Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 Nr. 132 • fríggjadagur • 13. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Líkt er til, at Føroyar á onkran hátt skulu standa seg illa í stafettini. Hesa ferð varð hon kolldømd av dómkaranum, orsakað av svimjifeili SVIMJING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Sum altíð vórðu vónirnar stórar, tá 4X100 metra sta- fettin í blandaðari svimjing var á skránni mikudagin. Føroyar høvd ein góðan møguleika at fáa heiðurs- merki, hóast mangulin upp á ein ryggsvimjara við- førdi, at tað nevan gjørdist talan um gull. Hinvegin varð roknað við, at bronsan kundi fáast til vega, um alt gekk eftir ætlan. Gekk sum tað skuldi Tað gjørdi tað sum so eisini. Føroyar byrjaðu illa í ryggsvimjingini, har Krist- ian Martin kom inn sum nummar fimm, men eftir hetta byrjaði so spakuliga at ganga framá. Bæði As- bjørn og Dia komu tó eisini inn sum nummar fimm, men munurin var minkaðu stórliga, tá Eivind Eysturoy skuldi royna seg á seinasta strekkinum. Eivind svam seg skjótt framvið teimum, sum hann kappaðist við um triðja plássið, og fagnaðurin í før- oyska hópinum var stórur, tá hann kom í mál eitt sekund undan svimjaran- um, sum var á fjórða pláss- inum. Gleðin stóð við eina løtu, men so komu brádliga eini boð, sum tóku heiðurs- merki frá Føroyum. Dóm- arin metti, at Asbjørn Han- sen hevði gjørt firvalda- spørk við beinunum, tá hann svam bringusvimj- ingina, og tískil var før- oyska stafettin diskað. Keðiligur vani At føroyska stafettin onk- ursvegna missir heiðurs- merki, sum teir annars áttu at kunna fingið, tykist tí- verri at vera vorðin ein keðiligur vani. Øll minnast vit, hvussu teir vórðu kolldømdir í frísvimjingini í fjør, eftir at teir annars høvdu sett nýtt Oyl-met. Tað ferðina tí ein teirra leyp út í hylin í berari frøi. Týsdagin kiksaðu teir so aftur í 4X50 metra frí, tá eitt mistak viðførdi ein tíðarmiss á eitt sekund, og mikudagin hendi tað so aftur. Stafettin kiksaði aftur. Stafettin kiksaði aftur Dia Jacobsen var sjálvandi sera vón- svikin um, at liðið varð kolldømt. - So- leiðis svimur Asbjørn altíð, segði hann SVIMJING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen - Isle of Man Beint eftir, at føroysku svimjararnir høvdu fingið at vita, at teir vórðu koll- dømdir, fingu vit orðið á ein vónsviknan Dia Jacob- sen, og vit spurdu hann, hvat tað var, sum nú hendi við stafettsvimjingini. - Vit vórðu diskaðir, tí dómarin helt, at Asbjørn gjørdi firvald-bein í bringusvimjingini. Spurdur, hvussu tað bar til, at ein svimjari, sum hevur svomið bringu í fleiri kappingum, brádliga ger eitt mistak, sum viðførir kolldøming, sigur Dia, at sum so var talan ikki um nakað mistak. - Asbjørn liggur altíð á markinum, tá hann svimur bringu, tí tú fært nógv meira kraft í, tá tú svimur. Eg dugi bara ikki at skilja, hví hann verður kolldømd- ur hesaferð, tí soleiðis hevur hann svomið alla kappingina. Ongan rygg Annars lat Dia sera væl at avrikinum hjá liðnum. - Vit svumu sera væl í dag. Skjótari enn vit nakran tíð hava gjørt, so talan hevði verið um eitt trygt bronsumerki. - Meira enn tað hava vit ongan møguleika at fáa, tí vit hava ongan á liðnum, sum er nóg sterkur í rygg- svimjingini. Tú sært jú, hvussu tað gongur hjá Kristian Martini, sum missir fleiri sekund í fyrstu svimjingini, men vit eru so noyddir at nýta hann til ryggin, hóast tað als ikki er favorittgreinin hjá honum, segði Dia Jacobsen at enda. Hann er á markinum - Tað er keðiligt, at vit mugu brúka Kristian Martin til ryggsvimjing, men vit hava ongan anna, sigur Dia Jacobsen Føroyska stafettin varð enn eina ferð kolldømd. Nakað sum tykist vera ein heldur keðiligur vani 13 12 Nr. 132 - 13. juli 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Jørn Astrup Hansen På FØROYA BANKIs generalforsamling i marts måned fandt bankens bestyrelse anledning til at undre sig over, at landsstyret i 2000 havde et milli- ardbeløb indestående i Landsbanken til en rente af formentlig omkring halvdelen af, hvad de færøske pengeinstitutter kunne have givet. Dette udsagn ønskede finansministeren efter- prøvet af en statsautori- seret revisor. Intet mindre. Nu foreligger så resultatet af revisorens undersøgelser. Det fremgår af revisorens redegørelse, at Lands- kassen i 2000 havde et indestående på 1,7 mia. kr. i Landsbanken til en rente af 3,1 pct. p.a. Midler af denne størr- elsesorden kunne lands- kassen gennem et hvil- ket som helst færøsk, eller dansk, pengeinsti- tut have placeret i pengemarkedet, hvor der i 2000 noteredes rentesatser omkring 5 pct. p.a. lidt afhængigt af bindingsperioden. Efter at revisoren nu har gransket det, som alle med interesse for finansielle forhold hele tiden har vidst, kan det således fastslås, at landskassen i 2000 kunne have placeret sin likviditet gennem de kommercielle penge- institutter til en mer- rente på ca. 1,75 pct. p.a. Landsstyret er således gået glip af 30 mio. kr. Om det er lidt eller meget, overlades til læs- erens bedømmelse. De 30 mio. kr. svarer i øvrigt - ikke særligt overraskende - meget vel til den fortjeneste, som Landsbanken i år 2000 havde af at ad- ministrere landskassens likviditet. En fortjen- este, som Landsbanken vel at mærke havde uden at påtage sig nogen som helst risiko. Landsbank- en placerer nok lands- kassens likviditet, men det sker rigtignok for landskassens regning og risiko. Landsbanken bereg- nede sig i 2000 en for- tjeneste på 30 mio. kr. på en enkelt kunde - landskassen. Forholdet skal ses i lyset af, at de samlede omkostninger ved at drive Lands- banken beløb sig til 4,6 mio. kr. Ikke så sært, at Landsbanken havde overskud, og ikke så sært, at Landsbanken gerne ser, at også andre institutter ved lov på- lægges at anvende Landsbanken. Finansministeren trøster sig med, at Landsbankens overskud, som i øvrigt ikke be- skattes, vel sagtens til- hører landskassen, der antages at "eje" den egenkapital, der indestår i Landsbanken. Revi- soren, og ministeren, kommer således frem til den konklusion, at når forrentningen af lands- kassens indlån tillægges Landsbankens overskud, så er det samlede afkast netop tilfredsstillende. Det er en ny måde at opgøre renteafkastet af et pengeinstitutindlån på. Hvis fremgangsmåd- en har generel gyldig- hed, må man imidlertid anbefale finansminist- eren at placere lands- kassens likviditet i FØROYA BANKI. Det ville - med den anvendte beregningsmetode - have givet landskassen et anderledes højt afkast af likviditeten! Ikke blot i 2000 - men i hvert af de 5 år, der er omfattet af revisorens undersøg- else. Landsbanken - igen Jóan Pauli Joensen Formaður í Grundlógarnevndini Nú er tað komið undan kavi, at tingið skal setast á ólavsøku, uttan mun til um tað er sunnudagur ella gerandisdagur. Soleiðis sigur stýrisskipanarlógin. At at bíða til mánadag við setanini er lógarbrot. So sigur lógin, so har er einki við at gera. Tað er eitt og annað, sum sigur okkum, at kanska er núverandi stýrisskipanar- lóg ikki tugd og tanlað nóg væl, áðrenn hon í síni tíð varð samtykt. Nú kollveltir tað helst ikki eitt samfelag, um ting tess verður sett ein sunnudag. Hin vegin gnagar tað hjá fleiri, sum tí ynskja tað ørðvísi. Stýrisskipanarlógin hevur uppi í sær nógv av tí, sum eisini er partur av eini grundlóg. Hóast tað hevur verið eitt sindur friðarligt um grundlógararbeiði ta seinastu tíðina, heldur hetta arbeiði áfram. Tað ger tað ikki bert uppi á loftin- um á Skansapakkhúsinum, men vónandi eisini í høvd- unum á teimum samfelags- frøðingum og teimum po- litikarum sum sita í grund- lógarnevndini. Høvdið hev- ur ein tíbetur altíð hjá sær, uttan mun til um ein er á fundi ella um er summarfrí, har ein er á floti, í bjørg- unum ella aðrastaðini. Tað ber tíbetur altíð til at hugsa og fáa hugskot og lata frætta frá sær. Ofta er tað í slíkum løtum tá strongdin setur úr kroppinum at eitt og annað klókt ger seg leyst inni í heilanum og leitar sær fram í tilvit og medvit. Latum okkum fáa henda summarsins ávøksturin til høldar, tá vit hittast aftur. Í hesum sambandi er tað ein tanki sum ofta hevur verið borðin fram í øðrum høpi, sum er verdur at hugsa um og taka fram aftur, ikki minst hjá po- litikarum og kanska ein- amest hjá floksformonnum, nú steðgur er í politiska leikinum eina løtu. Tað er spurningurin, um tað ikki hevði verið tað rætta, rætti- liga skjótt at skifta stýris- skipanarlógina ut við eina føroyska grundlóg, eftir teirri mannagongd, sum er fyriskipað í stýrisskipanar- lógini. Tá kundu vit um- framt at fingið grund- lógarfest tey samfelags- og mentanarvirði, ið vit ynskja at byggja okkara føroyska samfelag á, um somu leið fingið dagført tað, sum treingir til ábøtur í nú- verandi stýrisskipanarlóg og sjóða hana saman við grundlógina. Tað mátti borið til hjá øllum flokkum at funni fram til eina skilagóða semju sum heldur savnaði enn spjaddi fólk okkara. Tað tykist sum so at siga allir flokkar eru á einum máli um at Føroyar eru eitt fólk og ein serstøk tjóð við øllum teimum rættindum og teimum eyðkennum sum mynda eina slíka. Tað átti tí at borið til samst um at fingið hetta skrivað í eina føroyska grundlóg sum grundleggjandi fatan hjá øllum føroyingum. Hin vegin eru vit kortini sam- bært siðvenju og sáttmála tengd at danska ríkinum, men tað koyrir ikki ta fyrru fatanina um koll. Tað mátti borið til at tikið saman um støðuna sum hon er í løtuni í eini grundlógar- grein, samstundis sum tað greitt verður sagt, at tað er fólkaviljin sum til eina og hvørja tíð avgerð, hvussu langt vit fara á fullveldis- leið: um vit ynskja at fara úr ríkisfelagskapinum við Danmark fult og heilt, um vit ynskja at koma eitt fitt stig longur móti fullveldi, ella um vit kanska hava ynskju um at knýta okkum tætteri at Danmark ella øðrum veldi. Tað eigur at verða skrivað í grundlógina hvussu mannagongdin skal vera tá ynski fólksins skal fremjast. Ein slík semja vildi gjørt grundlógar- arbeiði hugaligari og meira spennandi og fingið tað fram í brennudepulin sum eitt arbeiði sum veruliga hevur týdning ikki bert einaferð í framtíðini, men fyri okkum her og nú.. Her er nakað at hugsa um hjá okkum á hesi ársins tíð har ljósið enn er meira enn myrkri. Ikki minst nú tá sett er á at bora tað fyrsta holið niður í tað oljuríki- dømi sum vit øll bíða eftir. Men skjótt kemur heystið. Gott summar og góða ting- setu. VIÐMERKINGAR Sunnudagsólavsøka og stýrisskipan Hendrik Old Tað vóru helst nóg av teimum, íð ikki høvdu høvi til at síggja championliga- dystin millum VB og Slavia Mozyr á Tórsvølli ons- kvøldið, sum høvdu roknað við, at útvarpið fór at siga frá dystinum, men so var ikki. Sjálvur var eg ein av teimum, sum var so góð- trúgvin, at halda, at so fór at vera. Vegurin er í hvussu er ikki langur úr útvarp- inum og oman á Tórsvøll. Vit vita øll hvussu langt útvarpið leitar út í Europa at siga frá dystum, tá ein- støk lið spæla uttanlands. Tað er ongin so fjarskotin krókur í Europa, at teir ikki finna hann. Tað eru nógvir suðuroyingar, sum ikki hava høvi at møta á Tórs- vølli, umframt, at nógvir eru til fiskiskap. Og eru hesir ofta teir, sum hava størsta áhugan fyri fótbólti. Sjálvur var eg til fiski- skap, tá VB spaldi Intertoto í Hvalba á sinni og tá gekk tað fleiri dagar til útvarpið segði frá úrslitinum. Tað er jú (ræðuliga) langt úr Havn til Hvalbiar. Treyðugt so, onkur hevði hoyrt Robert ,tvær ferðir í fyrrakvøldið, sagt frá hvør støðan var. Av øllum illum kundi hann sagt frá dystinum. So kundi jú ein V4 lýsing verið kroyst inn í millum. Áhugavert hevði verið at hoyrt frá útvarpinum hví so stórur munur verður gjørd- ur á nær og hvørjum dysti, ið sagt verður frá. Tað kann ikki vera summarfrítíðin, sum er orsøkin, tí hon her jú á hvørjum ári. Nær sigur útvarpið frá dystum? Frá dystinum í Gundadali mikukvøldið C M Y K 12