Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 10. juli 2001 21 gult21 cyan21 magenta21 svart21 Eins og Olympisku leikirnir hava sína ævigu flammu, so hava Oyggjaleikirnir vatn frá øllum londunum OYGGJALEIKIR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen - Isle of Man At talan er um vatn, sum øll londini hava við til leikirnar, er kanska ikki so løgið. Við undantakið av Gibraltar, so hava londini ella oyggjarnar allar tað til felags, at vera umgyrdar av vatni. Fyri líka sum at minna á felagsandan millum lut- takararnar, høvdu allar tjóðirnar tískil eitt ílat við vatni við sær. Øll hesi íløtini vórðu undir setanini tømd í eitt stórt kar. Her verður vatnið so liggjandi órørt, og seinasta hendingin á leikunum verður fríggja- dagin komandi, tá vatn úr karinum verður latið í eitt ílat, sum síðani verður ført til Guernsey, har oyggja- leikirnir skulu verða í 2003. Fyri føroyska liðið var tað Triatleturin, Helga Mikkelsen, sum oysti vatnið í karið, sum komandi dagarnar verður eitt gosbað, prýtt við motivið gjørt av einari lokalir listakvinnu. Motivið á gosbaðnum sæst á myndini, og er tað ein samanflættan av fløgg- unum hjá luttakandi oyggj- unum á Oyggjaleikunum. Vatnið er felags Kongalig vitjan var eisini til setanina. Prins Albert av Onglandi hyggur her at, meðan hann verður heiðraður við horntónleiki Helgi Winther Olsen gekk á odda fyri føroyska liðnum, tá hesi trinu inn á leikvøllin, har leikirnir vórðu settir Enn eitt dømi um, hvussu vakur fýrverki undir setanini var Undirhald var eisini á skránni, har klovnar, heksir og onnur gingu framman fyri áskoðarunum Føroysku áskoðararnir vóru sjálvandi eisini hjástaddir, og hóast lotið var kalt, rýmdu tey ikki av staðnum 21 20 Nr. 129 - 10. juli 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 C M Y K 20 Hóast talan var um eina heldur drúgva setan av Oyggja- leikunum á Isle of Man, so gjørdi fýrverkarískjótanin helst sítt til, at luttak- ararnir gloymdu alt um kaldliga mjørkatámið, sum rak eftir leikvøllinum OYGGJALEIKIR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Fyrireikararnir av Oyggja- leikunum høvdu stáplað eitt tiltak av teimum heilt stóru á beinini, tá leikirnir vórðu settir á National Sports Centre í Douglas. Tíverri gekk alt tó ikki akkurát soleiðis, sum ætl- að. Mjørkatámið, sum var á oynni leygardagin, gjørdi, at framsýningin við flog- førunum, ið ætlandi skuldi vera undir setaninini, mátti avlýsast. Flogførini fóru tí aftur til Belgia, haðani tey vóru komin, og mongu gestirnir á leikvøllinum noyddust sostatt at vera hesa upplivingina fyriuttan. Burtur sæð frá hesum, so gekk alt tó eftir ætlanini. Har vóru klovnar, dansandi gentur, kongalig vitjan hornorkestur, fólkatón- leikur og mangt annað á skránni. Ikki minst var tað vakurt at síggja, tá eini 150 børn úr teimum trimum fim- leikafeløgunum á oynni høvdu framsýning á vøllin- um. Drotningin lat heilsa Hæddarpunktið undir set- anini var sjálvandi, tá allir luttakararnir komu mar- sjerandi á leikvøllin. Eitt fyri og annað eftir komu stóru liðini av ítróttafólkum gangandi inn, og við met- stóra talinum av luttakarum hjá Føroyum, smæddust okkara sjálvandi ikki burtur. Við vertunum frá undan- farnu leikunum, Gotlandi, á odda komu liðini inn, meðan frásøgumaðurin á leikvøllinum greiddi á- skoðarunum frá ymsu lut- takarunum. Hvar oyggirnir lógu, hvussu nógv fólk búleikaðust har og so framvegis. Undan hesum var stórur fagnaður, tá kongaligi gest- urin á leikunum, Edvard Prinsur, varð eskorteraður inn á leikvøllin. Prinsurin segði nú ikki so nógv, men tað skerst ikki burtur, at tað setti ein serliga hátíðardám á setanina, at talan var um somikið fína vitjan. Minni fínt gjørdist tað ikki av, at móður Edvard, Elisabeth Drotning av Onglandi, eisini hevði sent eina skrivliga heilsan til leikirnar. Í heilsanini seðgi hon, at hon fegnaðist um hendan møguleikan, sum oyggjasamfeløg og smá- tjóðir høvdu at kappast á jøvnum føti. At hetta var við til at styrkja samstarvið og samanhaldið millum ymsu fólkasløgini. Ikki minst fegnaðist hon vegna íbúgvarnar á Isle of Man um, at leikirnir í ár vóru komnir heim aftur á oynna, har alt byrjaði, og við hesum vórðu níggjuni Oyggjaleikirnir settir. Finalan Eftir at leikirnir soleiðis formliga vórðu lýstir, vórðu teir síðani signaðir av biskuppinum á oynni, og best, sum øll hildu, at nú var alt liðugt, varð lagt upp til ta stóru finaluna. Vallarvarparin segði, at hetta ivaleyst var nakað, sum øll fóru at gerast im- poneraðið av, og tað kann á ongan hátt sigast, at hann gjørdi ov nógv av í hesum. Talan var nevnliga um eina uppvísing í fýrverki, sum neyvan hevur sæð sín líka á oynni, og í øllum førum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum. Heldur ikki, tá farið varð inn í ár 2000, og flestu kommun- urnar í Føroyum høvdu gjørt nógv, til tess at markera hetta so týðiliga sum gjørligt. Byrjað varð við buldur og brak – harður tónleikur gjørdi sítt til at dramati- serað upplivingina, og spakuliga minkaði alt. Tónleikurin gjørdist at kalla meira klassiskur í nakrar minuttir. Fýrverkið var nú heldur ikki eins stórlætið, og eingi kanón- sløg sendi skjálvtar ígjøg- num áskoðararnar. Soleiðis gekk á eina góða løtu, og tá alt var stilt, og áskoðararnir byrjaðu at klappa fyri eini stórslignari framsýning, fór aftur at bresta. Himmalin, har tað annars var at kalla fríggingar- myrkt, litaðist reyður og grønur meðan eitt ótal av rakettum áhaldandi goystu sínar innistongdu kreftir úr sær. Fýrverkssólir gjørdu ítróttarmiðdepilin til eitt lýsandi eldhav, og hóast roykurin av øllum var nógvur, so var sjónligt, at hetta bergtók fjøldina. Nógvir minuttir gingu aftur við ljódligum og sjónligum brestum, og tá alt var liðugt, máttu øll bara geva vallarvarparanum rætt. Talan hevði so sanniliga verið um eina finalu av teimum heilt stóru. Krútið varð ikki spart Fyri at markera setanina av Oyggjaleikunum var risastórt fýrverk skotið, eftir at leikirnir vórðu settir og signaðir