstru fekk loyvi at draga langt, áðrenn hann slepti til Fróða Benjaminsen, sum aftur fekk loyvi at draga langt, áðrenn hann – staddur mitt fyri og fimtan metrar úr málinum – smekkaði til. Bólturin tók í ein havn- armann, áðrenn hann fór um strikuna, og harvið var B68 á odda. Síðsta hálva tíman sá tað í løtum út til, at B68 hevði hug at leggja seg aftur á vøllin fyri at verja leiðsl- una. Men HB hevði sera lítla tyngd í álopspartinum, og sum tíðin leið høvdu toftamenn fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Einar tríggjar ferðir komu teir til baklinjuna og spældu út frá, men teir fingu ikki fleiri mál. At tað ikki eydnaðist, leggja teir nú neyvan so nógv í. Teir vunnu og fingu samband við HB. Havnar- liðið tóktist vera í djúpum leikligum aldudali, og tað mundi koma væl við hjá bæði spælarum og venjara, at ein stuttur summar- steðgur nú er tað fyrsta á skránni. B68: Magnus E. Poulsen – Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira – Arnold Joensen, Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam – Súni Fríði Johanne- sen, Marcello Marcellino HB: Bárður Johannesen – Vagnur Mohr Mortensen, Jóhannis Joensen, Eyðfinn Fjalsbak, Janus M. Joensen – Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Bjarni Jørgensen, Rógvi Jacobsen – Allan Mørkøre, Jón Rói Jacobsen KÍ skal spæla móti liðum úr Finlandi, Italia og Eysturríki í fyrstu europeisku kappingini fyri meistaralið, sum UEFA skipar fyri FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Fríggjadagin var lutakast til fyrstu meistarakappingina fyri kvinnulið, sum UEFA skipar fyri. Føroysku meist- ararnir KÍ vóru við í luta- kastinum, og lutakastið lag- aði tað soleiðis, at tær skulu til Finlands at spæla. Kappingin verður skipað við innleiðandi bólkaspøl- um, og KÍ skal spæla ímóti HJK Helsinki úr Finlandi, Torres FS úr Italia og USC Landhaus úr Eysturríki. Kappingin verður hildin í Helsinki í september mán- aði. KÍ-kvinnurnar sleppa tí í øllum førum at spæla tríggjar europeiskar dystir, og um tað gongst teimum væl kunnu tær halda fram í kappingini. Vinnarin av bólkaspælinum kemur víð- ari. Fyrstu ferð Hetta er fyrstu ferð, at europeiska fótbóltssam- gongan, UEFA, skipar fyri meistarakappig fyri kvinnulið. Tann stóra Champions League fyri menn er tiltikin, men nú tekur UEFA fyrstu stigini saman við kvinnunum. Øll limalondini hjá UEFA eru boðin við til kappingina, og samlagt fara 33 europeisk meistarafeløg at luttaka. KÍ-kvinnurnar vunnu í farna kappingarári bæði meistaraskapin og steypa- kappingina, og tær fingu tí tilboðið um at tekna til kappingina. Endin var, at KÍ tók av tilboðnum, og kvinnurnar hava seinastu vikurnar skipa fyri ymsum tiltøkum fyri at fíggja ein part av luttøkuni. Tað eru als ikki somu pengarnir í hesi kapping, sum tað er í kappingunum hjá monnunum, og tí kostar tað fitt av peningi at lut- taka. Fáa royndir á Man Hetta er fyrstu ferð at før- oyskt kvinnulið í fótbólti er við í UEFA-kapping, men nakrir av KÍ-spælarunum vinna sær í hesum døgum altjóða royndir á Isle of Man, har kvinnulandsliðið í fótbólti er við. Sunnudagin vunnu tær stórsigur á vertunum av Man, og 9 av teimum 11 málunum gjørdu áleyp- ararnir hjá KÍ, Rannvá Andreasen og Malena Josephsen. Umframt tær báðar spældu tríggjar aðrar KÍ-kvinnur við í dystinum. Í heimligu kappingini hevur KÍ staðið seg sera væl. Tær skulu spæla steypafinalu ímóti HB á ólavsøku, og í landskapp- ingini hava tær vunnið so at siga hvørja ferð. Stóra avbjóðingin skal liðum verður tó ivaleyst í september, tá europeisku dystirnir verða á skránni. KÍ-kvinnurnar skulu til Finlands Fróði Benjaminsen spældi ein góðan dyst sunnudagin 15