Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

88 Sosialurin 22. juli 2008 2008 – Eg dugdi teknikkin, men eg hevði ongantíð róð sjálv áður, so hetta var avgjørt nakað, sum eg skuldi venja meg við. Soleiðis sigur Jannie Dam Jacobsen, sum eftir 12 ár sum róðurskvinna nú situr við árunum á Jarnbardi Tað var ein marknaðsteinur, sum Jannie Dam Jacobsen fór um á ólav­ søkuróðrinum í fjør. Sum ikki eina ferð vóru kvinnurnar í bláa bátinum fremstar um málið, og hjá Jannie var talan um 50. sigurin á FM­stevnu. Samstundis var talan um sjeynda FM­heitið, sum hon hevði vunnið við Jarnbardi, og tí var løtan kanska hóskandi at steðga. – Ikki endiliga tí, at eg hevði hugs­ að so nógv um at gevast við kapp­ róðrinum. Hinar umborð høvdu fleiri ferðir tosað um at gevast, men eg havi ikki verið tann, sum hevur tosað harðast um hetta. Tá eg so kom eftir, at róðurin á ólavsøku kundi enda við 50. gullmerkinum, helt eg tó kortini, at høvið kanska var hóskandi, sigur Jannie Dam Jacobsen. Árin ov tung Tá róðrarárið í ár byrjaði, var Jannie Dam Jacobsen ikki heima í Føroyum, og tí var kappróður ikki tað, sum rúgvaði mest í tonkum hennara. Beint fyri norðoyastevnuna kom hon tó heim, og alt fyri eitt varð hon spurd, um hon ikki kundi koma umborð á bátin. – Og tað var sum róðurskvinna, at eg kom umborð. Tann, sum stýrdi á norðoyastevnu, hevði róð áður, og tað skuldi hon aftur gera, men tá vit so vandu fyrstu ferðina, helt hon seg vera ov illa fyri. Vit vóru farnar út, so fyri at venjingin kundi halda fram, beyð eg mær at rógva. Er tað nakað, sum tú áður hevur hugsað um. Altso at skifta róðrið um við árina? – Als ikki. Men tá eg nú royndi, so gekk tað heilt hampuligt kortini. Fyrstu róðrarnar valdi eg tó at nýta eina ár til 5­mannafør, tí eg orkaði ikki við 6­mannafars­árini, men tann parturin er eisini í lagi nú. – Men tað er jú nakað heilt øðrvísi. Sum róðurskvinna dugir tú at síggja, hvussu hinar skulu gera, og tí visti eg væl, hvat eg skuldi arbeiða við. So tú kanst siga, at eg væl dugdi teknikkin, men bara ikki hevði roynt tað sjálv. Men tað hevur so eisini gjørt tað lættari hjá mær at venja meg við nýggja leiklutin. Og so hevur tú kanska eisini fingið bæði árabløður og bekksár? – Ja. Og eg kann bara siga, at tað ikki er nakað, sum eg havi saknað hini árini! Rør fyri gullinum Tá samrøðan verður skrivað, eru fram­ vegis bæði vestanstevna og ólavsøka eftir av róðrarárinum. Og tí er enn ikki heilt greitt, um talan verður um gull ella silvur hjá Jarnbardi. Gull var kanska ikki tað, sum Jannie Dam Jacobsen hugsaði mest um, tá hon fyri fyrstu ferð hevði ár í hond til FM­róður. Men hon letur ongan iva vera um, at hon rør fyri at vinna. – Sjálvandi geri eg tað. Vit hava at kalla øll árini verið við heilt frammi, og tí vildi alt annað verið løgið. Men hinvegin var eg ikki serliga vónbrotin, tá vit í fyrsta róðrinum ikki rukku gullinum. Men tað gav okkum samstundis eina fatan av, at vit væl kundu røkka hesum, og so hevur hetta verið tað, sum vit hava strembað eftir síðani. Kappingin í ár hevur nú heldur ikki verið heilt so hørð millum 6­mannaførini, sum hon áður hevur verið. Men hyggur tú at muninum í tíðunum millum okkum og 5­mannaførini, so er hesin minkaður heilt nógv, sum róðrarárið er liðið. Og tað hevur eisini hert kappingina, at Fortuna er komin við. Tí har eru gentur, sum hava vant heilt nógv, minnir Jannie Dam Jacobsen á. Leggur ikki bátin Eingin ivi er um, at kappróðurin fyri nógv er sum ein basilla, ið er trupul at sleppa av við. Ivaleyst er nakað av hesum eisini galdandi fyri Jannie Dam Jacobsen, sum nú altso stendur við møguleikanum fyri fyrsta FM­gullinum sum rógvari. – Hetta hevur avgjørt verið ein øðrvísi uppliving sammett við hini árini. Og hóast tað ikki hevur verið eitt mál áður, so hevði tað nú verið stuttligt, um eg eftir ólavsøkuna kann siga, at eg havi vunnið gull sum bæði róðurskvinna og rógvari. Og fert tú so eisini at hava árabløðrur og bekksár í 2009? – Tað kann bara tíðin vísa. Men eg havi tað nú einaferð so, at eg verði ikki tann, sum tekur avgerð um, at nakar bátur skal leggjast. So um hinar verða við, so verði eg tað helst eisini, sigur Jannie Dam Jacobsen. ____________________________ Tekstur: Jákup Mørk Mynd: Jens Kristian Vang Róðurskvinna við árabløðrum Tað var tungt at skifta róðrið um við árina. So mikið tungt, at Jannie fyrstu róðrarnar nýtti eina minni ár enn bátsfelagarnir