Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 143 - 30. juli 2008 Sosialurin Háfloygd røða Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tann, sum lesur løgmansrøðuna, má ásanna, at røðan er óvanliga háfloygd og í støðum mestsum poetisk. Hetta forðar tó ikki løgmanni í at viðgera sera ítøkilig evni og røðan er á mangan hátt nýskapandi. Løgmaður og teir landsstýrislimir, sum eftir vanligum siði hava givið sítt íkast til røðutekstin hava gjørt sær stóran ómak til tess at røðan skal markera eina nýggja byrjan í føroyskum politikki. Sum dømi um hetta kunnu vit nevna tað, sum verður sagt um fiskivinnuna. Vit standa framman fyri einum siðaskifti, ið merkir størstu broyting í okkara vinnusøgu síðan einahandilin var avtikin í 1856, verður sagt. Sera stór orð samstundis sum stórur dentur verður lagdur á, at hetta siða- skiftið skal fara fram sambært frælsu marknað- arkreftunum. Tað var jú eisini meginreglan í 1856, og úrslitið var, at vit fingu tvey sløg av føroyingum: ríkiskroppar og fæloysingar. Vónandi fær hetta siðaskiftið ikki sama virknað. Meginreglan í siðaskiftinum verður annars ein burðardygg og dynamisk fiskivinna, har politiskar forðingar og peningaligur stuðul ikki avskepla marknaðarkreftirnar. Vinnan má tillaga seg, tí tað er fyritreyt fyri sjálvberandi búskapi, at høvuðsvinnan klárar seg uttan stuðul úr landskassanum, og fiska- stovnarnir skulu endurreisast, so at vit tryggja fiskatilfeingið í framtíðini. Hetta hava vit hoyrt áður. Hinvegin, at nú skulu lívfrøðiligu tilmælini takast í álvara, ljóðar sum ein nýggjur boðskapur. Fólkið, sum eigur havsins ríkidømi, skal selja hetta á uppiboði umvegis tilfeingisbúð. Hvør skal umsita hesa skipan er enn ikki greitt, tað vil orðskiftið ivaleyst avdúka. Her er uttan iva talan um eina veruliga roynd at bjarga fiskastovnunum, og man løtan júst nú vera tann rætta. Signalini frá vinnuni eru jalig og bíðast kann ikki longur við hesum máli, sum búskapurin stendur og fellur við. Tað verður spennandi at síggja, hvussu hendan skipan fer at rigga í verki og ikki verður tað minni spennandi at vita, hvørt samgongan hevur styrki til at fremja hetta umskifti. Løgmaður kemur víða í røðuni, ið nemur við flest- øll landsstýrisøki. Nógv verður gjørt burturúr at sissa tey, sum stúra fyri búskaparligu gongdini orsakað av oljuprísunum. Vit fáa at vita, at ferðin á búskapinum er minkað og at høgu oljuprísirnir hava noytt partar av fiskivinnuni í knæ, oljurokningin er hækkað munandi, at matvøruprísirnir eru hækkaðir og rentan við. Men í sama andadrátti staðfestur løgmaður, at búskapurin er væl fyri. Arbeiði er til øll, tí bæði í vinnuni og hjá tí almenna er brúk fyri góðum og dugnaligum fólki. Hetta virkar ikki heilt sannførandi, men tíðin vil vísa, um hetta veruliga er so. Tað, sum saknast, er nøkur orð um, hvat samgongan ætlar at gera fyri at lætta um gerandisdagin. Samantikið ein áhugaverd løgmas- røða, men her eru eisini andsagnir og nakrar løgnar útmeldingar. Hetta venda vit venda aftur til í oddagrein í morgin. Sum ein uttanfyristandandi athyggjari, við góðum og ókeypis sambandi á megin­ økinum, fari eg hervið at senda tykkum hesa heilsu. Tað er væl skiljandi, at tit hugsa um oyggj tykkara og framtíðar lív á oynni, tí røturnar standa nógv leys­ ari nú enn fyrr og fara óivað at vikna og loysna alt skjótari framyvir. Í onkrum sambandi var í fjølmiðlunum herfyri eitt hugskot frammi um ­ held­ ur enn undirsjóvartunnil ­ so at byggja sandoyingum íbúðarblokk í Havnardali, kostnaðurin í krónum og oyrum hevði staðið seg væl ímóti kostnaðinum av ein­ um undirsjóvartunnli. Einki varð sagt um, at skipið framvegis skuldi sigla (so sandoyingar kundu sleppa suður at geva hønunum). Tað er ein spurningur, um ikki Sandoyggin er verri fyri í miðsavningar­ bardaganum enn suður­ oyggin, tí nógvir sandoy­ ingar ganga dagliga við høvuðsstaðarsmakkinum í munninum og hava tískil lættari við at »koppa« norðurum enn suðuroying­ urin, sum antin má vera sunnanfyri ella norðanfyri. Sandoyggin og suðuroyggin - Gerhard og Páll á Reynatúgvu JógvAN Í LøðUNI Gerhard Lognberg kemur ikki við svari til løgmann, fyrr enn hann fer á tingsins røðarapall í samband við viðgerðina av løgmansrøðuni Politikkur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, kann ikki vænta sær svar frá Gerhardi Lognberg, fyrr enn Gerhard fer á tingsins røðarapall í sam­ band við viðgerðina av løgmansrøðuni. Viðgerðin byrjar í morgin, hósdagin, men júst nær Gerhard Lognberg fær orðið er okkum ikki greitt, og í dag visti Gerhard ikki nær hann sleppur framat. Sostatt veit løgmaður ikki, um hann hevur fullan stuðul í samgonguni, ella um Gerhard tekur stuðul sín til samgonguna aftur, og Gerhard Lognberg ætlar sær eftir øllum at døma at halda løgmanni í óvissuni eina tíð enn. Gerhard svarar á røðarapallinum