Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 30. juli 2008 11 tíðindi eldrarøkt og sjúkrarøkt. Og tað ber væl til. Ein langtíðarætlan at endurskipa eftirlønar- og pensjónsøkið er komin væl áleiðis. Landsstýrið ætlar, at ein størri partur av pensjónini skal fíggjast uttan fyri lands kassan, har hvør einstakur borgari sparir upp til sína egnu pensjón. *** Skatta- og avgjaldspolitikkur er annar grundarsteinur undir einum samhaldsføstum samfelag, har breiðastu herðar bera tyngstu byrðar. Broytingar skulu gerast í skattalóggávuni, soleiðis at lóggávan – eisini tann kommunala – verður meira progressiv, tað er, at lutfalsliga meira verður kravt í skatti frá høgu inntøkunum. Fyrstu stigini eru tikin. Arbeitt verður við at taka av kringvarpsgjaldið og sjúkrakassagjaldið. Í staðin skulu hesi gjøld rindast um skattaskipanina. Arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari. Tey, sum kunnu, skulu hava møguleika at arbeiða, og fólk við skerdum førleika skulu í størri mun gerast partur av arbeiðsmarknaðinum. Skipanin við endurbúgving er vorðin smidligari, so at tað loysir seg betur at arbeiða hjá fyritíðarpensjónistum. Skipanin við vardum størvum verður endurskoðað. *** Hvørki vinna ella borgarar støðast í einum landi, har politisku raðfestingarnar bert røkka eitt ár fram í tíðina ella í besta lagi eitt valskeið. Tí er Visjón 2015 ikki bara ein bók. Hon er ein vegvísi til at taka avgerðir, ið røkka longri fram í tíðina. Samgongan hevur sett sær fyri at broyta fíggjar- og búskapar poli tikkin , soleiðis at hann kemur at fevna um bæði land og komm unur. Ein týðandi partur av fólkaræðinum er, at avgerðirnar verða tiknar so nær fólkinum, sum til ber. Hetta er ein atvold til, at fleiri uppgávur verða fluttar kommununum at umsita. Ein onnur orsøk er, at vit kunnu spjaða spennandi og avbjóðandi uppgávur og førleikakrevjandi størv kring landið. Hetta dregur ungfólk til økini. Eisini verður neyðugt at endurskoða kommunalu skattaskipanina, so at hon gerst samhaldsfastari, eins og tørvur er á at seta í verk útjavningarskipan millum økini. Til alt hetta krevst, at kommunurnar eru størri og sterkari. Kommunurnar gerast alsamt færri, men síðani 2001 eru tær bert fækkaðar úr 48 niður í 34. Kommunusamanlegging er ikki eitt mál í sjálvum sær, men ein fyritreyt at menna økini kring landið, og tí hevur landsstýrið sett sær fyri at minka kommunutalið til sjey kommunur hetta valskeiðið. Ein skilagóð tíðarfesting kundi verið 1. januar 2010. Tílík umlegging kann vera ring at góðtaka hjá teimum, ið stúra fyri at missa sín samleika; men eg eri sannførdur um, at til ber at varðveita staðbundna samleikan, hóast kommunalu eindirnar verða størri. *** Vit skulu hava góðar heilsutænastur. Fakligar ósemjur ella trætur um umsitingarligan bygnað mugu ikki á nakran hátt taka tíð og orku frá fremstu uppgávuni hjá sjúkrahúsverkinum – at hava sjúklingin í fokus. Vit seta nú sjøtul á eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, har lyklaorðini eru samskipan, fíggjarstýring og dygdarmenning. Besta menningin fæst við at skipa sjúkrahúsverkið sum eina samvirkandi eind við einari leiðslu. Tað er eitt støðugt krav um meiri pening til sjúkrahúsverkið – útreiðslurnar bara vaksa. Tí er neyðugt at eftirmeta, um játtanin verður brúkt so skynsamt, sum til ber. Ein av hesum eftirmetingum er í gongd og verður væntandi liðug í oktober. Út frá henni skal gerast ein neyvari játtanarskipan, so lættari verður at síggja, hvat peningurin skal brúkast til, og hvussu hann verður brúktur. Eg leggi dent á, at landsstýrið ætlar ikki at gera heilsutænastuna verri. Men vit mugu vissa okkum um, at vit fáa fult virði fyri hvørja krónu. Ein strategisk menningarætlan er sett í verk, bæði fyri starvsfólk og heilsutænastur, og fyrsta sjúklinga nøgdsemiskanningin er framd, har níggju av tíggju sjúklingum hava eina góða ella sera góða heildarfatan av innleggingini. Arbeitt verður støðugt við at betra um møguleikarnar at samstarva við onnur lond um sjúkuviðgerðir og um at førleikamenna starvsfólk. Farið er eisini undir at gera eina krabbameinsvirkisætlan, sum verður liðug komandi ár. Nýggja læknavaktin er eitt stórt framstig. Atfinningar hava tó verið um, at skipanin ikki virkar nóg væl í Norðoyggjum. Tí verður ein royndarskipan sett í verk, har ein kann koma til kommunulæknaviðtalu í Klaksvík eftir avtalu uttan fyri vanliga viðtalutíð. Sum týðandi fólkaheilsuátak er almenna rúmið gjørt roykfrítt. Fleiri átøk eru í umbúna fyri at styrkja psykiatriska økið. Í heyst verður lagt fram uppskot til nýggja psykiatrilóg, sum styrkir rættindini hjá sjúklingum. Eisini á heilsuøkinum vilja vit vera ein miðdepil, har vit øll kenna okkum at vera í kønum hondum, tá vit koma í samband við sjúkrahúsverkið. Og vit skulu vera ein miðdepil, sum dugir og vil brúka teir møguleikar, ið eru í grannalondunum, tá okkara egnu dygdir ikki røkka til. *** Uttanríkispolitikkur og altjóða samstarv eru lykilin til at menna samfelagið í 21. øld. Alheimsgerðin ger heimin minni og skapar nýggjar marknaðir. Skal eitt samfelag standa seg í hesum umskiftistíðum, má tað kunna tillaga seg, verða ein virkin leikari og gerast partur av heiminum. Vit skulu finna okkum fótafesti í hesi broyttu verð. Tær tjóðir, ið gera seg til miðdepil og virka í nógvum londum, draga fólk og virksemi til sín. Vit hava góðar fyritreytir at menna okkum í alheimsgerðini og at berja okkum burtur úr vanaáskoðanini, har vit síggja okkum sjálv sum ein útjaðara, ið ikki er førur fyri at røkja egin áhugamál. Okkara land og sjógvur eru ein stórur og strategiskt týdningarmikil partur av Norðuratlantshavi. Vit eru ein miðdepil í hesum øki, sum fær alt størri týdning í heimshøpi, tá ið ræður um náttúrutilfeingi, veðurlagsbroytingar, umhvørvi, varandi orku, nýggjar siglingarleiðir og broytta javnvág millum stórveldini. Fyri at byggja út altjóða undirstøðukervið er skipað eitt uttanríkisráð, ið skal røkja føroysk áhugamál í útlondum. Miðað verður eftir at hava fólk á øllum sendistovum okkara, ið burturav fáast við útflutningsframa. Sendistovurnar fara eisini at bjóða fram tænastur og høli til eitt nú fyritøkur. Ætlanin er stútt og støðugt at vísa umheiminum, hvat okkara vinna og mentan hava at bjóða. Til at menna okkara sambond og vinnuvirksemi mugu vit lata upp dyr, og tað gera vit best við áhaldandi samskifti og ávirkan. Tí har ein ikki er sjálvur, er ein ikki meira enn hálvur, og frægasti vegur at bøta um hetta er at hitta fólk á máli í teirra egna landi. Samstarvið við ES verður endurskoðað, til tess at vørur, tænastur, kapitalur og persónar frælst kunnu flyta seg millum okkum og samveldið. Diplomatisku átøkini at vinna EFTA-limaskap halda fram og hava nýliga borið ávøkstur. EFTA hevur gjørt av at seta nevnd at greina eina víðkan av felagsskapinum, har Føroyar eru høvuðsevnið. Samstarvið við Ísland verður røkt og støðugt útbygt sambært Hoyvíkssáttmálanum. Eisini hava fundir verið við stjórnina á Isle of Man um at fáa oynna við í sáttmálan. Málið er at fáa eitt fríhandilsøki í útnorðri og at víðka Hoyvíkssáttmálan til eisini at fevna um Grønland og Noreg. Skulu vit seta Føroyar sum miðdepil í Norðuratlantshavi, mugu vit knýta samstarvsbond við allar tjóðir í økinum, og tí er málið at fáa í lag semjur um samvinnu við Skotland, Ongland og Írland, umframt Kanada og Russland. Sterka støða okkara sum fiskivinnutjóð má gerast sjónligari og virknari á heimspallinum, har fiskivinna, umhvørvi, matvørutrygd og burðardygg menning eru til viðgerðar. Okkara servitan og royndir á hesum øki koma bæði okkum sjálvum og øðrum til góðar í slíkum samstarvi. Eitt gott stig á leiðini er sjálvstøðuga umboðanin, vit fingu í FAO í fjør. Hesum hava vit longu fingið nógv burturúr, m.a. við egnari rødd í samráðingum um at orða leiðreglur fyri botnfiskiskapi í altjóða sjógvi og um ein nýggjan altjóða sáttmála um tiltøk at basa ólógligum fiskiskapi. Vit eiga virðismiklar partar í teimum stóru uppisjóvarfiskastovnunum á okkara leiðum. Hesi fiskirættindi hava næstan eins stóran týdning fyri búskapin sum allur botnfiskiskapurin undir Føroyum. Møguleikarnir at royna á nýggjum leiðum skulu eisini kannast og mennast. *** Nú er stundin komin, at vit taka enn størri ábyrgd á umhvørvisøkinum. Eingin er útjaðari í umhvørvisstríðnum. Øll eru miðdeplar. Vit mugu og skulu eisini gera okkara. Tað hevur alstóran týdning fyri okkara sjálvsvirði og umdømi sum tjóð. Landsstýrið er tí farið undir at gera eina virkisætlan á veðurlagsøkinum, har bólkar eru settir at gera ítøkilig uppskot um tiltøk at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Orkumál eru longu raðfest frammarlaga. Miðað verður eftir at skipa almennu ferðsluna, so at minkað verður um CO2-útlátið, og skrásetingargjaldið er hækkað fyri mest dálkandi bilarnar. Ein fiskifloti, sum verður lagaður eftir ráðiligastu veiðuni, fer sjálvandi eisini at gera stóran mun í CO2- útlátinum. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at vit skulu vera við á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í 2009, har endamálið er at samtykkja ein nýggjan altjóða sáttmála um at skerja CO2-útlátið. Landsstýrið vil binda seg til sáttmálan, men strembar eftir at leggja upp fyri serføroyskum viðurskiftum. Harra formaður. Sjálvbjargni er aðalmál hjá einum og hvørjum samfelag, fólki og tjóð. Og fyritreytin fyri sjálvbjargni er at taka sjálvsábyrgd. Samgongan ætlar at halda fram við ætlaðu yvirtøkunum. Málið er miðvíst at fáa ein sjálvberandi búskap, soleiðis at vit gerast fíggjarliga óheft og skapa einar sjálvbjargnar Føroyar. Harra formaður Tá vit leggja sandkornið inn undir sjóneykuna síggja vit landið, fólkið og tað, sum bindur okkum saman – mentanina. Á ólavsøku rennur alt hetta saman í eina hægri eind og gevur okkum eitt virði, sum ikki skal ella kann metast í krónum og oyrum. Mentan er samleiki og ger okkum til eitt fólk – eina tjóð. Mentanin er høvuðsorsøkin til, at vit búgva her, og tann atdráttarmegi, ið skal draga tey heim aftur, sum búgva uttanlands – tey, sum búgva í útjaðaranum á føroysku mentanini. Tí uttan eina mentan hvørvur eitt fólk. Vit skulu skapa rúm, sum eru frístøð hjá okkum øllum, rúm sum eru gróðrabotnurin fyri teimum tonkum og hugskotum, meiningum og lívsáskoðanum, sum eru grundarlagið undir hesum samfelagi – okkara mentan. Sum ein liður í hesum arbeiði fer samgongan at skipa eitt Tjóðsavn, ið skal savna og samskipa søvnini – okkara mentanararv. Tjóðsavnið skal styrkja grundleggjandi liðirnar í savnshugsjónini, sum eru at savna, granska og ikki minst at skapa kunnleika. Tí mentan skal liva og knýta fólk saman. Annar týðandi partur av mentanarliga arbeiðinum er at sýna máli okkara tign og frama. Vit eru vís í, at íløgur í mentanarligt arbeiði koma fleirfalt aftur – kanska meira í lívsgóðsku enn í krónum. Og vit gleða okkum til tey næstu árini at arbeiða saman við og lurta eftir teimum mongu eldsálum, sum arbeiða á hesum øki. Harra formaður. Vit standa framman fyri stórum avbjóðingum, og vit skulu taka avgerðir um, hvønn veg samfelagið skal fara – ikki bara nú – men eisini langa tíð frameftir. Vit eru tann miðdepil, sum vit gera okkum. Vit eru miðdepilin í Norðuratlantshavi, vit eru miðdepil saman við túsund øðrum miðdeplum í nýggja heiminum, vit eru miðdepilin, sum vil samstarva og læra av útjaðaranum uttan fyri okkum. Vit standa kanska á gáttini til størstu broytingartíð hjá okkara ættarliði. Eg heiti tí á Føroya Løgting um at vit liva upp til ta ábyrgd, sum fólkið hevur litið okkum upp í hendi. At vit hava vísdóm og dirvi at føra landið framá saman við Føroya fólki. Nú tørvar okkum Tróndar skarpa vit, Sigmunds bjarta hjartalit og Sverris vilja sum stál. Góða ólavsøku