fríggjadagur 13. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 13. juli 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Sterkasti føroyski
borðtennisleikarin
hevur spælt seg fram
til hálvfinalurnar
BORÐTENNIS
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Kjartan Eli Hentze hevur
nú leikt seg til hálvfinal-
urnar í borðtennis, og hevur
har við tryggjað sær í
øllum førum eitt bronsu-
merki. Spælt verður nevn-
liga ikki um triðja og fjórða
plássið
Meðan hinir føroysku
leikararnir byrjaðu ein-
staklingakappingina týs-
dagin, var Kjartan Eli
framman undan kappingini
seedaður, soleiðis at hann
ikki kom við fyrr enn farið
varð í holt við 1/8 final-
urnar.
Her møtti Kjartan Eli
fyrst einum leikara av
Guernsey, og her eydnaðist
Kjartani Eli at vinna dystin
í trimum settum. Roknað
varð annars við, at dysturin
ikki skuldi verið so tor-
førur, tí í liðkappingini
hevði Kjartan Eli vunnið
rættiliga trygt á hesum
sama leikara.
Efitr dystin segði Kjartan
Eli, at hann nú fyrst og
fremst var glaður um at
vinna dystin.
- Tað týdningarmesta í
hesum dystinum var, at eg
nú eri komin ígongd. Eg
roknaði heldur ikki við
nøkrum løttum dysti, tí tá
eg vann móti honum í lið-
kappingini, var dysturin
avgjørdur, so hann hevði
einki at spæla fyri.
- Orsøkin til, at dysturin í
dag gjørdist so torførir, var,
at hann fekk koyrt meg alt
ov nógv runt í fyrsta sett-
inum. Eg fekk tó tamarhald
á spælinum, og nú gleði eg
meg bara til at koma til
næsta dystin.
Stórspæl
Í hesum dystinum hevði
Kjartan Eli veruliga fingið
rætta spælið fram, og sterki
gotlendingurin, Ola Gran-
lund, sum m.a. hevði
vunnið á Kjartani Eli í
liðkappingini, mátti lúta
23-21 og 21-13.
Í hálvfinaluni bíðar nú
Michael Svensson av Got-
landi, sum eisini vann á
Kjartani Eli í liðkapp-
ingini. Svensson er styrkis-
mettur sum nummar tvey í
kappingini, so talan verður
í øllum førum um ein harð-
an dyst hjá Kjartani Eli.
Kjartan Eli skuldi um
døgurðatíð hósdagin spæla
hálvfinaluni, men hetta var
eftir evstamark okkara.
Bergur fekk bank
Annars taptu hinir báðir
føroysku leikararnir, sum
høvdu leikt seg fram til
endaspælið.
Petur Niclassen tapti í
trimum settum, móti einum
leikara úr Jersey, meðan
Bergur Jacobsen ongan
sum helst møguleika hevði,
tá tað varð greitt, at hann
skuldi spæla móti suverent
sterkastas leikaranum í
kappingini, Carl Prean.
Bergur hevði eitt sindur
provokerandi latið seg í
tveir ymiskar skógvar, um-
framt eina ermaleysa und-
irtroyggju, og eftir dystin
segði hann, at hetta ikki
bara var til stuttleikar.
- Tað var líka so nógv
fyri at signalera til hansara,
at vit aðrir so slettis yvir
høvur ikki hava nakran
møguleika.
- Vit taldu eftir liðkapp-
ingini úrslitini hjá honum
saman, og tað vísti seg, at
hann í miðal bert hevur tapt
seks bóltar fyri hvørt settið,
og tá hevur hann spælt móti
sterkastu leikarunum hjá
hinum londunum
Kjartan Eli fær
minst bronsu
Beint áðrenn blaðið fór til prentingar, varð hálvfinalan hjá
Kjartani Eli liðug. Úrslitið gjørdist eitt 0-2 tap, men serliga í
seinna settinum var talan um ein sera spennandi dyst. Settið
endaði 22-24
Mansliðið í flogbólti
varð hólvað ígjøgnum
av Saaremaa, men eru
kortini við í hálv-
finaluni
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Føroysku menninir kundu
púra frígjørdir fara á vøllin,
har teir skuldu royna at
vinna fyrsta føroyska sig-
urin hjá monnum á Saare-
maa.
Hetta varð tó av ongum,
og í veruleikanum var tað
heldur ongan tíð nær við, at
so
varð.
Føroyingarnir
vórðu snøgt sagt settir upp
á pláss av einum væl
uppløgdum Saaremaa liðið,
og spurningurin tykist vera,
hvørt okkara fara at hava
nakran møguleika, tá teir í
hálvfinaluni skulu spæla
móti Gotlandi, sum vann
hin bólkin framman fyri
Áland.
Tann dysturin varð leikt-
ur eftir evstamark okkara
hósdagin.
Kvinnurnar
skulu í sínari hálvfinalu
spæla ímóti Gibraltar, og
teirra uppgáva tykist vera
heldur meira yvirkomulig.
Føroyar-Saaremaa 0-3 (16-25, 20-25, 9-25)
Menninir fingu bank
Føroysku flogbóltsmenninir máttu niðurboygdir av vøllinum, eftir at greiða tapið fyri Saaremaa
varð stafest
Fyri fyrstu ferð hava
føroyingar nú ogna
sær tvey heiðurs-
merki á
Oyggjaleikunum
BORÐTENNIS
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Føroyingar hava hesa ferð
tryggjað sær tvey heiðurs-
merki í borðtenniskapping-
ini.
Sum tað framgongur aðra
staðni á síðuni, so hevur
Kjartan Eli Hentze í øllum
førum tryggjað sær bronsu-
merki í einmansleiki, og í
tvímansleiki spældi hann
seg saman við Peturi Nicla-
sen fram til hálvfinalurnar.
Í
fjórðingsfinaluni
spældu teir báðir móti
tveimum úr Saaremaa, og
her eydnaðist tað okkara
monnum at vinna 15-21,
21-15 og 21-12.
Í hálvfinaluni hittu teir so
teir báðar sterku gotlend-
ingarnar, Ola Granlund og
Michael Svensson.
Gotlendingarnir
vóru
uttan iva favorittar at vinna
dystin, men Kjartan Eli og
Petur megnaðu tó at geva
teimum sera harða mót-
støðu.
Eftir at hava tapt fyrsta
settið 12-21, eydnaðist tað
føroysku leikarunum at
vinna 23-21 í næsta settin-
um.
Triðja settið var sera
javnt, og í løtum vístu okk-
ara menn rættiliga stórspæl,
men teir máttu tó at enda
geva seg. Endaliga úrslitið
varð 21-15 til gotlend-
ingarnar, men tað var ikki
fyrr enn seinastu bóltarnar,
at veruligur munur kom í
støðuna.
Hetta er aðru Oyggjaleik-
irnir á rað, at Føroyar vinna
bronsu í tvímansleikinum.
Fyri tveimum árum síðani
vóru tað Kjartan Eli og
Hans Hammer, sum komu í
hálvfinaluna, og í ár er tað
so saman við Peturi Nicla-
sen, at Kjartan Eli hevur
vunnið sær bronsuna.
Kjartan Eli Hentze og Petur
Niclasen taptu tepurt móti
gotlendingum hósmorgunin,
men bronsan má eisini
metast sum eitt sera gott
úrslit
Bronsa í tvímansleiki
15
14
Nr. 132 - 13. juli 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Landsliðsvenjarin í
svimjing ætlar ikki at
broyta nakað við
svimjiháttinum hjá
Asbjørn Joensen
SVIMJING
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen - Isle of Man
Petur Heðin av Fløttu dugdi
ikki at síggja, hví Asbjørn
absolut skuldi kolldømast
av dómaranum, tá stafettin
varð svomin mikudagin
- Hann svam akkurát sum
hann plagar. Hann hevur
verið í hylinum seks ferðir
higartil, og hevur vunnnið
trý heiðursmerki. Hann
hevur onga ávaring fingið
um nakað sum helst, og so
verður hann bara diskaður
nú. Tað skilji eg ikki.
Spurdur, um hetta við
størkunum hjá Asbjørni er
nakða, sum venjarin fer at
arbeiða við, sigur Petur
Heðin, at tað er tað ikki.
- Hann svam akkurát
soleiðis, sum hann plagar at
gera. Soleiðis hevur hann
svomið í fleiri ár. Bæði í
Danmark og Føroyum, og
hann er ongan tíð koll-
dømdur fyrr, so hatta skilji
eg slettis ikki. Tað vísur seg
bara soleiðis, sum um
stafettin skal kiksa hjá
okkum.
Vanligt við ávaring
Petur Heðin ilskast annars
um, at Asbjørn ikki hevur
fingið nakra ávaring fyrr í
kappingini,
fyri
síðani
brádliga at verða koll-
dømdur.
- Vanliga hevur tað verið
soleiðis, at svimjararnir
fyrst fáa ein lyftan peiki-
fingur, og um teir so blíva
við, verða teir kolldømdir.
Nú havi eg ikki verið við á
teknisku fundunum, so eg
veit ikki, hvat tey hava
tosað um har, men hatta er
ein ótrúliga løgin dómur,
men tað fáa vit so ikki gjørt
nakað við, sigur Petur
Heðin at enda.
Føroysku svimjar-
arnir fingu tvey
heiðursmerki
mikukvøldið, og
voru tey bæði úr
bronsu
SVIMJING
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle of Man
Tveir føroyskir svimj-
arar
svumu
seg
til
heiðursmerki í svimj-
ingini mikudagin, og í
báðum førum var talan
um føroyskt met hjá
teimum, so ikki kann
sigast annað enn, at
avrikini vóru í lagi.
Eivind Eysturoy fekk
bronsu á 100 metra
teininum í frísvimjing.
Tíðin hjá honnum var
52,94 sekund, og er hetta
nærum eitt heilt sekund
betri betri enn gamla
metið.
Sjálvur segði Eivind
eisini aftaná, at hann
sjálvsagt var sera væl
nøgdur.
- Teir, sum vunnu gull
og silvur svumu so nógv
skjótari, so bronsan var
tað mesta, sum eg kundi
røkka.
2/100 skiltu
Eisini Asbjørn Hansen
setti met á teininum, 50
metra firvald. Asbjørn
vann sær við hesum eitt
bronsumerki við tíðini
26,60. Beint aftan fyri
Asbjørn var gamli eig-
arin av føroyska metin-
um, Eivind Eysturoy,
sum bert var 2/100
sekund aftan fyri lið-
felagan.
Tá vit eftir hetta hittu
Asbjørn, var hann sjálv-
andi fegin um bronsuna,
men hann var kortini
keddur um, at tað var so
tætt millum seg og
Asbjørn.
- Hevði tað bara verið
onkur annar, sum var so
nær við. Sjálvandi eri eg
fegin um bronsuna og
metið, men tað er keði-
ligt at skula taka tað frá
einum, sum tú venur
saman við hvønn dag.
Met til Báru
Annars setti Bára Joen-
sen eisini føroyskt met í
100 metra bringu, har
hon
svam
í
tíðini
1.20,00. Talan var sam-
stundis um bólkamet hjá
Báru, so hóast tað ikki
rakk til heiðursmerki, so
var hon sjálvandi nøgd
um hetta.
Annars gjørdist Bára
nummar átta í 50 metra
frí, og við tveimum
finaluplássum rakk hon
soleiðis tí málinum, sum
hon setti.
Bogi Kristiansen og
Rógvi Johansen end-
aðu beint uttan fyri
heiðursmerkjarøðina
í landsavegssúkkl-
ingini
SÚKKLING
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen – Isle og Man
Vónirnar vóru um heiðurs-
merki, tá føroysku súkkl-
ararnir fóru undir 108 kilo-
metra langu rutuna á landa-
vegnum.
Serliga vóru tað Bogi
Kristiansen og Rógvi Jo-
hansen, sum kundu gera
nakrar skreytir á teininum,
og tað var eisini sera nær
við, at tað eydnaðist teim-
um at vinna sær okkurt
merki.
Vóru alla tíðina við
Súkklað varð eftir einum
níggju kilometra longum
teini, sum súkklararnir so
skuldi koyra 12 ferðir runt,
og longu eftir tveimum
umførum, hevði ein lítil
bólkur skilt seg frá restini.
Bæði Bogi og Rógvi vóru
við í hesum bólkinum, og
næstu átta umførini fylgdu
teir við í hesum. Tveir
súkklarar stungu skjótt av
frá bólkinum, og líkt var til,
at kappingin hjá hinum fór
at snúgva seg um bronsu-
merki.
Í hesi kapping vóru Bogi
og Rógvi við fram til næst
seinasta umfar, tá tveir
aðrir súkklarar fóru avstað.
Bert annar av hesum megn-
aði tó at halda allan vegin á
mál, og bólkurin hjá Boga
og Rógva kom sostatt at
kappast um fjórða plássið.
Hesa kapping vann Bogi,
meðan Rógvi kom a mál
sum nummar seks, og alt í
alt má hetta metast sum eitt
gott úrslit.
Tað skerst tó ikki burtur,
at tað er eitt sindur frustre-
randi fyri súkklararnar, at
teir í báðum teimum fyrstu
kappingunum hava tikið
sær av fjórða plássinum.
Seinasta kappingin hjá
teimum verður býarkoyr-
ingin, sum er á skránni
fríggjadagin.
Tvey heiðursmerki
Asbjørn hansen stendur her á pallinnum, meðan Eivind
Eysturoy við 2/100 var noyddur at taka til takkar við
fjórða plássinum Eivind vann sær annars bronsu í 100
metra frísvimjing
Venjarin skilti einki
Petur Heðin skilti lítið av tí
heila, tá føroyska stafettin
varð kolldømd
Akkurát ikki heiðursmerki
Áðrenn starturin varð skotin av, var tøgn í ein minutt til minnis um føroyska súkklarar, Eyðun
Poulsen
C
M
Y
K
14