fríggjadagur 20. juli 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 137 - 20. juli 2001
Nr. 137 - 20. juli 2001
11
Nýggja eftirlønin til
landsstýrismenn hev-
ur við sær, at 91 ára
gamla Hjørdis Djur-
huus í næstum fer at
fáa knappar 20 tús-
und krónur í pensjón
um mánaðin. Orsøkin
er, at maður hennara,
Hákun Djurhuus,
sáli, var løgmaður.
Men Hjørdis heldur
pensjónina vera heilt
burturvið, eins og
hon máar støðið
undan fullveldinum
LANDSSTÝRISPENSJÓN
John Johannessen
– Eg ætli mær so avgjørt
ikki at taka ímóti hasum 20
túsund krónunum.
Hetta var fyrsti tankin hjá
teirri 91 ára gomlu einkjuni
eftir Hákun Djurhuus, fyrr-
verandi løgmann, tá hon
fekk at vita, at løgtingið
hevur samtykt nýggja stóra
pensjónsskipan til allar
landsstýrismenn aftur til
1951 og allar einkjur eftir
teir landsstýrismenninar,
sum eru deyðir.
Hjørdis Djurhuus heldur
tað vera heilt burturvið, at
hon nú brádliga skal fáa
eina stóra pensjón, bert tí
maður hennara hevur verið
løgmaður.
Hákun Djurhuus, sáli, var
løgmaður frá 1962 til 1966,
landsstýrismaður frá 1951
til 1957 og harumframt
tingmaður frá 1946 til
1980. Hetta gevur honum
rætt til fulla eftirløn eftir
nýggju skipanini fyri løg-
menn og landsstýrismenn,
sum er umleið 26 túsund
krónur um mánaðin. Men
av tí, at Hákun Djurhuus er
deyður, fella 75 prosent av
pensjónini til einkjuna. Tað
vil siga, at 91 ára gamla
Hjørdis Djurhuus frá 1. jan-
uar fer at fáa knappar 20
túsund krónur um mánaðin
settar inn á konto sína.
Geva til tey veiku
– Handan pensjónsskip-
anin er ein ógvuliga illa
umhugsað avgerð. Tað ber
ikki til, at politikararnir
bara brúka so nógvan pen-
ing til pensjónir til sín
sjálvs, meðan tey veiku í
samfelagnum einki fáa, sig-
ur Hjørdis Djurhuus av-
gjørd.
– Sum eg segði, hugsaði
eg beinan vegin, at eg fór at
senda pengarnar aftur, hag-
ar teir koma frá. Men seinni
havi eg hugsað at senda teir
víðari til vælgerandi enda-
mál. Tað eru so nógv, ið
hava brúk fyri hjálp, sigur
Hjørdis Djurhuus.
Løgmanseinkjan ger púra
greitt, at fer hon at taka
ímóti
landsstýrismanna-
pensjónini, fer hon ikki at
brúka hana til sín sjálvs. Og
hon roknar heldur ikki við,
at arvingarnir vænta sær
pengarnar, tí teir klára seg.
Forðar fyri fullveldi
Maður Hjørdis Djurhuus
arbeiddi sum løgtingsmað-
ur í samfull 34 ár, umframt
at hann var landsstýrismað-
ur og løgmaður. Tí spyrja
vit Hjørdis Djurhuus, um
hon ikki kortini heldur tað
vera rætt, at politikarar eis-
ini í aldurdóminum fáa løn
fyri sítt stríð.
– Skulu vit byggja eitt
land upp soleiðis, gerast vit
aldri eitt sjálvstøðugt land.
Hetta tekur botnin undan
øllum sjálvstýrishugsjón-
um. Vit kunnu ikki bara
tveita pengarnar soleiðis frá
okkum í staðin fyri at brúka
teir til tað, sum mest tørvur
er á í samfelagnum.
– Her hugsi eg aftur um,
at vit skulu brúka pengar-
nar til tey gomlu og brek-
aðu, áðrenn vit hugsa um
undirsjóvartunlar og líkn-
andi, ger Hjørdis Djurhuus
greitt.
Ov stórur munur
Men heldur Hjørdis Djur-
huus kortini ikki, at politik-
arar eiga rætt til eftirløn
fyri sítt stríð fyri landið?
– Ja, tað er eingin í sam-
felagnum – høgur ella lágur
– sum ikki hevur uppiborið
sína løn. Men munurin skal
ikki vera so stórur. Hvat um
tey, sum fáa minst løn
hvørva úr einum samfelag,
hvussu sær samfelagið tá
út? Hvat við teimum smáu
lønunum til tey, sum eru so
virðismikil í samfelagnum,
spyr løgmanseinkjan.
Hjørdis Djurhuus unnar
politikarum eftirløn, men
hon heldur tað kortini vera
heilt burturvið, at politik-
arar skulu fáa ovurstóra
eftirløn, meðan onnur einki
fáa.
– So stríggi er arbeiðið
hjá teimum heldur ikki.
Hákun gjørdi sítt arbeiði, tí
honum dámdi tað, sigur
Hjørdis Djurhuus, einkjan
eftir løgmannin, Hákun
Djurhuus.
Elsta livandi løgmansfrúan:
Eg sigi nei takk til
landsstýrispensjón
– Skulu vit byggja eitt land
upp soleiðis, gerast vit aldri
eitt sjálvstøðugt land. Hetta
tekur botnin undan øllum
sjálvstýrishugsjónum. Vit
kunnu ikki bara tveita
pengarnar soleiðis frá okkum
í staðin fyri at brúka teir til
tað, sum mest tørvur er á í
samfelagnum, sigur elsta
løgmanseinkjan um nýggju
landsstýrispensjónina, sum
hon fær góðan bita av
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
11
10
Chips hevur vunnið á
eplum. Grillbarir á
heimagjørdum mat-
pakkum og annan
hvønn tíma opnar ein
nýggj fast-food mat-
stova við feitum til-
boðum. Her eru nøk-
ur tøl, ið siga eitt
sindur um altumfevn-
andi fast-food ídnað-
in í Norðuramerika
ÁT
Niclas Johannesen
Nú hava amerikanarar hava
sjálvir funnið útav, at tað
allarhelst er eitt samband
millum
risavøksturin
í
junk-matstovum og yvir-
flóðina á kalorium, ið bein-
leiðis hótta heilsustandin
hjá milliónum av borgar-
um í burgaraheimlandi-
num.
Meira enn ráðiligt
Hóast heimsmet í sjón-
varpsrásum at velja ímill-
um, so vísir kanning, at al-
menni kunnleikin er so
ússaligur, at fá vita, at ein
Double Whopper við osti
frá burgaraketuni Burger
King inniheldur 960 kalor-
iur og 63 gram av feitti -
hetta er umleið tilráddi
dagstørvurin
hjá
eini
kvinnu.
Og tey, sum leita sær yv-
irum vegin til eina kina-
grill í trúnni, at her er eitt
sindur sunnari at vera, ja
tey fara púra skeiv. Ein
talerkur við grísakjøti, sum
svimur í eitt sindur av súr-
søtari sós í eini typiskari
kina-grillbar
inniheldur
umleið 1,610 kaloriur og
okkurt um 70 gram av fita -
meira enn nóg mikið til
forbrenning í ein heilan
dag.
Ein stór kanning, gjørd í
Kanada, staðfestir, at tað er
ikki samanhangur millum
tað, fólk siga og tað, tey
gera, tá tað snýr seg um
matvanar. 55 prosent av
teimum spurdu siga, at tey
á ein virknan hátt royna at
eta minni feitan mat og 54
prosent siga, at tey royna at
halda seg frá feitt-stoktum
mati. Men serfrøðingar
siga, at her lekur álvarsliga
millum teori og praksis.
Fólk rætt og slætt pella fyri
sær sjálvum.
Bilmáltíð
Vesturheimsins
borgarar
hava skund. Maturin skal
niðurum - ongantíð ov
skjótt. Og tað er júst hes-
um, sum mongu matstovu-
keturnar hava funnið útav.
Størsta uppgávan er at
kunna levera matin skjótast
gjørligt.
Saman við nýuppfunna
tørvinum at snakka í tele-
fon meðan tú koyrir, er talið
á ‘drive-through’ matstøð-
um eksploderað. 17 prosent
av øllum rættum verður nú
serveraður
gjøgnum
bilvindeygað. Hetta er eitt
rák sum er í miklum vøkst-
ri.
Hvønn
morgun
opna
28.000 McDonalds dyrnar
kring allan heim og 2000
nýggjar deildir leggjast
aftrat á hvørjum ári. Leggur
tú stórar ketur sum Burger
King, McDonalds, Taco
Bell, Pizza Hut og KFC
saman, so letur ein nýggj
deild upp annanhvønn tíma
- alt samdøgrið.
‘Teenie Beanie Baby’
Eru tey mong, sum royna at
liva sunt, so eru tey upp-
aftur fleiri, sum ikki gera
tað. Fyri fimm árum síðani
fór 60 prosent av tí, sum
brúkt var at eta úti fyri til
lutfalsliga bíligan grillmat.
Í dag er hetta talið vaksið
upp í 64 prosent. Bara í
Kanada eru 26.000 fast-
food matstovur.
Og stóru fyritøkurnar
koyra knallhart eftir serliga
teimum ungu etarunum.
Tey skulu alast upp til
skjótan mat. Eitt ‘Teenie
Beanie Baby’ gávuframtak
hjá McDonalds í 1997 økti
um søluna av sokallaðu
‘Happy Meals’ úr tíggju
milliónum um vikuna upp í
100 milliónir.
Smakkar maturin væl, so
er tað neyvan tí, at kúgvin
hevur gingið á góðum
lendi.
Smakk-verksmiðjur
kunnu við kemiskum snild-
um nágreiniliga eftirapa at
kalla øllum matsmakki við
ymsum loyniligum forml-
um, og hetta verður nýtt í
stríðum streymum innan
fast-food ídnaðin.
Eric Schlosser, høvundin
aftan fyri nógv seldu bók-
ina Fast Food Nation, The
Dark Side of the All-Amer-
ican Meal, fekk atgongd til
eina slíka verksmiðju: “Í
serliga einum føri var eg
tikin av bóli. Knappliga,
eftir at eg hevði latið míni
eygu aftur, stóð sterki royk-
urin av einum grillaðum
burgara í nasarnar á mær.
Tað luktaði, sum um onkur
í rúminum vendi einum
burgara á eini heitari grill.
Tá eg opnaði eyguni var
kortini tað einasta eg sá ein
lítil hvít strípa á hvítum
papíri og eitt smílandi
starvsfólk.”
Amerika svimur í fiti
VISTI TÚ
Í 1960 át vanligi amerikanarin 81
pund av frískum eplum og fýra
pund av steiktum chipsi um ári. Í
dag er lutfallið 49 pund av frískum
eplum og 39 pund av chipsi.
Ein kunstiga smakkandi jarðberja
milkshake inniheldur 45 kemikalu.
Chips eru frísk og brún, tí tey er
sproytaði við einum løttum drússi
av sukuri.
Kelda; The Vancouver Sun