Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 132 - 13. juli 2001 Nr. 132 - 13. juli 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Nú hevur Odd Eið í Porkeri endiliga fing- ið avlamisbilin, sum hann hevur barst fyri í eitt hálvt. Men nú, hann skuldi fáa bilin, mátti hann fyrst ganga biddaragongd til mammu sína, til kenningar og til bila- søluna, tí ein rokning, hann onki visti um, kom undan kavi SÁLARLIGUR YVIRGANGUR Áki Bertholdsen Nú er Odd Eið í Porkeri glaður. Í bilskúrðinum und- ir húsunum stendur ein spildurnýggjur Mazda 323. Odd hevur eina serliga orsøk til at vera fegin um bilin. Hann situr í rullustóli og bilurin er munurin ímill- um eitt lív í einsemi heima hjá sær sjálvum og eitt lív í nøkunlunda frælsi, har hann so nøkunlunda kann ferðast runt uttanfyri heim- ið. Men Odd hevur bíðað leingi eftir hesum bilinum. Tað er meiri enn eitt hálvt ár, síðani hann søkti um at fáa bilin. Og hóast tað ongantíð hevur verið ivi um, at hann skuldi fáa bilin, er tað ikki fyrrenn beint nú, at alt pappírsarbeiðið er liðugt so at hann kundi fáa lyklarnar. Men beint sum alt var liðugt, fekk Odd ein rætti- ligian skelk: Hann fekk boð um at leggja 71.000 krónur á borðið, annars fekk hann ikki bilin....... Gekk hálvtannað ár Tað var í Sosialinum 21. mars, at lesarar blaðsins fyrstu ferð hoyrdu um støð- una hjá Odd Eið í Porkeri Odd Eið datt niður úr ein- um stiga á sumri í 1990. Hann kom tvørur niður á eitt snóratræð og breyt ryggin. Avleiðingin er, at hann varð lammaður og verður noyddur at sita í rullustóli tað, hann hevur eftir at liva. Síðani hevur ein stórur partur av hansara lívið snúð seg um at berjast við Hjálpartólamiðstiðstøðina og Almannaverkið um at fáa tær sømdir, sum hann annars hevði rætt til eftir lógini. Eitt nú at broyta ym- iskt í húsunum, so at hann kundi ferðast innandura í rullustóli. Eisini tað gekk so strilti, at í eitt hálvt ár mátti hann brúka fýrrúmið til wc. Tað gekk eisini hálvtann- að ár hjá honum tá at fáa avlamisbil. Tað var ikki fyrrenn síðst í 1991, at Odd fekk bilin. Mátti fáa nýggjan bil Síðsta ár var bilurin sostatt níggju ára gamal og var farin at vísa tekin um ál- varslig ellisbrek og í mai mánaða fór girkassin. – Eg søkti um fíggjarliga hjálpt til at rætta brekið, men fekk ongantíð svar. Men um ársskiftið fór bilurin heilt og tá gjørdi hann av at søkja um at fáa ein nýggjan bil. –Tað fyrsta, eg fekk boð um, var at selja bilin, sum eg hevði og tað gjørdi eg, men eg fekk ikki meiri enn 5.000 krónur fyri hann, tí hann var so gamal og illa farin. Men at fáa nýggjan bil, gekk akkurát líka so strilti, sum hann fryktaði fyri, út hevur havt av almannaverk- inum hesi 11 árini, hann hevur sitið í rullustóli. – Hóast tey vita, at eg eri lammaður og at støðan ongantíð broytist, skuldi umsóknin kortini ígjøgnum allar møguligar hendur einaferð afturat, áðrenn hon varð játtað. – Eg hevði væntað, at umsóknin um bilin fór at vera skjótt avgreitt hesu- ferð, tí eg eri longu væl og virðiliga skrásettur hjá al- mannaverkinum og bilurin stóð klárur í Havn longu í januar. Hann sigur, at hann fleiri ferðir fekk boð um, at nú skuldi umsóknin koma til viðgerðar, men at hon hvørja ferð varð løgd til viks, tí so manglaði hetta og so manglaði hitt. Ta einu ferðina minnist Odd, at hon varð útsett tí at tey høvdu gloymt at biðja um tilboð upp á bilar. Eina aðru ferð kundi hon ikki koma til viðgerðar, tí málsviðgerð- arin var farin at ferðast. – Tað haldi eg er tekin um eina ótrúliga líkasælu mótvegis viðskiftafólkun- um hjá Hjálpartólamiðstøð- ini, men soleiðis fór ein vika fyri og onnur eftir. Mamman mátti betala Odd Eið sigur, at tað er ikki fyrrenn mitt í mars, at bil- urin varð játtaður. Talan er um ein Mazda 323. – Men tá høvdu nógv ymisk fólk hjálpt mær og roynt at toga í træðrirnar. Bæði sjúkrasystrar, og onn- ur, hava ringt aftur og aftur á Hjálpartólamiðstøðina og spurt og plága og fortalt teimum, hvat tey hildu um slíka viðferð, sum eg hevði fingið. Høvdu tey ikki havt hjálpt mær, var málið verri enn so avgreitt enn. Men nú var eftir at fáa bilin bygdan um, so at eg fekk brúkt hann, hóast eg sitið í rullustóli. Odd Eið sigur, at 12. juni var bilurin liðugur og klár- ur til hjá Odd at fáa. Men tá fekk hann ein rættiligan skelk. – Eg ringdi til Mazda og spurdi, nær eg kundi koma eftir honum. Men tá søgdu tey, at tey høvdu fingið boð frá Hjálpartólamiðstøðini um, at eg skuldu betala 71.000 krónur fyri at fáa bilin. Odd Eið sigur, at hetta var fyrstu ferð, at hann hoyrdi um, at hann skuldi betala 71.000 fyri at fáa bil- in og tað kom sum ein rættiligur skelkur. – Tvørturímóti hevði eg spurt Hjálpartólamiðstøð- ina, um eg skuldi betala nakað, men har var svarið nei, so hetta kom rættiliga óvart á. Odd Eið sigur, at hetta mundi forkomið øllum, tí hann eigur ikki 71.000 krónur. Hann hevði júst bygt, tá ið hann endaði í rullustóli, og hjá einum manni í rullu- stóli og eini húsaskuld uppá yvir 700.000 krónur, eru fortreytirnar ikki tær bestu at fara í bankan at biðja um meiri lán. Annars fær hann bilin við teirri treyt, at hann betalir 25.000 krónur yvir seks ár og hann helt, at hetta var hansara partur av fígging- ini. –Hevði eg vita, at eg skuldi gjalda 71.000 aftur- at, hevði eg helst roynt at fingið ein minni bil, fyri at fáa rokningina so langt nið- ur sum gjørligt. Men har gjørdust onki og eina løtu sá tað út til, at alt fór at detta niðurfyri. Odd Eið sigur, at fyri at fáa bilin, mátti hann bidd- aragongd, fyrst til sína 73 ára gomlu mammu, sum legði 50.000 krónur á borð- ið. Hetta eru pengar, hon hevur spart saman eftir eitt langt lív og teir hevði hon ivaleyst kunnað brúkt uppá seg sjálvan. Ein kenningur lánti honum 11.000 krónur og Mazda sló 10.000 av bil- inum afturat. Hann sigur, at vóru øll ikki so lagalig, hevði hann mist bilin aftur. Hann sigur, at soleiðis mundi Hjálpartólamiðstøð- in syrgt fyri, at hann ongan bil hevði við fyrst at geva honum boð um at selja tann gamla bilin og síðani at geva honum skeivar upp- lýsingar við teirri avleið- ing, at hann mundi heldur ikki fingið ein nýggjan bil. Men alt spældi væl av, og um vikuskiftið fekk Odd so loksins bilin. Ein lætti Men nú, hann hevur fingið bilin, dylir hann ikki fyri, at tað er ein lætti. – Eg havi ongan bil havt í meiri enn eitt hálvt ár og tað hevur verið ómetaliga trupult. Eitt nú plagar hann at vera á sjúkrahúsinum á Tvøroyri einaferð um vik- una at fáa viðgerð í tí heita hylinum. Men síðani bilurin gekk fyri, er hann ikki sloppin til hesa viðgerðina. –Tá ið bilurin gekk fyri fyrst í januar, søkti eg Al- mannastovuna um hjálp til flutningin úr Porkeri, norð- ur á Tvøroyri. Við umsókn- ini fylgdi læknaváttan frá kommunulæknanum. Tað, sum Odd hugsaði um, var at fáa stuðul til ein bil norður á Tvøroyri eina- ferð um vikuna, men tað fekk hann ongantíð svar uppá. – Men Hjálpartólamið- støðin gav mær greið boð um, at skuldi eg brúka bil, kundi eg leiga hýruvogn og gjalda hann sjálvur. – Bussurin hjá Bygda- leiðum hevur onga lyft, so tað er bara av vælvild, at bussførarin hevur lyft meg upp í bussin og úr honum aftur. Út eri eg ikki sloppin sjálvur, eg havi ikki so so frægt sum fingið keypt mær ein margarinpakka. Eg havi følt meg sum eina ordiliga plágu, tí eg havi alla tíðina verið noyddur at biðja fólk um at rætta mær eina hond við einum ella øðrum. Men nú Odd loksin hevur fingið bilin, letur heimurin seg uppaftur fyri hon- um...... Mamman mátti betala Odd Eið við róðrið á sínum spildurnýggja Mazda 323. Men tað hevur verið eitt hart stríð at fáa bilin. Arbeiðsgongdin hjá almannaverkinum og Hjálpartólamiðstøðini eru ómetaqliga stirvnar og hevði eg ikki verið so sálarliga sterkur, hevði eg langt siðani havt givið skarvin yvir, sigur hann Nú Odd Eið ongan bil hevur havt, er hann næstan ikki sloppin út. Tá er gott, at hann er fittur í hondunum og hevur verkstað í kjallaranum. Har hevur hann fingið nógvar tímar at ganga við m.a. at umvæla motorar til prutl Lítið hevur verið at sæð av hvali hjá línubátinum »Westfreeezer« úr Mið- vági. Hann hevur seinastu vikurnar siglt við vísunda- fólki kring Føroyar fyri at telja stórhval. Vit hava ikki fingið nøkur tøl, men sagt verður at lítið hevur verið at sæð av hvali. »Westfreezer« er inni nú, mikudagin lá hann á Havn- ini, men hann fer útaftur skjótt. Tað er Náttúrugripa- savnið saman við útlend- ingum, sum hava leiðgað bátin, sum annars liggur úti og roynir við línu. Teir plaga at frysta umborð. Báturin er leigaður alt summarið og ætlanin er at hann skal sigla víða. »Vest- freezer« er keyptur úr Nor- egi, tá æt hann »Frøyanes« og hoyrdi heima í Maaløy. Mikudagin lá »Thor Chaser« skrásettur í Kingston, men við føroy- skum eigarum á Havnini. Hesin bátur er ein fyrr- verandi trolari, men hev- ur seinastu tíðina arbeitt sum vaktarskip í olju- vinnuni í Norðsjónum. Alt fleiri føroyingar eru farnir at sigla við skipum sum tæna í olju- vinnuni. Talan er um hundrað tals manns og teir eru yvirmenn og ein- stakir kokkar eru eisini umborð. Seinastu dagarnar hava fleiri skip í oljuvinnuni verið í Føroyum. Tey hava verið á Runavík. Í dag verður fyrsta stigið tikið til, at Føroyar broytist frá at vera ein fiskivinnu- tjóð burturav, til at Føroyar verður ein tjóð, sum hevur fleiri bein at standa á. Vit vita ikki um olja verður funnin ella ikki, men allir serfrøðingar á økinum eru temmiliga vísir í, at olja er at finna. Í dag fer løgmaður An- finn Kallsberg og lands- stýrismaðurin í oljumálum Eyðun Eltør saman við pressunu út á boripallin Sovereign Explorer, sum liggur 130 kilometur suður úr Suðuroynni á økinum Marjum, beint við markið. Beint hinumegin liggja bretskir boripallap og pumpa olju upp. Tað er so djúpt, har borað verður, at ein oljumaður samanbar tað við ein tann- lækna, sum situr í einum stóli 100 metrar yvir sjúk- linginum og borar í einum vísdómsjaksli. Mikukvøldið lá ein stórur norskur línubátur á Havnini. Talan er um »Nesbak« M-72-G frá Aalesund. Hetta er eitt nýtt slag av línubátum við stórum yvirbygningi og teir minna meira um eina ferju enn eitt fiski- skið. Tað eru fýra dekk av høvuðsdekkinum og uppá brúnna. Omaná yvirdekkaða høvuðs- dekkinum er aftur eitt dekk og omaná hesum er ein hædd við kømurum hjá yvirmonnunum og síðan kemur brúgvin. Línubáturin er ein frystilínubátur og hann roynir undir Føroyum. Teir eru inni og umvæla onkran smálut og annars taka útgerð. Teir flestu norsku línubátarnir fara helst heim nú um stutta tíð. Teir plaga at nýta há- summarið til at fáa bátarnar á beding. Norsku línubátarnir hava roynt út í eitt síðan á nýggjárinum og teir hava havt góðan fiski- skap. Teir royna serliga sunnanfyri Føroyar og vestanfyri á djúpari vatni enn føroyskir línubátar plaga at royna. Teir royna serliga eftir bromu og longu. Oljuboringin er byrjað Lítið at telja hjá Westfreezer Guard Vessel vanligari sjón Stórur línubátur á Havnini C M Y K 7 6