mikudagur 30. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 143 - 30. juli 2008
Vit standa framman fyri
stórum avbjóðingum, og
vit skulu taka avgerðir um,
hvønn veg samfelagið skal
fara – ikki bara nú – men
eisini langa tíð frameftir.
Vit standa kanska á gáttini
til størstu broytingartíð
hjá okkara ættarliði. Eg
heiti tí á Føroya løgting
um at vit liva upp til ta
ábyrgd, sum fólkið hevur
litið okkum upp í hendi. At
vit hava vísdóm og dirvi at
føra landið framá saman
við Føroya fólki. Nú tørvar
okkum Tróndar skarpa vit,
Sigmunds bjarta hjartalit
og Sverris vilja sum stál,
segði løgmaður Jóannes
Eidesgaard millum annað í
løgmansrøðuni 2008
Logmansroðan 2008
Harra formaður.
Eins og sandkornið í søguni um
glataðu spælimenninar eftir
William Heinesen eru vit ein lítil
partur av altjóða samfelagnum.
Men vit verða kortini ongantíð
minni, enn vit sjálv vilja. Vilja vit
verða ein miðdepil millum aðrar,
so hava vit møguleikarnar og ríki
dømið til tess.
Ein miðdepil fyri okkum, sum
búgva og liva her, fyri tey, sum
hava hug at seta búgv í Føroyum,
og fyri tær tjóðir, ið vit samstarva
við. Eitt samfelag, har øll eru
vælkomin, har øll sleppa til
orðanna, og har avbjóðingar eru
fyri øll. Har rættvísi og sam
haldsfesti eru eyðkennini, og har
øll kenna seg væl.
Harra formaður.
Ferðin á búskapinum er minkað,
bæði úti í heimi og í okkara
samfelag. Høgu oljuprísirnir hava
noytt partar av fiskivinnuni í knæ.
Heima við hús merkja vit eisini, at
oljurokningin er hækkað munandi,
at matvøruprísirnir eru hækkaðir,
og rentan við. Og tey, sum hava
roynt seg við íløgum í partabrøv
um, síggja eisini myrk skýggj í
løtuni.
Jú, vit merkja øll hesa skeivu
búskaparligu gongdina.
Men búskapurin er væl fyri.
Arbeiði er til øll, tí bæði í vinnuni
og hjá tí almenna er brúk fyri
góðum og dugnaligum fólki.
Lat meg siga tað heilt greitt. Vit
eru ikki á veg inn í eina kreppu
sum ta í níti árunum.
Í dag er almenna skuldin lítil,
og landið hevur pening tøkan.
Í níti árunum, tá landskassin var
niðurpíndur av veðhøldum og
bankabjargingum, kom skuldin
upp á 6,7 mia. – meira enn 100
prosent av BTÚ. Í dag er skuldin
hjá landskassanum 2,1 mia. –
einans 15 prosent av BTÚ, um
framt at landið eigur 2,3 mia. á
bók. Samlað eiga Føroyar eina
nettuogn á umleið 3 mia. krónur.
Arbeiðsloysið er metlágt,
umleið 1 prosent – hóast tað møgu
liga er hægri í ávísum økjum.
Hetta er tað lægsta í vestur
heiminum. Í níti árunum var ar
beiðsloysið uppi á heili 25 pro
sentum.
So vit eru væl fyri, um viðrákið
tó hevur hæsað av eina løtu.
Ratingstovnurin Moody´s gav
eisini búskapi og fíggjarstýring
okkara gott skotsmál. Tað ber boð
um, at útheimurin hevur álit á Før
oyum.
Men hann øtlar vindin. Tí ræður
um at repa seglini og í felag nýta
góðan sjómansskap, so vit koma
um streingirnar í øllum góðum og í
slættari og rúmari sjógv.
Harra formaður.
Okkum tørvar grundleggjandi
broytingar, ið skapa eitt nýtt og
betri skeið í søgu okkara við mun
andi støðugari búskapargongd.
Eftir løgtingsvalið í januar varð
valt at skipa aðra samgongu. Ein
og hvør samgonga hevur síni mál,
sum hon vil fremja, meðan onnur
mál verða løgd til viks, tí semja
fæst ikki um tey. Tí er neyðugt við
nýggjum politiskum samstarvi,
soleiðis at átrokandi mál ikki koma
at liggja ov leingi óloyst.
Vit í landsstýrinum og í sam
gonguni hava sett okkum fyri at
ganga undan í hesum broytingartíð
um og taka tær røttu avgerðirnar –
ikki bara avgerðir, sum geva úrslit
í morgin ella í ovurmorgin, men
eisini langt fram í tíðina.
Og her er Visjón 2015 týdningar
mikil vegvísi, tí í henni hava
serfrøðingar, áhugabólkar, vinnulív
og fakfeløg sett orð á, hvussu vit
kunnu gerast millum fremstu
tjóðir.
Tað er okkara ábyrgd at fremja
visjónina í verki og at tryggja eitt
gott lívsgrundarlag hjá okkum,
sum búgva her, og teimum, sum
vilja koma til Føroya. At tryggja ta
liviligu vælferðina.
Vit standa við eitt vegamót við
stórum avbjóðingum, har tann
størsta er at broyta bygnaðin í fiski
vinnuni.
Samgongan hevur sett sær fyri
at fremja eitt siðaskifti í fiskivinnu
politikkinum. Tað verður eitt tað
týdningarmesta vinnupolitiska
átakið, síðan einahandilin varð
avtikin í 1856.
Støðan í stórum pørtum av fiski
veiðuflotanum er ring. Fleiri or
søkir eru til tess. Lágir fiskaprísir
og óvanliga høgir oljuprísir. Stovn
arnir á heimaleiðunum eru niður
fiskaðir, serliga toskastovnurin, ið
ongantíð hevur verið so illa fyri.
Søla og keyp av fiskiskipum og
fiskiloyvum seinastu árini –
sonevnda yvirkapitaliseringin –
liggur sum steinur oman á byrðu.
Landsstýrið hevur eina greiða
heildarætlan fyri fiskivinnuna. Vit
vilja hava eina burðardygga og
dynamiska fiskivinnu, har polit
iskar forðingar og peningaligur
stuðul ikki avskepla marknaðar
kreftirnar. Vinnan má tillaga seg, tí
tað er ein avgjørd fyritreyt fyri
einum sterkum og sjálvberandi
búskapi, at høvuðsvinnan klárar
seg uttan stuðul úr landskassanum.
Fiskivinnan hevur altíð dugað at
tillaga seg, og eg havi fult álit á, at
hon eisini megnar tað hesa ferð.
Í fyrsta lagi skulu fiskastovn
arnir endurreisast sum skjótast, so
at vit tryggja fiskatilfeingið í fram
tíðini. Hetta gerst best við at taka
lívfrøðiligu tilmælini í fullum álv
ara. Hetta verður eisini staðfest í
uppskotinum, sum landsstýris
maðurin í fiski og tilfeingismálum
fer at leggja fram á hesum fundi.
Veiðuorkan kemur í eina nýggja
legu, og tað fer sum frá líður at
geva størri vinning til manning og
skip, og bæði vinnulívið og sam
felagið fáa meira burturúr. Tá
toskastovnurin er komin fyri seg
aftur, kunnu vit helst fiska eini
30.000 tons um árið. Tað er
tríggjar ferðir so nógv, sum varð
avreitt í 2007. Nógvar hundrað
mió. kr. afturat bara í avreiðingar
virði kunnu fáast burturúr, um vit
røkja stovnarnar skynsamt.
Í øðrum lagi er bráðneyðugt, at
okkara fiskavørur verða framleidd
ar í eini burðardyggari og
umhvørvisvinarligari vinnu. At
fara væl um tilfeingið verður alt
meira avgerandi í framtíðini. Tí
mugu vit sum skjótast fáa før
oyskan fisk góðkendan sum burðar
dyggan, tí hetta eru krøv, sum
longu verða sett fiskafram
leiðarum.
Í triðja lagi mugu vit endur
skoða allar lógir, sum leggja forð
ingar fyri fiskivinnuna. Skipanin
við uppboðssøluni skal eftirmetast.
Sama skulu spurningarnir um
tilvirking av fiski umborð og
avmarkingarnar at landa uttan
lands. Vit skulu eggja til, at alt
tilfeingið, eisini rogn og livur,
kemur til høldar.
Skipað verður ein tilfeingisbúð
ella ein fiskidagamarknaður, har
øll rættindi til tilfeingi hjá landi
num skulu handlast frítt, so at øll
áhugað hava atgongd til náttúru
ríkidømið – til fólksins ogn.
Hetta er ein kúvending frá fast
læstu støðuni í dag, har øll rættindi
eru bundin at útlutaðum loyvum,
sum eru galdandi til 1. januar
2018. Ein skipan, sum hevur víst
seg at vera meira til gagns fyri tey,
sum fara úr vinnuni, enn fyri tey,
sum ætla sær inn í hana.
Eg vænti, at longu um eini 34
ár síggjast úrslitini av siðaskifti
num í fiskivinnupolitikkinum aftur
í búskapinum – ella fyrr, um
vistfrøði og tilgongd vera okkum
til vildar. Tí er tað sera hugaligt, at
gróðurkanningarnar eru av teimum
heilt frægu, og meira lív er í
sjónum.
Landsstýrið og samgongan eru
sannførd um, at kósin má broytast.
Vit eru eisini til reiðar at góðtaka
eitt hall á fíggjarlógini fyri at halda
virksemi í gongd og leggja upp
fyri sveiggjum í búskapinum,
meðan fiskivinnan tillagar seg.
Landsstýrið fer eisini at leggja
seg eftir at gera íløgur á teimum
økjum, sum verða meinast rakt, so
at stoyturin ikki verður so harður.
Vit taka ímóti hesi avbjóðing,
Fremja eitt siðaskifti
í fiskivinnupolitikkinum
Framhald á næstu síðu