Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 132 - 13. juli 2001 Nr. 132 - 13. juli 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Á Skipasmiðjuni á Skála veður arbeitt upp á at gera eitt vaktarskip til olju- vinnuna liðugt. Talan er um umbygging av skipi hjá danska felagnum Esvagt SKIPASMÍÐ Edvard Joensen Skála: Ein svenskur trol- ari, sum danska felagið Es- vagt í Esbjerg hevur keypt til at brúka sum vaktarskip í Norðsjónum, verður um- bygdur á Skipasmiðjuni á Skála. Enn einaferð hevur ein føroysk skipasmiðja fingið sáttmála um skipasmíð í kapping við skipasmiðjur úti í heimi. Hesaferð er talan um umbygging fyri einar 15-20 milliónr krón- ur. Sáttmálin, Skipasmiðjan á Skála hevur fingið, um- fatar eina størri umbygging av einum svenskum trolara, sum smíðaður er í Danmark í 1989, greiðir Alfred Hummeland, á Skipasmiðj- uni á Skála, frá. Hann vil ikki nevna nakra peninga- upphæd, men tá sáttmálin varð gjørdur fyrr í ár, segði nevndarformaðurin í Es- vagt, Bjarne Hansen, reið- ari hjá A.P. Møller, ið eigir Esvagt, við Sosialin, at talan var um ein sáttmála upp á einar 15-20 milliónir danskar krónur. Hann rósti í tí sambandinum Skipa- smiðjuni á Skála fyri at megna at vinna kappingina um hendan sáttmálan. Skipið kom á Skála tann 6. juni og skal vera liðugt umbygt tann 6. november. Umbyggingin umfatar nið- urtøku og reinsan av skipinum so at siga, áðrenn bygt verður upp aftur og innrættað, sum nýggju eigararnir vilja hava skipið. Vælaverk Á Skipasmiðjuni á Skála siga teir, at hetta er nakað av tí besta handverki, teir leingi hava sæð. Tað er næstan grátuligt at oyði- leggja eitt so væl úr hond- um greitt skip, heldur onk- ur av handverkarunum á Skála fyri. Men teir hava so ta avbjóðing, at teir skulu gera tað minst líka gott aftur. Skipið skal hava tvey maskinrúm. Eitt høvuð- maskinrúm við 2.200 HK maskinkraft, og eitt eyka- rúm við maskinu til eina Azimuth skrúvu og ljós- motor. Hesi bæði maskin- rúmini verða í hvør sínum enda á skipinum. Høvuðs- maskinurnar aftan, og hjálpimaskinurnar framm- an, soleiðis, at tey eru púra leys hvørt av øðrum. Tað kemst av, greiðir Alfred Hummeland frá, at um eitthvørt skuldi hent í øðrum maskinrúminum, soleiðis at maskinurnar steðgaðu, skal altíð bera til hjá skipinum at manøvrera seg burtur frá boripallinum, har tað heldur vakt, so tað ikki liggur og rekst og ger skaða. Skipið hevur eitt lítið farmadekk, soleiðis at tað kann taka okkurt smávegis av farmi við til boripallar- nar, eins og tað møguliga kann taka avfall o.t. aftur til lands. Tað hevur tveir leysar bátar, sum verða brúktir at ferðast millum skipið og pallarnar við. Eisini hevur tað vatnkanónir á brúgva- takinum eins og eina sterka skutilskanón afturi á skip- inum. Hon skal kunna skjóta ein skutil gjøgnum stál, soleiðis at til ber at seta fast á rekar av ymsum slag, sum kunnu hótta pall- arnar og síðan sleipa teir burtur. Eisini kann hon skjóta hakar tvørtur um slíkt, sum rekst á sjónum og krøkja í og sleipa burtur. Innan er tað innrættað við bjargingarrúmum, har fólk, sum eitt nú hava ligið í sjónum og møguliga eru oljudálkað, kunnu fáa viðgerð, áðrenn tey verða flutt til lands við tyrlu. Tá persónurin er tikin upp av sjónum, verður hann fingin inn í baðirúm, har hann verður reinsaður. Síð- an beint inn á sjúkrastov- una, har hann fær viðgerð, áðrenn hann verður fluttur inn á uppihaldsrúmið, har koyggjur eru til endamálið. Haðani ber til at flyta hann upp á framdekkið, haðani tyrla kann taka hann upp og flyta hann til lands. Tyrlan fær tó ikki sett seg á dekkið kortini. Hendan innrættingin er júst tann sama sum umborð á stóru veitingarskipunum, sum nú javnan eru at síggja í Føroyum. Eitt, sum eigararnir leggja sera stóran dent á, sigur Alfred Hummeland, er at skipið skal vera so væl ljóðisolerað, sum yvirhøvur til ber. Og tað verður ein spennandi uppgáva at fara undir. Nógv at gera Hetta er stórarbeiði, sigur Alfred Hummeland. Tað verður gjørt eftir sama leisti, sum tá Teistin varð smíðaður. Skipasmiðjan arbeiðir saman við undir- veitarum, sum í stóran mun eru teir somu, sum vóru við at gera Teistan. Tað krevur nógv fólk, so tá arbeiðið við at taka sundur er liðugt, og sjálv uppafturbyggingin kemur fyri, verður mestsum alt fólk bundið har. Men enn er komið so stutt ávegis, at annað ar- beiði eisini verður gjørt. Millum annað skal Lómur í dokkina fyrsta dagin, har hann verður standandi einar tvær vikur. Í løtuni eru skip bæði í dokkini og á sleipi- støðini, eins og okkurt eis- ini liggur við bryggju og fær umvælingar. So kemur ólavsøkan, sum vanliga er feriutíð, og tá minkar fólkið á Skipa- smiðjuni munandi, sigur Alfred Hummeland. Men øllum hesum hava teir lagt uppfyri, so hann er vísur í, at vaktarskipið hjá Esvagt verður liðugt til tíðina. Oljuvinnan er eisini á Skála Svenski trolarin Torland, sum Esvagt hevur keypt, verður umbygdur á Skála, og fer, tá hann er liðugur, at eita Esvagt Supporter Mynd: Edvard Joensen Tað sita fýra mans á teknistovuni á Skála ov arbeiða við tekningunum í samband við umbyggingina Mynd: Edvard Joensen Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen fara at hava konsertir kom- andi vikurnar. Teir spæla á Kambsdali og í høvuðsstaðnum TÓNLEIKUR Pop.fo Tveir av fremstu popkom- ponistunum í landinum fara komandi vikurnar at spæla á konsertum í Føroyum. Eyðun og Terji eru búsit- andi í Danmark og fáast nógv við tónleik har, men nú verður aftur høvi at hoyra teir á palli í Føroyum. Fríggjakvøldið 20. juli fara teir at spæla á dani- staðnum, Platform, í Havn, og kvøldið eftir - leygar- kvøldið 21. juli - spæla teir til stóra konsert í ítróttar- høllini á Kambsdali. Hend- an konsertin er í sambandi við summarstevnu, sum verður hildin í Gøtu. Á hesi konsertini verður James Olsen gestatónleikari í bólkinum. Ólavsøkuaftan fara Eyð- un og Terji á pall í teltinum í Kommunuskúlagarðinum, har dansur er um ólav- søkuna. Eyðun og Terji hava givið eina fløgu út saman, og teir hava eisini spælt nógv saman í øðrum høpi. Teir hava skrivað sangir saman, og teir hava eisini hvør í sínum lagi smíðað kendar sangir. Ein partur av teirra sangum vórðu savnaðir á fløguni, Eitt nummar og seytjan onnur, sum kom út í fjør. Í bólkinum hjá Eyðuni og Terja spæla eisini Petur Hans Niclasen, Agnar Lamhauge og Hans Petur í Brekkunum. Eurovision Hit Band og Pætur við Keldu fara at hita upp fyri Brøðurnar Olsen á stóru konsertini í Havn fyrst í august mánaði Tað verður serstakt før- oyskt undirhald á skránni, tá Brøðurnir Olsen fara at spæla í ítróttarhøllini á Hálsi fyrsta leygarkvøldið 4. august. Fyrstu tónarnar á kon- sertini fer tiltikni sangarin og klaverspælarin, Pætur við Keldu, at standa fyri. Hann fer at syngja og spæla nakrar sangir, áðrenn nýggi føroyski bólkurin, Euro- vision Hit Band, kemur á pallin. Hetta er ein serligur før- oyskur bólkur, sum verður mannaður til konsertina, og hann fer at spæla Grand Prix sangir, sum eru vorð- nir kendir seinastu nógvu árini. Sangarar í Eurovision Hit Band verða Kim Hansen og Arnfríð Lutzen, og afturat teimum verða bæði kór- sangarar og nakrir av fremstu tónleikarunum í landinum. Bólkurin er longu farin undir fyrireikingarnar til konsertina, og ætlanin er, at føroysku nøvnini á kon- sertini skulu verða ein verdug upphiting til altjóða Melodi Grand Prix vinnar- arnar, Brøðurnar Olsen, sum fara á pallin sum høvuðsnavn á konsertini. Pop.fo Øðrvísi upphiting fyri Brøðurnar Olsen Kim Hansen stendur á odda fyri einum nýggjum føroyskum Grand Prix bólki Eyðun og Terji spæla hittini Eyðun og Terji verða nú aftur at hoyra á palli í Føroyum C M Y K 11 10 má d. kl. 09.00 til 11.00 nad.- le