Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eingin ivi varð um vinnarin av árligu Snar-FM, og varð hann sanniliga eisini tann rætti. IM John Rødgaard sipaði alla mótstøðuna til viks og endurvann hann sostatt ”the double” frá 1998 TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Sera sterk varð Snar-FM í ár. Ikki færri enn fýra av landsliðstelvarum okkara royndu eydnuna í Komm- unuskúlanum leygardagin, og av hesum myndaðu tveir toppin. 29 luttakarar tekn- aðu seg og løgdu allir til brots við eldhuga og vónini um talvliga succes. Eftir triðja umfar legði John Rødgaard seg á odda og helt hann hesa leiðslu trygt og væl alla kapp- ingina. Hissini ferðir varð hann hóttur, men sjálvdan varð munurin minni enn tvey stig niður til næsta mann. John telvaði sum vanligt trygt, at kalla feilfrítt og lat mótstøðu- mannin fáa nærum frítt spæl, og tá hesin hevði gjørt fyrsta feilin revsaði John hendan við harðastu viðferð. Soleiðis helt hann fram og var hetta rætti taktikkur, sum eisini sparur tíð á klokkuni. Heili 19 stig av 22 møguligum vann hann sær, og má tað sigast at vera í serflokki. Til sam- anberingar kann nevnast at Finnbjørn Vang í fjør vann við 17 stigum. Einasti sum veruliga hótti John var Jóan Hendrik Andreasen, sum hevði eina heilt góða kapping. Hann brúkti sama taktikk sum John, nevnliga at telva einfalt og ikki komplisera støðuna, men hinvegin verða klárur tá møguleik- arnir eru í eygsjón. Jóan Hendrik fekk eitt flott annað pláss saman við Flóvin Tór Næs, sum hevði ein góðan endaspurt og er helst eisini nøgdur við sítt avrik. Kampur um 2. pláss Tað varð harður kampur um annað plássið. Nógvir vórðu um boðið, umframt Flóvin og Jóan Hendrik vórðu tað serliga Carl Eli N. Samuelsen, Finnbjørn Vang, Heini Danielsen, Eyðun Nolsøe og Olaf Berg sum stríddust. Landslið- telvarin Ólavur Simonsen hevði eina minni góða kapping, har hann ongantíð rættiliga kom í gongd, og sum hann sjálvur segði, so hekk spæl hansara als ikki saman hendan dagin. Undan seinasta umfarin- um hevði John longu longu tryggjað sær FM-heitið. Árið 2001 hevur tí hilnast heilt væl hjá okkara einasta altjóða meistara. Hann vann einstaklinga-føroya- meistaraheitið á páskum, og nú snarkappingina. Í 1998 vann hann eisini báðar kappingarnar. Kappingin varð væl úr hondum greitt, og John kundi fegin eftir lokna kapping fara heimaftur til Tvøroyri við virðisløn og steypi. Av teimum 29 luttakarum vórðu nógv kend andlit at síggja, umframt nýggj ung- lingatalentir og serliga stuttligt var at síggja før- oyameistarar frá 70´unum og 80´unum royna seg ímóti hesum ungu talent- um. Kramnik vísir vegin Í hesum døgum er øll heimselitan uttan Kasparov, savnað í Dortmund. Kram- nik, Anand, Morozevich, Adams, Leko og Topalov. Fýra umfør eru telvd, og er Kramnik ikki óvæntað fremstur við trimum stig- um, meðan Topalov heldur óvæntað er á øðrum plássi saman við Leko. Anand hevur bert ognað sær hálvt- annað stig og liggur í tyngra endanum saman við Adams og Morozevich. Tveir reisir skulu teir hitt- ast, og resta tí seks umfør í. Fýra føroyingar eru við í árligu Politikken Cup í Keypmannahavn, sum byrj- aði í gjár. Hesir eru John Arni Nilssen, Herluf Han- sen, Hans Kristian Sim- onsen (sum vann á Garry Kasparov) og Miriam Olsen. Í næstu talvgrein verður greitt nærri um hesa kapping. Nr. 134 • týsdagur • 17. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Talvið hesa vikuna Kramnik,V (2802) - Morozevich,A (2749) Dortmund 2001 (4), 15.07.2001 Slavisk byrjan 1.d4 d5 2.c4 c6 3.Nf3 Nf6 4.e3 Bf5 5.Nc3 a6 6.Bd3 Bxd3 7.Qxd3 e6 8.0-0 Be7 9.e4 0- 0 10.Rd1 b5 11.c5 dxe4 12.Nxe4 Nxe4 13.Qxe4 Qd5 14.Qxd5 Kramnik avviklar støðuna. Honum líkar sera væl frúgvaavbýti og endatalv, tað hava hansara nógvu seinastu talv prógvað 14...cxd5 [14...exd5? 15.Re1 Bf6 16.Bg5 og hvítur hevur stóran fyrimun] 15.Bf4 Nc6 16.Ne5 Nb8 17.Rd3! Rókurin er klárur at fara í álop 17...Rc8 18.Re1 Bf6 19.Ng4 Nc6 20.Nxf6+ gxf6 21.Bg3 Kg7 22.Bh4 Ne7 23.g4 Ng6 24.Bg3 a5 25.Bd6 (Við ætlanini Be7) 25...h5 26.gxh5 Nh4 27.Rg3+ Kh6 28.Be7! Offrar býtismun! 28...Nf5 29.Bxf6 Nxg3 30.fxg3 hvíti bispurin dominerar og er avgerandi 30...Rg8 31.Kg2 Kxh5 32.h3 Kg6 33.Rf1 Kh7 34.g4 b4 35.Kg3 b3 36.a3 Rac8 37.h4 Rg6 38.h5 Svartur kann einki gera, sleppur ikki inn støðuna við rókunum, og hvítur vinnur lættliga 1-0 FM í snartelving 2001 1. IM John Rødgaard (2310) 19 av 22 2-3. Flóvin T. Næs (2235) 15 2-3. Jóan H. Andreasen (2100) 15 4. C. E. N. Samuelsen (2140) 14.5 5. Finnbjørn Vang (1845) 14 6-7. Eyðun Nolsøe (2220) 13 6-7. Heini Danielsen (2080) 13 8-9. Poul M. Hansen (1880) 12.5 8-9. Rani Nolsøe (2180) 12.5 10-14. Olaf Berg (2040) 12 10-14. Ólavur Simonsen (2210) 12 10-14. Terji Petersen (2095) 12 10-14. Martin Brekká (2040) 12 10-14. Herluf Hansen (1975) 12 15. Heri V. Thomsen (1895) 11.5 16-22. Jógvan Joensen (1765) 11 16-22. Samson Højgaard (1885) 11 16-22. Jákup Andreasen (1655) 11 16-22. Andrias Ziska (1955) 11 16-22. Kári Durhuus (1755) 11 16-22. Súni Ziska (1765) 11 16-22. Jón Mikkelsen (1655) 11 23. Jóhan Gaard (1835) 10.5 24. Rani Tómasson (1145) 10 25. Brandur Jacobsen (1665) 9.5 26. Wensil Hansen 8 27. Andrias Jacobsen 6.5 28. Suni Jacobsen 5.5 29. Pætur D. Johannesen 3 IM Rødgaard enn einaferð Fríggjadagin vann Helgi Winther Olsen ávíkavist fimta, sætta og sjeynda gullmerki sítt á Oyggja- leikunum FIMLEIKUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Stóra gull hetjan hjá Føroyum á hesum Oyggjaleikunum var uttan iva Helgi Winther Olsen. Sum kunnugt kannaði hann sær ikki færri enn fýra gullmerki mikudagin, og seinna- partin fríggjadagin komu tvey afturat til savnið. Her vann Helgi báðar kappingarnar í bundnu røðini hjá monnunum, og hetta var so eisini nóg mikið til at tryggja honum samlaða gullið í kappingini. Høgni Øster vann silvur á gólvinum, so alt í alt gjørdist fim- leikurin tann ítróttar- greinin, sum savnaði nógv tey flestu heiðurs- merkini. Meira gull til Helga 13 12 Nr. 134 - 17. juli 2001 Á Free Føroyar konsertini í Sandagerði leygarkvøldið fingu vit orðið á nøkur fólk, bæði uttanveltaðar áhoyrarar og fyriskiparar í Unga Tjóðveldi. Øll vóru á einum máli um, at tiltakið var gott. Viðmerkast skal, at roynt varð eisini at fáa viðmerkingar frá konufólki, men hetta eydnaðist tíverri ikki FREE FØROYAR Heini í Skorini Jóannes Vitalis Hansen, limur í Unga Tjóðveld- inum: Eg haldi, at hetta er eitt sera gott tiltak. Hetta tiltak vísir frælsisandan í ung- dóminum í Føroyum, og vónandi fer Free Føroyar at gerast fastur táttur. Vit vilja gera tiltøk, sum lýsa okkara politisku sjónarmið frá einum øðrvísi sjónar horni og á ein øðrvísi hátt. Símun Waag, áhoyrari: Hetta tiltak er cool, gott, jill, feitt o.s.fr. Mær dámar hetta væl, og eg haldi eis- ini, at vit skuldu havt meiri av slíkum. Uttan iva væleydnað og gott, og tað fer eisini til eitt gott enda- mál Ransin Djurhuus, áhoyrari: Eg haldi eisini, at hetta er eitt spennandi og gott til- tak. Tað fer avgjørt til eitt gott endamál, og tað er positivt. Free Føroyar savnar fólk í øllum aldri saman á einum staði, og tað er eisini gott. Petur Jensen, áhoyrari: Hetta er avgjørt eitt gott hugskot, sera gott fyri tón- leikin, og eg stuðli eisini endamálinum persónliga. Hetta er propaganda, men hetta er gott propaganda. Ikki innballað, men erligt eftir míni áskoðan. Eg haldi, at tað er staðfest, at GUD er fullveldismaður. Fyrstu ferð Free Føroyar var, var veðrið super; tá spælt varð til fullveldisfólkafund í Koltri var veðrið fantastiskt, og í kvøld er veðri eisini avbera gott. Tað staðfestir, at GUD er fullveldismaður. Oscar Hansen, tónleikari á Free Føroyum: Hetta er gott, og hetta er heilt víst mennandi fyri tónleikin. Eitt slíkt tiltak er massaga fyri sálina, sera positivt, øðrvísi og gott. Áhoyrarunum dámdu tiltakið Fyrireikararnir høvdu boðað frá politiskari agitatión og propaganda, men Free Føroyar tiltakið í Sandagerði gloymdi politikkin og gjørdist ein undarlig blanding av konsert, vekingar- møti og fullveldis- kabarett. UMMÆLI Rúnar Reistrup Føroyski tónleikurin var góður, grillaðu donsku pylsurnar frálíkar, og før- oyska veðrið av tí allar- besta, tá Free Føroyar legði hald á Sandagerði leygar- kvøldið. Fyrireikararnir høvdu helst væntað fleiri fólk, men tað tyktist sum at Vestanstevnan og kanska ein mótvilji ímóti at gjalda fyri at koma við til eitt politiskt tiltak gjørdi, at áhoyrararnir ikki gjørdust so øgiliga nógvir í tali. Unga Tjóðveldið, sum stóð aftan fyri tiltakið, gjørdi eitt gott arbeiði. Free Føroyar var væl fyriskipað frá byrjan til enda og næsta morgunin, eftir upprudd- ingina, sást ikki á Sanda- gerði, at tað hevði lagt sand til bæði konsert og mid- náttarbál. Sandagerði er ein perla til uttandura konserttiltøk, og tað er gleðiligt at ein felagsskapur sum Unga Tjóðveldið tekur stig til eina slíka konsert. Nakrir av frægastu tónleikarunum í landinum vóru á pallinum og góvu stundum áhoyrar- unum rættiligt oyrakrás við nýggjum útsetingum av egnum kendum løgum. Tí var tað nokkso synd, at ikki fleiri fólk nyttu høvið at sita á sandinum hetta veðurgóða leygarkvøldið. Styggir fólk Men hinvegin er tað væl skiljandi at onkur hevur aftrað seg við at fara til til- takið. Tí tað var, sum Unga Tjóðveldið eisini hevði frá- boðað frammunandan, annað og meir enn ein van- lig konsert. Og eitt er at hoyra nøkur orð um hvussu góðar Føroyar eru og hvussu lætt tað er at standa á egnum beinum, hvussu danir útnytta okkara kæra føðiland og so framvegis. Men tað hevur víst seg, at fyri hvørt tiltak, sum Tjóð- veldisflokkurin skipar fyri gerst politiska agitatiónin og propagandain, sum at kalla hoyrir politiskum til- tøkum til, meira og meira til rabiat orðaskvaldur, sum sjálvsagt hevur heilt fitt av undirhaldsvirði, men sum fornermar tær smáu gráu, sum sita á ovastu hædd í mannakroppinum. Slíkt styggir fólk burtur og tað var neyvan enda- málið við Free Føroyum. Ístaðin fyri at lata tiltakið koyra sum eina vanliga konsert og so geva áhoyrar- unum nakrar bitar av lætt svølgiligum fullveldisargu- mentum og eitt glas av kon- sentreraðari propaganda, bleiv tað, sum á Free Før- oyar plakatunum bleiv lýst sum agitatión og propa- ganda, til útspilling og niðurgering av dønum og annars øllum, sum ikki eru fult samd við teimum mest víðgongdu tjóðveldisfólk- unum. Onkur føroyskur andstøðuleiðari bleiv skýrdur landasvíkjari og so var tónalagið lagt. Er tað smart Unga Tjóðveldið skal ikki lastast fyri, at boðskapurin, sum varð rópaður út í- gjøgnum hátalararnar á Free Føroyum, var sum hann var. Tað hava tey í Unga Tjóðveldinum fullan rætt til, tað var teirra tiltak, og tí kann eingin kann fara afturum og siga, at tiltakið var ov politiskt heft. Og fáa fólk ilt í dintilin av agitatiónsháttinum hjá Unga Tjóðveldinum, so kunnu tey bara halda seg burtur. Og tað gjørdu nógv eftir øllum at døma eisini. Men tað hevði uttan iva tænt Unga Tjóðveldinum betur um tey stungu fingur- in í jørðina, vendu aftur til rótina undir ynskinum um fullveldi og gearaðu eitt sindur niður. Tí um enda- málið við Free Føroyum er at vinna hjørtuni á fólki, so nyttar einki at apa eftir vek- ingarmøtunum hjá víð- gongdum religiøsum felagsskapum. Tí fullveldi er væl politikkur og ikki religión. Ella er tað veruliga øvugt. Føroyskir kjaftar og danskar pylsur C M Y K 12