Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 129 - 10. juli 2001 Nr. 129 - 10. juli 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 NÓTABÁTAR Jústinus Leivsson Eidesgaard Meðan føroysku svart- kjaftabátarnir, sum nú royna í íslendskum sjógvi hava rokfiskiskap, er smá- ligt hjá føroysku lodnu- bátunum, sum royna í Eysturgrønlandi. Føroysku bátarnir í Eysturgronlandi eru “Finnur Fríði, “Saksa- berg” og “Jupiter”. Tepir hava havt nøkur køst, men ongantíð fingið nakað av týdningi. Fleiri danskur nótabátar eru eisini á leið- ini. Hinvegin, so gongur gott hjá nótabátunum sum royna eftir svartkjafti. Á havsbrún vóru teir akkurát lidnir at landa Christian í Grótinum um middagsleitið mána- dagin. Veiðan vá 2100 tons. Og tá Christian var liðugur, legði Krúnborg at fullastað við 2600 tonsum. Svart- kjaftabátarnir royna beint vestur av Føroyum í ís- lendskum sjógi á eini leið kallað Rósingarðurin. Met inntøka í nótaflotanum Teir sum sigla við nóta- bátunum hava ongantíð for- tjent so nógvan pening sum nú. Føroysku nótabátarnir hava fingið væl í ár og prís- urin hevur eisini verið góð- ur. Tað er ikki óvanligt, at dekkarar umborð á nóta- bátunum vinna 100.000 krónur um mánaðin. Og útlitini fyri góðum prísi ger framtíðarvánirnar hjá nótamonnunum góðar. Eitt norskt felag bjóðaði í seinastu viku 7,50 fyri eitt kilo av sild. Hetta er sild, sum skal saltast og seljast sum matjesild í Hálandi og í Týsklandi. Føroysku nótabátarnir eru framvegis á svartkjafta- veiðu í íslendskum sjógvi og onkur er klárur at fara á lodnu í Eysturgrønlandi. Men har hevur verið smá- ligt higartil. Lítið at fáa av lodnu Jústinus Leivsson Eidesgaard Kanningar hjá “Magnus Heinasyni” frá 5-30 mai í føroyskum sjógvi við við ekkóintegratori sýndu, at eini 800.000 tons av svart- kjafti var í føroyskum sjógvi um hetta mundi.Ein helvt av svartkjaftinum var sunnanfyri oyggjarnar og hin helvitin norðanfyri og eystanfyri. “Magnus Heinasson” kannaði svartkjaf og sild í føroyskum sjógvi og fann eisini stórar nøgdir av svartkjafti í Norska havi- num. Føroyska fiskirann- sóknarskipið luttók í eini kanning saman við skipum frá fleiri øðrum londum, eitt nú Noregi og Íslandi og úrslitini skulu nýtast á ein- um fundi millum fiskifrøð- ingar, sum verður hildin um miðjan august í Reykjavík. 800.000 tons av svartkjafti undir Føroyum í mai Sildin hevur flutt seg long- ur og longur norður síðani hon byrjaði at ferðast út í Norskahavi. Í 1995 var nógv fiskað í føroyskum øki, men tey seinnu árini er einki fiskað hjá okkum. Í 2001 sær út til at sildin er farin enn longur norður, og eisini er líkt til at nøgdin er minkað. Her skal tó gerast vart við, at óvissa er um nakað av sild stendur mill- um svartkjaftin á djúpum vatni. Umframt svartkjaft, kom sild ofta í trolið, tá tóvað var á 300-350 m dýpi. Annars stóð sildin vanliga ovari enn svart- kjafturin, Hetta er úrslitið av sildakanningunum, sum “Magnus Heinason” gjørdi norðanfyri Føroyar í mai. Sild sást ikki fyrr enn norðuri á umleið 69°N, og norður á 73°N, í einum øki millum 3 til 9-10°E. Tætt- leikin og støddin á stimun- um minkaði vestureftir móti 3°E. Sildin helt seg frá køldum sjógvi norðan- og vestaneftir . Longd og vekt á sildini var um 35 cm og knapt 300 g. Rogvi Mouritsen av Fiskiransóknarstovuni. stóð heilar 92 tímar uppi á brúgvatakunum á “ Magnusi Heinasyni” í mai og hugdi eftir hvali og han sá ikki líka nógvar í ár, sum hann hevur sæð undanfarin ári. Men í fjør viðraði eisini betri. “Magnus Heinason” var á rannsóknarferð og kann- aði sild og svartkjaft og samstundis nýtti teir esini møguleikan at telja hval. Sýnið var vánaligt , darv- að av illveðri, regni og mjørka Talt varð 92 tímar í 21 dagar, móti 113 tímum og 22 døgum í 2000. Líkindini at síggja hval vóru ring. Tað vóru gjørd- ar 39 observatiónir við umleið 109 hvalum. Í fjør vóru tølini 83 og 287. Eingin grind var at síggja. Siglingarleiðin í ár varð nakað broytt í mun til í fjør. Ein partur av felags fiskivinnupolitikkinum í ES er at varðveita 12 fjórðingamarkið. Hetta merkir at innanfyri 12 fjórðingar hjá tí einstaka strandalandinum sleppa hini limalondini ikki at veiða. Hetta var samtykt í europatinginum í Strassbourg hósdagin. Ein meiriluti avkvøddi fyri broytingaruppskoti- num hjá skotska europa- tingsliminum Patricia McKenna og uppskotið tryggjar at 12 fjórðinga- markið verður varðveitt eftir at nýggi fiskivinnu- politikkurin hjá ES verður endurskoðaður. -Hetta er eitt tydningar- mikið stig fyri at tryggja rættindunum hjá skotsk- um fiskimonnum, segði Patricia McKenna aftaná at tað var greitt at tingið tók undir við hennara uppskotið. Heimsfevnandi vevsíðan FIS.com skrivar við Inter- seafood sum keldu, at veiðutrýstið er økt mun- andi á Flemmish Cap. Øll lond, undantikið Ísland, hava økt um veiðuna seinasta árið. Serliga er tað Noreg, sum hevur fleiti skip á leiðini. Men Noreg er kanska mest sjónligt, tí undanfarin ár hava beri eitt til tvey norsk skip verið á Flemm- ish Cap. Hinrik Hringsson, skip- ari á íslendska rækjutrol- aranum “Sunna” er end- urgivin fyri at siga í Fiski- frettum, at veiðutrýstið ikki hevur verið størri síð- an 1996. Hann sigur at tað serliga eru fleiri norskir rækjutrolarar, írokna stóra trolaran “Remoy Viking”, sum roynir við trýtroli og eisini føroyingar hava økt um flotan. Hinrik Hringsson sigur, at økta veiðutrýstið hevur eisini ávirkað veiðuna. Dagliga veiðan í dag liggur millum 5-8 tonns, meðan hon fyri einum ári síðan lá millum 10-13 tons. “Sunna” hevur gjørt tríggjar rækjutúrar í ár og veiðan hevur ligið millum 150-260 tons. Teir hava higartil veitt 600 tons. Íslenfingar hava ikki fiskidagar á Flemmish Cap, men eiga eina kvotu upp á 10.000 tons. Minni av hvali at síggja ES varðveitir 12 fjórðinga markið Størri veiðutrýst á Flemmish Cap “Ocean Pride” er ein av nýggju føroysku trolarunum á Flemmish Cap Sildin fer bara longur norður Krúnborg aftur við fullari last av svartkjafti Magnus Heinasson sá nógvan svartkjaft í mai Arbeiðið uppá eina nýggja ítróttarhøll í Kollafirði hevur stað- ið stilt síðani ársskift- ið. Íløgukarmarnir hjá Tórshavnar Býráð eru eftir øllum at døma vorðnir ov trongir. Kollfirðingar eru ørkymlaðir um støðuna ÍTRÓTTARHØLL Heri á Rógvi Tað var fyri góðum tveim- um árum síðani, at kollfirð- ingar kundu fara at gleða seg til eina nýggja stásiliga ítróttarhøll. Síðani tá er Kollafjørður farin upp í Tórshavnar Kommunu. Arbeiðið fór fram við rúkandi ferð til seinasta ársskiftið. Síðani tá hevur einki arbeiðið verið gjørt. Arbeiðið at spreingja er sum skilst mest sum liðugt, so tað einasta kollfirðingar í dag hava møguleikan at síggja er eitt stórt næstan slætt grúsøki, har tað fyrr var bøur. Kollfirðingar kenna seg ørkymlaðar av støðuni. Skúlastjórin í Kollafirði, Karin Hammer, sigur seg ikki vita nakað um lagnuna hjá komandi ítróttarhøllini í kollafirði. Skúli og høll Upprunarliga ætlanin var at byggja eina ítróttarhøll, og síðani skuldi skúlin hýsa nøkrum serstovum í kjall- aranum. Tað var ongantíð ásettur nakar dagur sum høllin skuldi verið liðug. Eftir hvat skilst á tí upprunaligu bygginevnd- ini, so var gekk verkætlanin í sínari tíð út uppá, at ítrótt- arhøll og kjallari við um- klæðingarrúmi og einari smíðstovu skuldi gerast. Kjallarin skuldi verið lið- ugt stoyptur, soleiðis at klárt var at innrætta hann til skúlabrúk. Hans Jacob Simonsen, sum var formaður í upprun- aligu bygginevndini fyri høllina, sigur, at kostnaður- in varð mettur at liggja um einar 20 mill. fyri uppruna- ligu verkætlanina, og saml- aði kostnaðurin, tá allur kjallarin var innrættaður skuldi vera 30 mill. Eftir hvat Sosialurin skilir, so hevur verið kjakast aftur og fram um, í hvussu stóran mun skúlin í Kollafirði skal húsast í nýggju ítróttarhøll- ini. Verkætlanin er nú yvir- tikin av Tórshavnar Býráð, men býráðið í høvuðsstað- num hevur tó verið við í verkætlanini frá byrjan. Jákup Suni Joensen, bý- ráðslimur, sigur, at tey tøl sum býráðið hevur fingið at arbeiða liggja væl oman fyri tey upprunaligu tølini millum 20 og 30 milliónir. Jákup Suni Joensen sigur víðari, at tað verður trupult at gera eina sovorðna høll innan fyri verandi íløgu- karmar. Eisini er tað ein spurningur um raðfesting av íløgum, sigur Jákup Suni Joensen. Nýggj bygginevnd Hans Jacob Simonsen, for- maður í upprunaligu byggi- nevndini, heldur tað vera løgið, at kostnaðarmetingar eru farnar so nógv upp seinastu tíðina. Hans Jacob Simonsen vísir á, at tann komandi ítróttarhøllin í Hoyvík verður mett at skula koma at kosta einar 7-8 milliónir. Hóast verk- ætlanin í Kollafirði er nak- að størri, so heldur Hans Jacob Simonsen ikki, at tað er nakað høpi í teimum metingunum, sum hava lig- ið um hálvthundrað milli- ónir. Hans Jacob Simonsen sigur seg bert kunnu á- sanna, at arbeiðið upp á ítróttarhøllina hevur ligið stilt síðani ársskiftið, og lagnan hjá ítróttarhøllini verður avgjørd í einum politiskum spæli. Bólturin liggur hjá Tórshavnar Bý- ráð, sigur Hans Jacob Sim- onsen, samstundis sum hann vísir á, at ein greið kostnaðarmeting fyriliggur frá einum byggifelag. Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sigur, at tað er rætt, at arbeiðið er steðgað upp. Orsøkin til hetta hevur serliga við íløgukarmarnar hjá kommununi at gera. Hon sigur víðari, at býráðið leingi hevur havt málið liggjandi, og ætlanin er at seta eina nýggja byggi- nevnd, sum skal endur- skoða verkætlanina. Málið hoyrir undir ment- amálanevndina hjá Tórs- havnar býráð, og eigur henda nevnd at koma við einum tilmæli. Henda nýggja bygginevnd skuldi, sambært Gunnleyg Dur- huus, havt verið sett áðrenn summarfrítíðina, men verð- ur væntandi sett í august. Enn er ov tíðliga at siga, hvør kemur at manna nevndina, umframt at tað ikki heilt ber til at siga, hvønn arbeiðssetning nevndin fær at virka undir. Tað verður so eftir øllum at døma ein komandi bygg- inevndin, sum í fyrstu at- løgu sleppur at avgera, nær kollfirðingar sleppa at spæla sær í nýggju ítróttar- høllini. Ítróttarhøllin í Kollafirði: Fangað í politiskum spæli Kollfirðingar eru ørkymlaðir, nú arbeiðið við ítróttarhøllini er steðgað upp. Sambært trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu verður nýggj bygginevnd sett í næstur Mynd: Heri á Rógvi Føroya Ungdómsráð hevur skipað fyri barna- og ungdóms- leiðaraútbúgving – og 23 fólk hava lokið prógv UNGDÓMSLEIÐARAR Føroya Ungdómsráð 23 barna- og ungdómsleið- arar, sum eru úr 10 ymisk- um felagsskapum, hava í vetur luttikið í Ungdóms- leiðaraútbúgving FURs, sum umfatar 4 vikuskiftis- skeið við tilsamans 100 undirvísingartímum. Eisini hava tey lisið bøkur og til- far um leiðslu, fyrireika og lagt fram heimauppgávur. Tilsamans hava tey brúkt í minsta lagi 150 virknar tímar. Føroya Ungdómsráð, sum er samstarvsfelags- skapur fyri barna- og ung- dómsfelagsskapir í Føroyum, hevur staðið fyri útbúgvingini. Fyrireiking- ini hevur Kári Olsen, aðal- skrivari í FUR, staðið fyri, og undirvísarar vóru Poul Jákup Thomsen og Elin Lindenskov. Endamálið við útbúgv- ingini var at geva ungdóms- leiðarunum í felagsskapum FURs betri fatan og kunn- leika um teir týdningar- mestu teoretisku fortreytir- nar fyri leiðslu, og geva teimum møguleikan fyri á ein virknan hátt, at venja ymisk leiðsluamboð. Vikuskiftisskeiðini vóru á Hotel Eiði. Fyrsta skeiðið var í desember 2000 og endað var við at skeiðs- fólkini fingu handað prógv á seinasta skeiðnum í apríl 2001. Ungdómsleiðarar fingið leiðsluútbúgving Tey, sum fingu prógv, eru: Føroya Ungdómsráð: Andrea Eldevig, Niklas Winther, Johan C.Z. Nielsen. Føroya Skótasamband: Maria Olsen, Oluf P. Joensen, Allan Mortensen. KFUM- skótarnir í Føroyum: Rúni Thomsen, Arnold Hvalsrætt, Kirsten Danielsen. Føroya KFUK-skótar: Elin Lindenskov, Rúna Egholm, Lisa Danielsen. KFUM og KFUK: Louisa Niclasen, Vemund Svendsen, Jóannes J. Østerø. Landsfelag Føroyinga í Útbúgving: Vígdis Kristiansdóttir, Turid Christophersen. Margarinfabrikkin: Lise Larsen, Karl Anton Klein. Sosialistiskt Ungmannafelag: Maria Johannesen. Unga Tjóðveldið: Regin T. Midjord, Rúni Nilelsen, Jógvan Philbrow. C M Y K 11 10