týsdagur 10. juli 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 10. juli 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Menninir hava nú
annað beinið í
hálvfinaluni, men
talan gjørdist um ein
sera harðan dyst,
áðrenn sigurin á
Cayman varð
tryggjaður
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Føroyska manslandsliðið
hevði eina harða skrá fyrsta
kappingardagin á Oyggja-
leikunum. Eftir at hava
spælt móti Orkney fyrra-
partin, beyð kvøldið upp á
dyst móti Cayman Islands.
Ein dystur, sum helst skuldi
vinnast, um Føroyar skuldu
hava møguleika at vinna
seg fram til hálvfinalurnar.
Talan gjørdist eisini um
ein sigur, men menninir
máttu
stríðast
leingi,
áðrenn hetta gjørdist veru-
leiki, tí teir av Cayman-
oyggjunum gjørdu óvæntað
harða mótstøðu.
Fyrsta settið var annars
lítið, sum bendi á, at talan
skuldi gerast um nakran
torføran dyst. Gaman í
byrjaðu hinir væl, men eftir
at okkara vunnu fleiri
bóltar á rað, kom hetta
settið ongan tíð í vanda.
Í seinna fóru hinir tó at
gera mótstøðu. Ikki bert á
vøllinum, tí við betraða
spælinum batnaði lagið á
áskoðaraplássunum eisini.
Treystu føroysku áskoð-
ararnir, sum hetta kvøldið
vóru heilt nógvir í tali,
gjørdu sjálvandi sítt, men
hóast fáment, so megnaðu
tey av Cayman so avgjørt at
breiða sínar calypso-rútmur
út um høllina.
Føroyska spælið koyrdi
nú heldur einki serligt hetta
settið. Ofta var líkt til, at
okkara
høvdu
alstórar
trupulleikar av rástyrkini
hjá mótstøðuni, tá hesir
hevði seg langt upp av
gólvinum
og
dundur-
smashaðu bóltarnar yvir á
føroysku
hálvuna,
og
aloftast í gólvið.
Føroyingar vóru tó leingi
væl við, men settið bar alt
meira brá av einum tapi, og
so gjørdist eisini.
Reistust aftur
Tað sum serliga tóktist vera
trupulleikin hjá okkara
monnum, var, at so at siga
einki trýst varð lagt á
mótstøðuliðið. Blokkurin
vann snøgt sagt einki, og í
álopspartinum var sjáldan
lagt nakað serligt fyri, og tí
var lag á manni hjá dimmu
mótstøðumonnunum
at
spæla seg fram til góðar
støður.
Hetta vendi spakuliga í
triðja settinum. Í løtum
kom veruligt glið á spælið
hjá okkara, og tá teir av
Cayman ikki vóru eins væl
fyri tekniskt, gekk væl at
seta trýst á, tá hetta
veruliga varð roynt.
Hetta hendi tó alt ov
sjáldan. Einamest kom tað
fyri, tá Rúni Weihe slapp
upp í part í spælinum
framman fyri netið, meðan
fleiri av berandi kreftunum
als ikki sýndu ta spæl, sum
teir vanliga kunnu gera í
hesum partinum. Var tað
ikki fyri júst Rúna, so
kundi væl verið, at nógv
verri hevði staðiði til hjá
okkum, tí í fleiri avgerandi
løtum var tað júst hann,
sum við smashum sínum
syrgdi fyri, at føroyska
liðið yvirhøvur var við í
dystinum.
Sjúkan helt fram
Ein kundi kanska hildið, at
sigurin í triðja settinum
gjørdi sítt til, at verulig
gongd aftur fekst á, men so
var tó ikki. Sjúkan í
føroyska spælinum tóktist
at halda fram, og tað var
heilt skjótt, at Føroyar aftur
vóru aftanfyri.
Hetta fekk tó ein bráðan
enda, tá mest sum alt
føroyska liðið raknaði við í
senn. Brádliga dugdu eisini
aðrir enn Rúni at smasja,
hevingar
komu
upp
í
hæddina, har tær eiga at
vera, og blokkurin fór
knappliga at vinna fleiri av
bóltunum framman fyri
netið.
Framvegis gekk javnt á,
men trýstið frá føroyingum
viðførdi nú fleiri mistøk hjá
mótstøðumonnunum, og tá
teir so eisini framdu tvey av
tí heldur óneyðuga slag-
num, var leyst og liðugt hjá
okkara.
Sigurin var tryggjaður
uttan stórvegis hóvasták, og
við hesum tykist nú vist, at
Føroyar í øllum førum fara
at røkka einum øðrum
plássi í bólkinum. Um talan
verður um meira, veldst
helst um dystin móti Saare-
maa, sum verður leiktur
mikudagin.
Føroyar-Cayman Islands 3-1 (25-16, 18-25, 25-21, 25-20):
Sannur gysari hjá
monnunum
Í longum løtum av dystunum tóktist føroyska spælið sera afturhaldandi, og ikki minst var tað blokkurin, sum ikki fekst at rigga
Mest royndi leikar-
in á føroyska mans-
landsliðnum er
vísur í, at Føroyar
nú eru í hálvfinal-
uni, men dysturin
móti Saaremaa skal
tó helst vinnast
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
- Hetta var ein frálíkur
dagur, helt ein av mest
royndu spælarunum á
føroyska flogbóltslands-
liðnum,
Suni
Juul
Pedersen, tá vit eftir
sigurin á Cayman fingu
orð á hann.
Við
hesum
sipaði
hann sjálvandi til teir
báðar sigrarnar, sum
føroyska liðið hevði
vunnið sunndagin, og
sum
at
kalla
hava
tryggjað liðnum pláss í
hálvfinaluni.
Torførur dystur
Serstakliga var hann
fegin um sigurin á
Cayman. Ein sera tor-
førur dystur, men tó ikki
torførari, enn Suni hevði
roknað við.
- Vit sóu teir spæla á
Gotlandi, sum var fyrsta
luttøkan hjá teimum, og
tað var greitt, at teir
høvdu nakað at byggja
uppá. Teir høvdu tveir
sera góðar smasharar,
meðan hinir ikki vóru
eins góðir, og spurning-
urin var so, um teir
høvdu fingið fleiri av
hasum slagnum. Tað
høvdu teir tó ikki, men
teir vóru kortini nakað
sterkari nú, enn teir vóru
á Gotlandi.
Í longum løtum av
dystinum tóktist før-
oyska spælið ikki nóg
agressivt, og Suni var
sum so eisini samdur í
hesum.
- Nei, vit vunnu ikki
nóg nógv í blokkinum,
og heldur ikki vunnu vit
nóg nógv í álopinum, tá
vit høvdu møguleika til
tað.
Hóast
tveir
dystir
innan ein dag er harður
kostur, so helt hann ikki,
at hetta hevði ávirkað
negativt í so máta.
- Dysturin í morgun
var rættiliga lættur, men
tað, sum eg haldi gjørdi
størsta skaðan var, at tað
gekk so væl í fyrsta
settinum nú. Vit fóru tá
at taka okkum av løttum,
og tað kanst tú ikki
loyva tær í slíkum dysti.
Hálvfinalan er
heima
At tað so kortini eydn-
aðist at vinna, er sjálv-
andi nakað, sum Suni
frøddist um.
- Nú skuldi vit verið í
hálvfinaluni, tí burtur
sæð frá dystinum móti
Saaremaa, so eiga vit at
vinna hini liðini í bólk-
inum við 3-0. Dysturin
móti Saaremaa skal tó
helst eisini vinnast, so
vit fáa veikara liðið í
hálvfinaluni, men tað
fáa vit so at síggja, segði
Suni Juul Pedersen at
enda.
Suni Juul Pedersen:
Klárt til
hálvfinalu
23
22
Nr. 129 - 10. juli 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
C
M
Y
K
22
Føroysku gull-
kvinnurnar í flogbólti
høvdu ikki nakrar
stórvegis trupulleikar
í fyrsta dystinum á
Oyggjaleikunum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Gullvinnararnir í kvinnu-
flogbólti, Føroyar, løgdu
fyri í flogbóltskappingini á
Oyggjaleikunum, og hóast
talan ikki var um sterkasta
mótstøðuliðið í kappingini,
so tykjast okkara kvinnur á
ongan hátt at vera verri
fyri, enn tær vóru fyri
tveimum árum síðani.
Allar sluppu á vøllin
Serstakliga fyrsta sett var
ein sonn styrkisuppvísing
frá føroyskari síðu, har
caymansku genturnar ikki
fingu eitt bein til jørðina.
Til seinna settið hevði
venjarin, Niclas Joensen,
skift nakað av fólki út, og
hetta viðførdi eisini, at
rútman í føroyska spælin-
um als ikki gjørdist hin
sama. Cayman fylgdi eisini
væl við, og stríddi seg
nærum upp á javnt, men
eftir eitt føroyskt time-out
kom betri skil á.
Triðja settið tóktist eina
mest at vera ein av-
greiðsluspurningur,
og
uttan stórvegis hóvasták
varð hetta eisini tryggjað.
Nógv positiv
At byrja við einum sigri er
sjálvandi altíð ein góð
byrjan, men umframt stig-
ini fyri dystin, var talan um
fleiri positivar lutir fyri
føroysku kvinnurnar.
Talan var um ein rættiliga
ómaksleysan sigur, sum
ikki kostaði nakað serliga
nógva orku, og umframt
kropsligu sparingarnar í so
máta, kann ein slíkur helst
eisini virka til at økja um
sinniliga yvirskotið, sum er
so týdningarmikið í slíkum
kappingum.
Eisini hevur tað nógv at
siga, at allar kvinnurnar
fingu høvi at royna seg, so
tær longu nú kenna á sær, at
tær eru ein partur av
liðnum. Nakað sum iva-
leyst eisini kann styrkja um
samanhaldið og –tvinnan-
ina á liðnum, og tískil í
minni mun ger liðið við-
brekið fyri skaðum og
øðrum óhappum.
Annars var hugaligt t
staðfesta, at fleiri av før-
oysku leikarunum tóktust
vera sera væl fyri longu nú.
Marjun Kalsø er framvegis
trygg sum hevari, meðan
serliga
Gudrid
Nolsøe
hevði
nøkur
knallhørð
smash tvørtur um, og
verður hetta leisturin hjá
liðnum framyvir, so er als
ikki óhugsandi, at liðið
aftur fer at gera rættiliga
vart við seg komandi
vikuna.
Næsti dysturin hjá Før-
oyum varð leiktur eftir at
blaðið fór til prentingar
mánadagin, og var tað tá
grønlendska
landsliðið,
sum stóð á skránni.
Føroyar-Cayman 3-0 (25-7, 25-20, 25-14):
Byrjaðu trygt
Hjálparvenjarin hjá
flogbóltskvinnunum
tóktist væl nøgdur
um byrjanina, sum
føroysku kvinnurnar
fingu
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Føroyska kvinnulandsliðið
fekk eina flúgvandi byrjan
við sigrinum á Cayman, og
eftir dystin var tað eisini
ein væl nøgdur hjálpar-
venjari, sum Sosialurin hitti
uttan fyri flogbóltshøllina á
Mount Murray.
Ivaðust um styrkina
Jákup av Kák segði annars,
at tey vóru eitt sindur í iva
um,
hvussu
væl
fyri
genturnar av Cayman fóru
at verða til hesar leikirnar.
- Í so máta var talan um
eina sindur trupla byrjan
hjá okkum, tí vit vistu sera
lítið um styrkina hjá teim-
um. Tað kundi væl verið, at
tær høvdu ment seg heilt
nógv síðani tá, og ser-
stakliga høvdu tær støddina
við sær, men vit stóðu væl á
vøllinum, og dekkaðu tær
sum vit skuldu, so talan
gjørdist um ein tryggan
sigur, segði hjálparvenj-
arin, sum annars eisini
frøddist
um,
at
allar
genturnar longu nú hava
havt møguleikan at royna
seg.
Helga bíðar
Einasta kvinnan, sum enn
ikki hevur roynt seg á
leikunum, er ársins leikari i
Føroyum, Helga Norden-
dal.
Hon hevur undan leikun-
um drigist við skaða, og
hóast hon enn er ivasom, so
tykjast útlitini hjá henni tó
at vera hampuliga góð,
heldur Jákup av Kák.
- Vit valdu so at spara
hana til hendan dystin, men
tá teir hørðu dystirnir fara
at koma, ætla vit so
spakuliga at gera nýtslu av
henni, og vita, hvussu nógv
hon orkar. Fysioterapeutrin
hjá okkum arbeiðir eisini
við henni alla tíðina, so eg
rokni við, at hon kemur á
vøllin ein av komandi
døgunum, sigur Jákup at
enda.
Spældu rætt
Manslandsliðið í
flogbólti legði fyri við
greiðum sigri á
Orkney, sum snøgt
sagt varð hølvað av
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Tað
líktist
eini
yvir-
komuligari uppgávu hjá
manslandsliðnum, tá teir í
fyrsta dystinum skuldu
hitta Orkney-oyggjarnar.
Hetta kundi eisini ásann-
ast, tá dysturin var lokin.
Føroyar vunnu ein sera
tryggan 3-0 sigur, har vandi
ongan tíð var fyri, at okkara
menn fóru at missa nakað
sett.
Klassamunur
Longu frá fyrsta bríksli
varð lagt hart út. Orkney
búgvar fingu ikki eitt bein
til jørðina, og tey sjey
stigini, sum teir fingu, eru
helst eisini ein góð ímynd
av teirra leikluti í dyst-
inum.
Í næsta settinum var
støðan á leið hin sama, og
hóast føroyingar nýttu allar
skiftisleikarar
í
triðja
settinum, so var heldur
einki ivamál í hesum.
Føroyar fingu ta byrjan,
sum leikarar og venjarar
høvdu ynskt, og so var klárt
at fara í holt við Cayman-
oyggjarnar seinni sama
kvøldið.
Føroyar - Orkney 3-0 (25-7, 25-9, 25-17)
Stórsigur
til Føroyar
Manslandsliðið vann trygt í fyrsta dystinum á
Oyggjaleikunum
Talan varð ongan tíð um
nakran veruloigan dysti
millum Føroyar og Cayman
hjá kvinnunum
- Vit vistu sera lítið um
styrkina hjá Cayman, segði
Jákup av Kák millum annað
eftir fyrsta dystin hjá
flogbóltskvinnunum