mikudagur 30. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 30. juli 2008
13
Seinastu tíðina hevur eitt
serføroyskt fyribrygdi
tikið seg upp viðvíkjandi
fígging til sjúkrahús
verkið. Sjúkrahúsini
verða spurd um hvussu
nógvan penig tey hava
brúk fyri at røkja sínar
uppgágvur. Spurningurin
er sjálvandi burturvið og
hevur botn í duldum
ætlanum. Og svarið er
sjálvandi hvørja ferð, at
her krevst munandi økt
játtan
Eftir, at sjúkrahúsini í fjør
(tilætlað og við góðkenn
ing frá politikarum?)
sprongdu allar búskaparlig
ar karmar og harvið tilvit
að brutu landsins lógir,
trinu politikar fram á pallin
og byrjaðu at tosa um und
irfígging av sjúkrahúsun
um. Bískaparfólk vóru sett,
at grava hóskandi hagtøl
fram fyri at prógva hesum
og róð varð fram undir, at
nú skuldu sjúkrahúsini
sjálvi siga hvussu stórur
tørvurin varð.
Áhugaverdur arbeiðshátt
ur sum ikki er, at síggja í
okkara grannalondum og
sum spælir hasard við pen
ing skarttaborgarans. Kom
at hugsa um norska heilsu
málaráðharran Sylvia
Brustad sum í februar í ár
tók blaðið frá munninum.
Okkara grannalondum
verður arbeitt øðrvísi
Á talarastólinum í Stórting
inum helt hon eina torutalu
móti norsku sjúkrahúsun
um og teirra búskaparliga
óskili. Ársøkin var ein yvir
nýtsla á sjúkrahúsum uppá
1,5 mia. kr. svarandi til um
leið 20 mió. kr. í føroysk
um høpi.
Hon gjørdi hetta eftir, at
hon hevðið fingið andstøð
una við sær. Av tí, at álop á
sjúkrahúsverkið vanliga er
ein gloypibiti hjá andstøð
uni, at koma sjúklingum
“til bjargingar”, er tað rætti
liga sjáldsamt, at andstøð
an er samd við stjórnini tá
slíkar avmarkingar skulu
gerðast. Men hesu ferð
høvdu politikar fingið
nokk.
Søgan varð tann sama
sum í Føroyum við, at
sjúkrahúsini fara útum
játtanina, biða um eyka
játtan og fara eisini útum
eykajáttanina. Ynskja mun
andi økta játtan uttan, at
tryggd fæst fyri betri og
størri tænastu fyri borgar
nar. Harafturat vóru sjúkra
húsini (eftir avtalu við
stjórnina) farin at taka
rakstrarlán, sum síðani
skuldu gjaldast aftur.
Brustad helt her eina
søguliga talu við stuðli frá
andstøðuni um at nokk er
nokk. Og hon helt áftram:
“En årsak til problemene
er, at man har brukt mer
penger enn man har til dis
posisjon. Det er viktig med
orden i økonomien, selv for
sykehusene. Slik går det
ikke an å holde på!.
Harafturat nevndi hon, at
tað varð liðugt við at fara
út um játtanina. Játtanin er
viðtikin í tinginum og tað
er eitt brot á demokratiið
um hon ikki verður hildin.
Hon metti, at atburður
sjúkrahús leiðslunar varð
ein háðan mótvegis Stór
tinginum og at: ”Jeg prøv
er å gjøre min jobb som
helseminister. Det er slutt
på å etterbetale penger.
Det er ingen enkel løsning
på dette, det er ikke bare å
gi en milliard, så er dette
løst. Vi må forholde oss til
det Stortinget fatter”.
Professari Terje P. Hagen
við Institutt for helseled
else og helseøkonomi tekur
undir við Brustad. ”Det er
første gangen på nesten 15
år at helseministeren har
gitt et så klart signal og
samtidig har muligheten
for å holde det. Det finnes
tidligere ministre som har
prøvd seg på lignende,
men da har de blitt falt i
ryggen av opposisjonen i
Stortinget”.
Norski staturin yvitók
raksturin av sjúkrahúsun
um í 2002 í vóninu um at
fáa tamarhald á búskapin
um. Heilsumálaráðharrin
Sylvia Brustad hevur nú
givið sjúkrahúsunum 6
mánaðir til at fáa skil á
búskapin. Og sum hon
sigur: “Ingen har private
seddelpresser. Vi vet det
blir bråk når vi setter ned
foten. Vi kan ikke skremme
folk med at det er krise”.
Skattaborgarin skal
gjalda men fær onki.
Men í Føroyum er heilt
onnur mannagongd. Her
spyrja politikar hvat sjúkra
húsini vilja hava. Og so
geva teir sjúkrahúsunum
hetta. Hvar eru krøvini til
dyggd, framleiðslu, før
leika, kapping, nøgdsemi,
búskaparskil o.s.fr. Hvat
fáa borgarnir fyri øktar 30
– 60 mill. kr. av skattaborg
arans peningi til sjúkrahús
verkið? Hetta svarar jú til
eina økta útreiðslu uppá
eini 4000 kr árliga fyri
hvørt húsarhald í Føroyum.
Hvussu nógv høvdu hesi
húsarhald ikki kunnað fing
ið við, at tekna eina privata
sjúkratrygging fyri 4000
kr. árliga. Ein trygging
sum kundið givið teimum
atgongd til viðgerð á hæg
sta støði hvar sum helst í
Europa.
Sum Brustad so rætt
førir fram. Loysnin liggur
ikki í at oysa pening í eitt
svart hol hjá einum in
effektivum virki undir in
kompetentari leiðslu. Tað
er í áhugamálunum hjá
skattaborgaranum, at krøv
verða stillaði, at alterantiv
ar loysnir og kappingar
koma inn í myndina, at
privata tænastan fær rúmari
ræsur o.s.fr.
Tað er helst ikki ókent
fyri politikarum, at eitt
vaksandi tal av landsins
borgarum taka í egnan
lumma og fara av landi
num at leita sær heilsubót.
Hetta sjálvt um teir ikki
hava sjúkratrygging. Rákið
mennist og kemur helst at
nærkast norðurlendskum
viðurskiftum. Í Danmark
hava nú umleið 1,5 mió.
fólk tekna privatar sjúkra
tryggingar og kunnu velja
viðgerðarstað og viðgerðar
land sum teimum hóvar.
Í Føroyum halda politik
arar áfram við at oysa pen
ing í eitt ineffektivt sjúkra
húsverk, sum so at siga er
uttan verunliga kapping
við umheimin. Róð hevur
eisini verið fram undir, at
avtaka tað lítlu kapping
sum vit nú hava í landinum
og niðurleggja tey smáu
sjúkrahúsini.
Tosið um, at verkið tørv
ar pening er mjørkatos.
Eitt land hevur tað skipan
og kostnað av sjúkrahús
verkinum sum hóskar til
landið. Í Europa liggur
útreiðslan millum 5 og
15% av bruttu tjóðar úrtøk
uni. Føroyar eru helst ein
asta land sum vil hava eina
skipan og útreiðslu sum
líkist einum øðrum landi.
Danmark kundið ikki
droymt um, at havt eins
sjúkrahús útreiðslu sum
Noreg. Tey hava hvør sína
skipan sum tey hvør sær
taka fulla ábyrgd fyri.
Norðanlond sera ymisk á
heilsuøkinum
Sambart OECD brúktu
norðanlond í 2005 fylgj
andi upphæddir til heilsu
verkið roknað uppá hvønn
borgara og í donskum
krónum:
Danmark kr. 23.600,
Svøríki kr. 21.600,
Føroyar kr. 17,500,
(19.700,)
Noreg kr. 35.600,
Finland kr. 17.100,
Grønland kr. 16.100,
Ísland kr. 31.600,
Føroyar í klombrum er tað
talið Føroyar høvdu havt,
um privata heilsutænastan
lá á norðurlendskum støði.
Privat heilsutænasta í Før
oyum liggur væl aftanfyri
londini í vesturheiminum
og ætlanir eru frammi um,
at minka hana. Hetta til
stóran ampa fyri sjúklingar.
Einføld aritmetikk gevur
so, at um Danmark skuldið
sammett seg við Noreg so
skuldu danir hækkað játtan
ina til heilsuverkið við
heilu 65.000 mió. kr. Hetta
kann sjálvandi ikki koma
uppá tal. Ongin rættsikt
aður danskur politikari
hevðið droymt um, at kom
ið við einum tílíkum upp
skoti. Teir hava tað heilsu
verk sum hóskar til dansk
an búskap, mentan og
mannagongdir.
Føroyar, eitt serstakt land
Men so er ikki í Føroyum.
Ikki nokk við, at embætis
fólk verða sett til, at grava
hóskandi hagtøl fram frá
grannalondum fyri, at rætt
vísgerða økta føroyska
játtan. Sjúkrahúsini verða
harafturat biðin um, at siga
hvussu nógv tey vilja hava.
Og landsstýrismaðurin
gerðst í øðini, um tey ikki
fáa tað tey ynskja.
Hvat við øðrum almenn
um stovnum so sum skúl
um o.t. Skal líknandi skip
an eisini verða galdandi
fyri tey? Lata tey fara langt
út um játtanina meðan
landsstýrismaðurin væl
vitandi stendur og floytar
og hyggur hin vegin. Hetta
fyri síðani, at verða spurd
um hvussu nógv tey vilja
hava til næsta ár. Og, at so
landsstýrismaðurin síðani
hóttir við eldi og brandi,
um ikki ynski stovnsins
verður gingið á møti?
Harafturat verða sjúkra
húsini biðin um, at meta
um hvørjar uppgávur tey
skulu røkja. Tað hava tey
onki við at gerða. Hetta er
ein politiskur spurningur.
Politikarnir eru valdir til at
røkja tørvin hjá landsins
borgarum. Her kemur mill
um annað sjúka og heilsa
har politikara skulu seta út
í kortið hvar henda tænasta
skal keypast. Frá hvørjum
sjúkrahúsi, frá hvørjum
landi, frá privatum o.s.fr.
Í hesum sambandi er
Landssjúkrahúsið í seinast
uni sammett við eitt sentral
sjúkrahús. Hetta er vanda
fullur vegur fyri okkara
borgarar. Um rákið í vestur
heiminum hevðið nátt Før
oyar, so vóru tey 3 sjúkra
húsini her broytt til skaða
stovur, kanningarmiðdeplar
og eina sentala bráðdeild.
Restin av peninginum
hevðið verið brúktur til
fluttning og avtalur við
okkara grannalond, meira
privata tænastu og betri
sjúkratrygging. Harvið
hevðið borgarin fingið eina
munandi betri tænastu fyri
sama pening.
Men her í Føroyum er
sjúkrahúsleiðslan farin at
reka politikk meðan Al
menna og Heilsumálaráð
ið er farið at reka sjúkahús.
Hvussu nógvan pening hevur sjúkrahúsverkið brúk fyri?
Jákup
petersen
viðmerkingar