mánadagur 18. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 156 - 18. august 2008
Eftir enn eina væl
eydnaða Ovastevnu
sigur formaðurin, Ják
up av Skarði, at tíðin
nú er komin til, at ein
støða má takast til
svimjihyl í Nólsoy
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað ber enn ikki til at siga,
hvussu nógv fólk vóru úti í
Nólsoy á Ovastevnu. Men
mett verður, at talið var væl
omanfyri 4.000.
Jákup av Skarði, formaður
í
Stuðulsnevndini
fyri
svimjihyl í Nólsoy, er ógvu
liga væl nøgdur við talið á
fólkið, sum hava vitjað.
Eg havi ikki tað nágreini
liga talið av fólki, sum eru
komin um fjørðin, men tað
hava nógv fólk vitjað í Nóls
oy á stevnuni, sigur Jákup
av Skarði.
Hóast tað ikki lá í kortun
um, at so nógv skuldi gerast
burtur úr tiltøkum til børn
ini, so var í síðstu løtu skip
að fyri bæði hoppiborgum,
trampolinum tombola og
øðrum. Hartil vóru bæði
pylsuvognarn og pannukøk
ur at fáa til keyps. Og so
kundu nólsoyingar fyri fyrs
tu ferð keypa nýbakaða piz
za í Nólsoy.
Fríggjakvøldið vóru tað
fyri tað mesta tey ungu,
sum valdu at leggja leiðina
út um fjørð. Men tað vóru
kortini ikki so mong á vitj
an, sum vónað varð, serliga
tí ferðaætlanin var so góð.
Men leygardagurin er
altíð tann stóri stevnudagur
in, og tað var hann eisini á
Ovastevnu. Helena Dam á
Neystabø, landsstýriskvin
na við lógarmálum, setti
stevnuna klokkan tvey á kei
økinum, og fyri fyrstu ferð
spældi Havnar Hornorkestur
til setanina. So nógv fólk
skuldu til Nólsoyar um ta
tíðina, at Ritan mátti sigla
áðrenn tíðina og gera eyka
túr, fyri at øll skuldu sleppa
við.
Fótbóltur og svimjing
Tað var lagt upp til tað heilt
stóra brakið, tá fótbóltsdyst
urin millum yngru og eldru
tónleikararnar var spældur
á Ovastevnu í dag.
Fitt av fólki hevði eisini
leitað sær eystur á Mýrar,
har
kunstgrasvøllurin
í
Nólsoy liggur. Eftir ein
rættiliga spennandi og javn
an fyrra hálvleik var støðan
32 til teir yngru.
Teir komu á odda 10,
men tað eydnaðist teimum
eldru at javna. Síðani kom
yngra liðið fram um 31,
áðrenn teir »gomlu« mink
aðu um munin til hálvleiks
støðuna.
Í seinna hálvleki var tó
einki at gera. Teir yngr skor
aðu fýra mál, uttan at tað
eydnaðist teimum eldru at
svara aftur, og sostatt end
aði dysturin 72 til teir yng
ru. Sanniliga ein revansja,
sum vil nakað.
Hvørt liðið valdi »man of
the match« á mótstøðulið
num, sum hvør fekk sítt
steyp til ognar. Hjá teimum
yngru varð Flóðin Viderø
valdur og hjá teimum eldru
Jens Marni Hansen.
Tá Ovastevnan fór inn í
sítt fimta ár, vendi Erlendur
Simonsen sær til Stuðuls
nevndina fyri svimjihyl í
Nólsoy at vita, um nevndin
hevði áhuga í, at hann skip
aði fyri svimjing um Nóls
oyarfjørð í sambandi við
Ovastevnuna.
Nevndin tók fegin undir
við hesum tiltakinum, og
tað hepnaðist so væl, at tað
nú fyri 11. ferð varð svomið
um Nólsoyarfjørð.
Nú má røkka
ella støkka
Varpa ljós á Arktis
Tá tann næsta STveðurlagsráðstevnan verður í
Keypmannahavn næsta heyst, eiga fyrireikararnir at varpa
ljós á tey serligu viðurskiftini í tí arktiska økinum. Tað
heldur í hvussu er næstformaðurin í Norðurlandaráðnum,
svenska Christina Gestrin, sum saman við øðrum
politikarum hevur verið á einari ráðstevnu í Alaska. Hon
heldur, at politikararnir í Norðurlondum hava skyldu til at
gera vart við tey serligu viðurskiftini í tí arktiska økinum,
nú ísurin minkar.