Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 143 - 30. juli 2008 sum fer at gera Føroyar til ein mið­ depil, ið gevur burðardyggari vinnu og skynsamari viðferð av tilfeinginum størsta gætur. Harra formaður. Ongum nýtist at stúra, tí her er arbeiði til allar hendur. Men broyt­ ingin í fiskivinnuni kann fara at merkja, at nøkur fólk mugu fara í aðra vinnu, at fólk mugu skifta arbeiði. Kendi skotski uppfinnarin, Gra­ ham Bell, segði eina ferð, at tá ein hurð fer í lás, fer onnur upp á bak. Men trupulleikin er, at mangan síggja vit bara ta afturlatnu hurðina og ikki ta opnu. Kring landið eru fólk, sum fara at finna nýggjar møguleikar, ið vit ikki vistu av vóru fyri framman. Okkara vælferðarsamfelag skal leggja upp fyri hesum umskifti. Tí er umráðandi, at arbeiðsmegin hevur fakligan førleika og dag­ førda vitan. Ófaklærd skulu fáa tilboð um førleikamenning, eina umskúling, har fólk kunnu nema sær útbúgving og fáa skeiðstilboð, so tey kunnu átaka sær nýggjar avbjóðingar. Brúk verður fyri fleiri hondum og góðum høvdum á flestu økjum. Arbeiðsfólk og handverkarar til at smíða íbúðir og hús, víðka infra­ kervi og skapa virði. Eisini á øðrum økjum er brúk fyri góðum fólki, serliga innan útbúgving, heilsu, røkt og tænastur. Eitt alneyðugt átak var útlendingalógin, sum ger málsviðgerðina smidligari og skjótari fyri arbeiðsmegi úr ES­ londum. Útlendingamál og marknaeftirlit verða yvirtikin í valskeiðnum, og vit fara tá at fyrisita útlendingalógina eftir føroyskum fyritreytum. Sett er á stovn útlendingastova, ið skal málsviðgera og kunna útlendingar um teirra rættindi og skyldur og geva teimum bestu fyritreytir fyri at trívast í Føroyum. Útlendingar, sum velja at virka og liva her, skulu vera hjartaliga vælkomnir. Vit skulu vera góð og fólkalig við tey, eins og vit eru hvør við annan. At arbeiðsfólk flytur millum lond er ikki nýtt. Tað gera føroyingar eisini. Tí skulu vit ikki seta kikaran fyri blinda eygað, men síggja veruleikan og fáa skipað viðurskifti. Útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur til Føroya, skal sjálvandi arbeiða eftir teimum sáttmálum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum. *** Eins og fiskastovnarnir eru eitt tilfeingi, sum krevur skynsama viðferð, so er vitan tað sama – og kanska tað týdningarmesta av øllum. Besta íløga í vitan er útbúgving. Tí skal útbúgvingarøkið av álvara mennast. Tá vit sum foreldur fylgja børnum okkara í skúla fyrsta skúladag, skulu vit kenna okkum trygg. Børnini skulu kenna seg sum miðdepilin í heiminum. Hvørt ár fara umleið 700 børn í fyrsta flokk. Hesi børn mynda okkara framtíð. Tað er í fólkaskúlanum, at grundin verður løgd undir eina seinni útbúgvingarleið. Tí skulu børnini vera í tryggum hondum. Vit hava góðar fólkaskúlalærarar, sum gera eitt gott arbeiði. Og vit vilja gera okkara til, at fólkaskúlin verður eitt enn betri stað – bæði hjá næmingum og lærarum. Lærarar og skúli skulu hava amboð at menna lesiførleikan í skúlanum. Tí verður stovnað nýggj útbúgving fyri lesiráðgevar. Vit fara eisini í næstum at gera afturvendandi kanningar av trivnaði og nøgdsemi hjá næmingum, lærarum og foreldrum. Í vár vóru aftur landsroyndir, sum saman við eftirmetingum eru neyðug amboð til tess at tryggja, at fakliga menningin er á rættari kós. Vit arbeiða miðvíst fyri, at børn okkara koma heim við nútímans føroyskum bókum í skúlataskuni. Dentur skal eisini leggjast á, at tilfarið er í teldutøkum líki og kann brúkast í undirvísingini saman við tíðarhóskandi KT­ amboðum. Sernámsfrøðiliga økið skal styrkjast og samskipast. Í dag eru fleiri dag­ og skúlatilboð til børn og ung við serligum tørvi, og fleiri nýggir møguleikar til næmingar við atferðar­, tilknýtis­ og trivnaðartrupulleikum eru ávegis. Øll hesi tilboð skulu samskipast á einum staði, so foreldur og avvarðandi bara hava eitt stað at venda sær til. Soleiðis fáa vit ein fólkaskúla fyri øll. Grundarlagið undir fólkaskúlanum verður lagt í barnagarðinum. Tí skulu tilboð, ætlanir og mál samskipast frá dagstovni til miðnám. Lesiætlanarnevnd er sett at gera felags ætlanir fyri alt landið í øllum lærugreinum, frá dagstovni til miðnámsskúla. Bæði læraraútbúgvingin og námsfrøðiliga útbúgvingin verða nú uppstigaðar til bachelorlestur. *** Í vár vórðu Fróðskaparsetrið, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin lagdir saman. Hetta er fyrsta stigið at samskipa hægri útbúgvingar í ein lærdóms­ og granskingarmiðdepil. Ein miðdepil, ið skal tryggja samfelagnum og vinnulívinum viðkomandi útbúgvingar og gransking á hægsta altjóða stigi. Í ár vórðu bodnar nýggjar útbúgvingar í løgfrøði, hav­ og jarðfrøði og kunningartøkni. Vit ætla eisini at gera samstarvsavtalur við lærustovnar í útlondum, so at vit fáa møguleika at fáa alskyns útbúgvingar við fjarlestri. Stuðulsskipanin skal broytast, so at tey, ið lesa fjarlestur fulla tíð, eisini fáa lestrarstuðul. Nýggju miðnámsútbúgvingarnar verða eftir ætlan klárar at seta í verk, tá skúlaárið byrjar í 2009. Arbeiðið at endurskoða yrkisútbúgvingar nar er farið í gongd. Málið er, at tær verða góðkendar á sama stigi sum samsvarandi útbúgvingar í granna londunum. Vit ætla at stovna ein tænastuskúla til matvøru­, kokka­ og tænaraútbúgvingar. Tey, sum fara undir útbúgving her heima, skulu kunna halda fram við víðari útbúgvingum, bæði í Norðurlondum og aðrastaðni. *** Okkum tørvar alsamt meira og nýggjari vitan; tí hevur granskingin so stóran týdning. Málið er, at í 2015 skulu 3% av BTÚ verða nýtt til gransking og nýskapan. Her skal tað almenna ganga á odda, men skulu vit røkka málinum, má vinnan fíggja sín part. Í dag verður minni enn 1 prosent av BTÚ nýtt til gransking, har tað almenna rindar meira enn tríggjar fjórðingar. Vísindaráðið, ið er mannað við landsstýrisfólkum og umboðum úr vísindaumhvørvinum og vinnuni, er valt og fer til verka fyrsta dagin. Vísindaráðið skal seta yvirskipað mál og leiðreglur fyri gransking og geva henni kjølfesti í føroyska samfelagnum. Tríggjar granskingarkjarnar hava í fleiri ár virkað undir Fiski­ og tilfeingismálaráðnum. Granskað hevur verið í veiðutøkni, framleiðslutøkni og biotøkni. Peningur er settur av til eina kjarnu afturat, sum skal granska í fiskivinnu og búskapi. Fiskaaling arbeiðir m.a. við verkætlanum at ala toskayngul og við ílegukanningum av toski. Stórir menningarmøguleikar eru í toskaaling, tí føroyskur sjógvur er vælegnaður til hetta endamálið. Gongur eftir ætlan verða vit longu í 2009 partur av granskingarverkætlanini hjá ES, har 380 milliardir krónur verða latnar í stuðli frá 2007 til 2013. Vit skulu verða miðdepilin, sum liggur fremst á teimum granskingarøkjum, vit raðfesta. *** Ein umskipað fiskivinna, betri útbúgvingar og nýggj vitan føra áhaldandi til nýskapan – innovasjón. Fjølbroytnið í vinnulívinum veksur, og tað er gott fyri búskapin. Fíggjarvinnan mennist, og KT­ fyritøkur eru nú førar fyri at kappast við útlendskar fyritøkur – bæði her og uttanlands. Alivinnan er komin væl fyri seg aftur og verður óivað eitt sterkt bein afturat í búskapinum. Farið er undir triðja oljuútbjóðingarumfar, og tað tykist, sum stórur áhugi framvegis er. Góðu royndirnar eystan fyri og sunnan fyri markið og methøgi oljuprísurin eru sjálvandi eisini atvoldin til áhugan. Búskapargrunnurin skal setast á stovn. Grunnurin skal nýtast til at leggja serinntøkur til síðis, eitt nú inntøkur frá oljuvinnuni og einskiljingum. *** Góðir ferðamøguleikar stuðla upp undir og tryggja menning og trivnað í landinum. Tað skal vera lætt, trygt og ódýrt at ferðast ímillum, og vit mugu eisini royna at gera tað lættari og bíligari at sleppa út í heim. Føroyar skulu ikki vera ein útjaðari. Hetta krevur, at vit hava eitt gott samferðslukervi. Í Vágum verða flogvøllurin og terminalurin útbygdir, og skipað verður tollfrí søla. Arbeitt verður við at dagføra flogferðslulógina, so vit kunnu gerast partur av evropeiska flogferðslumarknaðinum. Tað merkir kapping, sum skuldi givið betri tænastu og lægri prísir. Eg haldi, at tilmælið frá tunnilsnevndini er eitt gott støði at brúka, tá arbeiðini at gera Skálafjarðar­ og Sandoyartunnilin skulu leggjast meira ítøkiliga til rættis. Hesir tunlar verða størstu samferðsluútbyggingar í Føroya søgu. Umráðandi er tí, at vit neyvt stýra bæði fíggjarliga og tøkniliga váðanum. Kunningar­ og samskiftistøkni hjá tí almenna og vinnuni er týðandi grundarlag undir nýskapanini og skal vera við til at lyfta landið frá ídnaðarsamfelag til innovatiónssamfelag. Eitt gott talgilt undirstøðukervi er ein fyritreyt fyri vinnumenningini. Fyri at skapa upp aftur betri karmar fyri KT og aðrari samskiftisvinnu verða møguleikarnir kannaðir fyri at skipa eitt alment netfelag, sum umfatar alt samskiftiskervið. Landfrøðiliga liggja vit fjarskotin í Norðuratlantshavi, men í KT eru ongar fjarstøður – har eru vit við einum vælútbúnum fólki og einum góðum undirstøðukervi í miðdeplinum. Harra formaður. Vælferðin eyðkennir tað góða samfelagið. Samgongan arbeiðir fyri einum samhaldsføstum samfelag, har hvør einstakur hevur mest møguligt frælsi, og har allir borgarar eru tryggjaðir javngóðar umstøður, uttan mun til sosiala støðu, likamligan ella menningarligan førleika. Tá ein ung kvinna – kanska eftir lokna útbúgving – situr uttanlands og umhugsar at flyta heim aftur, skal hon síggja land okkara sum ein miðdepil við góðum og vælvirkandi vælferðartænastum. Vit skulu vera landið, sum tekur vælferðina hjá allari familjuni í álvara. Samgongan hevur longu lagt til brots við greiðum vælferðarpolitiskum raðfestingum í fíggjarlógini fyri 2008. Barsilsfarloyvið er longt við seks vikum – farloyvið hjá pápanum tvær vikur. Og barsilsfarloyvið verður stigvíst økt, so tað verður eitt ár, tá ið hetta samgonguskeiðið er runnið. Sjúkradagpengalógin verður broytt, so at foreldur kunnu halda frí fyrsta sjúkradag hjá børnum sínum uttan mótrokning í lønini. Hetta skulu tey kunna gera tíggju dagar um árið fyri hvørt barn undir 14 ár. Tað eru serliga tímalønt á privata arbeiðsmarknaðinum, ið enn ikki hava henda rætt tryggjaðan. Vælferð er eisini høvið at seta búgv og at flyta úr einum bústaði í annan. Í dag er bústaðarmarknaðurin ov avmarkaður. Møguleikarnir at velja sær best hóskandi bústað eru ov fáir. Tey, sum fyrstu ferð skulu seta búgv, hava ikki nógvar aðrar møguleikar enn at keypa sær sethús ella íbúð fyri milliónaupphæddir. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ógjørligt hjá eitt nú teimum lægstløntu ella hjá einum støkum uppihaldara. Og tað er ein ræðandi tanki hjá ungfólki, sum júst hevur fingið sær útbúgving uttanlands, at fyrsta stigið fyri at flyta heim aftur er at læna einar tvær milliónir til bústað. Her skulu vit duga betur. Alneyðugt er við fleiri bústaðarmøguleikum. Landsstýrið fer tí at fremja bústaðarloysnina í hesi tingsetu. Tey, sum leiga, skulu eisini hava trygg kor. Tí verður nýggj leigulóg løgd fyri tingið í heyst. Framløgd verður eisini nýggj ar beiðsskaðatryggingarlóg, sum veitir munandi betri sømdir at viðurkenna sjúku og mein sum arbeiðsskaða, umframt at betri møguleikar vera fyri endurgjaldi og samsýning. Farið verður undir at byggja upp eina landsfevnandi endurvenjingarskipan. ST­sáttmálin um javnrættindi fyri fólk við breki skal samtykkjast. Her skal vera trygt og gott at gerast gamal. Tey eldru skulu hava møguleika fyri at vera sum longst í egnum heimi. Tí skulu heimabúgvandi fáa neyðuga hjálp og vegleiðing. Stórar útbyggingar eru framdar á eldraøkinum, men tíðin er komin at arbeiða meira miðvíst við at menna innihaldið á stovnum innan eldraøkið. Tað er at gleðast um, at fólk livir longri, og at alsamt fleiri pensjónistar kunnu njóta lívsins heyst. Men samstundis verða tey færri, sum eru í virkisførum aldri. Hetta er ikki nøkur eldrabyrða. Tað orðið havi eg hoyrt, men tað er ikki til í mínum høvdi. Tvørturímóti fáa vit eitt ríkari samfelag fyri øll ættarlið. Avbjóðingin er at tryggja, at nóg mikið av peningi er til pensjónir,