Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 17. juli 2001 15 Í komandi viku skulu landsliðsmaðurin og teir í Esbjerg sam- ráðast um treytirnar fyri framtíðar sam- starvi YRKISFÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Christian Høgni Jacobsen hevur ikki enn skrivað sáttmála við superligu- felagið í Esbjerg. Men tað er nógv, sum bendir á, at hetta kann gerast veruleiki í komandi viku. Leygardagin var Christ- ian Høgni á næstbesta lið- num hjá Esbjerg. Teir spældu ímóti Horsens. Dysturin varð spældur í Ølgod uttanfyri Esbjerg, og úrslitið var 2–2. Christian Høgni skoraði ikki, og hann kendi tey 25 hitastigini og sólina, sum skein frá heiðum himni, vera til eitt sindur av ampa. Kortini man tað hava gingið so hampuliga. Í hvussu so er hava teir í leiðsluni í Esbjerg sagt før- oyska álopsspælaranum, at teir vilja fegnir hava pappír upp á samstarvið millum felagið og føroyska lands- liðsmannin. – Teir ynskja, at vit skulu samráðast í komandi viku. Eg havi skilt tað soleiðis, at tað eru stjórin í felagnum, Niels–Erik Søndergaard og venjarin, Viggo Jensen, sum standa fyri samráðing- um við spælarar, men enn veit eg ikki rættuliga, hvørjar sáttmálatreytirnar verða, sigur Christian Høgni Jacobsen úr Esbjerg. Vit hava skilt, at í Esbjerg eru teir flestu fulltíðar yrkisspælarar, meðan onkr- ir av teimum í 1. liðs hóp- inum eru parttíðar yrkis- spælarar. Hesir eru eisini upptiknir av lesnaði, men tað er eingin ivi, at akkurát nú stendur fótbólturin í fremstu røð hjá teimum. Tá vit tosaðu við Christ- ian Høgna fyrrapartin í gjár, visti hann ikki at siga okkum, undir hvørjum treytum samstarvið millum hann og Esbjerg fer at verða, men tað er eingin ivi hjá Christiani Høgna sjálv- um. Um tað stendur til hansara, so verður talan um sáttmála, har tað verður møguleiki fyri at royna fótbóltsevnini fulla tíð. Fleiri áhugað Eftir at tað í síðstu viku kom fram, at ein føroyskur landsliðsálopsmaður hevði spurt seg fyri í Esbjerg, hevur okkurt annað danskt felag følt seg fyri, men í løtuni hugsar Christian Høgni ikki um tað: – Nú eri eg her í Esbjerg. Eg venji við 1. liði, og eg fari at samráðast við teir. Eg havi skilt, at tað er stórt sannlíki fyri at vit kunnu semjast um eitt grundarlag fyri samstarvi. Um tað so skuldi víst seg, at tað ikki spyrst nakað burturúr alíkavæl, so fari eg sjálv- andi at tosa við okkurt annað felag. Hetta er ikki fyrsta ferð- in, at Christian Høgni er í sambandi við donsk fót- bóltsfeløg. Áðrenn hann fór í handilsskúla á Kambsdali, gekk hann í fótbóltsskúla í Danmark, og tá royndi hann seg bæði í Silkeborg og í Lyngby. Ongar bindingar Tá føroyskir spælarar fara aðra staðni at royna seg, skal felagið í Føroyum lata spæliloyvið frá sær. Um føroyska felagið skal hava møguleika at krevja pengar frá nýggja felagnum, so skal sáttmáli, sum er góð- kendur av sáttmálanevndini hjá FSF, vera galdandi millum felagið og spæl- aran. Ísak Mikladal, aðalskriv- ari í Fótbóltssambandinum sigur, at NSÍ hevur ikki sáttmálar við sínar spælar- ar, sum eru góðkendir av sáttmálanevndini hjá FSF. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað letur ikki til, at NSÍ hevur møguleika at krevja nakað serligt gjald frá Esbjerg, um talan verð- ur um sáttmála millum danska felagið og Christian Høgna Jacobsen, og ein á- heitan harvið fer at koma til NSÍ umvegis DBU og FSF um at leyslata spælaran. Á seinasta kapping- ardegi eydnaðist før- oyska recurve liðnum at skjóta seg upp á bronsu BOGASKJÓTING Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Eins og roknað varð við undan seinasta av teimum fýra kappingardøgunum í bogaskjóting, so eydnaðist tað hjá Schandorff Vang at endurvinna gullmerki sítt í compound bólkinum. Schandorff vann seg á triðja degnum fram um svágin hjá sær, Albert E. Dam, og hann slepti ongan tíð takinum á fjórða deg- num. Umframt gullmerkið til Schandorff, gjørdist tal- an um silvurmerki hjá bæði Albert E. Dam og Sigrid Vang, og alt í alt varð hetta ivaleyst til at tryggja føroy- ska liðnum gullmerkið. Bronsan Í recurve kappingini var byrjanin ikki serliga góð. Fyrsta dagin vóru allir skjúttarnir væl undir miðal í skjóting sínari, og frem til seinasta dagin var líkt til, at einasti skjúttin, sum fór at vinna sær heiðursmerki, var Hans Petur Højgaard, sum á triðja degnum hevði vunnið seg fram á eitt silvurpláss. Føroyska liðið gjørdi tó ein rættiligan vørr á sein- asta degnum, og tá talt varð saman, hevði liðið ognað sær bronsumerki, og má hetta metast sum eitt sera gott avriki. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu illa gekst í hond fyrsta dag- in. Heldur óvæntað eydnaðist Boga Krist- iansen at vinna sær bronsumerki í býar- koyringini SÚKKLING Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Eftir at føroysku súkklarar- nir tvær ferðir høvdu tikið til takkar við fjórða pláss- inum, eydnaðist Boga Kristiansen á seinasta deg- num at vinna sær bronsu- merki í býarkoyringini. - Tað verður bara at royna at yvirliva. Tað verða alt fyri eitt nakrir sterkir súkklarar, sum skræða seg leysar, og eg rokni ikki við, at tað verður serliga nógv, sum vit kunnu gera við tað. Nakað soleiðis segði Bogi Kristiansen, áðrenn býarkoyringin í súkkling, sum hin seinasta av kapp- ingunum á Oyggjaleikum, skuldi avgreiðast. Livdi Tað skuldi tó vísa seg, at Bogi megnaði meira og annað enn bara at yvirliva í kappingini. Hann fekk rætt í, at talan gjørdist um eina sera harða kapping, tí at kalla allan vegin var talan um ein sannan bardaga, har bert hin sterkasti megnaði at yvirliva. Bogi taldist tó millum hesar sterkastu, og við hes- um fekk súkklingin eitt heldur óvæntað, men ikki minni kærkomið, heiðurs- merki heim aftur við sær. Vónirnar vóru annars um, at tað skuldi eydnast at vinna eitt slíkt í antin tíðar- ella landavegskoyringini, men har gekk tað sum kunnugt ikki. Esbjerg vil hava Christian Høgna Loksins eitt heiðursmerki í súkkling Fingu bronsu í recurve Føroysku bogaskjúttarnir gjørdu rættiliga vart við seg á Oyggjaleikunum, har talan gjørdist um heiðursmerki í øllum bólkum 15 14 Nr. 134 - 17. juli 2001 Palli Augustinussen man vera tann VB spælarin, sum tað er størst sannlíki fyri kann fáa møguleikan á landsliðnum ALTJÓÐA FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Í fjør vann VB FM heitið. Bæði tá og síðani hevur verið tosað um, at felagið ikki eigur nakran lands- liðsspælara. Mikukvøldið stóðu vágbingar seg betri í Europa Cup, enn so nógv onnur føroysk lið ofta hava gjørt. Tí er tað ikki und- arligt, at tosið um VB og landsliðið verður snarað og vent einaferð afturat, og at mett verður um, hvør VB spælari hevur best møgu- leikar at sleppa upp í part hjá Allani Simonsen, sum kortini ikki var í Gundadali mikukvøldið. Útlendingarnir á liðnum hava sjálvsagt ongan møguleika at umboða før- oyska landsliðið. Zivkov, Cieslevic og ikki minst Popczynski, tá hann ikki er skaddur, og tá hann er í fullgóðari venjing, høvdu verið upplagt evni hjá landsliðsvenjaranum. Men føroyingar hava ikki sama politikk á hesum økinum, sum teir hava nógv aðra staðni, har góðir fremm- andir fótbóltsspælarar í eini handavend skifta heimarætt og harvið kunnu umboða eitt annað land enn tað, teir eru føddir og uppvaksnir í. Á VB liðnum eru fleiri veteranar. Burtursæð frá at hann einar tvær ferðir í 2. hálvleiki mikukvøldið hevði trupulleikar at sparka burtur, tá viðspælararnir høvdu spælt aftur til hansara, so stóð Bjarni Jo- hansen væl í málinum. Hann hevur tvær ferðir vart føroyska landsliðsmálið, men hann kappast við Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen, so tað kemur neyvan upp á tal Tvíburðarnir Eyðun og Magni Jacobsen hava í næstan tvey tíggju ára skeið verið knassar í VB verjuni. Serliga liðformaðurin, Eyðun Jacobsen, var raskur mikukvøldið. Teir báðir hava ongantíð verið á landsliðnum. Nú eru teir 33 ára gamlir, so tíðin fyri landsliðsmøguleika tykist vera farin, og tað sama kann ivaleyst sigast um Birgir Jørgensen (29 ár), Tórða Holm (32 ár) og Jón Paula Olsen (32 ár). Størsti møguleikin VB hevur fleiri ungar spæl- arar, sum roynast væl. Um teir halda fram at mennast, so eiga onkrir teirra at hava møguleikan at koma upp á tal til landsliðshópin. Her verður t. d. hugsað um Palla Augustinussen. 20 ára gamli miðvallarin í høgru stóð seg væl miku- kvøldið. Hann er sonur Páll Augustinussen, sum nú er hjálparvenjari hjá VB. Tey, sum eru tilkomin, minnast, at Páll í seksti og sjeyti ár- unum var ein elegantur miðvallari hjá VB. Mikukvøldið var um reppið, at Palli skoraði fyrsta Europa Cup málið hjá VB, og tað var eisini um reppið, at ein sending frá Palla endaði við málið. Birgir Jørgensen, sum fyri trimum árum síðani skoraði einasta málið hjá VB í Intertoto Cup, fekk send- ingina, men málverjin hálv- bjargaði. – Tá eg royndi ímóti mál- inum, rakti eg bóltin stak væl. Tíverri fekk málverjin akkurát fingrarnar á bóltin, og so spurdist ikki meiri enn hornaspark burturúr. Tað var sera harmuligt. Tá eg spældi Birgir leysan, kundi eg kanska havt spælt longri tvørturum til Robert, sum var uppaftur leysari í hinum borðinum, men eg sá hann ikki fyrrenn aftaná, sigur Palli Augustinussen. Tit stríddust væl? – Vit royndu, og eg haldi, at tað gekk hampuligt. Men tað var strevið. Vit høvdu vant á grasi fýra teir sein- astu dagarnar, og tað hjálpti heilt víst. Men tað er væl tyngri at renna á grasi, enn tað er at renna á graslíki. Tí vóru vit ógvuliga troyttir síðstu løtuna, sigur Palli Augustinussen. Í morgin fer hann saman við liðfeløgunum úr Føroy- um. Ferðalagið telur 35 fólk, og málið er Hvíta- russland, har VB miku- kvøldið skal spæla seinna Europa Cup dystin ímóti Slavia Mozyr. Í einum sovornum dysti eigur ein ungur spælari at fáa roynd- irnar, sum brynja hann út til møguligar landsliðsavbjóð- ingar í framtíðini. Vágbingar spæla bara uttanlands við VB Nýggi FCK venj- arin roknar før- oyska álopsessið at vera sjálvsagdan ímillum teir fyrstu ellivu, men skaðin hjá Toda ger, at hann ikki fer at spæla við í fyrsta landskappingardys tinum og í fyrsta Europa Cup dystinum ÚTISETAR Jóannes Hansen Todi Jónsson verður ikki á liðnum hjá FCK, tá danska meistaraliðið leygardagin fer undir nýggja kappingarárið. Málið hjá FCK er tví- býtt: Teir skulu verja DM heitið, og teir ætla at spæla seg víðari úr innleiðandi umfarinum og í bólkaumfarið í europeisku meistara- kappingini. Fyrsti landskapping- ardysturin verður leyg- ardagin í Parkini ímóti Viborg, og fyrsti dystur- in í Europa Cup verður mikukvøldið í komandi viku. Hvørjum hann verður ímóti, fæst at vita í annaðkvøld. Men tað er mangt, sum bendir á, at FCK skal til Georgia. Mikukvøldið í síðstu viku megnaðu georgisku meistararnir úr FC Torpedo Kutaisi mál- leysan javnleik á Wind- sor Park ímóti norður- írsku meistarunum, Lin- field FC. Hesi bæði liðini skulu spæla í Georgia í annað kvøld. Todi framvegis skaddur Men uttan mun til hvørjum FCK skal spæla ímóti, so er tað greitt, at Todi Jónsson verður ikki við í fyrsta dystinum. Í vikuskift- inum ásannaði føroyski FCK maðurin hetta í Politiken: – Tað gongur rætta vegin við vøddaskaðan- um í legginum. Eg vóni, at vit megna at spæla okkum í bólkaumfarið í Europa Cup kappingini fyri meistaralið, men eg verði ikki førur fyri at hjálpa til, tá FCK annað mikukvøld skal spæla fyrsta dystin í innleið- andi umfarinum, stað- festi Todi Jónsson. Hjálparvenjarin hjá FCK, Carsten V. Jensen, var í Norðurírlandi mikukvøldið í síðstu viku. Hann heldur, at FCK eigur at hava góðar møguleikar ímóti báðum liðunum, men hann vísir á, at bæði hjá norður- írska liðnum og hjá georgiska liðnum var talan um fyrsta dystin eftir summarfrítíðina, og tí kann roknast við, at dygdin í spælinum ann- að mikukvøld verður betur, enn hon var síðsta mikukvøld. Fyrsta umfarið í donsku landskappingini er á skránni komandi vikuskifti. Orsaka av Europa Cup dystinum er dysturin ímillum FCK og Viborg fluttur frá sunnudegnum og til leygardagin. Dysturin verður í Parkini. Álit frá venjaranum Sunnudagin spældi FCK í Parkini. Mótstøðuliðið var Glasgow Rangers. At áhugin fyri FCK er ógvuliga stórur sást aftur í, at 10.484 áskoð- arar møttu til henda venjingardystin. Millum áskoðararnar vóru fleiri føroyingar, sum í hesum døgum eru í summarfrí í Danmark. Áskoðaratalið var væl hægri, enn nógv lið í superliguni nakrantíð hava til heimadystirnar í landskappingini. Tað endaði 1–1. Rangers kom á odda, tá 25 minuttir vóru farnir, og tíggju minuttir seinni javnaði nýggi FCK maðurin, Thomas Røll, tá hann stútaði bóltin í kassan. Í FCK álopinum vóru Pascal Simpson og Carsten Fredgaard, sum er nýggjur í felagnum. Svenski FCK venjarin, Kent Karlsson, vísti eftir dystin á, at teir vóru ikki í stinnastu uppstilling- ini. – Zuma er í Suður- afrika og spælir HM undankappingardystir og Todi Jónsson er skaddur. Tá teir báðir verða tøkir aftur, hava vit ætlað, at Carsten Fredgaard skal spæla á miðvøllinum í vinstra borði, segði venjarin, og tað kann ikki boða frá øðrum, enn at hann ætlar at hava Toda sum fastan mann á liðnum. Todi sleppur ikki upp í part C M Y K 14