týsdagur 10. juli 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 10. juli 2001
17
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Á Mølini megnaðu
heimamenninir ikki í
2. hálvleiki at vera
spælstýrandi, tá
gestirnir góvu teim-
um størsta partin av
vøllinum at spæla á
B71 spælararnir vóru ovur-
fegnir, tá Lassin Isaksen
bríkslaði fyri seinastu ferð
á Eiði leygarkvøldið. Teir
høvdu vunnið stevnudystin
og harvið steypið, sum Idé
húsið hevði latið. Kortini
var tað nógv týdningar-
miklari enn steypið, at B71
menninir kundu fara um
Skopunarfjørð við øllum
stigunum. Viðførið hevði
við sær, at sandoyingar
komu undan aftasta pláss-
inum, og tann veruleikin
ber møguleikar við sær til,
at teir framvegis kunnu
sleppa
av
næstniðasta
plássinum.
Tað ber væl til at siga, at
sandoyingar leygarkvøldið
fóru aftur í fýrsini. Í hend-
inga torførari skaða og leik-
banna støðu vóru teir
noyddir at grava fleiri
veteranar framaftur. Eli
Hentze og Kári Reynheim
kunnu vit siga eru vanligir
veteranar. Ib Mohr Olsen
og Páll á Reynatúgvu
kunnu vit kalla super-
veteranar. Tað sást væl, at
teir hava ikki vant nakað
serligt, men allir hesir fýra
hava royndirnar, sum eru so
sera týdningarmiklar, og
teir brúktu tær til fulnar.
Áðrenn vit fara víðari við
sjálvum dystinum, so mugu
vit skunda okkum at leggja
afturat, at tað munnu vera
fá pláss í allari verðini, har
landskappingardystir í fót-
bólti á hægsta stigi eru á
skránni, at umhvørvið er so
hugtakandi, sum tað var í
dýrdarveðrinum á Mølini
leygarkvøldið.
Vatnið,
Mølin, Flógvin, silvitnið,
Kollurin, bakkin, høgu
fjøllini fyri sunnan og
áskoðararnir, ið tóktust sita
sum fuglar á rókunum var
ein sjón, sum neyvan sæst
nógva staðni, har teir
stríðast í UEFA og FIFA
høpi.
Dreymurin veruleiki
Tað sigur seg sjálvt, at tá
talan er um sovorðið høkju-
lið, sum tað teir í B71 vóru
noyddir at koma til Eiðis
við, so er útgangsstøðan
ikki at bjóða av í kapp-
renning um stigini.
B71 vildi hava EB/
Streym at bjóða av, og so
vildu teir bíða eftir møgu-
leikunum at fara í snarálop.
Hesar fyritreytirnar styrkn-
aðu nógv, tá B71 í fyrsta
gjøgnumspælda álopinum
fekk hol á. Eftir uppspæl í
høgru legði Kári Reynheim
innfyri, Kári Sørensen var
fyrstur á innlegginum, og
bólturin endaði í kassanum
aftanfyri Gunnar á Steig.
EB/Streymur
svaraði
beinanvegin aftur, og tað
var vorðið sum mál. Eftir
fínt innlegg úr høgru tamdi
Sorin Anghel, sum í 1.
hálvleiki var eyðsýndur,
men sum fánaði alt meiri
eftir steðgin, sera hegnis-
liga, áðrenn hann beindi
bóltinum í málið.
Sandoyingar løgdu seg
framum aftur. Enn eina ferð
gekk uppspælið fyri seg í
høgru, og enn eina ferð átti
Kári Reynheim innleggið.
Julian Floresco, sum var so
mikið pjøssaður saman, at
hann kundi spæla í ein
góðan tíma, rann í bóltin og
drønstútaði í málið, og so
var B71 aftur omaná.
Tað stóra korterið, sum
var eftir av 1. hálvleiki, var
tað stak undirhaldandi.
Ferðin var høg, Jón Sigurd
Gleðisheygg, Sorin Anghel
og Andrzej Pacek (fínt
langskot) høvdu møguleik-
ar at javna, og í hinum
endanum hevði B71 í
snarálopum tveir risastórar
møguleikar at økja um
leiðsluna.
Eli
Hentze
stútaði eftir frísparksinn-
legg í stólpan, og so var tað
um reppið, at tað eydnaðist
at lobba upp um málverjan,
men bólturin endaði í
føvninginum á Gunnari á
Steig.
Hugflogið burtur
Í 2. hálvleiki myndaðist tað
akkurát, sum tað kundi
roknast við. Sandoyarliðið
tók nógv fólk aftur á egna
hálvu. Kári Reynheim var
einsamallur frammi. Hann
fekk fatur á fleiri bóltum og
dugdi at fáa innkøst og
fríspørk burturúr.
Í hinum endanum sást
væl, at heimamenninir triv-
ust ikki serliga væl í leik-
lutinum at mynda spælið
heldur enn at bíða eftir
snarálops
møguleikum.
Teir á EB/Streyma liðnum
gloymdu at toga spælið
langt út í borðini og at
royna við longum skiftum
og yvirlappum, soleiðis at
gomlu menninir hjá teim-
um gulu og bláu høvdu
verið noyddir at renna og
harvið møðast. Í staðin var
ferðslan á miðásinum stór,
og tað var matur fyri Páll á
Reynatúgvu,
Ib
Mohr
Olsen, Bernhard Petersen
og Bergleif Sólsker, sum
bakkaðu hvønn annan upp
og hildu heimamenninar frá
fatinum.
Stóra trýstið hevði fleiri
spentar støður við sær. Eftir
horna úr høgru stútaði
Pacek aftanfyri handara
stólpan og tvørtur um aftur,
har Jón Sigurd Gleðisheygg
var púra leysur, tá hann ein
metur frá mállinjuni stútaði
skeivu megin tvørtræið.
Høgu
bóltarnar,
sum
EB/Streymur
legði
í
brotsteigin, tók Nowisci í
B71 málinum sær fyri tað
mesta av. Heimaliðið skifti
fólk, men tað segði tað
sama.Fyri aðru ferð í ár
tapti EB/Streymur ímóti
B71, sum fekk í bjarging-
arlínuna. Og so skal leggj-
ast afturat, at í gleðisrús-
inum hóttu B71 menninir
við, at teir ongantíð aftur
skulu brúka Páll á Reyna-
túgvu og Ib Mohr Olsen í
bestu deildini. So er tað
komið upp á prent!
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Ólavur Poulsen, Al-
fred Jacobsen, Christian
Carlsson – Halltórur Joen-
sen,
Knút
Vesturtún,
Andrzej Pacek, Andreas
Dahl, Eyðfinn Joesen –
Sorin Anghel, Jón Sigurd
Gleðisheygg
B71: Valdemar Nowisci –
Bergleif Sólsker, Ib Mohr
Olsen, Bernhard Petersen –
Kári Sørensen, Símun Han-
sen, Eli Hentze, Páll á
Reynatúgvu, Hans Jørgen
Djurhuus – Kári Reynheim,
Julian Floresco
Sandoyingar fóru
aftur í fýrsini
Eftir at H71 fyrst
hevði fingið fatur á
tveimum av størstu
skjúttunum í
Føroyum, hava teir
nú verið í Íslandi eftir
einum væl kendum
spælskipara
Tað hevur eitt skifti ligið á
ljóði, og fyrrapartin fríggja-
dagin var tað endaliga
greitt. H71 hevur gjørt
avtalu við íslendingin Finn
Hansson
um
samstarv
komandi ár. Finnur kemur
til Føroya í august, og so fer
hann at venja saman við
hinum hoyvíkingunum.
Sverri Jacobsen er venj-
ari, og eingin ivi er um, at
teir í H71 miðja høgt. Tað
verður roknað við, at
nýggja høllin í Hoyvík
verður klár at taka í nýtslu
undan ársskiftinum. Tað vil
siga, at tað verður møgu-
leiki hjá hoyvíkingum at
spæla heimadystirnar í
endaspælinum á sonnum
heimavølli, har felagið í
Hoyvík ivaleyst fer at
kenna seg uppaftur meiri
heima, enn teir hava gjørt í
hinum hallunum.
Tað ber ikki til at siga
annað, enn at hoyvíkingar
hava brynjað seg so mikið
væl út, at teir nú í summar
mugu metast at fara at
teljast millum mest spenn-
andi liðini í hondbóltinum í
vetur. Í Finni Hansson hava
teir fingið ein sera góðan
spælskipara. Tað er sera
týdningarmikið, tá felagið
hevur tveir av bestu skjútt-
unum í landinum. Her
verður hugsað um Hallger
Dahl Olsen og um Bjarna
Wardum,
sum
fyrr
í
summar gjørdi av, at hann
komandi ár skal skifta
barndómsfelagið Kyndil út
við H71.
Finnur Hansson er ikki
ókendur í Hoyvík. Hann
spældi við H71 í 1997.
Árið eftir fór hann til
Neistan, og var ein av høv-
uðsstuðlunum, tá Neista-
menn spældu seg til FM
heitið.
Síðani Finnur Hansson
fór aftur til Íslands, hevur
hann spælt við FH á
Hafnafirði. Nú kemur hann
aftur til Hoyvíkar, og
spenningurin í Hoyvík er
stórur,
hvussu
nýggja
hondbóltsárið fer at hilnast
hjá H71.
Finnur Hansson aftur í Hoyvík
EB/Streymur megnaði ikki at
koppa B71
17
16
Nr. 129 - 10. juli 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Meistaraliðið fekk
vánaligastu upp-
taktina til Europa
Cup, sum tað ber til
at ímynda sær
Tað er ikki ókent, at eitt lið,
sum hevur stóra altjóða
avbjóðing fyri framman,
heilkiksar. Tað hevur fleiri
ferðir verið at sæð uttan-
lands, og í Føroyum er hetta
meiri enn so komið fyri.
Men tað var fullkomuliga
skelkandi, at vágbingar
sunnudagin skuldu tapa í
Miðvági. Hóast talan hevur
verið um framgongd, so
hava ongar ábendingar tær
síðstu vikurnar verið um, at
vágaliðið skuldi ogna sær
stig undan summarsteðg-
inum.
VB var á odda 2–0, tá
tíggju minuttir vóru eftir,
og tað var púra óhugsandi,
at roynda meistaraliðið
skuldi kiksa so, sum teir
kortini gjørdu.
Vágbingar høvdu allar
møguleikar fullkomuliga at
taka allan spenningin burt-
ur. Í 1. hálvleiki komu teir á
odda 1–0, tá Jón Pauli
Olsen við skoti úr vinstru
rakti í beinið á verjuspæl-
ara, so bólturin snýtti
Arturas Ramoska, sum
annars var ein góður aftasti
skansi hjá FSV. Og so var
tað, at VB í 1. hálvleiki
hevði tríggjar risa møgu-
leikar at skora bæði tvey og
trý mál afturat, men Robert
Cieslewicz
og
Palli
Augustinussen sendu úr
fullkomuliga
leysum
støðum, tá eisini Ramoska
var úti av spælinum, í
tvørtræið.
Vágbingar iðraðu seg um
søplaðu
møguleikarnar,
men tá teir í sera tama 2.
hálvleiki øktu til 2–0, var
ikki neyðugt at harmast so
almikið. Miðvingurin í VB,
Birgir Jørgensen, sum hev-
ur skorað so at siga hvørja
ferð, síðani hann aftur
gjørdist fastur maður hjá
vágbingum, var meistari
fyri seinna málinum, eftir
at hann var vorðin púra
leysur í brotsteiginum.
Gylta løtan
Vágbingar
vóru
sera
ágangandi fyrsta korterið.
Tá var tað, at teir áttu at
havt avgjørt. So gjørdist tað
meiri javnt, og bæði Birgir
Joensen og Kim Poulsen
høvdu møguleikar, sum
heimaliðið
kundi
havt
skorað uppá. Birgir lobbaði
upp um Bjarna Johansen og
við síðuna av málinum, og
Kim Puolsen sendi skeivu
megin stólpan.
Tá havt verður í huga,
hvussu tað nógvu tær sein-
astu ferðirnar hevur roynst
hjá FS Vágum í seinna
umfarinum og serliga í
síðstu løtuni, so hevði tað
ivaleyst verið rætt av VB í
2. hálvleiki at sett FSV
undir trýst og harvið kroyst
teir at gera mistøk. Men tað
gjørdi VB ikki. Í staðin lótu
teir tað ganga fyri seg,
soleiðis sum heimaliðið
vildi, og síðstu tíggju mi-
nuttirnar vóru meistararnir
sektaðir. Ikki bara eina
ferð, men bæði tvær og
tríggjar ferðir. Harvið vóru
øll stigini eftir í Vágum, og
VB tykist fyribils at hava
mist alla vón um tvey tey
ovastu plássini.
Sonni
Johansen
og
Tór–Ingar Akselsen vóru
meistarar
fyri
fyrsta
málinum. VB verjan tóktist
illa
skipað,
tá
tríggir
spælarar eltu Sonna, sum
snaraði út frá, áðrenn hann
spældi Tór–Ingar, sum var
púra blankur dygst úr
málinum. Hannus Olsen
javnaði úr ellivu metrum.
Aftur var Tór–Ingar høv-
uðsleikari, tá verjan tók
beinini undan honum.
Og í evstu løtu fekk
heimaliðið
sigursmálið,
meðan vágbingarnir vóru
púra
skelkaðir.
Aftasti
maður hjá FSV, Jákup
Joensen, sum ikki hevur
spælt so nógv, sendi ein
langan bólt fram á VB
hálvuna. Tór–Ingar var
hægstur og snittaði við
høvdinum víðari. Aftur
sviku eftiransingarnar, so-
leiðis at bæði Kim Poulsen
og Sonni Johansen vórðu
púra leysir, tá hesin seinni
nevndi skoraði sigursmálið.
Vágbingur í FSV
Omanfyri nevndu vit, at ein
vágamaður, Birgir Jørg-
ensen, var í VB álopinum,
og at hann skoraði annað
málið.
Merkisvert var tað, at ein
vágbingur í 2. hálvleiki
varð settur inn á liðið hjá
FSV. Talan var um Per
Joensen, sum hevur spælt
nógv á næstbesta liðnum
hjá VB. Hann hevur síðstu
tíðina verið nógv í Vágum,
har hann hevur nýtt høvið
at venja við FSV, og sunnu-
dagin varð hann fyri fyrstu
ferð settur á vøllin. Støðan
var 1–0 til barndómsfelagið
hjá Peri, tá hann kom inn,
men nýggja felagið hjá
honum vann 3–2.
FS Vágar: Arturas Ra-
moska – Ruslan Screlea,
Jákup Joensen, Poul Kjart-
an
Thomsen
–
Kim
Poulsen, Tór–Ingar Aksel-
sen, Hannus Olsen, Jón
Nielsen, Jack Johansen –
Birgir Joensen, Sonni Jo-
hansen
VB: Bjarni Johansen –
Marner Richard, Eyðun
Jacobsen, Magni Jacobsen
– Palli Augustinussen, Ma-
rek Wierzbicki, Jón Gærd-
bo, Tórður Holm, Jón Pauli
Olsen – Robert Cieslewicz,
Birgir Jørgensen
Vágamenn komu
úr ongum og tóku alt
B36 gjørdi leygar-
dagin sína skyldu, tá
teir á heimavølli fingu
trý stig móti NSÍ.
Men tað var um
reppið, at NSÍ fekk
stig við sær aftur til
Runavíkar. Tá avtorn-
aði var munurin bert
eitt mál, sum kom
beinanvegin í
dystinum
STEFAN Í SKORINI
Fótbóltur
Tað var eitt krav til B36 at
vinna dystin, tá teir leyg-
ardagin tóku ímóti NSÍ á
heimavølli. Oddaliðið GÍ
hevði nevniliga vunnið
kvøldið fyri, og tískil var
ein sigur neyðugur, um B36
ikki skuldi missa GÍ úr
eygsjón.
Góð byrjan hjá B36
B36 fekk eina sera góða
byrjan, tí tá bert tveir
minuttir vóru farnir, lá
bólturin í NSÍ málinum.
John Petersen fekk bóltin í
høgru síðu, og við einum
sera neyvum innleggi fann
hann Heðin á Lakjuni, sum
eitt sindur úti frá skallaði
bóltin niður í handara mál-
horn, uttan nakran møgu-
leika hjá Jens Martini
Knudsen at bjarga. Eitt sera
vakurt mál.
Tríggjar minuttir seinni
hevði B36 ein gyltan
møguleika at økja um
leiðsluna og sostatt veru-
liga seta seg á dystin.
Magni á Lakjuni gjørdist
leysur eftir langt útspark frá
Tróndi Vatnhamar í B36
málinum, men við einum
lobbara fór bólturin uppum
Jens Martin og á tvørtræið,
og
sostatt
var
støðan
óbroytt 1-0 til B36.
Tað luktaði av stórsigri til
B36, men sum hálvleikurin
leið mentist NSÍ liðið, og
fleiri ferðir var vandi á ferð
frammanfyri B36 málinum,
tó uttan at nakað spurdist
burturúr. Fleiri vandamikil
innlegg, tvey fríspørk beint
uttan fyri brotsteigin og
annars spæl frammanfyri
B36 málinum var tó ikki
nóg mikið hjá NSÍ at javna.
Málleysur annar
hálvleikur
Tá annar hálvleikur var
farin í gongd sást beinan-
vegin, at NSÍ liðið legði seg
fram og vildi hava mál.
Fleiri vandamikil innlegg
vóru og nakrar skotroyndir,
men eins og í fyrra
hálvleiki vóru NSÍ leik-
ararnir ov óvandamiklir
frammanfyri B36 málinum.
B36 hevði eisini sínar
royndir, men samanumtikið
tóktist NSÍ liðið at vera
meiri ágangandi enn B36.
Havnarmenninir
vóru
óhepnir við skaðum bæði
áðrenn og í dystinum, tí
umframt
at
Klæmint
Matras,
Jens
Kristian
Hansen og Pól Thorsteins-
son sótu uttanfyri, noyddust
bæði Fróði Clementsen og
Bjarni Prior at fara út við
skaða, og vóru teir avloystir
av ávikavist Herbert í Lon
Jacobsen og Eyðun Høj-
gaard.
B36 kundi avgjørt
Móti endanum av dystinum
dovnaði NSÍ liðið eitt
sindur aftur, og B36 hevði
harafturímóti møguleikan
at sláa sigurin fastan. 18 ára
gamli Heini í Skorini kom
inn fyri Magna á Lakjuni
og fekk sín fyrsta dyst á 1.
deild, tá tíggju minuttir
vóru eftir. Sami Heini í
Skorini
kundi
avgjørt
dystin til fyrimuns fyri
havnarliðið, tá hann eftir at
vera farin framvið Djóna N.
Joensen gjørdist leysur við
Jens Martin Knudsen úr
spískum, men Jens Martin
bjargaði við beininum.
Einki mál kom afturat í
dystinum, og gjørdi havn-
arliðið tí sína skyldu, men
ikki meir enn tað. 1-0 til
B36 var endaliga úrslitið,
og sostatt hótta teir enn
suverena oddaliðið í Gøtu.
GÍ ella B36
NSÍ kundi eins væl fingið
javnleik, men hóast nógv
spæl og vandamikil álop
spurdist ov fáir málmøgu-
leikar burturúr, og við
tapinum nærkast NSÍ botn-
inum í 1. deild, hóast teir
við spælinum í Gundadali
leygardagin avgjørt vístu
sínar dygdir.
Við sigrinum varðveitti
B36 spenningin í oddinum í
føroysku 1. deild, og 5 stig
skilja framvegis GÍ og B36,
meðan hini oddaliðini eftir
úrslitini í vikuskiftinum
ikki tykjast hava møgu-
leikan
at
vinna
FM.
Væntandi verður seinna
hálva í 1. deild eitt “Two
horse race” millum GÍ og
B36.
B36 gjørdi sína skyldu – men ikki meir
Tá dysturin var av, hevði VB
ikki nógv at fegnast um
C
M
Y
K
16