fríggjadagur 13. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 132 - 13. juli 2001
Nr. 132 - 13. juli 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
- Vit hava boðað
Mentamálastýrinum
frá, hvørjar ætlanir
vit hava viðvíkjandi
tímabýtinum, og hað-
ani hava vit fingið at
vita, at tey eisini eru
áhugað í, at skipanin
verður broytt, sigur
Elsa Birgitta Petersen,
forkvinna í Føroya
Lærarafelag
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Sparifrymilin, sum varð
settur í verk í fólkaskúlan-
um í ringastu kreppuárun-
um fyrst í nítiárunum, setur
framvegis dagskránna inn-
an skúlagátt. Men stendur
tað til Føroya Lærarafelag
skal hesin takast av. Felagið
fer í næstum undir at fáa
skipanina broytta soleiðis,
at hvør skúli ger upp hvønn
tímatørv tey hava og søkir
hareftir. Ikki sum nú, har
skúlarnir fáa eitt tímatal og
út frá tí royna at fáa kabal-
ina at ganga upp.
- Vit hava boðað Menta-
málastýrinum frá, hvørjar
ætlanir vit hava, og haðani
hava vit fingið at vita, at tey
eisini eru áhugað í, at skip-
anin verður broytt, sigur
Elsa Birgitta Petersen, for-
kvinna í Føroya Lærara-
felag.
At tímabýtið framvegis
verður ásett eftir einum
sparifrymli, er sera óhøg-
ligt fyri skúlarnar. Serliga
teir miðalstóru skúlarnar
eru við skerdan lut.
- Tað eigur at vera øvugta
mannagongdin, har skúlar-
nir fáa tímarnar teir hava
brúk fyri. Í almannaverk-
inum eru nógvar uppgávur
lógarkravdar og játtanin
ásett hareftir. Á sama hátt
eigur skúlaverkið at verða
skipað. Sum er fær alt
skúlaverkið eina játtan,
sum alt skal kroystar niður
í, uttan mun til um rúm er
fyri tí ella ikki.
Ábøtur neyðugar
Umframt arbeiðir Lærara-
felagið við at broyta skip-
anina soleiðis, at tímarnir
ikki verða býttir út á næm-
ingarnar, men heldur flokk-
arnar.
- Í Føroyum ber ógvuliga
illa til at býta tímar eftir
næmingunum.
Nógvir
smærri skúlar eru og á teim
flestu ber sera illa til at
fylla ein flokk við 24 næm-
ingum. Hetta ber bara til á
teim heilt stóru skúlunum.
Frymilin, sum kom í krepp-
uárunum, er ongantíð dag-
førdur ella endurskoðaður,
hóast skúlaleiðarar hava
víst á ymiskar skeivleikar
og møguligar ábøtur, sum
eiga at verða gjørdar. Tað er
eyðsæð, at tá ið vit hava so
ymiskar skúlar í landinum,
hvat viðvíkir stødd, næm-
ingatali, flokkatali og so
framvegis, er tað sera trup-
ult at finna eina skipan,
sum kann taka atlit fyri
øllum undir einum.
Føroya Lærarafelag hev-
ur sett fólk av til uppgáv-
una at endavenda skipanina
við tímabýtinum, og miðar
eftir at verða liðugt við
uppgávuna, áðrenn fíggjar-
lógin fyri komandi ár verð-
ur løgd.
- Tá ið kanningararbeiðið
frá okkara hond er liðugt,
leggja vit tað fyri politisku
skipanina. Vit hava góðar
vónir um, at hetta vinnur
frama, tí politikararnir eiga
at verða áhugaðir í, at skip-
anin er góð. Tað ber í øllum
førum ikki til at halda fram
at býta tímarnar út eftir
verandi frymli, sigur Elsa
Birgitta Petersen.
Allir flokkar
ábyrgdina
Skiftandi landsstýrismenn í
mentamálum hava í fjøl-
miðlunum borið fram, at
játtanin til fólkaskúlan er
økt seinnu árini, eisini
undanfarni landsstýrismað-
ur stutt fyri at hann fór frá.
Rætt er, at tølini eru størri,
men hetta er bara hálvur
sannleikin.
Krøvini
til
fólkaskúlan eru økt nógv
meiri enn játtanin, KT-
tøknin er komin inn um
skúlagátt, nýggjar semjur
eru gjørdar um arbeiðs- og
lønarviðurskiftini hjá lær-
arum, umframt annað sum
alt kostar pengar og sum alt
eru samtykt av løgtingin-
um, tó uttan at neyðugi
peningurin fylgir við. Tískil
er játtanin til fólkaskúlan
minkað, sjálvt um tølini eru
størri, sum ført verður fram
í seinasta skúlablaðnum.
Nýggi landsstýrismaður-
in í mentamálum, Óli Horn,
ætlar til komandi fíggjarlóg
at stremba eftir at fáa hægri
játtan til fólkaskúlan.
- Vit vóna eisini, at tað
eydnast honum, tí niður-
píningin av fólkaskúlanum
kann ikki halda fram. Men
eitt er, hvat landsstýrismað-
urin vil. Annað er, hvat
Fíggjarmálastýrið, sum er
stýrið yvir øllum stýrum,
gongur við til.
Forkvinnan
í
Føroya
Lærarafelag sigur, at eingin
flokkur á Føroya Løgtingi
kann skáka sær undan á-
byrgdini av at støðan í før-
oyska fólkaskúlanum er so
vánalig.
- Politikararnir ynskja ein
skúla á pappírinum, sum
hevur góðar endamálsorð-
ingar og ætlanir, men tá ið
tað kemur til tann peninga-
liga partin skákar løgtingið
sær undan. Meðan nýggja
lógin varð í gerð, løgdu vit
útrokningar
fram,
sum
søgdu hvussu nógv hon fór
at kosta at seta í verk,
umleið 88 mió. krónur.
Politikararnir lurtaðu ikki
eftir okkum, men bara eftir
embætismonnunum, sum
søgdu nakað heilt annað.
Bara einstakir politikarar
vóru greiðir yvir, at fólka-
skúlalógin fór at kosta
meir, sigur Elsa Birgitta
Petersen.
Sparifrymilin skal burtur
- Politikararnir ynskja ein
skúla á pappírinum, sum
hevur góðar
endamálsorðingar og ætlanir,
men tá ið tað kemur til tann
peningaliga partin skákar
løgtingið sær undan, sigur
Elsa Birgitta Petersen,
forkvinna í Føroya
Lærarafelag
Mentamálastýrið setti
í gjár Olaus Jespersen
í starv sum deildar-
stjóri fyri fólkaskúla-
deildina í Mentamála-
stýrinum
STARVSSETAN
Turið Kjølbro
Nýggi deildarstjórin fyri
fólkaskúladeildina í Menta-
málastýrinum fær ábyrgd-
ina av at fyrisita hægru
umsitingina av fólkaskúl-
anum og øðrum skúlum og
stovnum. Á økinum eru
millum annað hesir skúlar
og stovnar: fólkaskúlarnir,
sum eru umleið 60 í tali,
Landsmiðstøðin fyri undir-
vísingaramboð, Musikk-
skúlar,
Sernámsfrøðiligt
virksemi, Føroya Skúla-
bókagrunnur, Føroya Fólk-
aháskúli, Húsarhaldskúli
Føroya og frítíðarundirvís-
ingin.
Olaus Jespersen er 50 ára
gamal, hann tók lærara-
prógv á Føroya Lærara-
skúla í 1975 og harumframt
hevur hann eisini tikið
skeið innan fyrisiting, sam-
ráðingarrætt og leiðslu.
Olaus
Jespersen
hevur
verið í starvi sum undirvís-
ingarleiðari
í
Landsskúlafyrisitingini ella
Mentamálastýrinum
frá
1986 til 1999. Frá 1999 til í
dag hevur Olaus verið í
starvi sum fulltrúi í Lønar-
deildini í Fíggjarmálastýr-
inum.
Olaus Jespersen tekur við
starvinum sum deildarstjóri
fyri fólkaskúladeildina í
Mentamálastýrinum
so
skjótt sum til ber. Hensar
Ellingsgaard, sum hevur
verið deildarstjóri síðani
1998, fór frá fyri aldur 1.
juli.
Olaus Jespersen, nýggjur
deildarstjóri í
Fólkaskúladeildini í
Mentamálastýrinum. Mynd:
Jens Kristian Vang
Olaus nýggjur deildarstjóri
Bretska skipið
Kommandor Jack
hevur serútgerð at
gera botnkanningar.
Tað hevur gjørt
umhvørviskanningar
av botninum við
boripallin hjá Statoil,
og nú er skipið leigað
sum liður í eini
heimsumfatandi
veðurlagskanning
SKIP
Stefan í Skorini
– Vit hava tosað um Før-
oyar tey seinastu tíggju
árini, og um nær vit fara at
arbeiða her, sigur John
Garrow, sum er komin til
Føroya at samskipa virk-
semi hjá skipinum.
Kommandor Jack hevur
eisini havt fleiri uppgávur í
Føroyum seinastu tíðina.
Skipið hevur staðið fyri at
gera botnkanningar, har ein
telekaðal skuldi leggjast
millum Føroyar og Ísland,
og nú er tað komið til Før-
oyar at gera veðurmátingar
fyri universitetið í Ham-
burg, sum er liður í eini
heimsumfatandi skráseting
av veðurlagnum. Hetta skal
staðfesta veðurlagsbroyt-
ingar.
Ein onnur áhugaverd
uppgáva hjá skipinum hev-
ur verið at gera botnkann-
ingar fyri Statoil. Olju-
felagið, sum leggur fyri við
at bora í Føroyum, bílegði
skipið at taka lívfrøðiligar
royndir av havbotninum,
sum vórðu sendar á eina
starvsstovu at kannast.
– Tað er vanligt at oljufe-
løg gera lívfrøðiligar kann-
ingar av umhvørvinum,
áðrenn byrjað verður at
bora. Soleiðis kunnu tey
staðfesta, um nakrar broyt-
ingar eru í djóra- og plantu-
lívi við leitingarøki, tá tey
taka somu royndir eitt ár
eftir, greiðir John Garrow
frá. Á henda hátt verða árin
av dálking skrásett.
Gamalt skip – nýggj
útgerð
Skipið er bygt í 1961 og er
tí ikki heilt nýtt, men
nýggju eigararnir hava ný-
tímansgjørt tað munandi
við umbyggingum og fram-
komnari tøkni.
– Hetta er eitt gamal skip,
sum vit hava nógv bøtt um.
Nú hava vit ógvuliga fram-
komna
navigatiónsútgerð
umborð, so vit kunnu átaka
okkum torførar uppgávur,
greiðir John Garrow frá.
– Vit hava GPS-skipan
umborð, so vit kunnu liggja
á sama punkti sjálvt í ógvu-
liga ringum sjógvi, og tí er
hetta skipið væl egnað til
kortlegging av havbotninum.
Kommandor Jack hevur
serútgerð at kortleggja hav-
botnin, og tað er hetta, sum
teir fáast mest við. Um
oljufeløg skulu leggja rør
av einum boripalli til lands,
so skal skipið finna ta bestu
leiðina eftir botninum.
John ivast í, um talan
verður um at leggja rør av
boripallum til lands í
Føroyum. Hetta verður
oftast gjørt, tá talan er um
fasta boripallar, men teir
flestu boripallarnir nú á
døgum eru flótandi.
Men teir átaka sær eisini
aðrar uppgávur sum at gera
mátingar av sjónum og
kanningar av djóralívi á
havbotninum. Skipið verð-
ur tó mest brúkt av olju-
feløgum, ið hava tørv á
neyvum botnkanningum,
sum
Kommandor
Jack
kann veita við tí stóra ekko-
loddinum á kjølinum.
Væntar nógv virksemi
John Garrow og fyritøkan
hann starvast hjá vænta, at
Føroyar fer at vera eitt øki,
har teir fara at fáa nógvar
arbeiðsuppgávur í framtíð-
ini.
Meðan vit práta stevnir
Norrøna inneftir vágni, og
John sigur, at tað skjótt fer
at vera nógv meira trongligt
í hesi havnini framyvir. Um
olja er í undirgrundini.
– Hetta fer at broyta
tykkara gerandisdag í Før-
oyum, og nógv fremmanda-
fólk kemur til landið.
Stórur
eftirspurningur
verður eftir arbeiðsmegi, og
tí kunnu tit vænta, at lønir
fara uppeftir.
Hóast eftirspurningurin
eftir arbeiðsmegi í olju-
vinnuni fer at økjast, so
heldur John tað vera av
alstórum týdningi, at fiski-
vinnan framvegis kann út-
vega sær arbeiðsfólk, tí tær
siðbundnu vinnurnar mugu
halda fram eftir sama leisti
sum áður.
Í øðrum londum sum í
Hetlandi er ein oljugrunnur
settur á stovn, tá oljuvinnan
tók dik á seg har fyri góð-
um tjúgu árum síðani.
Hesin oljugrunnur veitir
íbúgvunum
í
Hetlandi
vegir, svimjihallir og aðrar
hentleikar, men stjórnin í
London fær sanniliga eisini
sín part av oljupengunum.
John Garrow sigur, at
føroyingar fyrst skulu fáa
oljuna upp úr undirgrund-
ini, áðrann vit fara at tosa
um, hvussu pengarnir skulu
býtast.
Skip, ið kortleggur havbotnin:
Nógv at gera
í Føroyum
John Garrow heldur, at hansara manning fer fáa nógv arbeiði í Føroyum framyvir
Mynd: Jens Kr. Vang
Kommandor Jack á Havnini,
sum hevur serútgerð at gera
botnkanningar
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4