mikudagur 30. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 30. juli 2008
7
tíðindi
Konsertin við Brandi
Enni var sera hugna
lig, og uttan iva
nýttu mong høvi at
enduruppliva ein av
kærastu songfuglum
okkara
tónleikur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Endiliga er lív komið í hann
aftur. Nú eru eftirhondini
nógv ár síðani at vit hoyrdu
nakað serligt til sangfuglin
Brandur Enni. Nú er hann
vorðin nøkur ár eldri og
røddin er vorðin búnari,
men enn klárar hann at
sjarmera seg inn í hjørtuni
á gentunum. Við klárari
rødd og reinum sangi undir
helt hann stóru fjøldini í
Tjóðpalli Føroya.
Fjøldin var fyri tað mesta
konufólk, og hugsast kann
at fleiri av teimum, ið fyri
nøkrum árum síðani vóru
púra vekk í honum, leitaðu
sær niðan í Tjóðpallin at
enduruppliva hann. Og eing
in av teimum mundi verða
skuffað av framførsluni.
Ein sera hugnaligur stemn
ingur var inni, og fólk høv
du hug at syngja við. Upp
aftur betri gjørdist stemn
ingurin, tá hann endaði við
einum sangi, ið vit øll ken
na, og sum byrjar við “eg í
eygum tínum sá”. Tá fór
ein rembing gjøgnum salin,
og øll fingu hug at syngja
ella murra við lagnum.
Alt í alt ein sera hugnalig
konsert, har áhoyrararnir
fyri tað mesta vóru ungar
gentur og gentur, ið vildu
enduruppliva songfuglin.
Brandur vinnur
hjørtu enn
Petur Háberg og
Bet you are William
borðreiddu við ymisk
um hugløgum av tón
leiki tá teir spældu í
Reinsaríinum
tónleikur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað var ein sera broytilig
konsert við Bet you are Wil
liam í Reinsarínum. At
byrja við stóð Petur Háberg
einsamallur á palli við
akustiskum og elektriskum
gittara.
Hesin byrjandi parturin
av konsertini var sera inten
sur, og við søgunum aftan
fyri sangirnar rúnarbant Pet
ur áhoyrarnar. Henda løtan
meðan hann spældi einsa
mallur var sera hugtakandi,
og passaði sera væl til spæli
staðið.
Løtu seinni skifti hann til
elektriskan gittara, og hetta
riggaði eisini væl. Hann
fekk ein afturat sær við elek
triskum gittara, og saman
spældu teir væl.
Eftir hetta kom allur bólk
urin í Bet you are William á
pall, og teir framførdu sera
sannførandi. Við frálíkum
tónum og góðum lagi fingur
teir ta annars lítlu áhoyrara
fjøldina at vera við uppá
tað.
Saman spældu teir fleiri
løg av fløguni, sum vónandi
skjótt kemur út. Og hesin
triðji og seinaswti parturin
av framførsluni var eisini
sera góður.
Alt í alt var hetta ein sera
góð konsert, ið Bet you are
William borðreiddi við, og
eftir mínum tykki er tón
leikurin á einum støði, ið er
ov lítið til bert at fevna um
føroyska
tónleikapallin.
Flestu av hinum áhoyrarun
um munnu vera samdir við
mær.
Við
hesari
konsertini
prógvaði Petur Háberg, at
hann hóskar seg til einhvønn
pall og til eitthvørt umhvør
vi, stórt ella smátt.
Inni í Tjóðpallinum
var deiligur
stemningur, meðan
Martin Joensen
og hansara menn
framførdu
Dansur
Sunneva Háberg Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Við á pallin hevði hann Pau
la Magnussen og Eyðun M.
Hansen
umframt
sonin
Sakaris Emil Joensen, sum
eg fyri fyrstu ferð havi sæð
vekk frá bassinum og á
gittara ístaðin. Stuttligt at
síggja pápa og son framføra
saman, tá teir báðir eru so
góðir tónleikarar og har
afturat líkjast nógv, uttan at
tað gerst pínligt.
Bæði samanspæl og ljóð
var gott, Martin var sjarmer
andi sum altíð, og eg kann
ikki siga annað enn, at tað
var ein góð og hugnalig
løta. Serliga var tað endin
við varðanum Svarti Ravn
ur, sum fekk nostalgiið at
røra seg innaní. Og at síggja
tannáringar syngja við av
øllum hjarta ger bara alt tað
heila eitt stórt vet meira rør
andi.
Tá Futt í Býin fór í
gongd, var tað ikki
eiti á byrjan tað fekk
Dansur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hóps framførdi við moder
naðum hiphop dansi á lítla
pallinum, og tað sluppu tær
sera væl frá. Koreografiin
var uttan iva uppá pláss, og
taktin varð hildin gjøgnum
alla framførsluna.
Tað, sum rystast kundi,
varð ryst, og tað, sum sleing
jast kundi, varð slongt.
Ein frálík dansiframførsla.
Tó er at siga, at prikkurin
yvir i’num manglaði. Sjálva
framførslan var fín, og gent
urnar vóru eggjandi og væl
smurdar. Men einki veruligt
tema sást á búnunum hjá
teimum, burtursæð frá at
næstan allar høvdu leysar,
gráar buksur.
Men tó var hetta ein dansi
framførsla,
og
dansurin
varð undir øllum umstøðum
sera væl úr hondum greid
dur.
Hóps settu hol á
Misjøvn konsert við
Bet you are William
Sjarmerandi Martin
Joensen