mikudagur 18. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 115 - 18. juni 2008
Tummas Christopher
sen, reiðari í Vest
manna, sigur, at
tað er nógv, sum
politikararnir kunnu
gera, men sum teir
einki gera við, nú
meginparturin av
ísfiskaflotanum liggur
í andaleypi – og er um
at fara á húsagang
Kreppa
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Støðan í fiskiskipaflotanum
er ivaleyst nógv verri, enn
mangur dugir at geva sær
far um. Teir, sum vita best,
hvussu vorðið er, eru teir,
sum reka skipini. Hesir
vita, hvørji skip eru løgd,
sum almenningurin lítið og
einki veit um, og teir duga
eisini at síggja, at tað
gongur bert heilt stutt tíð,
so liggur eisini tann parturin
av ísfiskaflotanum, sum
enn hórar.
Herfyri vórðu partrolar
arnir
Nornagestur
og
Kolumbus lagdir í Vest
manna. Hetta eru bert tveir
av mongum, sum reiðari
hevur gjørt av at leggja,
meðan teir enn eru førir fyri
at svara hvørjum sítt.
Rein ruin
Reiðarin, Tummas Chris
tophersen, sum eisini eigur
og rekur onnur skip, sigur,
at raksturin hjá Nornagesti
og Kolumbussi ber seg slett
ikki við verandi oljuprísum
og fiskaprísum.
Vit hava gjørt av at
leggja skipini, meðan vit
enn eru førir fyri at svara
hvørjum sítt.
Hann vísir á, at hetta eru
gomul skip, sum ikki fiska
tað sama sum tey nýggjaru,
men samstundis brúka hesi
eisini minni olju.
Um oljuprísirnir ikki
lækka, ella upsaprísurin
hækkar, eri eg sannførdur
um, at meginparturin av
partrolaraflotanum
liggur
innan tveir mánaðir.
So
dapurskygdur
er
reiðarin í Vestmanna, sum
annars ber orð fyri at duga
væl at reka skip.
Nei, hetta ber slett ikki
til. Hetta verður ein rein
ruin, um fyritreytirnar ikki
broytast til tað betra.
Hann sigur, at tað er so
nógv dýrari at hava skipini
siglandi enn at binda tey
við bryggju.
Eg trúgvi, at tað eru
ógvuliga fáir ísfiskatrolarar,
sum hava avlop í rakstrinum
í løtuni, og eg veit ikki, um
tað nakrantíð hevur sæð so
svart út hjá ísfiskatrolar
unum yvirhøvur, leggur
Tummas aftrat.
Tað undrar reiðarar og
fiskimenn, at prísurin á
fiski og fiskavørum ikki er
øktur samsvarandi mat
vøruprísum annars.
Vit fáa í mesta lagi 4,75
krónur kilo fyri tann besta
og størsta upsan, og tað
merkir, at skal nakar sum
helst samanhangur vera í
rakstrinum, er neyðugt, at
tú fært nógvan og góðan
fisk hvønn einasta túr.
Men soleiðis er veruleikin
bara ikki.
Eingin ger nakað
Tummas er ikki maðurin,
sum heldur, at oljustuðul er
gongda leiðin, tí fiskivinnan
er okkara høvuðsvinna, og
tá er tað trupult at veita
stuðul, so tað munar.
Men vit vita, at onnur
lond hava traditión fyri at
stuðla fiskivinnuni, og tað
gera tey eisini, nú oljan er
vorðin so dýr.
Reiðarin sigur, at hann
herfyri hevði fransmenn á
vitjan, sum reka skip, og
teir søgdu seg fáa 2530%
av oljuútreiðslunum endur
goldnar frá statinum.
Hetta fáa teir, sjálvt um
slíkur stuðul eftir øllum at
døma ikki er loyvdur. Aðrir
veita stuðul til eitt nú at
betra um skipini við reinari
botni og tílíkum.
Tummas vísir á, at tað er
nógv, sum okkara myndug
leikar kunnu gera, tó at teir
ikki vilja veita fiskiflotanum
beinleiðis oljustuðul.
Politikararnir siga, at
tað eru marknaðarkreftirnar,
sum skulu ráða, men tað er
bara ikki so.
Hann vísir á, at loyvt er
ikki at virka vanligu fiska
sløgini umborð á skipum í
føroyskum sjógvi, og heldur
ikki
lata
politikararnir
marknaðarmekanismuna
við sølu av fiski ráða.
Tú kanst kryvja og av
høvda fiskin umborð – og
so ikki meira. Skerir tú stert
in av ella gert annað við fisk
in, kemur tað undir virking,
og tað er ikki loyvt.
Fiskiflotin broytast
Tummas sigur, at hendir
einki við oljuprísinum, ei
heldur fiskaprísinum, verð
ur neyðugt at broyta før
oyska ísfiskaflotan full
komiliga.
Neyðugt verður at fara
undir viðgerð av fiskinum
umborð, samstundis sum
onkur kanska spesialiserar
seg við feskum fiski. Tað er
ikki annað at gera, um
fyritreytirnar ikki broytast
munandi,
leggur
hann
aftrat.
Reiðarin sigur, at hetta er
nakað,
sum
politikarar
kunnu gera nakað við.
Føroyska fiskiskipa
vinnan hevur alt ov nógvar
forðingar, sum serliga koma
til sjóndar í tíðum sum
hesum, nú tað av álvara
sansar av, tí skiparaksturin
ikki ber seg, sigur hann.
Áðrenn vit gevast at
práta,
heldur
Tummas
Christophersen fyri, at tað
hóast alt man vera ein
spurningur,
hvussu
dýr
oljan kann gerast.
Er talan um spekulatión
við oljuni, er ikki óhugsandi,
at
oljuprísirnir
fara
at
kollapsa, tí eingin búskapur
kann halda til ta øking, sum
verið hevur, sigur reiðarin.
Fiskiflotin rein ruin
- Politikararnir siga, at tað eru marknaðarkreftirnar, sum skulu ráða, men tað er bara ikki so. Tú kanst kryvja og avhøvda fiskin umborð – og so ikki meira. Skerir
tú stertin av ella gert annað við fiskin, kemur tað undir virking, og tað er ikki loyvt, sigur Tummas Christophersen, reiðari
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Geir bjartskygdur
Sum siður er, var forsætisráðharrin millum røðararnar á
íslendska tjóðardegnum í gjár. Geir Haarde brúkti ein stóran
part av røðuni til at tosa um tey ótryggu búskaparviðurskift
ini í Íslandi í seinastuni. Hann minti íslendingar á, at landið
var eisini í kreppu í 1969, og hann segði seg vera vísan í, at
íslendingar fara at vinna á trupulleikunum nú eins og tá.
Hann staðfesti, at kreppan stendst lutvíst av ytri umstøðum,
men at Ísland eisini fer at vinna á teimum, hóast ein kanska
ikki sær endan enn.
Tók flaggið niður
Hátíðarhaldið á íslendska tjóðardegnum í gjár bleiv
órógvað eitt sindur, tá ein maður kleiv upp í flagg
stongina á sjálvum stjórnarhúsinum og kvetti flagg
línuna, so íslendski fánin fall. Løgreglan varð boðsend
beinanvegin, men áðrenn hon kom, eydnaðist tað mann
inum at heingja eitt blátt flagg á stjórnarhúsið. Sløkki
liðið varð sent at taka tað ókenda flaggið niður og at
fáa tað íslendska upp ístaðin fyri. Maðurin varð settur
í varðhald, skrivar Morgunblaðið.