mánadagur 18. august 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 156 - 18. august 2008
ikki er einsamøll genta
at ein nýggjur lærari skal
koma í skúlan. Sára verður
ikki einsamøll, men fær fel
agsskap frá Olafi á Grøna
støð og Hannebeth Garða
líð. Hetta vistu teir sjey
frammanundan, og hetta
hava teir eisini gjørt sær
sínar hugsanir um:
Tú, Hannebeth. Passar
tað at tú fert at koma heim
til okkum at vita, um vit
gera skúlating?, vil ein
teirra hava at vita.
Hannebeth
svarar
ikki
beinleiðis uppá spurningin,
men tann eini næmingurin
ger helst sítt til at hesin
óroyndi møguleiki – ella hótt
anin – neyvan gerst verul
eiki.
Honum dámar nevniliga
best at gera skúlating heilt
tíðliga uppá dagin!
- Eg elski teldur
Klokkan er ikki farin nógv
ar minuttir yvir 9, tá Sára
Mikladal biður børnini seta
seg stillisliga við borðini.
Hon bjóðar teimum væl
komnum aftur í skúlan, og
hevur eina serliga heilsan
til tann yngsta næmingin,
Rebekku.
Í dag gera vit skjótt av,
men tá tit møta klokkan 8 í
morgin, so byrja vit álvara
at hava skúla, greiðir hon
spentu næmingunum frá.
Rebekka sigur við spenn
ingi og lurtar eftir læraran
um, og letur ikki við seg
koma, at skúlafelagi henn
ara, Sára roynir at siga okk
urt við hana. Her ræður um
at fáa alt við, hóast alt er
nýtt og kanska trupult og
óskiljandi
henda
fyrsta
skúladagin.
Hon hevur taskuna fulla
av øllum tí, sum krevst til
ein slíkan dag, og gleði seg
av álvara at sleppa í gongd
við tann veruliga skúlan.
Hvussu verður við lesing
ini og rokningini, dugur
hon ikki til fulnar at ímynda
sær, ella hvat ein ger í
skúlanum. Okkurt man hon
kortini hava hoyrt frá eldru
brøðrum sínum – Pæturi og
Dávur – tí hon veit longu
nú at siga, hvørja lærugrein
henni dámar best: Teldur!
Eg elski teldur, slær hon
fast, nú hon bert hevur ver
ið í skúlanum í nakrar heilt
fáar minuttir.
Hvør veit, kanska fer
Rebekka einaferð at hava
eina framtíð sum teldusnill
ingur. Áðrenn tað mugu
tann grundleggjandi kunn
leikin kortini fáast í hús og
festa seg í heilanum.
Eg veit væl, hvat 2 + 2
er, sigur hon. – Tað er fýra!
Jú, Rebekka hevur longu
tikið tey fyrstu stigini á
skúlaleið. Nú er upp til hana,
lærarar hennara og foreldrini
at tryggja, at henda leiðin
verður væl gongd!
Svimja í Klaksvík
Hesin fyrsti skúladagurin í
bygdini H er skjótt avgreidd
ur. Longu tá klokkan er
farin at nærkast 10 er alt
tað praktiska fingið frá
hond og allir neyðugir
upplýsingar givnir víðari.
Hesar fyrstu tvær vikur
nar fara hon og Olaf á
Grønastøð at taka sær av
næmingunum, men fyrst í
september fer Hannebeth
Garðalíð at verða tann triði
lærarin í skúlanum.
Sára hevur gjørt tímatalv
una til allar næmingarnar
og fer nú runt til hvønn
einstakan teirra at býta hana
út. Spenningur er í luftini,
hóast talvan neyvan brýtur
alt ov nógv av frá tímatalv
uni í fjør.
Sum tit síggja, so fara
vit framvegis til Klaksvíkar
at svimja mánamorgun, sig
ur hon út í stovuna.
Henda útsagnin dámar
børnunum væl, og tað er
ikki frít at jubilróp hoyrast
frá nøkrum at eldru næm
ingunum.
Tímatalvan er kortini ikki
heilt liðug enn, tí óhugsandi
er ikki at hon verður broytt
um ikki so langa tíð.
Hetta leggja børnini neyv
an so nógv í. Fyri tey hevur
tað helst størri týdning at
nú er skúlaárið 2008/09
umsíðir upprunnið.
Skúlin ER byrjaður!
Kommunuskúlin er tann
størsti
Yvirlitið frá Mentamálaráðnum vísir, at Tórshavnar Kommunu
skúli (myndin) er størsti einstaki skúlin kring landið. Í skúlan
um fara hetta skúlaárið at ganga 507 næmingar og eru tað 8
fleiri enn í næststørsta skúlanum, Eysturskúlanum í Havn. Trið
størsti skúlin við 438 næmingum er Venjingarskúlan, men
størsti skúlin uttanfyri høvuðsstaðin er Runavíkar skúli við
samanlagt 436 skúlum. Hinvegin eru fleiri skúlar við bert
einum einstøkum næmingi. Hesir skúlarnir eru í Skúvoy,
Funningi, Kirkju/Hattarvík og í Hesti.
Spennandi ætlan í
Hoyvík
Í longri tíð hevur verið arbeitt bæði tíðliga og síðla viðat
gera nýggja skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík lidnan
til skúlaársbyrjanina. Í dag er so henda ætlanin vorðin
veruleiki, og í morgun fóru 42 næmingar á fyrsta sinni í
skúla og á fyrsta sinni í tann nýggjasta føroyska skúlan.
Saman við teimum fara 48 næmingar í 2. flokk og 21 í 3.
flokk. Komandi skúlaárið verður skúlatilboðið víðkað til
at umfata allar 10 flokkarnar.
Níggju næmingar eru í Húsa
skúla hetta skúlaárið: Aftast
vinstrumegin: Ragnar Joensen
(9. flokkur), Benjamin
Isaksen (7. flokki) og Pætur
Syderbø (8. flokki). Miðraðið:
Dávur Syderbø (5. flokkur),
Óli N. í Lon (5. flokkur) og
Jóhan Høgnesen (5. flokkur).
Fremst vinstrumegin: Óli
Hansen (4. flokkur), Rebekka
Syderbø (1. flokkur) og Ása
Hansen (3. flokkur)
Rebekka Syderbø og Ása Hansen hava funnið “melodi’in”, soleiðis sum bara tvær gentur kunnu
gera