Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 132 - 13. juli 2001 Nr. 132 - 13. juli 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Eftir Ólavsøku verður farið undir at byggja frystigoymsluna í Vági út. Tað fer at kasta væl meiri ar- beiði av sær, men tað hevur avgerandi týdning, at atløgu- viðurskiftini verða betri ÚTBYGGING Áki Bertholdsen Tað grør um gangandi fót. Tað er eitt orðatak, sum vágbingar róliga kunnu taka til sín. Fá, ella onki pláss í land- inum vóru so hart rakt av kreppuni, sum júst Vágur, men síðani er tað støðugt gingið framá og seinastu árini eru fleiri nýggj virki av ymsum slagi sett á stovn. Og tað frættist framvegis javnan um nýggjar ætlanir í Vági á vinnuliga økinum. Fyri nøkrum døgum síð- ani kundu vit í Sosialinum fortelja lesarunum um eitt nýtt laksavirki, sum letur upp í Vági síðst í mánað- inum og sum fer at útvega arbeiði til eini 100 fólk. Men útbyggingarnar steðga ikki so. Tí sam- stundis, sum laksavirkið letur upp, verður eisini far- ið undir at byggja frysti- goymsluna, sum stendur á havnalagnum, út. Frystigoymslan, sum er í Vági, tekur eini 4.000 tons. Men nú í eina tíð, hevur verið arbeitt við ætlanini um at byggja hana út. Tað er felagið Faroe Cold Stores, sum eigur frysti- goymsluna. Teir, sum eiga Faroe Cold Stores eru fe- løgini Faromar, J. Mar í Onglandi og Orcades Vik- ing, sum er fyrrverandi, nógv umstríddi føroyski gølutrolarin, Heygadrang- ur. Johan Dahl sigur, at stykkið, sum goymslan skal standa á, verður liðugt planerað í dag og at ar- beiðið at byggja frysti- goymsluna út, byrjar beint eftir Ólavsøku. Hann sigur, at tá ið frysti- goymslan er liðugt útbygt, fer hon at taka 30.000 kubikk, ella góð 9.000 tons. Samstundis skal ein forbygningur upp á 400 fer- metrar gerast, sum skal brúkast til skiljing og til plattagoymslu. Tilsamans er talan um eina íløgu upp á átta milli- ónir og frystigoymslan verður liðug í desember. Hann sigur, at harafturat hava teir fingið tilsøgn um eitt grundstykki upp á 5.000 fermetrar til víðari útbyggingar í framtíðini. Tosað hevur m.a. verið um at gera eitt virki til upp- sjóvarfisk í Vági, Johan Dahl sigur, at arbeitt verður framvegis við teirri ætl- anini, men at tað verður í hvussu so er ikki beint nú, at tað verður bygt, men nú er stykkið so klárt. Meiri arbeiði Tá í frystigoymslan verður útbygt, fer tað at kasta væl meiri arbeiði av sær, enn frystigoymslan ger nú. Sum er, arbeiða eini 30- 50 fólk í sambandi við frystigoymsluna, tá ið skip koma at lossa ella lasta. –Tá ið frystigoymslan er útbygt, verður neyvan fleiri um fleiri arbeiðspláss. Men tað fer at føra við sær, at skipini, sum koma at lossa og lasta, verða væl fleiri, so at arbeiðið verður støðug- ari. Hann sigur, at hóast ar- beiðsdagarnir ikki eru so nógvir, eru teir rættiliga langir og lønin er tí hareftir. Verða skipini fleiri, skuldi borið væl til at fingið at forvunnið fulla vikuløn, hóast arbeitt ikki verður meiri enn tveir, tríggjar dagar. Johan Dahl sigur, at teir eru sera væl nøgdir við fólkið, sum teir hava. – Teir eru sera skjótir og kvikir. Mikudagin lastaðu tey 1.000 tons umborð á eitt farmaskip uppá 12 tímar og tá varð hvør eskja tikin av platti í lastini og stúva fyri seg. Talan er um einar 50.000 eskjur og tað er avbera væl klárað og ger virkið hjá okkum sera effektivt, sigur hann. Neyðugt við djúphavn Johan Dahl sigur, at nú so nógvar útbyggingar verða gjørdar í Vági, er tað al- neyðugt, at atløguviður- skiftini verða gjørd nógv betri. – Tað hevur avgerandi týdning, at djúphavnin, sum tosað so nógv hevur verið um, verður gjørd, tí tað er alt ov lítið atløgu- pláss sum er. Hartil er havnin nakað grunn, sum er. Johan Dahl sigur, at neyðugt verður at gera ein- ar 70 metrar av djúphavn í Vági, annars fer tað ikki at bera til. –Verður havnin ikki gørd, fer tað heilt einfalt at steðga allari vinnuligari útbygging á havnalagnum í Vági, tí tað er ikki pláss fyri skip- unum, sigur hann. Ætla at gera BIP-støð í Vági Vágbingar hava søkt um at fáa eina eftir- litsstøð fyri triðja- landsfisk í Vági. Fáa vit ikki hana, verður tað heilt óliviligt hjá okkum, sigur Johan Dahl MARKNAÐEFTIRLIT Áki Bertholdsen Arbeitt verður nú við at gera eina bip-støð í Vági. Ein bip-støð er ein marknaðeftirlitsstøð, har triðjalands fisk, sum skal inn í ES, skal góðkennast, áðrenn hann sleppur inn. Tað er frystigoymslan hjá Faroe Cold Stores, sum sman við Vágs Býráð, hev- ur søkt um at gera ein bip- støð í Vági. Umsókn um at gera Vág til góðkenda bip-havn, varð send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í gjár. avstað í gjár Annars hevur tlaan verið um at gera tvær bip-støðir í Føroyum, eina í Havn og eina í Kollafirði. Men tað hevði verið óliviligt hjá Johan Dahl og teimum í Vági. Teir fáast nógv við triðjalands fisk og tað hevði verið ótolandi um teir skulu til Havnar, ella onkra havn norðanfyri fyrst at fáa lastina góðkenda, áðrenn teir kundu koma til Vágs. Tað fer sjálvandi at føra við sær, at skip eisini fara at leggja vøruna upp, har tað er lættast og tað vil siga, so tætt við bip-støðina, sum tilber. – Sum er, noyðast okkara skip fyrst til Havnar at “bippa inn”, sum tað nevnist á fakmáli og tað kann ikki vera meiningin, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at er triðjalands fiskurin fyrst góðkendur á eini bip-støð, hevur hann frítt at fara í øllum ES. Tú heldur hann, at tað er neyðugt at gera bip-støðir í øllum høvuðshavnunum í landinum og tað heldur hann eisini, at vilji er til. Tí metir hann heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa Vág góðkenda sum bip-havn. Fáa nú tvær ferðir so nógv pláss í Vági Arbeitt verður nú við at fáa Vág góðkenda sum bip-støð. Tað kann ikki vera meiningin, at skipini skulu fyrst til havnar at fáa lastina góðkenda, áðrenn tey kunnu leggja hana upp í Vági, sigur Johan Dahl Johan Dahl og samstarvs- felagir hansara fara nú at byggja út í Vági. Men tað er alneyðugt, at atløgu- viðurskiftini í Vági verða gjørd betri. Verða tey ikki tað, fer øll vinnulig útbygg- ing á havnalagnum í Vági at steðga, sigur hann Sandoyingar fóru í gjáramorgun spentir oman á ferjuleguna í Skopun, við tað at nýggja sandoyar- ferjan Teistin alment skuldi gera sín fyrsta túr tvørtur um Skopunarfjørð. Men hetta varð útsett, og tískil fór Teistin av Gomlurætt við ferðafólki kl. 13.25 í gjár HEINI Í SKORINI Strandfaraskip Nýggja sandoyarferjan Teistin fór loksins sín fyrsta almenna túr av Gomlurætt, eftir at sandoyingar hava bíðað longri enn ætlað og væntað varð framman- undan. Fjølmiðlarnir vórðu bod- nir við til henda fyrsta túr- in, og einki er at ivast í, at hetta er ein stórhending, serliga fyri teirra, ið dagl- iga ferðast tvørtur um Skopunarfjørð. Teistin kundi sostatt fyri fyrstu ferð við ferðafólki umborð stevna av Gomlu- rætt í gjár kl. 13.25. Or- søkin til, at túrurin varð útsettur í seks tímar, var, at tvær plátur skuldu sveisast í ferjuleguna, áðrenn klárt var at fara. Tískil kunnu sandoyingar nú gleðast um, at teir loksins kunnu gera sær dælt av nýggja skip- inum. Teistin fer eisini í fram- tíðini at sigla út í Hest, tá ferjulegan í Hesti er liðug at byggja. Í løtuni verður arbeitt uppá ferjuleguna í Hesti, og tískil fer glas- trevjabáturin Knørrur at sigla út í Hest til ferjulegan verður til reiðar at taka ímóti Teistanum. long bíðitíð Tað er nakað síðani, at Teistin kom til landið og skuldi fara í sigling, men hetta hevur gingið striltið, og tískil hevur Sam ført ferðafólk av Gomlurætt til Skopunar, meðan bíðað hevur verið eftir Teistanum. Teistin skuldið eftir ætlan byrja við siglingini av Gomlurætt til Skopunar 1. mai, men hetta hevur tikið longri tíð. Orsøkin til, at Teistin ikki er farin í gongd fyrr enn nú, er, at samráðingarnar mill- um Lønardeildina á Fíggj- armálastýrinum og Skipara & Navigatørfelagið ikki komu uppá pláss, og síðani semja varð fingin í lag, hevur Teistin eisini bíðað eftir eykalutum til skipið. Teistin hevur verið fleiri royndartúrar tvørtur um Skopunarfjørð, og skiparin á Teistanum, Høgni Sam- uelsen, letur væl at. - Teistin hevur roynst heilt væl, og nú er klárt at fara undir dagliga sigling, sigur skiparin á Teistanum, Høgni Samuelsen. Seks Fólk fara dagliga at starvast á Teistanum, nú skipið lok- sins fer í dagliga rutu. Sostatt fór Teistin um middagsleiti í gjár undir vónandi drúgva tænastu eftir nakað av bítitíð, og tað kemur óivað væl við hjá fólki, sum vanliga ferðast tvørtur um Skopunarfjørð. Fríggjadagin koma umleið 80 ungir sjón- leikarar úr øllum norðurlondum til Føroya, og framført verður í Norður- landahúsinum leygardagin kl. 16 HEINI Í SKORINI sjónleikur Føroyska sjónleikarafelag- ið Fívil úr Sundalagnum umboðar í ár Føroyar í einum stórum norður- lendskum sjónleikatiltakið fyri ung. Tiltakið eitur Fenris, og hetta tiltakið fer av bakkastokkið fjórða hvørt ár. Fenris byrjaði í 1985, og tað eru ung- dómsbólkar úr øllum norð- urlondum, sum eru við í hesum tiltaki. Tað er aðru ferð at før- oyska sjónleikafelagið Fívil umboðar Føroyar í tiltakin- um Fenris. Ferðalagið Fen- ris er í løtuni í Íslandi, har tey hava framført. Fyrst høvdu ungu sjónleikararnir frumframførslu á Aukur- eyri, og síðani sýndu tey sín leik fram í sjónleikarhús- inum í Reykjavík. Næsta steðgistað fyri ferðalagi er so í Føroyum, har tey leygardagin kl. 16 skulu framføra í Norður- landahúsinum. Ungu skandinavarnir hava sjálvi valt temaið til leikin, og temaið er »tabu«, tað vil siga, tað tú ikki tosar um. Ungu sjónleikararnir hava eisini skrivað partar og lítil brot av sjónleikinum, og so er tað sett saman til ein leik av einum, sum ger skriv- aðan tekst til leik. Føroyskar kreftir aftanfyri Instruktrørurin er íslendari, samskiparin er dani, og sum heild standa fleiri út- lendingar aftanfyri hetta tiltak. Men føroyskar kreft- ir seta eisini sín dám á Fen- ris, við tað at tvær ógvuliga týdningarmiklar uppgávur verða rektar av monnum, sum búleikast her á landi. Kristian Blak er nevnliga tónasmiðjur í hesum tiltak- ið, og er hann ógvuliga væl umtóktur av fyriskiparun- um í Fenris tiltakinum. Síð- ani hevur Edvard Fuglø tekna plakatina til leikin og tiltakið, eins og hann gjørdi seinastu ferð tiltakið var fyri fýra árum síðani. Samskiparin í tiltakinum er dani, og hann eitur Joachim Clausen. Tiltakið er fyri at menna og eggja ungum sjónleikar- um, og ferðalagið kemur úr Reykjavík til Føroya fríggjamorgunin. Síðani verður framført leygardag- in kl. 16 í Norðurlandahús- inum í Havn, áðrenn farið verður víðari mánadagin. Næsta steðgistað hjá ungu sjónleikarunum í Fenris er Áland. Ungir sjónleikarar vitja í Føroyum Teistin loksins farin í dagliga rutu C M Y K 3 2