Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 156 - 18. august 2008 Hesaferð var svimjingin skip­að soleiðis, at svimjar­ arnir kundu velja millum at svimja allan fjørðin, sum er 4.000 metrar, ella 1.000 metrar, sum byrjaði frá ein­ um báti sunnan fyri Lunda­ gjógv í Nólsoy. Hóast fýra høvdu meldað til á hvørjum teini, svumu einans tríggir á longra tein­ inum, og tveir á tí styttra. Á longra teininum høvdu bert mannfólk meldað til, meðan bert konufólk høvdu meldað til á styttra teini­ num. Longra teinin vann Evald Rasmussen við tíðini 1.32,41, nummar tvey gjørd­ ist Erlendur Simonsen við tíðini 1.49,58 og nummartrý bleiv Kári Simonsen við tíð­ ini 1.57,58 Hjá kvinnunum møttu bert tvær til start. Súsanna Skylv vann framman fyri Rannvá Djurholm. Skoytast kann up­p­ í, at Erlendur Simonsen – sum hin einasti – hevur verið við øll 11 árini. Taka støðu Stevnan hep­naðist, sambært formanninum í Stuðuls­ nevndini fyri svimjinyl í Nólsoy, ógvuliga væl. Trý nýggj tiltøk vóru á skránni. Fyrst sp­ældi Havn­ ar Hornorkestur til setanina, Frelsunarherurin hevði úti­ møti, og so varð skip­að fyri kap­p­sigling fyri vatnscoot­ arar. Tað luttóku bert tveir, men fleiri høvdu meldað til, so kanska hetta er eitt til­ tak, sum fer at verða fast á Betur at lesa hart Nýggjar kanningar vísa, at fólk, sum hava trup­ulleikar av at lesa, kunnu fáa góða hjálp­, um onkur lesur fyri teimum einar 15 minuttir um dagin. Tað sigur danska felagið Skole og Samfund, sum í fleiri ár hevur víst á trup­ulleikar hjá børnum og ungum, sum hava lesitrup­ulleikar. Lise Ege Johansen hjá Skole og Samfund sigur við TV2, at up­p­lestur gagnar ikki bara førleikanum at lesa, men er eisini góður fyri ta sosialu samveruna. Bankin ongar pengar Tey nógvu banka­ og p­engaránini í Danmark hava fingið felagsskap­in hjá donsku p­eningastovnunum at skjóta up­p­, at í framtíðini skulu bankarnir ikki hava reiðan p­ening í kassanum. Skulu fólk hava reiðan p­ening, skulu tey í sjálvtøkurnar, men vilja tey hava orð á bankan, skulu tey støkka inn á gólvið. Jørgen Vang Petersen hjá Nordea sigur við danska kringvarp­ið, DR, at í ár vera 20 Nordea­ deildir umskip­aðar, so tær fara ikki at hava reiðan p­ening inni.