mikudagur 30. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 143 - 30. juli 2008
Rokkuti bólkurin,
Eager to Please, fór á
tjóðpallin, tá FUTT
í býin var í Tórsgøtu
fríggjakvøldið.
Eager to Please fingu
fullstendiga skeivt
umhvørvi at framføra
í, og so var konsertin
seinkað í ein hálvan
tíma.
Tónleikur
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Tá fólk høvdu bíðað í ein
góðan hálvan tíma, fóru
Eager to Please endiliga á
pall á tjóðpallinum til
FUTT
í
býin
fríggja
kvøldið.
Tað gekk ein løta, áðrenn
ótolnið hjá áskoðaranum
varð skift út við svingandi
beinum og klappum í takt
við tónleikin.
Tónleikurin var fínur,
men hóskaði als ikki til lítla
hølið, har teir framførdu.
Fólk sótu niðri, og tískil ber
ikki til at nýta tónleikin,
sum hann átti at vera nýttur.
Eitt dansigólv hevði uttan
iva verið tað, ið skuldi til
fyri at fullgera upplivilsið
við Eager to Please.
Eager to Please fingu eitt
skeivt umhvørvi at framføra
í, og tí eydnaðist framførslan
ikki. Eg hevði tó verið fyrst
á dansigólvinum, um fóru á
pall á einum dansistaði.
Eager to Please fingu eitt
skeivt umhvørvi at framføra
í, og tí eydnaðist framførslan
ikki. Eg hevði tó verið fyrst
á dansigólvinum, um teir
vóru í einum líknandi
dansistaði sum REX.
Umhvørvið óhóskandi
Hóast framførslan í
ólavsøkutjaldinum
ólavsøkuaftan
miseydnaðist orsakað
av vánaliga ljóðinum,
eru nýggju sangirnir
stak góðir, og hvør
veit – kanska hava vit
fingu tær føroysku
Spice Girls
Tónleikur
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Faroe 5 hevði sína næstu
konsert í ólavsøkutjaldinum
ólavsøkuaftan.
Bólkurin
hevði
bara
tvey
løg
frammanundan, men nú eru
eini nýggju nýggj løg gjørd,
ið
koma
á
fløgu
til
septembur.
Næstan
øll
nýggju løgini eru á enskum,
og hesi riggaðu stak væl.
Løgini fanga áskoðararnar
við
feitum
rútmum,
samstundis sum Faroe 5
genturnar
høvdu
eina
lívliga
og
góða
koreografiska framførslu.
Føroysku
Faroe
5
genturnar kundu mint eitt
sindur um fimm ensku
genturnar,
ið
á
sinnu
mannaðu gentubólkin Spice
Girls. Eingin Spice genta
dugdi rættiliga at syngja, tá
tær fóru í hált við hendan
bólkin.
Somuleiðis
eru
røddirnar hjá gentunum í
Faroe 5 rættiliga misjavnar.
Summar sterkar og reinar
røddir eru millum genturnar,
meðan aðrar eru meira
smædnar og tískil sera
veikar.
Sjálvt løgini sótu eftir í
høvdinum, tá fólk fóru úr
tjaldinum eftir konsertina.
Helst ensku løgini, dámdi
mær sera væl. Í roynd og
veru er bara eitt lag, mær
ikki dámar. >>Bara eitt
spæl<< er barnsligt og
hóskar tískil als ikki til tey
nýggju løgini, ið smábørn
allarhelst ikki høvdu lurtað
eftir.
Støðið
á
nýggju
sangunum eru nógv hægri,
enn har omanfyri nevndi
sangurin hoyrir heima. Sera
óheppið, tí, sum eg skilji á
lagnum, er áhoyrarabólkurin
ikki yngri børn.
Framførslan í ólavsøku
tjaldinum var fín, men
ljóðið var út av lagi vánaligt.
Tað skurraði í hátalarunum,
og støðið fór somuleiðis
syngjandi í botn av tí sama.
Ein sera misjøvn konsert,
men við nýggju, góðu
løgunum, sær út til, at ein
ljós framtíð kann vera fyri
framman hjá teimum fimm
gentunum handan Faroe 5.
Føroyskar Spice Girls
SIC vóru teir triðju
á størra pallin á
ólavsøkukonsertini.
Feit orka, sum var alt
ov hart frá, er metta
úrslitið higani frá.
Dansur
Sunneva Háberg Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Eg dyrki yvirskotið hjá
Mikkjal at 1: vera ein
framfúr feitur frontfigurur.
2: hava eina fantastiska
orkumikla rødd. 3: vera ein
undirhaldari av ovastu rók.
4: samstundis sum hann
klárar at vera frekur og
seksutur og halda bólkin
glaðan og við uppá tað alla
vegin ígjøgnum. Respekt.
Tað var tó eitt, sum
irriteraði í hvussu er meg,
og sikkurt fleiri onnur: Eg
skilti ikki heilt, at ljóðið
skuldi vera SO hart frá, tá
økið er so lítið. Tað vísti
seg faktiskt at vera betri at
fara afturum ljóðpultin at
lurta. Frammanfyri pultin
dukaði bara ógvusliga í
oyrunum og skróv og óljóð
boraðu seg inn í heilan. Og
eg plagi ikki at vera tann,
sum klagar um, at tað er ov
hart... Tó skal sigast, at
hetta nokk er tað frægasta
ljóðið, eg nakrantíð havi
hoyrt til eina metalkonsert
á ólavsøkukonsertini, síðani
eg byrjaði at ganga í
kommunuskúlagarðinum
sum 15 ára gomul.
Óansæð ljóð og alt tað,
so vóru SIC totalt kul. Við
feitum kendum løgum sum
Done
Pretending
og
Rosegarden in Hell og
nýggjari løgunum Fighters
They Bleed og Slither fingu
teir flest allar knokkar
blástar væl og virðiliga
umkoll. So virðiliga, sum
man kann ynskja sær tað á
einari ólavsøkukonsert.
Ungu havnarmennin
ir í Synarchy pikkaðu
dúgliga korn og góvu
alt teir áttu, og í nátt
eydnaðist tað sum
heild væl hjá teimum
Tónelikur
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Synarchy spælir thrash
metal og eitt lyklaorðunum
innan hetta slagið av tón
leiki er skjótleiki og ´tight
ness´ (at spæla ´tight´, at
fáa tingini at sita væl ). Tað
gongur við rúkandi ferð, og
tí krevur tað konsentratión
og neyvleika frá hvørjum
einasta limi. Men inn í mill
um var spælið ikki nóg
neyvt hjá Synarchy, og tað
heila kendist eitt sindur kao
tiskt akkurát tá. Men sum
heild spældu teir væl, og tá
koyrdi tað eisini, sum tað
skuldi.
Eg havi serliga hug til at
nevna forsangaran Leon
Hansson, sum eg haldi hava
stórt potentiali. Hann hevur
eina útstráling, ið ein for
sangari má hava. Hann hev
ur lætt við at skifta millum
at growla/brøla og yvir í
sang, og gjørdi hann eisini
nógv av hesum. Bæði at
growla og syngja ger hann,
eftir mínari meting, rættiliga
væl, hóast tað framvegis
ikki heilt er á sama støði
sum hjá Mikkjali úr SIC.
Men Leon mennir seg í
hvørjum og spennandi er at
vita, hvar hann er um nøkur
ár.
Hóast
bólkurin
hevur
ymiskt at arbeiða við (hvør
hevur ikki tað?), so síggi eg
nógv spennandi í Synarchy
og teirra tónleiki. Framtíðin
sær spennandi út hjá teim
um.
At eg var millum best
egnaðu fólkunum á redak
tiónini til at ummæla Synar
chy, sigur eitt sindur um
støðuna innan ummælaraøk
ið. Metal ummælarar eru
ein trotvøra innan føroyskan
tónleik, og tað er ikki bara
her í Miðlahúsinum, at tað
er so. Persónliga havi eg
aldrin lisið eitt ummæli, ið
er skrivað av einum føroysk
um metalhøvdi nakrantíð!
Vónandi
kemur
onkur
skjótt, ið kann geva metal
bólkum virðilig ummæli.
Thrash í býin
Kultfaktorurin í topp