týsdagur 10. juli 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 10. juli 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
Thriatletarnir hjá
Føroyum endaðu væl
uttan fyri
heiðursmerkjarøðina,
tá kappast varð
sunnudagin
THRIATHLON
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen — Isle of Man
Tað varð roknað við undan
kappingini, og tað varð eis-
ini staðfest, tá kappast varð,
at traditiónirnar fyri góðum
thriathlon-úrslitum
vóru
størri hjá fleiri av mót-
støðulondunum, enn tær
vóru hjá Føroyum, sum eru
at kalla nýbyrjarar á økin-
um.
Serstakliga vóru tað tey
av Jersey, sum tóktust sterk
í hesi ítróttini, og av seks
møguligum heiðursmerkj-
um fyri einstaklingar, tóku
tey á Jersey sær av teimum
fimm.
Sterkasta kortið hjá Før-
oyum vísti seg sum væntað
at vera Føroyar, og avrikið
hjá honum rakk til eitt 16.
pláss sambært almennu
hagtølunum.
Tíðin
hjá
Gunnari var 2.14,29, og var
tað góðar 15 minuttir verri
enn frensti íðkarin.
Beinir Rasmussen gjørd-
ist nummar 40 í tíðini
2.30,18,
meðan
Kári
Simonsen gjørdist nr. 46 í
tíðini 2.38,10.
Hjá kvinnunum gjørdist
Helga Mikkelsen nummar
13 í tíðini 3.09,19. Vinnarin
her hevði tíðina 2.27, 27.
Súkklingin kiksaði
At plaseringin hjá Gunnari
ikki gjørdist somikið góð,
sum hann hevði vónað,
komst serliga av, at hann
ikki stóð seg so væl sum
vanligt í súkklingini. Eftir
at hann hevði mist hampu-
liga nógva tíð í svimjingini,
gekk annars væl fyrstu 20
kilometrarnir av súkkling-
ini, og munurin minkaði.
Líkt var tó til, at Gunnar
hevði lagt ov nógv fyri, og
og hann dragnaði alsamt
meira.
Alt í alt var talan sostatt
ikki um eitt so øgiliga gott
úrslit hjá thriathletunum,
men hinvegin fekst so eisini
at vita, hvar vit flóta í hes-
um, og tá talan er um eina
at kalla spildurnýggja ítrótt
hjá okkum, er lítið at ivast í,
at talan fer at verða um
framgongd komandi árini.
Úrslitini hjá føroyska
liðnum vóru yvirhøv-
ur ov óstøðug sunnu-
dagin, og spurningur-
in er, hvat liðið kann
vinna inn aftur
mánadagin
BORðTENNIS
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen — Isle of Man
Borðtennislandsliðið hjá
Føroyum fór undir liðkapp-
ingina ígjár, og yvirhøvur
var talan um eina blandaða
uppliving.
Fyrsti dysturin var móti
Saaremaa, og longu undan
byrjanini førdu Føroyar 3-
0, tí Saaremaa ongar kvinn-
ur hevur á liðnum. Talan
varð sostatt bert um mans-
dystir, og her vann Kjartan
Eli Hentze báðar sínar sing-
lur,
meðan
Finnbjørn
Zachariasen vann eina,
soleiðis at samlaða úrslitið
av dystinum gjørdist 6-1 til
Føroyar.
Guernsey styrkt
Síðani varð dystast móti
Guernsey, og undan dyst-
inum høvdu føroyingar
góðar vónir um dystin. Tað
skuldi tó vísa seg, at
Guernsey er farið nógv
fram síðani seinastu leikir-
nar, og ikki minst kom tað
illa við, at Kjartan Eli tapti
í fyrsta dystinum hjá sær.
Einastu sigrarnir, sum
Føroyar fingu í hesum
dystinum vóru seinni ein-
mansleikurin hjá Kjartani
Eli og blandaði tvímans-
leikurin, har Kjartan Eli og
Maria Petersen umboðaðu
Føroyar.
Hóast úrslitið ikki var
eftir vild, so tóktust føroy-
ingar eftir dystin at ásanna,
at talan hevði verið um
sterka mótstøðu, og at
Guernsey høvdu tikið seg
nógv fram síðani seinastu
leikirnar. Til komandi dyst-
irnar eru vónirnar ógvuliga
blandaðar, og spurningurin
er, hvussu langt føroyska
fer at røkka hesaferð. Heið-
ursmerki verður talan neyv-
an um.
Føroyska
badminton-
landsliðið stóð seg ikki
so væl, sum væntað í
badminton kappingini.
Ein heldur óvæntaður
sigur
hjá
Hetlandi
viðførdi, at Føroyar
duttu dekan ov langt
aftur í bólkaspælinum,
og mánadagin skuldu
teir spæla um sjeynda
plássið í kappingini.
Meira verður at frætta
frá teimum í morgin.
jm
Mótstøðan var ov hørð
Mánadagin varð farið
í holt við liðkapping-
ina í fimleiki, og at
síggja til gongst væl
hjá føroysku kvinn-
unum
FIMLEIKUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Beint áðrenn evstamark
okkara
vóru
føroysku
kvinnurnar lidnar við gólv-
íðkanina í fimleiki.
Undan kappingini var
roknað við, at í fimleikin-
um fór tað at vera á mann-
fólkasíðuni, at Føroyar fóru
at standa seg best, men eftir
fyrstu
íðkanina
tykjast
kvinnurnar ikki at standa
nakað aftanfyri.
Beint
fyri
evstamark
okkara frættu vit, at kvinn-
urnar einans vóru 0,1 stig
frá at fáa bronsumerki.
Myndamaðurin var á
staðnum, og myndirnar her
á síðuni tala helst sítt
týðiliga mál um, at tær vóru
nøgdar um avrik síni.
Kvinnurnar 0,1 stig frá at fáa bronsumerki
Blandað í borðtennis
Spæla um
sjeynda
plássið
Føroyska Thriathlon liðið
stóð seg hampuliga væl
sunnudagin í fyrstu roynd
síni á Oyggjaleikunum, har
ítróttin annars er nýggj
kappingargrein
Maria Petersen var partur av blandaða tvímansleikinum, sum
Føroyar vunnu á Guernsey
25
24
Nr. 129 - 10. juli 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Ingibjørg Poulsen
gjørdist nummar
fýra, tá kappast varð í
kúluvarpi sunnudag-
in
KÚLUVARP
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Tað eydnaðist ikki hjá Ingi-
bjørg Poulsen at verja
bronsumerkið, sum hon
vann sær á Oyggjaleikun-
um á Gotlandi fyri tveim-
um árum síðani. Ein skaði í
knænum darvaði føroyska
kastaranum nakað í kapp-
ingini, men hóast hetta ikki
hevði verið so, hevði talan
neyvan verið um heiðurs-
merki.
Longsta kastið hjá Ingi-
bjørg var í fimtu royndini,
tá hon tveitti kúluna 10,72
metrar út á vøllin, og er
hetta 18 sentimetrar undir
føroyska met hennara.
Bronsumerkið varð tó
vunnið við 11,67 senti-
metrum, so har hevði hóast
alt verið torført at gjørt
nakað.
Sjálv tóktist Ingibjørg
eftir kappingina eitt sindur
irriterað um skaðan í knæ-
num, sum forðaði henni at
koma nóg langt niður í
beinunum, men hinvegin
gleddist hon um, at tað
hóast alt eydnaðist at gerast
nummar fýra. Fimta plássið
fekk ein kastari við 10,71
metrum. Altso einum senti-
metri minni enn Ingibjørg.
Ingibjørg fekk ikki
heiðursmerki
Ingibjørg Poulsen gjørdist
nummar fýra í kappingini í
kúluvarpi
Heini Hátun kom víð-
ari til hálvfinaluna í
200 metra renningina
RENNING
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Eitt hitt sterkasta kortið á
stuttu renniteinunum hjá
føroyingum er Heini Hátun,
sum støðugt tykist hava
betrað seg sjálvan síðani
undanfarnu Oyggjaleikir.
Fyrsta kappingin á hes-
um sinni hjá honum var
200 metra renningin, har
hann sunnudagin tók lut í
fjórðingsfinalunum. Hesar
vórðu skipaðar soleiðis, at
tveir teir fremstu í hvørjum
heati, saman við fýra
teimum av hinum rennar-
unum vunnu sær rætt at
luttaka í hálvfinalunum.
Á innastu breyt
At byrja við tóktist sera ilt
at meta um møguleikarnar
hjá Heina. Ilt var at meta
um innanhýsis styrkina hjá
flestu rennarunum, tí leingi
gekk áðrenn tíðirnar komu,
og at kalla hvørja ferð var
onkur rennari av Cayman
so langt fremstu millum
rennararnar.
Heini gjørdist nummar
trý í sínum heati, og tá tíð-
irnar endiliga vórðu lisnar
upp, var greitt, at hann hev-
ur vunnið sær pláss í hálv-
finaluni. Tíðin hjá Heina
var 23,5 sekund, og saman
við einum øðrum rennara
gjørdist hann sostatt skjót-
asti trý’arin. Hevði Heini
verið í onkrum av hinum
heatunum, kundi talan ver-
ið um eitt annað pláss.
Sjálvur tóktist Heini eis-
ini væl nøgdur, tá vit prát-
aðu við hann eftir renn-
ingina.
- Tíðin í sær sjálvum var
ikki so góð, men tað er al-
oftast galdandi hjá øllum,
tá talan er um fjórðings-
finalur. Allir hava helst
runnið skjótari, enn teir
gjørdu í dag, og til dømis
hevur hasin, sum vann í
okkar heati runnið 21,30 í
ár.
- Talan var eisini um mót-
vind, umframt at eg lá í inn-
asta bana, og tað er nakað,
sum er sera tungt hjá mær,
tí eg eri lutfalsliga stórur,
sigur Heini.
Vón um finalupláss
Um vónirnar at koma í
finaluna, sum skal rennast
mánakvøldið, sigur Heini,
at tær eru á eini góðari leið.
- Eg rokni við at renna
skjótari í morgin. Seinasta
vikuskifti rann eg 23,0, og
megni eg aftur hetta, so
skuldi tað verið nóg mikið
til eitt finalupláss, so tað er
avgjørt tað, sum eg fari
eftir, sigur Heini Hátún at
enda.
Umframt
200
metra
renningina er Heini eisini
meldaður til 100 og 400
metrar, men enn er ivasamt,
um hann fer at luttaka í
báðum hesum kappingum.
Heini í hálvfinaluni
Eina løtu valdaði ivi
um, hvørt Magni
Mouritsen hevði
runnið seg í finaluna
á 800 metra teininum
RENNING
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Magni Mouritsen luttekur í
ár fyri fyrstu ferð á Oyggja-
leikum, men longu nú hev-
ur hann so tryggjað sær eitt
finalupláss.
Hetta hendi, tá hann
sunnudagin tók lut í 800
metra renningini, har talan
var um tvær hálvfinalur.
Undan kappingini varð
sagt, at tríggir teir bestu
rennararnir umframt teir
báðir við næstbestu tíðun-
um komu í finaluni, men
beint
undan
startinum
fingu rennararnir at vita, at
talan bert gjørdist um seks
luttakarar í finaluni. Teir
báðar bestu í hvørjari hálv-
finalu, umframt teir báðar
við næstu tíðunum.
Magni kom á mál sum
nummar fýra í sínum bólki,
og tíðin var nóg góð til at
vera millum átta teir bestu,
men ikki seks teir bestu.
Eina løtu valdaði ivi um,
hvørt talan var um eitt
finalupláss, men eftir at
dómararnir høvdu trætast
eina løtu, var kortini greitt,
at hann var í finaluni.
Beinini doyðu
Eftir renninga var tað ein
púra pøstan Magna, sum vit
fingu orðið á. Leingi lá
hann á triðja plássinum,
men seinastu 50 metrarnar
varð hann yvirhálaður, men
sjálvur segði hann tó, at
hetta hevði sína náttúrligu
forkláring.
- Beinini doyðu bara
fullkomuliga seinasta petti.
Eg havi ikki runnið 800
metra teinin í eini trý ár, og
tí var torført hjá mær at
meta um, hvussu nógv eg
skuldi leggja fyri.
- Eg kann so undir
ongum umstøðum fara út at
stýra eini slíkari renning, so
tað er bara at hanga í.
Um vónirnar í finaluni
sigur Magni, at hesar sum
so ikki eru nakað serligar.
- Tað sær so ikki út til, at
eg havi nakran møguleika
har.
- Hetta er tó fyrstu ferð,
at eg eri við, so eg sigi sum
Páll (Guðlaugsson, blðm.),
at eg eri við fyri at læra. Vit
fáa so at síggja, hvar eg eri
um tvey ár, tá Oyggjaleikir
aftur verða. Tá ætli eg mær
so at hava tikið føroyska
metið, sigur Magni Mourit-
sen at enda.
Finaluplássið varð
tryggjað
- Beinini doyðu bara fullkomuliga seinasta pettið, sigur
Magni, sum her sæst stríða seg inn um mállinjuna
C
M
Y
K
24