Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 143 - 30. juli 2008 Síðst á skránni fríggja­ náttina var Hanus G. Jo­hansen. Fyri fyrstu ferð í langa tíð spældi hann við bólki, o­g rundaðu tey frálíka til­ takið av við manér Tónelikur Petur Háberg petur@sosialurin.fo Hvussu Hanus ger tað, veit eg ikki, men á ein ella ann­ an hátt megnar hann at fan­ ga fólk í øllum aldri. Meðan mánin hugdi at, og vindurin helt seg vekk, framførdu Hanus og vinfólk bæði nýtt og gamalt tilfar. Og øll sun­ gu við. Tannáringar og pen­ sionistar. Full og edrú. Sum sagt, so hevði Hanus bólk aftrat sær fyri fyrstu ferð í nógv, nógv ár. Og hóast Hanus als ikki hevur trupulleikar við at fanga áhoyraran einsamallur, so dámdi mær væl broytingina. Onkur sangur fekk eitt jass­ ut ´feel´, meðan teir flestu sangirnir komu undir fólka­ tónleik. Trummur, bassur, gittari og klaver løgdu grundina, meðan violin, klarinett, trombón og trom­ pet kryddaðu løgini. Hanus sjálvur sá út til at njóta sínar nýggju spælivin­ ir. Eftir so nógv ár einsa­ mallur á palli, er tað eisini skilligt. Vónandi verður tað ikki aftur talan um ár, áðr­ enn Hanus spælir við bólki aftur. Við einum frálíkum bólki aftanfyri seg, kundi Lena sláa seg leysa eina løtu í kvøld. Hesin eitt sindur meiri peppaði o­g ´leysi´ leikluturin klæddi henni væl Tónleikur Petur Háberg petur@sosialurin.fo Seinastu ferðirnar, eg havi hoyrt Lenu framført, hevur tað verið akustiskt. Sum oft­ ast við Niclasi og nú seinast á G! MINI við Annu á Váli Smith á cello. Hetta hevur riggað væl. Uppskriftin er í lagi; góð løg, góður sangur og gott spæl. Men hetta kvøldið fann eg út av, at eg onkrastaðni innií saknaði at hoyra tón­ leikin í bólkahøpi. At hoyra meiri enn Lenu og kassa­ gittara. Aftrat sær hevði Lena nakrar av stóru kanónunum innan føroyskan tónleik: Jóhannes á Rógvu Joensen (bass), James Olsen (trum­ mur), Finnur Hansen (ljóm­ borð) og sjálvandi eisini Niclas Johannesen (gittar). At hesir duga sítt kramm hoyrdist eisini aftur. Tað svingaði, og sum lurtari hvíldi tú í, at tónleikararnir fóru at bera Lenu gjøgnum settið á ein virðiligan hátt. Sum eitt tok, ið koyrir við javnari ferð móti eini enda­ støð. Kringsett av dugnalig­ um monnum kundi Lena sláa seg leysa og lata ´fitt­ heitina´ liggja eina løtu. Lena hevur so nógv løg í skjáttuni, sum veruliga eru genial. Sjálvur helt eg, at løgini ´Can´t Erase It´ og ´Who Am I´ eydnaðust ómetaliga væl. Og so tann obligatoriska viðmerkingin um ljóðviður­ skiftini: Fyri viku síðani skrivaði eg um eina fram­ førslu, ið snøgt sagt var myrd og grava niður av vánaligum ljóðið. Ræðu­ ligt. Men í kvøld var søgan ein heilt onnur. Langt síð­ ani, at eg havi hoyrt so gott ljóð. Alt hoyrdist væl og við rættari styrki. Tað gav tónleikinum loyvi til at trað­ ka ótarnaðan fram. Páll Finnur Páll megnaðu tað, eingin annar kláraði á Futt í Býin. Fjøldin kókaði, o­g tað var ónærisligt o­g fúlt fyri allar pengarnar Tónleikur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nú eru eftirhondini langt­ síðani Páll Finnur Páll vóru á palli. Tískil var lagt upp til eitt stórsligið comeback, tá teir trinu inn á stóra pallin í kvøld. Undan framførsluni var longu ein stór fjøld møtt upp við stóra pallin, og Jam­ es Olsen fekk veruliga lív í fjøldina, áðrenn Páll Finnur Páll tóku við. Framførslan sjálv var framúr góð. Fjøldin kókaði undir allari konsertini, og tað er sera sjálvdan, at nak­ ar bólkur klárar at halda eitt slíkt støði undir einari heil­ ari konsert. Við kendum løgum so sum “Gulldaman”, “Herbergið” og “Forelskað­ ur Sjónleikari” bergtóku teir enn einaferð áhoyrarnar við eini rúgvu av power í framførsluni. Ljóðið til hesa konsertina var framúr gott, og tískil fin­ gu áhoyrarnir fullan valuta fyri pengarnar. Enntá var tað so galið, at Páll Finnur Páll vóru noyddir at spæla eitt eykalag eftir at teir upp­ runaliga áttu at verða lid­ nir. Tað stutta av tí langa er, at hetta var besta konsertin á kvøldinum. Pena Lena løgd til viks eina løtu Fingu fjøldina í kók Hanus og vinfólk sløktu