mikudagur 30. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 143 - 30. juli 2008
Fólkafundurin á
ólavsøku leyp væl
vælupplagdur beint
út í tunga stríðið hjá
føroyingum gjøgnum
yvirflóð av fløtaskúmi
móti frælsi
FólkaFundur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mergjaðar røður, speiskir
skemtarar, stimbrandi fræls
issangir og eitt framúr
vakurt
summarkvøld
í
idylliskum
føroyskum
umhvørvi. Alt var, sum tað
skuldi vera á fólkafundinum
á doktaragrund úti á Reyni
í gjárkvøldið. Og so eitt
sindur afturat. Tí rættiliga
skjótt lyftu bæði røður og
skemt seg upp um tað, vit
øll hava hoyrt fyrr við prik
um og høggum – ikki minst
móti okkum modernaðum
hallelujaglobalistum
sum
ikki síggja frælsi fyri berum
fløtaskúmi – við øðrum orð
um, vit forvandu og forkel
aðu føroyingar, sum halda,
frælsi merkir fleiri tinda
tempul frá Jákup á Dul.
Stórbýrarrúsur
í fløtaskúmi
Í øllum førum sambært inn
ovatiónsmanninum Bergur
Rosenkranzt (alias Annfinn
ur Heinesen) sum var komin
at geva fundarfólkinum nøk
ur innovativ hugskot um,
hvussu føroyingar kunnu
branda seg sjálvan av nýggj
um við at krøkja seg í globa
lu pipelinjuna og selja idée
ir og produktir, sum ongin
visti av, at tey høvdu brúk
fyri. Soleiðis kunnu vit ger
ast parur av innovatiónssam
felagnum, sum løgmaður
júst hevur røtt um í sjálvari
løgmansrøðuni, vissaði har
ra Rosenkrantz um.
Sum eitt tað fyrsta skulu
vit øll flyta til Havnar eins
og løgmaður og Tobbi, sum
hava kent stórbýarrúsin í
æðrunum og nú eru vorðnir
bundnir av honum. Bygda
fólki sleppur eisni at vera í
Havn ein part av árinum. Í
øllum førum til tey um
summarið skulu sendast út
aftur á bygd, har tey skulu
vera
statistar
í
einum
totalteatri, ið vísir turistum
veruligu armóðina hjá før
oyingum.
Men ongin orsøk er at
missa móti, helt Rosenkran
tz. Globala fløtakakan ligg
ur beint fyri okkara fótum,
og nú er bara at eta so nógv
av henni, sum vit orka. Jú
fleiri føroyingarr vit verða,
jú størri verður fløtakakan.
Yvirupphitaður
galskapur
Heilt so bjartskygdur var
Johan í Kollafirði ikki.
Hann byrjaði við at takka
fyri, at so nógv tímdu at
vera føroyingar hesa løtuna,
sjálvt um tað leingi ikki hev
ur verið nøkur serlig grund
til at vera føroyingur.
Tað er, sum við føroyskum
politikki – sum minnir mest
um tosið um konufólk
umborð á einum saltfiska
trolara – also tos um, tað
sum ikki er, hugleiddi
Johan, sum annars hevði lis
ið fleiri bøkur í seinastuni
um serføroyska yvirupphit
aða galskapin. Og gullkorn
ini, hann hevði funnið í
verkum sum Kejserens nye
klær, Prinsessen på ærten
og Pigen med svovlstikkerne
vóru ikki so fá.
Vit og betrivit
Nýskjaldrini hjá Carl Jóhan
Jensen eru eftirhondini ein
Fólkið fyri frælsi og fl
Forkvinnan í Unga Tjóðveldi, Barbara Holm, bjóðaði
vælkomin í einum heldur øðrvísi føroyskum búna
Trongu gøturnar úti á Reyni vóru um at bresta av væluppløgdum fundarfólki á fólkafundinum á
doktaragrund í gjár
Bergur Rosenkrantz (alias Anfinnur Heinesen) frøddist um sína føroysku húgvu í innovativum
sniði