mikudagur 18. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 115 - 18. juni 2008
13 ára gamal knívstingari
Knívstinging er ein alsamt vaksandi trupulleiki, ikki bert í Onglandi, men
eisini í Danmark. Og knívstingararnir gerast yngri og yngri. Í nátt stakk
ein 13 ára gamal drongur eina 17 ára gamla gentu og rændi fartelefonina
frá henni. Hon hevði verið ein túr í býnum saman við einum vinmanni og
einari vinkonu, tá tann 13 ára gamli saman við tveimum javnaldrum fyrst
royndi at ræna frá vinmanninum, men tá hesum eydnaðist at renna burtur,
gekk tað út yvir gentuna. Hendingin fór fram á Strøgnum um tvey tíðina í
nátt og longu 35 minuttir seinni hevði løgreglan handtikið teir tríggjar
dreingirnar. Gentan er søgd at vera uttan fyri lívsvanda eftir at tan 13 ára
gamli hevði stungið hana í búkin, skrivar ekstrabladet.dk
h) Meskavíddin í hjá
veiðiposanum í trolingini á
landleiðini eigur at hækkast
til 250 mm.
i) Bert skip og bátar, ið
reka vinnuligan fiskiskap,
sleppa at avreiða.
Søguliga illa fyri
Fiskirannsóknarstovan sig
ur, at stovnarnir av toski á
landgrunninum og á Føroya
banka eru søguliga illa fyri,
hýsustovnurin er í skjótari
minking, meðan upsastovn
urin hinvegin er hampuliga
væl fyri.
Sera lítið er til av toski,
gýtingarstovnurin á land
grunninum er tað minsta,
hann hevur verið síðan
1961. Tí hevur toskurin alla
verju fyri neyðini. Sama
kann sigast um toskin á
Føroyabanka. Hýsustovnur
in minkar eisini skjótt, og
veiðutrýstið fyri upsa er í
hægra lagi. Neyðugt er við
skerjingum av veiðutrýstin
um, men ikki er neyðugt at
skerja allar skipabólkar líka
nógv, sigur stovnurin.
Støðan hjá botnfiska
stovnunum er hættislig.
ICES mælir til onga
veiðu eftir toski og hýsu í
2009, og at royndin eftir
upsa í 2009 verður skerd
við 20%. Tað er eingin
einføld loysn á trupulleik
unum, og givið er, at skulu
tiltøkini muna nakað, koma
tey at merkjast í føroyskari
fiskivinnu og samfelagnum
annars.
Fiskirannsóknarstovan
heldur, at landsstýrið eigur
at umhugsa stig at linna
avleiðingarnar og at eggja
til at royna nýggjar leiðir.
Størsti trupulleikin
Størsti einstaki trupulleik
in í løtuni er, at húkaflotin
er alt ov stórur, og stig eiga
at verða tikin til at minka
um hendan partin av flot
anum. Vit taka undir við, at
gýtingargarstovnarnir eiga
at verða størri eina minstu
stødd, og at veiðutrýstið
verður stillað so, at veiðan
er burðardygg. Hetta er
grundarsteinurin í okkara
ráðgeving.
Fiskirannsóknarstovan
hevur síðan dagaskipanin
kom í gildi, víst á, at
dagatalið alla tíðina hevur
verið ov høgt, og at fiski
flotin hevur verið ov stórur.
Tað er umráðandi í eini
dagaskipan, at dagatalið er
ásett soleiðis, at ikki ov
ógvuslig sveiggj henda í
veiðitrýstinum ár undan ári.
Hetta 11ára skeiðið hevur
víst okkum, at veiðitrýstið
okkurt árið hevur verið
nærum dupult so stórt sum
ætlað.
Stovnurin sigur, at ein
partur av orsøkini stavar frá
serligum umstøðum í náttúr
uni.
Men menningin í eitt nú
tøkni ger, at skipini so líð
andi gerast effektivari. Hes
um má fylgjast væl við og
leggjast upp fyri, so ella
so.
stovninum, og stórur fiskur
er eisini betri egnaður í
framleiðsluni.
Tískil er væntandi, at
meira fæst burtur úr við
einum hóskandi enn einum
ov stórum veiðitrýsti. Eisini
kann væntast, at eitt hósk
andi veiðitrýst gevur færri
sveiggj í veiðini ár undan
ári.
Fiskirannsóknarstovan
vísir á, at tilgongdin av
ungum fiski er ymisk ár
undan ári.
Summi ár er tilgongdin
góð, onnur ár verri. Við
harðari roynd verður fiski
skapurin góður, tey árini til
gongdin er góð. Men sam
stundis verður lítið og einki
eftir til árini, tá tilgongdin
ikki er góð.
Fiskirannsóknarstovan
heldur samanumtikið, at
við ov harðari roynd kemur
minni upp á land í longdini,
eins og sveiggini millum
góð og ring ár verða alt ov
ógvuslig.
na avleiðingar
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á
Fiskirannsóknarstovuni
Tað er ikki bara í
Føroyum, at høgu
oljuprísirnir geva
stovnsleiðarum
og játtandi
myndugleikum
høvuðbrýggj
GranskinG
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri var nógv frammi
um, at vaktarog bjargingar
skipini
hjá
Fiskiveiði
eftirlitinum kanska fóru at
verða løgd, um stovnurin
ikki fekk meira pening til
olju. Eftir togan aftur og
fram gjørdi politiski mynd
ugleikin av at loysa málið,
so
skipini
kunnu
vera
siglandi.
Men tað er ikki bara í
Føroyum, at rakstrarætlanir
ikki halda, nú tað er vorðið
so dýrt at bunkra skipini.
Sama í Noregi
Norsk gransking av toski,
lodnu, rækjum og havøkjum
í
Barentshavinum
kann
eisini verða skerd orsakað
av høgum prísum á olju.
Hetta framgongur í einum
brævi, sum norski Hav
granskingarstovnurin hevur
sent fiskivinnumyndugleik
unum í Noregi.
Tað
er
Fiskeribladet
Fiskaren, sum ber hesi
tíðindi.
Um einki verður gjørt
fyri at útvega meira pening
til bunkring, verður ran
sóknarskipið Johan Hjort
ætlandi tikið úr sigling
seinna hálvár í ár.
At
bunkringarprísirnir
eru øktir við 40% síðan árs
byrjan, ger, at Havgransk
ingarstovnurin hevur 6,5
miljónir norskar krónur fyri
neyðini
aftrat
til
olju,
treytað av, at prísirnir ikki
hækka uppaftur meira.
Leggja 1. juli
Sum skilst, fer tað at ganga
út yvir ein stóran part av
ætlaða granskingarvirksem
inum hjá Noregi í ár, um
norski staturin ikki játtar
Havgranskingarstovninum
meira pening til bunkring.
Sparingarnar verða settar
í verk longu 1. juli, um
myndugleikarnir fyri ta tíð
ikki hava funnið út av,
hvussu fíggjarligi parturin
á hesum øki skal loysast.
Høgir oljuprísir
ganga út yvir
havgransking
Um meira peningur ikki verður játtaður til bunkring, er vandi fyri, at norska rannsóknarskipið
Johan Hjort verður lagdur 1. juli