mánadagur 18. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 156 - 18. august 2008
Sunnudagin skipar
Margarinfabrikkin
fyri ársins loppu
marknaði, har ein og
hvør kann leiga sær
eitt borð at selja við í
gongugøtuni í Havn
Býarlív
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Sunnudagin verður lív í
miðbýnum. Tá kann ein og
hvør, ungur sum gamal,
sleppa av við lutir, klæðir,
leikur, heimagjørt súltutoy
ella okkurt heilt annað.
Børn og ung í Margarin
fabrikkini seta borð upp
omaneftir allari gøtuni, og
tey sum vilja selja, skulu
bara siga frá frammanundan,
hvussu nógv borð tey vilja
hava. Hvørt borði kostar
200 kr. og allir pengarnir
fara í “Grunnin til frama
fyri nýtt poolborð í Margar
infabrikkini”.
Tað eru starvsfólkini í
Margarinfabrikkini,
sum
hava tikið stig til stóra
loppumarknaðin, tí, sum
tey siga: Børnini, sum byrja
aftaná
summarfrítíðina
hava brúk fyri at gera
okkurt saman. Og hetta er
ein góður máti at blíva
inndrigin í arbeiðið og at
samansjóðað tey.
Margarinsøla
og -undirhald
Gongugøtan, sum verður
stongd fyri ferðslu í sam
bandi við tiltakið sunnu
dagin, verður helst karmur
um eitt lívligt tiltak við
nógvum stuttligum upp
livingum. Tað verður ikki
pláss fyri pylsum, sunnkist,
hoppiborgum og øðrum
ólavsøkusligum, men børn
og ung í Margarinfabrikkini
baka og selja vaflur, kaffi
og te. Eisini fara børnini,
sum ganga í Margarin
fabrikkini
at
framføra
tónleik og møguliga okkurt
annað eisini.
Vit gera hetta fyri at
skapa lív og hugna í býnum,
og fyri at samla pengar inni
til eitt nýtt poolborð til
okkara
brúkarar,
sigur
Annika A. Gregoriussen,
varaleiðari
í
Margarin
fabrikkini við Sosialin. Hon
greiðir frá, at tað gamla
poolborðið er so illa farið,
og av tí, at tað er so sera
vælumtókt
hjá
teimum
ungu, ynskja tey sær eitt
nýtt nú.
Veðrið ongin forðing
Illveður fær ikki ræði á stóra
loppumarknaðinum,
tí
Margarinfabrikkin setir telt
upp, sum borðini standa
undir, um tørvur verður á tí.
Tiltakið verður 24. august
millum klokkan 12 og 18.
Tey sum skulu selja møta tó
klokkan 11 fyri at gera
klárt. Tekning fer fram við
at senda ein teldupost til
fabrikkin@torshavn.fo og
fortelja, hvussu nógv borð
man vil hava. Hvørt borðið
kostar sum sagt 200 krónur
og er umleið 2 x 1 metur til
støddar.
Fyrireikararnir
minna á, at fólk sjálvi hava
ábyrgdina av lutunum og
søluni. Eisini skulu tey hava
posar og vekslipengar við.
Ársins loppumarknaður í gongugøtuni
Fyri tveimum
árum síðani var
loppumarknaður
fyri børn, sum seldu
leikur. Í ár sleppa øll
við – ung sum gomul
Býarskipan og byggisamtykt fyri Porkeri
Býarskipan og byggisamtykt fyri Porkeris Kommunu varð løgd fram 5. august, og borgarar í
kommununi kunnu síggja uppskotið gerandisdagar millum kl. 10.00 og 16.00 og gera
viðmerkingar til tað fram til 26. august. Á heimasíðuni hjá Porkeris Kommunu stendur, at
møgulig mótmæli skulu vera skrivlig og bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 03.11.08 kl.
16.00. Hetta veit heimasíðan www.sudurras.fo at siga.
Smyril í dokk
Ferðamannaskipið St. Ola fer í sigling fyri Smyril um Suðuroyarfjørð
25.oktober og 16 dagar fram. Av tí at hann hevur longri tíð um at sigla
teinin millum Havnina og Krambatanga enn Smyril, verður ferðaætlanin
broytt hetta tíðarskeiðið. St. Ola fer at sigla 2 túrar um dagin millum
Havnina og Krambatanga, og umframt hetta verða eisini farmatúrar
gjørdir um náttina, verður upplýst av Strandferðsluni. Ferðaætlanin er
so at siga klár og verður lýst fyrsta dagin. Smyril skal í dokk í
Fredericia, tí stabilisatorarnir skulu umvælast og møguliga onnur
smáarbeiði gerast. www.sudurras.fo