Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 115 - 18. juni 2008 Háskúlar eftirskúlar Í ár hava so nógvir grønlendskir ungdómar søkt um at sleppa á eftirskúla, at verandi eftirskúlar megna ikki at hýsa øllum. Á eftirskúlunum er pláss fyri 80 næmingum, men umleið 320 søktu. Tí hava teir báðir háskúlarnir gjørt av at taka eftirskúlanæmingar inn í ár. Landsstýrið hevur játtað góðar 22 milliónir krónur eyka, og tað røkkur til 254 næmingar, sigur KNR. Umframt tey 320, sum søktu um at sleppa á eftirskúla í Grønlandi, hava 400 grøn­ lendskir ungdómar fingð¨pláss á eftirskúlum í Danmark. Umhvørvisbýir Í Noregi hevur Erik Solheim, umhvørvismálaráðharri, skotið upp, at býir, sum gera okkurt eyka fyri at avmarka útlátið av veðurlagsgassum og fyri at bøta um býarum­ hvørvið yvirhøvur, skulu fáa viðurkenning fyri tað. Í tí sambandi hevur ráðharrin havt fund við 12 býir, teirra millum Oslo, Bergen, Stavanger, Trondheim og Tromsø, og ætlanin er, at býirnir skulu binda seg til at fremja ávís tiltøk. Millum annað er ætlanin at skerja ferðsluna inni í býunum og at minka nýtsluna fyri at avmarka burturkastið. Kommunalstjórin í mentamálum í Trond­ heim kommunu, Gerhard Dalen, vitj­ ar í hesum døg­um í Klaksvík, sum er vinarbýur hjá Trond­ heimi. Umframt sítt borg­arlig­a starv í býnum, er Dalen leiðari av symfoni­ orkestrinum í býnum. Eisini er hann kendur fyriletrarhaldari í Noreg­i. Hóskvøldið og­ fríg­g­jakvøldið heldur norðmaðurin tveir fyrilestrar í Klaksvík Vitjan Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Dávur Winther Í sambandi við 100 ára hald­ ið hjá Klaksvíkar komm­ unu, fær Klaksvík áhuga­ verda vitjan í hesum døgum. Hesuferð úr norska býnum Trondheim, sum millum annað ger nógv burtur úr at prýða kommunalar bygn­ ingar og tað almenna býrúmið við listaverkum. Tað er mentunnarligi kommunalstjórin, Gerhard Dalen, sum vitjar Klaksvík, ið er vinarbýur við Trond­ heim. Umframt at vera komm­ unustjóri er Gerhard Dalen leiðari av symfoniokestr­ inum í Trondheimi og eisini kendur fyrilestrarhaldari í heimlandinum. Fyrri fyrilesturin hjá norð­ manninum, sum verður í býráðshøllini í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19.30, hevur heitið »Listarlig prýð­ ing av almenna rúminum« við undirheitinum »Er hetta ein óneyðug kommunal byrða ­ ella er tað við til at menna býin? Trondheim kommuna hevur hesar málsetingar við­ víkjandi list: 1,25 prosent av íløgukarm­ inum skal fara til listarilig prýði av kommunalum bygn­ ingum og almenna býrúmin­ um. Listarfólk verða tikin upp á ráð í tilgongdum at velja støð til prýðis, hvat list­ arligt skal verða lagt eftir – hetta í samráð við arkitektar og býarplanleggjarar. Ætl­ anir eru t.d. um at prýða St. Ólavs Sjúkrahús fyri 100 mió. Krónur. Býrurin vil vera heimsins størsta uttan­ dura savn fyri nútíðar list. Á fyrilesturin verður kunnað í orðum og myndum um skip­ anir, og hvussu langt komið er áleiðis. Í sambandi við fyrilestur­ in, sum varar ein tíma, fara Åsbjørg Ryeng at spæla á bandodion, sum er ein arg­ entinsk harmonika, meðan Lars Magnus Steinum spæl­ ir violin. Eisini í Christianskirkjuni Fríggjakvøldið klokkan 19.30 heldur Gerhard Dalen fyrilestur í Christianskirkjuni um undir heitinum »Píla­ grímsleiðin til Nidarós« Við pílagrímsvegin til Santiago de Compostella í Spania stendur eitt veg­ skelti, har boða verður frá: Santiago de Compostella 222 km, Roma 2475 km, Jerusalem 5000 km og Trondheim 5000 km. Trondheim og Trøndelag er miðdepilin í Ólavs­siðun­ um í Noregi. Hetta er týdn­ ingarmikið stað, tá ið um arvin eftir Ólavur Halga ræður. Ein landsumfatandi verk­ ætkan er farin av bakka­ stokki, har ætlanin er at seta Nidarós, Trondheim og Stiklastaðir í miðdepilin fyri pílagrímsferðum. Stóra og stásiliga dómkirkjan í Trønd­ heimi verður á dagliga máli kallað Nidarosdommen. Frá 1994 til 1997 bleiv píla­ grímsvegurin millum Oslo og Nidaros endurskapaður. Eisini eru pílagrímsvegir gjørdir til og frá Svøríki. Endamálið er sambinda pílagrímsarbeiðið tættari móti Santiago de Compo­ stella í Spaniu og Vadstena í Svøríki. Fyrilesturin í Noreg kunn­ ar um eina størri satsing av pílagríms virksemi í fram­ tíðini í norðurlondum eisini. Líka sum fyrilesturin í býráðshøllini fer fyrilesturin í Christianskirkjuni eisini at vara á leið ein tíma. Gerhard Dalen, sum er mentunnarligur kommunalstjóri í Trondheim kommunu, heldur hóskvøldið fyrilestur í býráðshøllini í Klaksvík um listarliga prýðing av almenna rúminum. Fríggjakvøldið er hann at hoyra í Christianskirkjuni Nidarósdomen í Trondheimi, sum er vinarbýur við Klaksvík Vinarbýur vitjar vinarbý