Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 115 - 18. juni 2008 - Tað er eingin einføld loysn á trupulleikunum, nú botnfiskastovnarnir undir Føroyum eru so illa fyri. Givið er, at skulu tiltøk muna nakað, koma tey at merkjast í føroyskari fiskivinnu og samfelagnum annars, sigur Fiski- rannsóknarstovan í sínum tilmæli til landsstýrismannin Fiskastovnar Vilmund Jacobsen Vilmund@sosialurin.fo Fiskirannsóknarstovan hev­ ur latið fiski­ og tilfeingis­ málaráðnum sítt tilmæli um fiskiskap undir Føroyum fyri komandi fiskiár. Hetta er ein av uppgávunum, sum stovnurin hevur sambært lógini um vinnuligan fiski­ skap. Ítøkiligu tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni eru níggju punktum. Tilmælini eru hesi: a) Fiskidagatalið hjá línu­ skipum, útróðrarbátum við línu og snellu og lemma­ trolarum við maskinorku undir 500 Hk (bólkur 3, 4 og 5) verður minkað við 50%. b) Fiskidagatalið hjá par­ trolarum (bólkur 2) verður minkað við 20%. c) Eingin serlig toska­og hýsukvota verður latin skipabólkum uttan um dagaskipanina. Í staðin verður sett ein mest loyvd hjáveiða av toski og hýsu uppá 3% (í vekt fyri hvønn túr sær). Hetta eigur ikki at vera galdandi fyri fiskiskap á Føroyar/ Íslandsryggin­ um. d) Eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka grynri enn 200 m. e) Serligu gýtingarfrið­ ingarnar fyri tosk á land­ grunninum og upsa undir Føroyum halda fram. f) Eingin vinnuligur fiski­ skapur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi, og til toska­og hýsustovnurin eru komin fyri seg aftur eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1. g) Økini e og m verða stongd fyri trolfiskiskapi alt árið. Fiskirannsóknarstovan mælir til, at eingin vinnuligur fiskiskapur við húki verður loyvdur innan fyri tríggjar fjórðingar úr landi – og bert bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap eiga at sleppa at avreiða Mynd: Vilmund Jacobsen Sýta fyri at keypa upsa Ein fiskakeypari í Ryfylke í Noregi hevur nú sýtt fyri at keypa upsa. Fiskurin luktar og smakkar illa. Orsøkin til, at fiskakeyparin ikki vil keypa upsa, sum veiddur er á fjørðinum, er, at fiskurin livur av laksafóðuri, sum fellir frá alingini ­ og frá skarni frá laksi. Trupulleikin er ikki ókendur millum norskar fiskakeyparar, men vísir seg at vera størri í ár enn áður. Tor Bernhard Harestad, sum rekur fiskamóttøku í Rennesøy, er millum teirra, sum ikki vilja keypa upsa, ið er veiddur á fjørðinum. ­ Upsin er mislitaður, feitur, og kjøtið í fiskinum hongur ikki saman, men minnir meira um deiggj. Fiskakeyparin sigur, at magainnihaldið sigur, hvat fiskurin etur, og her er einki at fara skeivur í. ­ Føðin er laksafóður, sum fellir fra alingini og skarn, sum fellir frá laksinum, sigur hann. - Við harðari roynd verður fiskiskapurin góður, tey árini tilgongdin er góð. Men samstundis verður lítið og einki eftir til árini, tá tilgongdin ikki er góð, sigur Fiskirann- sóknarstovan Fiskastovnar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sínum tilmæli til lands­ stýrismannin, Tórbjørn Jacobsen, vísir Fiskirann­ sóknarstovan á, at tað, at veiðitrýstið eigur at minka, er ikki tað sama sum, at veiðan fer at minka. ­ Um veiðitrýstið verður minkað, kemur tað at merkja veiðina ta fyrstu tíðina, kanska í eitt til trý ár. Eftir hetta kann væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður hin sama, men at færri og størri fiskar verða veiddir. Fiskirannsóknarstovan heldur, at hetta hevur fleiri fyrimunir. Stórur fiskur er betur egnaður í gýtingar­ Lagaligari roynd gevur nógvar fyrimunir At royna nýggjar leiðir og lin Umbering Av misgáum kom bara onnur síðan (25) við í blaðnum í gjár um tilmælið hjá Fiski­ rannsóknarstovuni um fiski­ dagar fyri komandi fiiskiár. Tí prenta vit greinina umaftur í dag ­ í heilum líki. Ein onn­ ur síða í blaðnum »snýkti« seg samstundis inn á tvær síð­ ur. Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar. Blaðm.