mikudagur 18. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 115 - 18. juni 2008
Radiostøð 90 ár
Í gjár vóru 90 ár liðin, síðani Reykjavík radio varð tikin í
nýtslu tann 17. Juni í 1918. Í dag er støðin partur av
íslendsku sjóverjuni. Upprunaliga var alt samskifti við
morsing, og í 1920 fekk trolarin Egill Skallagrímsson
sum tað fyrsta íslendska skipið telegraf. Ttað var ikki fyrr
enn í 1930, at støðin eisini bleiv telefonstøð. Í fyrstani
hevði støðin tvær 77 metrar høgar antennur í Reykjavík,
men seinni vórðu antennur settar upp aðrastaðni kring
landið. Samanumtikið fekk radiostøðin stóran týdning
fyri skip, sum royndu undir Íslandi.
Meðan Jørgen
Niclasen skýrir
nýggju tinglýsingar
gjøldini sum ognar
skatt, vísir Karsten
Hansen aftur, at hetta
hevur nakað sum
helst við ognarskatt
at gera
OGNARSKATTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
-
Nýggja
lógin
um
tinglýsingavgjald er steinur
oman á byrðu hjá nógvum
húsarhaldum
í
Føroy-
um. Serliga aftaná, at vit
hava havt ein ógvusligan
vøkstur í húsakeypum. Við
hækkandi
rentum
og
methøgum oljuprísum er
fíggjarliga rásarúmið hjá
familjum mundandi minka.
Stór eykarokning í ting-
lýsing fylgur nú við.
Tað sigur Jørgen Niclasen,
formaður
Fólkafloksins.
Hann vísir á, at fyri tey, ið
skulu ogna sær bústað, er
eykarokningin
lættliga
40.000 krónur bara í tinglýs-
ing av skjeyti og tinglýsing
av panti. Og hann skýrir hetta
fyri ognarskatt.
Men hesum vísir Karsten
Hansen, fíggjarmálaráðharri
aftur.
- Ognarskattur er ein
skattur, tú rindar av ognum
tínum árliga. Tinglýsingar-
gjaldið er eitt einaferð gjald,
og hevur tískil einki við
ognarskatt at gera, sigur
Karsten Hansen.
- Nú slíkar upphæddir eru
lagdar oman á húsaprísin er
lætt at rokna, at við rentum í
20 ár svarar tað til eina heila
ársinntøku, bara fyri ting-
lýsingargjaldið. Har reyk
eginpeningurin hjá fleiri av
nýggju húskeyparunum, sig-
ur Jørgen Niclasen.
Men hetta er einki øðrvísi
enn í øllum framkomnum
londum.
Okkara tinglýsingargjald
er framvegis munandi lægri
enn í grannalondunum, og
hetta er so bara ein háttur at
fáa nøkur oyri í landskassan.
Onkur má rinda inn í lands-
kassan, serliga tá so stórur
kravgangur er eftir at fáa
pengar úr honum, sigur Kar-
sten Hansen.
Ósemja um ognarskatt
Jørgen Niclasen finst harðliga
at nógv økta prísinum á
tinglysingum, sum hann
skýrir fyri ognarskatt
Móðurfelagið hjá
Faroe Ship, Eimskip,
hevur gjørt av at
strika dóttirfelagið
Innovate í øðrum
ársfjórðingi, og hetta
merkir, at góðar 540
milliónir krónur
verða avskrivaðar,
skriva íslendsk bløð
AVSKRIVING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eimskip í Íslandi verður í løt-
uni kannað av íslendska kapp-
ingarráðnum, tí ivi er sáddur
um, hvørt felagið hevur
hildið upplýsingarskyduna í
sambandi við strikingina av
dóttirfelagnum Innovate.
Ført hevur verið fram, at
Eimskip longu í februar
mánaði í ár tók avgerðina
um at niðurleggja dóttir-
felagið í Bretlandi, meðan
avgerðin ikki varð almanna-
kunngjørd fyrr enn í síðstu
viku.
Íslendsk bløð ivast í, um
avgerðin ikki varð tikin í
februar, tí tað sampakkar
væl við, at táverandi stjórin,
Baldur Guðnason, legði frá
sær sum stjóri í Eimskip.
Kappingarráðið hevur ikki
tikið nakra støðu enn, men
verður komið fram til, at
Eimskip ikki hevur hildið sín-
ar upplýsingarskyldur mót-
vegis partaeigarunum, kann
felagið fáa eina bót upp á 50
milliónir íslendskar krónur.
Eimskip hevur gjørt eina
langa røð av íløgum sein-
astu árini, og felagið er
tíggjufaldað
seinastu trý árini. Íløgan í
bretska Innovate, sum var
ein fyritøka við goymslu-
bygningum og lastbilum,
var so ein íløga, ið ikki
hepnaðist
soleiðis,
sum
Eimskip hevði vónað. Og tí
hevur felagið gjørt av at
avtaka Innovate.
Ávirkar ikki í
Føroyum
Millum mongu dóttirfeløg-
ini hjá Eimskip er eisini
Faroe Ship. Men Jóhanna á
Bergi, stjóri, sigur, at hend-
an avgerðin hjá Eimskip
ikki hevur nakra beinleiðis
ávirkan á gerandisdagin hjá
Faroe Ship.
- Tað er sjálvandi altíð
keðilig tíðindi, tá neyðugt
er at avtaka eitt felag. Men
Eimskip er so mikið stórt,
at tað ikki í størri mun
ávirkar felagið, og okkara
gerandisdagur er hin sami,
sigur Jóhanna á Bergi.
Hon vísir á, at tað eru so
mong íslendsk feløg, sum í
dag hava truplari við at út-
vega sær reiðan pening orsak-
að av kreppuni á fíggjar-
marknaðunum sum heild.
- Partabrøvini eru fall-
andi, men tað er galdandi í
síni heild á børsunum. Fyri-
tøkur hava truplari við at
gjalda rokningar, og tað
ávirkar allan vegin ígjøgn-
um, sigur Jóhanna á Bergi.
Hon sigur, at tey hava
gjørt rationaliseringar og
effektiviseringar í rakstr-
inum í Føroyum, men at tað
einki hevur við avtøkuna av
Innovate at gera.
- Har var talan bara um
eina íløgu, ið ikki lønti seg
sum Eimskip hevði vónað,
sigur Jóhanna á Bergi.
Avtøkan av dóttirfelagnum hjá Eimskip í Bretlandi, Innovate, hevur onga ávirkan í Faroe Ship,
sigur Jóhanna á Bergi, stjóri
Eimskip mist meira
enn hálva milliard
– Hetta hevur einki við ognarskatt at gera, sigur fíggjarmálaráð
harrin, Karsten Hansen