Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 10. juli 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 19 18 Nr. 129 - 10. juli 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Føroyska kvinnu- landsliðið í fótbólti gav uppvísing í Ramsey, tá hol varð sett á fótbóltskapp- ingina FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Tað var við stórum spenn- ingi, at sæð varð fram til byrjunardystin á Oyggja- leikum í fótbólti. Vertirnir úr Isle of Man hava bert spælt organiseraðan kvinnufótbólt í eini tvey ár, og millum mótstøðulondini mundu Føroyar helst teljast millum teirra við flestu royndunum. Hetta forðaði tó ikki heimafólkunum at møta fjølment til dystin. Venjarin hjá Isle of Man hevði undan dystinum sagt, at hann avgjørt roknaði við einum góðum úrsliti, men at Føroyar allarhelst vóru favorittar kortini. Eingin mótstøða Føroysku kvinnurnar høvdu tí kanska roknað við einum torførum dysti, og í øllum førum vóru tær sera uppsettar frá fyrsta dómarabríksli. Eitt stórt trýst varð lagt oman móti mótstøðumálinum, og alt fyri eitt spurdust eisini nakrir málmøguleikar bur- turúr. Tað skuldi eisini vísa seg, at føroyska mótstøðan var alt í verðini ov sterk hjá vertunum. Fyrsta skotið móti føroyska málinum høvdu tær í 12. minutti, men longu tá hevði bólturin verið tvær ferðir í egnum máli, og sum dysturin leið, komu níggju mál afturat. Tað er tí helst eingin orsøk at staðfesta annað enn, at føroysku kvinnurnar vóru so klárt besta liðið í dystinum. Serstakliga í fyrra hálvleiki koyrdu tær runt við mótstøðukvinn- unum, men tað var kortini stuttligt at síggja, hvussu væl tær megnaðu at halda spæliætlanini hesi trý korterini, hóast mótstøðan var so lítil. Slíkir dystir enda aloftast við, at allir leikararnir vilja sleppa á máltalvuna, men hetta hendi tó ongantíð í dyst- inum. Liðið Landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, hevði valt at stilla upp í eini 4-4-2 við sweep- ara, og yvir høvur kann ikki sigast, at uppstillingin var serliga óvæntað á nakran hátt. Kanska vildi onkur havt Halltóru Joensen úr VB í byrjunaruppstilling- ina, men ivaleyst fer hon at fáa hendan møguleika í onkrum av komandi dyst- unum. Í stuttum kann sigast um liðið, at eingin av teimum ellivu dumpaðu, og hóast fleiri ikki høvdu so nógv at gera, so tóku tær alla tíðina uppgávuna í stórum álvara. Annika Hansen tók sær av tí sindrinum, sum kom oman móti føroyska málin- um. Ragna Andreasen ruddaði væl upp í verjuni, hóast hon onkun tíð tóktist heldur ótrygg í avspæl- inum. Framman fyri Ragnu var Maria Vang sera trygg á stopparanum, meðan Silja á Borg og serliga Bára Skaale stóu seg væl í borðunum. Sentrali miðvøllurin og hjartað á liðnum vóru Eyð- vør úr Dímun og Helga Ellingsgaard, og kanska meira enn hinar høvdu tær æruna av, at dysturin gekk, sum hann gekk. Eyðvør við síni styrki í bæði høv- uðsspælinum og taklingum kom óteljandi ferðir ímill- um, tá hinar royndu at koma ígjøgnum, og Helga prógvaði uttan stórvegis himpr, at hon helst er besti leikarin í landinum. Stýrdi alla tíðina liðfeløgunum, flutti seg skilagott og var alla tíðina spælbar. Bert spell at hon einki mál fekk, hóast hon hevði fleiri góðar langskotsroyndir. Í borðunum á miðvøll- inum vóru Eyðfríð Kristi- ansen og Sólvá Joensen, og vóru tær eisini við í uppspælinum til fleiri av málunum, tá tær settu ferð á. Frammi vóru so tær báðar KÍ-kvinnurnar. Ragna Andreasen og Ma- lena Josephsen. Við skjót- leika sínum skaptu tær ferð eftir ferð ruðuleika í mót- støðuverjuni, umframt at serstakliga Rannvá man hava givið komandi mál- verjunum høvuðpínu, tá hon sýndi stóru skotstyrki sína. Hvør framtíð liggur í hesum liði, er kanska ilt at siga. Er hetta støðið á Oyggjaleikunum, tænir tað ikki stórvegis endamáli at taka lut á hesum, men áðrenn øll rópini aftur koma um altjóða luttøku, mugu vit fyrst vita, hvussu støðið er á hinum mót- støðulondunum. Fyrsta ábendingin um hetta var mánakvøldið, eftir at blaðið varð prentað, tá føroysku kvinnurnar skuldu royna seg móti Ynos Mon. Isle of Man-Føroyar 0- 11 (0-8) 0-1: Rannvá Andreasen 5. 0-2: Malena Josephsen 9. 0-3: Malena Josephsen 18. 0-4: Eyðvør úr Dímun 30. 0-5: Rannvá Andreasen 32. 0-6: Rannvá Andreasen 39. 0-7: Eyðfríð Kristiansen 41. 0-8: Rannvá Andreasen 45. 0-9: Sólvá Joensen 53. 0-10: Rannvá Andreasen 56. 0-11: Malena Josephsen 70. Føroyar: Annika Hansen – Bára Skaale, Maria Vang, Ragna Andreasen, Silja á Borg (Rannvá Augustinus- sen)– Sólva Joensen, Eyðvør úr Dímun, Helga Ellingsgaard, Eyðfríð Kristiansen (Vivian Bjartalíð 69.) – Malena Josephsen, Rannvá Andreasen (Halltóra Joensen 65.) Isle of Man-Føroyar 0-11 (0-8): Vertirnir í knúsi Rannvá Andreasen á veg fram við tveimum gentum frá Isle of Man. Rannvá skeyt ikki færri enn fimm av føroysku málunum í stórsigrinum á vertunum Undan dystinum heilsaði Prins Edvard upp á leikararnar C M Y K 18 Føroyski liðskip- arin vísti enska prinsinum liðið, sum hon leiddi á vøllin til fyrsta dystin hjá kvinn- unum í fótbólti FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Tað var sum á Wembley, tá føroysku fótbólts- kvinnurnar settu hol á Oyggjaleikirnar. Konga- lig vitjan var komin til dystin, og føroyski lið- skiparin, Helga Ellings- gaard, hevði tí til uppgávu at siga prins- inum frá, hvørjir lið- felagir hennara vóru. Lærdu at neiða Sjálv tóktist Helga at halda, at hetta var ein heldur stuttlig hending. - Vit hava sjálvar vitað hetta rættilga leingi. Vit fingu í Føroyum at vita, akkurát hvussu vit skuldu gera, tá prinsurin kom, og millum annað skuldu vit læra at neiða á rættan hátt, tá hann heilsaði. Spurd, um prinsurin segði nakað við Helgu, tað løtuna tey stóðu lið um lið, segði hon, at tað gjørdi hann sum so ikki. - Hann segði faktist ikki eitt orð. Bara ynskti okkum góðan dyst, tá hann var liðugur, men um hann sjálvur helt tað, veit eg ikki. Eg haldi hann rýmdi aftan á trý tey fyrstu málini, sigur hon smílandi. Lítil mótstøða Um sjálvan dystin helt Helga annars – sum vera man – at talan hevði verið um ógvuliga lítla mótstøðu. - Eg hevði so vóna, at talan gjørdist um ein torførari dyst. Er hetta støðið, so veit eg ikki. - Onkur av hinum londunum eru tó helst sterkari, so vit fáa í øllum førum at síggja, hvussu leikur fer, sigur Helga Ellingsgaard at enda. Sum á Wembley Málini 0-1: Rannvá Andreasen 5. Helga Ellingsgaard brýtir ígjøgnum vinstrumegin. Av baklinjuni sendir hon innfyri, og tætt inni undir málinum stýrir Rannvá bóltinum inn. 0-2: Malena Josephsen 9. Ragna Andreasen fær tamarhald á verjustøðu, og lyftir upp um verjuna hjá mótstøðuni til fríu tvíburðasystrina. Einsamøll við málverjanum rullar Rannvá upp á tvørs, og so kann Malena skumpa bóltin inn. 0-3: Malena Josephsen 18. Í vinstru tekur Rannvá skjótt innkast til Helgu. Hon dregur einaferð, og leggur so bóltin til Malenu, sum smekkar til í málið. 0-4: Eyðvør úr Dímun 30. Eyðvør fangar ein leysan bólt uttan fyri brotsteigin, og eftir at hava jonglerað einar tvær ferðir, smekkar hon til, so bólturin í einum vøkrum boga finnu meskarnar. 0-5: Rannvá Andreasen 32. Føroyar spæla seg væl ígjøgnum vinstrumegin, og eftir at Eyðfríð hevur spælt inn, spæla Rannvá Malena bandaspæl, sum endar við at Rannvá púra leys kann smekka til. 0-6: Rannvá Andreasen 39. Bára Skaale leggur inn fyri úr høgru. Rannvá er fyrst á, og hálvfluktar í málið. 0-7: Eyðfríð Kristiansen 41. Helga hevur góðan møguleika at skjóta uttan fyri brotsteigin, men velur heldur at lyfta inn til Eyðfríð, sum sera snildisliga rullar fram við fullkomuliga snýtta málverjanum. 0-8: Rannvá Andreasen 45. Verjuleikari taklar bóltin frá Eyðvør, men hesin støkkur beint til eina leysa Rannvá, sum úr 16 metrum smekkar til uttan nakran møguleika hjá málverjanum. 0-9: Sólvá Joensen 53. Rannvá brýtur ígjøgnum høgrumegin, og komin at baklinjuni spælir hon út frá til Sólvu, sum stýrir í kassan. 0-10: Rannvá Andreasen 56. Bólturin verður lyftur inn um verjuna, har Rannvá smekkar til. Málverjin hálvbjargar, men bólturin støkkur aftur á Rannvá, sum sostatt skorar sítt fimta mál. 0-11: Malena Josephsen 70. Helga tekur fríspark høgrumegin. bólturin ferðast tværtur um verjuna, har Halltóra við eini fyrstu ferðs sending finnur Rannvá, sum smekkar til, og so var føroyska málveitslan liðug á hesum sinni. Helga segði eftir dystin, at allar á liðnum høvdu lært at neiða á rættan hátt Føroysku marathon- rennararnir endaðu ávíkavist nummar sjey og 13 í hálvum marathon, og hetta var akkurát ov lítið til heiðursmerkið til liðið RENNING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Longru renniteinarnir eru eitt av økjunum, har Før- oyar ofta hava staðið seg væl á Oyggjaleikunum, og tí vóru vónirnar ikki heilt ongar, tá Hallur Holm og Guttorm Sørensen sunnu- dagin fóru at taka lut í hálvum marathon. Kanska kundi vónirnar verið betri, tí báðir høvdu teir drigist við skaða í fyrieikingunum, soleiðis at teir mistu at kalla allan mei mánaði í venjingarhøpi. Tung byrjan Tá rennast skuldi, sá heldur einki serligt út at byrja við.Føroysku rennararnir lógu aftarliga, men so við og við kom tó gongd á. Serliga gekst væl hjá Halli Holm, og eftir renningina fingu vit orðið á hann, og spurdu, hvat tað var, sum broyttist. - Eg kendi meg ræðuliga tungan í byrjanini, og sjálvur helt eg, at hetta var út um mark, men eg mátti so bara royna at renna fyri liðnum. - So byrjaði bara at ganga betri og betri, og frá at eg lá sum nummar 14 millum rennarnar gekk bara framá. Eg kom spakuliga longur og longur fram í feltinum, og eg var heldur ikki langt frá at koma longu upp enn sjeyna plássið, sum eg at enda vann mær. Ringur teinur Undan renningini hevði Hallur annars tosað um, at hetta so avgjørt ikki var ein teinur, sum hóskaði serliga væl til sín, og tað helt hann so heldur ikki aftan á renningina. - Har vóru ógvusligar brekkur, sum vóru sera tungar at koma ígjøgnum, og summar av teimum vóru bart út sagt drepandi. Alt í alt gekk tó væl, men eg eri ikki heilt nøgdur við, at vit ikki vunnu heiðursmerki. - Vit hildu okkum hava tamarhald á støðuni, og eingin hevði varnast teir av Saaremaa, sum ikki vóru í eins búnum, men tað er so einki at gera við. Tá tú verður nummar sjey og trettan, kanst tú heldur ikki rokna við at vinna heiðurs- merki, sigur Hallur Holm at enda. Tvey pláss frá silvurinum Hóast úrslitið var á eini leið, so tóktist Hallur Holm ikki heilt nøgdur um avrikið