Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 20. juli 2001 13 Nr. 137 • fríggjadagur • 19.juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Slavia Mozyr skoraði fimm mál fyrsta hálva tíman, og so var einki at spæla um Tað gekst hjá VB, sum tað so ofta hevur gjørt, tá før- oysk feløg í Europa Cup hava roynt seg á útivølli. Eftir góða avrikið og málleysa javnleikin á heimavølli ímóti Slavia Mozyr úr Hvítarusslandi, so komu vágbingar av álv- ara í eldin, tá teir miku- kvøldið royndu seg á úti- vølli. Slavia Mozyr vann 5–0. Hetta var støðan longu tá 31 minuttir vóru farnir. Sambært heimasíðuni hjá UEFA tók heimaliðið sær síðani av løttum. Teir høvdu væl og virðiliga vunnið sær sess í næsta inn- leiðandi umfarinum, og so nýttust teir ikki at skora fleiri mál. Sjálvmál beinanvegin Hjá VB ráddi um at halda tørn so leingi, sum tað bar til. Um teir høvdu hildið tætt nóg leingi, so var rokn- andi við, at heimaliðið fór at ótolnast, og um teir høvdu slept í verjupartin- um, so hevði møguleikin kanska komið at skora týd- ningarmikla málið á úti- vølli. Men soleiðis lagaði tað seg als ikki. Longu í 3. minutti vóru vágbingar so óhepnir, at teir gjørdu sjálv- mál, og so gekk skjótt. Sjálvmálið kom, tá liðfor- maðurin hjá VB, Eyðun Jacobsen, royndi at beina einum innleggi burtur, men bólturin fór í staðin í málið aftanfyri Bjarna Johansen. Slavia Mozyr skoraði aftur í 11., 23., 28. og 31. minutti. Stóri málslúkurin var Strypeiki, sum var nummar ellivu og annar av álopsmonnunum, tá liðini mikukvøldið í síðstu viku spældu á Tórsvølli. Hesin spælarin skoraði trý mál, m. a. til 5–0 upp á brots- spark, sum varð dømt ímóti Predrag Zivkovic. Kiril Rybakov skoraði til 2–0. Í fyrra dystinum av- loysti hann beinanvegin eftir steðgin annan álops- mannin. Hitin plágaði Umstøðurnar hjá vágbing- um vóru einki serligar. Vit skilja á lagnum, at gisting- arhúsið, sum teir búðu á, var einki at rópa hurrá fyri, og á vøllinum høvdu teir tað sera torført. Hitastigini vóru omanfyri tredivu, meðan teir spældu. VB var í útgangsstøðuni mannað við teimum somu ellivu, sum spældu á Tórs- vølli. Onkra ferðina var VB framvið, og aftur hesa ferð var Palli Augustuinussen næst við at fáa mál. Í 1. hálvleiki bjargaði málverjin langskoti frá vongspælar- anum í høgru, og í 2. hálv- leiki fór skotið við síðuna av. Stutt undan steðginum gjørdi Popczynski av at gera tað fyrstu útskifting- ina. Tá kom Dan Djurhuus inn fyri Birgir Jørgensen. Í 2. hálvleiki gjørdi vóru fleiri broytingar gjørdar. Eitt nú fór Predrag Zivko- vic úr verjuni og longri fram á vøllin at spæla. Sama søgan Tað hevur ofta verið tikið til, at føroysku feløgini standa seg verri í altjóða høpi, enn landsliðið ger. Landsliðið tapti stórt ímóti Jugoslavia á heimavølli fyri stuttum, men tað kemur ikki so ofta fyri longur, at landsliðið leggur rygg til stórtap. At feløgini tapa meiri er ikki so undarligt, tí tey hava nógv færri altjóða royndir. Úrslitini mikukvøldið vístu, at fleiri hava tað tor- ført á útivølli. Vit kunnu t. d. nevna, at Valetta FC av Malta tapti 5–0 í Finnlandi, eftir at teir á heimavølli høvdu megnað málleysan javnleik. Mótstøðuliðið hjá teimum var FC Haka. Hetta er sama liðið, sum fyri tveimum árum síðani smurdi HB av 6–0, eftir at úrslitið á Tórsvølli hevði verið 1–1. Ta ferðina skor- aði Magni á Lakjuni – hetta er framvegis einasta altjóða málið, sum er skorað á Tórsvølli. Eftir at Haka hevði vunn- ið stórt á HB, løgdu teir rygg til stórtap ímóti Glas- gow Rangers. Mikukvøldið í komandi viku og annað mikukvøld fæst at síggja, hvussu tað fer at roynast hjá Slavia Mozyr, tá teir skulu spæla ímóti Bratislava. VB ferðalagið kemur aft- ur til Føroya í dag. Nú fara teir at fyrireika seg til átta tey síðstu umførini í lands- kappingini. Málið er at røkka triðja plássinum og harvið nýggum møguleika fyri altjóða fótbólti. jh Hagtøl Europa Cup fyri meistarar 1. innleiðandi umfar – 2. dystur Slavia Mozyr–VB 5–0 (5–0) Á Yunost stadion í Mozyr í Hvítarusslandi mikudagin 18. juli 2001 kl. 18.00 2.500 áskoðarar Dómarakvartett úr Írlandi: John McDermott, John Ward, Joseph O'Brien og Patrick Whelan 1–0: sjálvmál 3. 2–0: Valery Strypeikis 11. 3–0: Kiril Rybakov 23. 4–0: Valery Strypeikis 28. 5–0: Valery Strypeikis br 31 VB: 1. Bjarni Johansen – 13. Predrag Zivkovic, 11. Jón Gærdbo (12. Marner Richardt, 60.), 4. Eyðun Jacobsen, liðformaður, 2. Magni Jacobsen – 9. Palli Augustinussen, 14. Marek Wierzbicki, 10. Tórður Holm 20. Jón Pauli Olsen (6. Michael í Lágabø, 60.), – 19. Birgir Jørgensen (7. Dan Djur- huus, 42.), 15. Robert Cieslewicz Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Finn- bogi Olsen, 5. Oliver Abrahamsen, 17. Kári í Lága- bø, 18. Gisli Sveinbjørnsson Venjari: Krysztof Popczynski Hjálparvenjari: Páll Augustinussen Liðleiðari: Kári Poulsen Fysioterapeutar: Kirsten Ludvig og Turid Kjærbo Lækni: Viggo Jensen VB bráðnaði í nógva hitanum Á altjóða styrkislist- anum hjá FIFA fyri landslið eru fimm europeiskar fótbólts- tjóðir aftanfyri Føroyar, sum halda tørn um 119. plássið Í altjóða fótbóltssamgong- uni FIFA eru 203 limir. Sambært styrkislistanum fyri juli, sum varð almenn- ur í fyrradagin, so er før- oyska landsliðið á 119. plássinum í heiminum. Hetta er sama plássið, sum Føroyar vóru á fyri einum mánað síðani, og hetta er tvey pláss longri niðri á listanum, enn Føroyar vóru um ársskiftið. Fýra europeiskar fót- bóltsstjóðir eru styrkismett- ar lægri enn Føroyar. Luks- emburg er á 143. pláss- inum, Andorra er á 145. plássinum, Liktinstein er á 149. plássinum, og San Marino verður roknað at eiga vánaligasta fótbólts- landsliðið í Europa. Teir eru styrkismettir sum nummar 159. Føroyar hava spælt ímóti øllum hesum tjóðunum. Í undankappingardystum hava Føroyar vunnið tvær ferðir ímóti San Marino og eina ferð ímóti Luksem- burg. Í vinardystunum hava Føroyar vunnið á Liktin- stein og spælt málleysan javnleik ímóti Andorra. Næstu ferð at møguleiki verður at royna, um styrkis- munurin, sum FIFA heldur er millum Føroyar og eitt av hesum londunum, sæst aft- ur á vøllinum, verður, tá Luksemburg kemur henda vegin at spæla HM undan- kappingardyst. Tað verður leygardagin 1. september. Málið Dreymurin hjá øllum fót- bóltshugaðum føroyingum er sjálvsagt, at Føroyar skulu koma sær longri fram á listan. Tí er ikki av leið at hyggja eftir, hvørjar europ- eisku tjóðirnar eru, sum ikki eru so langt omanfyri Føroyar. Aserbaidjan luttekur í europeisku kappingunum. Teir eru á 113. plássinum. Norðurírland er á 106. plássinum, Wales er numm- ar 105, og Moldova er á 103. plássinum. Letland er nummar 95, Litava 94, Albania 85, Hvítarussland 84, Estland 80, Georgia 79, Makedonia 77, Kypros 76, Bosnia Hersegovina 75 og Sveis 62. Føroyar hava spælt ímóti fleiri av hesum londunum. Góðu úrslitini vóru 2–0 sigurin í vinardytinum í Estlandi í 1997, 1–1 í EM undankappingardystinum ímóti Norðurírlandi í Bel- fast, málleysi javnleikurin í EM undankappingardystin- um í Litava í 1998 og 2–2 í heimadystinum ímóti Bos- nia Hersegovina í EM undankappingini fyri tveimum árum síðani. Føroyar hava tapt tvær ferðir ímóti Kypros, Wales og Sveis í HM undan- kappingardystum og tvær ferðir ímóti Estlandi í EM undankappingardystum. Føroyar hava tapt eina ferð í undankappingardystum í- móti Norðurírlandi, Litava og Bosnia Hersegovina. Eina ferð hava Føroyar og Aserbaidjan, sum altso er tað landið í europeiskum fótbóltshøpi, sum er tættast Føroyum á røttu síðuni, um vit kunnu siga tað soleiðis. Talan var um vinardyst í sambandi við venjingarlegu á Kypros í februar 1996. Føroyar taptu 3–0, og tá varð hetta mett sum stórt vónbrot. Brøðratjóðirnar Danmark er tað norður- landið, sum er styrkismett hægst í landsliðsfótbólti. Teir eru á 17. plássinum, sum er eitt lægri enn fyri einum mánað síðani, men sum er fimm hægri enn í desember í fjør. Svøríki er á 19. plássinum. Tað gongur rætta vegin hjá svium, sum í juni vóru á 21. plássinum og sum í desember vóru á 22. plássinum. Hjá Noregi hevur tað roynst illa í HM undan- kappingini, og tað sæst aftur á listanum. Um árs- skiftið var Noreg á 14. plássinum, og í juni vóru teir á 18. plássinum. Nú er Noreg nummar 21. Ísland er nummar 52. Tað vóru íslendingar eisini í juni. Um ársskiftið var Ís- land nummar 50. Finnland er nú styrkismett sum nummar 59. Hetta er sama plássið, sum finnlendingar høvdu í juni og desember. Endarnir Støðan í toppinum er nett tann sama, sum hon var fyri einum mánað síðani. Fronsku heimsmeistararnir eru fremstir, og hóast tað hevur gingið av skriðuni hjá Brasilia nógvu tær sein- astu ferðirnar, og spurning- urin framvegis er opin, um fyrrverandi heimsmeistar- arnir fara at megna at spæla seg í HM endaspælið kom- andi summar, so er Brasilia framvegis nummar tvey. Argentina og Italia eru á næstu plássunum. Týskaland var um árs- skiftið á 11. plássinum. Nú er Týskaland nummar fimm, og so koma Spania, Paraguay, Kekkia, Holland, Rumenia, Jugoslavia, Meksiko, Kolombia, Ong- land, og so kemur USA, sum er styrkismett at vera omanfyri Danmark. Á 203. og aftasta pláss- inum er Montserrat. Henda fótbóltstjóðin er í Karibiska havinum. Víddin er 98 fer- kilometrar, og har búgva tólv túsund fólk. Næstaftast á FIFA list- anum er kongaríkið í Himmalaya fjøllunum, sum eitur Butan. Har er víddin 47 túsund ferkilometrar, og fólkatalið er 1,5 millión. Styrkislistin hjá FIFA verður dagførdur hvønn mánað. Næsta almanna kunngerðingin verður 22. august. Føroyar skulu næstu ferð spæla landsdyst mikudagin 15. august. Tað verður útsetti HM undan- kappingardysturin í Beo- grad. Føroyar niðanfyri miðstrikuna Skipið plagdi at sigla sum sjóverjuskip í ís- fylta havinum kring Grønland, men nú er »Nukik« á veg til Ny- købing Falster sum souvenir hjá eigaran- um. Hesar seinastu tríggjar dagarnar hevur skipið ligið á Havnini har teir fýra sjómenninir umborð hvíla seg til tað, sum eftir er av ferðini SKIP Rúnar Reistrup Á brúnni umborð á »Nukik« sita tveir hvítt- hærdir og skeggvaksnir menn, sum í øllum brøgd- um líkjast sjómonnum frá tíðini, tá skip vóru úr træi og navigeringin fór fram við sekstanti. Søren Hansen situr í skiparastólinum. Hann eig- ur skipið og hevur leiklutin sum skipari umborð. Søren hevur búð í Grønlandi sein- astu fimm árini, har hann hevur arbeitt í grønlendsku orkuveitingini, men tá hann fekk arbeiði bjóðað á Ny- købing Falster, gjørdi hann av at fara heim aftur til Danmarkar. Men oftast vilja fólk ikki fara frá einum landi tóm- hent. Tey vilja hava okkurt tinganest við sum minni – ein souvenir. Søren Hansen tók ett gamalt verjuskip við heim- aftur. Piðað rov »Nukik« varð bygdur á Bogense Bådbyggeri í 1962 og fór beinanvegin í sigling sum sjóverjuskip í havinum kring Grønland. Seinastu árini hevur skipið bara lig- ið, og tá Søren Hansen keypti tað, líktist skipið einum piðaðum rovi. Einki tól var á brúnni, og skipið var illa farið alt sum tað var. Tað tók skipaeigaranum og teimum trimum monn- unum úr Danmark, sum hann hevur fingið at hjálpa sær, ein góðan mánað at seta skipið og so frægan stand, at tað fekk loyvi at sigla. Søren Hansen væntar at tað fer at taka honum eini fýra ár at putlast við at um- væla skipið. Tá tað er gjørt fer hann at sigla leigutúrar við ferðafólkum við skipi sínum. Undrast yvir áhugan Teir fýra sjómenninir løgdu leiðina úr Arsuk í suður Grønlandi til Reykjavíkar fyri góðum fjúrtan døgum síðan. Túrurin til Reykja- víkar tók teimum hálvt- sjeynda samdøgur. Síðan løgdu teir leiðina til Føroya og eftir trimum samdøgrum komu teir á Havnina. Her- frá fara teir víðari til Het- lands. Skiparanum dámdi lítið viðferðina teir fingu frá havnamyndugleikunum í Reykjavík, men honum dámar væl á Havnini. – Tá vit komu til Reykja- víkar var tað ein øgilig rúgva av formellum pappír- um, ið skuldu fyllast út og undirskrivast og vit skuldu gjalda fyri bæði eitt og annað. Millum annað fingu vit eina rokning á yvir tús- und krónur fyri »nýtslu av vitum«. Tað kostaði okkum upp ímóti trýtúsund krónur at fara inn í Reykjavík og vera har í tvey samdøgur. Her á Havnini gjalda vit 80 krónur um dagin, sigur Søren Hansen. Umborð á »Nukik« undr- ast teir yvir tann stóra á- huga, sum føroyingar tykj- ast hava fyri skipum. – Her ganga fólk allan dagin og hyggja og koma umborð ella koyra tey spakuliga framvið, og nú koma tit, sigur hin maðurin á brúnni, Karsten Jensen, við myndamannin og blað- mannin. »Nukik« skuldi ætlandi leggja leiðina til Hetlands í morgun. Verjuskip sum souvenir »Nukik« fór í 1962 í sigling sum sjóveruskip í grønledskum sjógvi Mynd: Jens K V Tveir sjómenn av »gamla slagum« Søren Hansen, skipari, og Karsten Jensen Mynd: Jens K V C M Y K 13 12